Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-01-18, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

sunnudagur 18. januar 2004síða 15

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 Nr. 12 - 20 januar 2004 Nr. 12 - 20 januar 2004 29 VALGREINAR Skattafupp Sambandsfloksins Heini O. Heinesen løgtingsmaður og valevni Tjóðveldisfloksins í Norðoyggjum http://heima.olivant.fo/~hoyh/ tlf. 456810 mob.216824 Sambandsflokkurin bjóðar seg fram við sínum skattalættaupp- skotið. Hetta uppskot er so langt frá veruleikan- um at sjávt formaðurin Lisbeth Petersen ikki var før fyra at yvirbevísa nakran um at hetta kundi gerast verðuleikið, men heldur eitt stórt fupp- nummar frá teimum so- kallaðu skattaserfrøðing- unum í sambandsflokk- inum. Eg skal bert takað eitt dømið, av tí sum sagt var. Hon nevndi, at skatturin skuldi niður við 60 milli- ónum um árið í 3 ár. Tað kann í hvussi er staðfestast, at hetta ger hvørki til ella frá, til at lækka skattin við 20% Her skulu heilt onnur tøl til. "Hetta mann fara at verða, sum tá konan piss- aði í sokkarnar, tað var ein stokkutur hitið" Verðuleikin er tann, at anstøðan ikki hevur meira at rutta við, enn vit í tjóðveldisflokkinum. Eg kann nevna eitt dømi, núsitandi samgonga lækkaði skattin við 71 milliónum, og serfrøð- ingar sambandsfloksins siga, at skatturin er farin upp. Skilagóðar dagføringar Jákup á Fløtti Jacobsen valevni Javnaðar- flokksins i Norðoyggjum Nakað her fyri fekk eg eina rokning uppn á 1 góða krónu. Rokningin var í einum konvulutti og á konvuluttinum var eitt frímerki íð kostaði 5 kr. uttan at hetta var lagt oman á rokningina. Eftir at hava hugsað meg um eina løtu, metti eg at henda rokningin upp á 1 kr. við arbeiðsløn og tilfar hevði kosta innkrevjaranum 10-12 kr. Rokningin bleiv gold- in. Nakað áftaná fekk eg bræv, har takkað bleiv fyri, at rokningin var goldin. Sostatt hevði tað kost- að meria enn 20,- kr. at fáa fatur á 1,- kr. Tað skal ikki nógv hugflog til at síggja úr- slitið, um brúkast skulu meira enn 20- kr. fyri at fáa fatur á 1 kr. Hettar er bert eitt dømi av mongum. So tað er ongin ivi um, at skilagóðar dagføringar og broytingar eru til stór- an bata fyri bæði sam- felagið og hvønn einstak- an borgara. Jancy Biskopstø Klein valevni Tjóðveldisflokksins í Norðoyggjum Nakað hevur verið tosað um útlendingapolitikk í hesum valstríðið. Fólka- flokkurin, við Óla Breck- mann á odda, roynir at sáa hatur í okkum føroyingar mótvegis fólki við aðrari etniskari bakgrund enn okkara. Tað var skelkandi at hoyra Óla Breckmann í Útvarp Føroya mánakvøldi. At kalla onnur fólk drasl og ymiskt annað, tí tey eru ørvísi enn vit ! Enn meira skelkandi er at uppliva, at floksfelagar hansara í Norðoyggjum taka tottin upp eftir honum. Tað undraði meg at síggja Pia Kærsgaard frá Dansk Folkeparti í einum føroyskum valblaði til seinasta fólkatingsval - ta blaðið er ikki til meira. Kanska er tað burturbeint við vilja, tí tað er ov pínligt at hava liggjandi allíkavæl. Ført varð somuleiðis fram í Dagblaðinum, at fremmand kunnu gerast ein hóttan fyri vælferðina hjá m.a. teim gomlu. Hvat skuldi hatta til í einum føroyskum valstríði ? Hvat var endamálið ? Og hvat er endamálið nú í hesum valstríðnum ? Er tað at seta fokus á ta fremmandu arbeiðsmegi í Føroyum í dag og hvussu vit skulu fyrihalda okkum til hetta í dag? NEYVAN !!! Skilt verður ikki ímillum innflytarar, fremmand ar- beiðsmegi, flóttarfólk o.s.fr. Tað hevur ongan týdning. Tað snýr seg heilt einfalt um, at man roynir at sáa fremmandahatur í tað føroyska fólki og at upp- byggja eina fíggindamynd av fremmandum. Eg havi í mong ár arbeitt við