mikudagur 23. mars 2011síða 10
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 23. mars 2011 · Nr. 35
10
Sosialurin
Vilmund Jacobsen
Tað var landsstýrismaðurin
í fiskivinnumálum, sum setti
fiskivinnutingið í Norður
landahúsinum týsmorgunin.
Í byrjanini av røðu síni
vísti hann til samgongu
skjalið frá september 2008
og segði, at her er staðfest, at
allar tilfeingisvinnur skulu
verða lívfrøðiliga, fíggjarliga
og umhvørvisliga burðar
dyggar og skulu geva mest
møguligt búskaparligt av
kast. Í skjalinum verður
eisini staðfest, at umráðandi
er at menna samstarv og
forstáilsi millum vinnu og
serfrøði.
Birtir og eggjar
- Við støði í hesi staðfesting
er tað mær ein gleði at
standa fyri innleiðsluni til
Fiskivinnutingið 2011. Hetta
er fyrsta tingið av sínum slag
í mong ár. Eitt fiskivinnuting
sum hetta, ið birtir undir
og eggjar til samstarv og
opna viðgerð av ymiskum
sjónarmiðum,
er
fremsta
fyritreytin fyri tillagingum,
framdar við hepnari hond,
sum
landsstýrismaðurin
málbar seg.
Jacob Vestergaard vísti á,
at eitt tað fremsta eyðkennið
fyri okkara vinnu, er, at hon
hvílir á ein grundvøll, sum er
í støðugari menning.
- Av somu orsøk mugu vit
viðurkenna, at dagføringar
og tillagingar eru ein áhald
andi tørvur og krav, bæði
til vinnu og serfrøði og ikki
minst til okkum, sum eru
myndugleikin.
Hann helt, at við støðugu
broytingunum í huga eiga vit
ikki at tulka neyðugar tillag
ingar sum sum ein trupul
leika, men heldur sum eina
sjálvsagda avbjóðing, ið vit
øll møta við