flóttarfólki í Danmark. Og eg kann við hesum - góðu føroyingar - upplýsa tykkum um, at eingi fremmand fólk "fossa" inn í tað danska samfelagið. Og tey sum koma inn, eru ikki vandamikil fyri heilsuna. Tey fólk, ið hava eina aðra etniska bakgrund enn vit, og sum søkja um frið- skjól ella onnur uppi- haldsloyvir, lúka tær ásettu altjóða reglur í ymiskum ST-sáttmálalum. Men sum sagt, so hevur tað neyvan nakran týdning - yvirhøvður - um talan er um konventiónsflóttarfólk, kvoteflóttarfólk, innflytarar sum heild o.s.fr. Endamálið er neyvan at fáa í lag eitt kjak um útlendingapolitikk ella útlendinalóg v.m. Hvar er leiðslan hjá Fólksflokkinum í flótta- fólkaspurninginum? er hetta veruliga politikkurin hjá Fólkaflokkinum. Eg fari ikki hervið at krevja eitt svar, men eg sakni at hoyra sjónarmiðið hjá flokkinum á hesum spurn- ingi. Teir eginleikar, sum Óli Breckmann tosar um, sum "hinar rasirnar" hava, kenni eg ikki aftur. Eg havi hitt mongu túsund flóttafólk- um.. Talan er um menn- iskjur, sum tú og eg og Óli Breckmann. Tað eru fólk við kenslum, sum tú og eg og Óli Breckmann. Tað er fólk við evnum til at hugsa sjálvi, sum tú og eg og Óli Breckmann. Stutt sagt, so er talan um fólk, sum inni- halda teir somu eginleikar, sum tú og eg og Óli Breckmann. Góðu føroyingar og góða veljarar ! latið tykkum ikki ræða og takið ikki hesa fíggindamynd til tykkum ! Tjóðveldisflokkurin ynskir at yvirtaka hetta málsøki og gera lógir, sum eru tillagaðar tað føroyska samfelagið, samstundis sum vit skulu halda altjóða sáttmálar á økinum. Sonni Jacobsen valevni Miðfloksins í Vágum Las tað ein politiskur viðmerkjari segði um ymisku flokkarnar. Og tað kundi vera mikið áhuga- vert, har hann kom inn á hetta ymiska, sum ser- merkir flokkarnar. Tá hann kom til Miðflokkin, segði hann seg ivast í, um Mið- flokkurin veruliga er á miðjuni í átrúnaðarligum spurningum. Í politikki kundi tað vera. Hartil er at siga, at tað Miðflokkurin sigur í átrún- aðarligum málum er bert vanligur kristindómur. Um fosturtøku: Tú mást ikki sláa í hel. Annars vísa vit eisini á tað kærleiksleysa og óhumana við fosturtøku. Eitt óføtt barn hevur eingi rættindi í dag, tú kanst gera við tað júst sum tú vilt. Tað er ikki fyrr enn barnið er føtt, at alt systemið trakkar til - og tað halda vit vera ov seint. Viðvíkjandi kyns- villum so siga vit, eins og kristna trúgvin lærir, at hesi skulu ikki hava loyvi at giftast í kirkju ella í sam- komuhúsi. Hartil siga vit, og tað er okkara politiska hugsan, at tað almenna skal ikki gera serlógir til minnilutar, øll eru vard í lógini framman undan - eisini tey kynsvillu. Hetta hevur einki við døming ella hatur at gera. Tvørtur í móti. Um onkur heldur hetta vera uttarlaga kristi, ja, so vita tey valla hvat kristindómur er fyri nakað? Vit blanda okkum ikki í ójavnar millum kirkjur og samkomur. Okkara stóra politiska mál er at tryggja, at okkara land byggir á eitt vanligt kristi grundarlag. Hetta er væl eisini áhugin hjá øllum kirkjum og sam- komum í Føroyum og øllum, sum vilja Føroyum væl. Kristian Martin Petersen valevni Miðfloksins í Eysturoy Miðflokkurin hevur í hes- um valstríðnum - eisini ofta frammanundan - lagt fram eitt ynski, at vit øll standa saman um eina fíggjarliga uppgerð við Danmark. Vit eru sannførd um, at ríkisfelagsskapurin við Danmark í summum førum setir okkum í Føroyum uttanfyri innlit og ávirkan. Í hesum føri hugsa vit serliga um Danmarkar fíggjarligu fyrimunir at lata NATO at- gongd til land-, hav- og luftøki, uttan at vit í Før- oyum kenna teir fyrimunir og møguligar treytir, sum fylgja hesi leiguavtalu. Ongin skal fara skeivur og halda, at Miðflokkurin følir NATO sum eina hótt- an, men eg kenni ongan út- leigara, sum ikki veit, hvat hann fær fyri kamarið á loftinum! Og tá ið vit vita, at danskir toppolitikkarar hava sagt, at sjálvandi fær Danmark nakrar fíggjar- ligar fyrimunir at lata før- oyskt og grønlendskt øki. Hví skulu vit í Føroyum tá ikki fáa at vita, hvat teir fáa fyri hesa avtalu, sum í minsta lagi hevur spart Danmark eini 30 milliardir í eitt tíðarskeið á 15 ár. Tá ið vit so vita, at NATO hev- ur havt áhugamál í Føroy- um í meira enn dupult so langa tíð, so er hetta per- spektivið at fáa fíggjarliga uppgerð við Danmark av altstórum týdningi. At danir so egna okkum við einari árligari upphædd er so rímiligt, men hvør veit, um ikki vit í veruleik- anum eru tey, sum gjalda til Danmarkar - og tó eru und- ir teirra umsiting í hesum føri. Tí uttanríkismál er danskt málsøki. Eg havi ikki vitað so skapt. Bara við at standa saman fáa vit hesa fíggjarligu uppgerð við Danmark. M.a. hesum fer Miðflokkurin at arbeiða fyri eftir valið. Tí einaferð mugu fáa vit at vita, hvat vit fáa fyri kamarið á loftinum! Tá nýtist okkum ikki longur at tala um ríkisfelagsskap, tí tá hava vit fingið sjálvstýri! Um tú minnist til Mið- flokkin á valinum, so minn- ast vit til tín eftir valið! Gott val! Latið tykkum ikki ræða! Mitt á miðjuni – eisini átrúnaðarliga Ríkisfelagsskapur og sjálvstýri Norðstreymoy 37. Haldarsvík 15 37 54 1 20 6 1 23 48 11 11 1 4 5 38. Hósvík 35 43 43 12 34 5 29 37 41 19 22 0 2 0 39. Hvalvík 82 77 29 8 34 6 56 44 30 9 51 2 3 0 40. Kollafjørður 150 154 109 5 161 24 147 98 109 17 140 2 17 4 41. Kvívík 40 106 74 8 113 4 43 75 53 11 114 1 6 1 42. Saksun 9 6 1 0 8 0 6 1 2 0 6 0 1 0 43. Tjørnuvík 1 2 3 1 1 2 4 9 16 5 12 0 3 0 44. Vestmanna 199 262 156 16 209 22 184 160 140 20 241 5 12 4 Tilsamans 538 694 480 52 590 69 476 447 439 92 597 11 48 14 Suðurstreymoy 45. Argir 230 320 179 26 247 76 198 179 192 48 196 16 50 1 46. Hestur 11 5 7 1 9 0 10 5 9 1 11 1 0 0 47. Kaldbak 35 16 7 11 44 19 27 11 10 13 48 0 20 1 48. Nólsoy 75 32 25 4 51 7 46 21 33 9 48 12 4 0 49. Norðradalur 8 5 0 1 5 0 8 6 0 1 5 0 1 0 50. Tórshavn 1897 2602 1715 289 2742 495 1760 1431 1816 585 2393 54 402 88 51. Velbastaður 33 14 13 2 75 1 23 19 13 4 65 0 0 0 Tilsamans 2288 2994 1946 334 3173 598 2072 1672 2073 661 2766 83 477 90 Vágar 52. Bøur 20 9 5 1 8 0 14 7 2 11 4 0 0 - 53. Gásadalur 10 0 1 0 2 0 5 0 2 0 2 0 0 - 54. Miðvágur 113 276 130 19 93 30 102 186 110 86 56 9 34 - 55. Mykines 7 4 1 1 1 0 1 5 0 3 2 0 0 - 56. Sandavágur 140 162 66 4 93 8 152 88 57 60 60 5 16 - 57. Sørvágur 152 248 134 10 71 21 150 186 127 55 49 1 24 - Tilsamans 442 699 337 35 269 59 424 472 298 215 173 15 74 - Sandoy 58. Dalur 9 1 25 0 2 0 14 1 26 0 2 - 0 - 59. Húsavík 43 9 6 1 8 0 45 11 4 1 9 - 0 - 60. Sandur 97 45 83 1 176 5 98 15 99 1 147 - 4 - 61. Skálavík 25 29 49 0 24 1 30 20 33 5 17 - 2 - 62. Skopun 25 37 152 4 80 14 86 25 97 8 105 - 10 - 63. Skúvoy 14 16 18 0 5 0 16 23 14 0 4 - 0 - Tilsamans 231 137 333 6 295 20 289 95 273 15 284 - 16 - Suðuroy 64. Fámjin 4 18 31 0 0 0 3 15 31 1 23 0 2 7 65. Hov 10 22 29 0 17 0 4 11 42 2 18 0 0 2 66. Hvalba 88 137 121 0 71 17 112 95 123 11 48 2 19 1 67. Lopra 12 11 29 0 36 0 11 5 41 0 27 4 1 0 68. Porkeri 26 49 160 0 160 7 22 36 141 1 10 1 16 1 69. Sandvík 4 7 35 0 24 1 6 8 39 1 28 1 2 0 70. Sumba 20 37 94 0 48 1 25 31 81 1 44 2 4 2 71. Tvøroyri 111 286 620 0 174 32 173 112 643 9 181 20 32 11 72. Vágur 149 313 286 0 213 12 138 186 277 13 250 22 17 26 Tilsamans 424 880 1405 0 628 70 494 499 1418 39 629 52 93 50 Alt landið 6343 7948 6371 1349 7240 1286 5887 4992 6062 2116 6583 682 1123 215 C M Y K 29 28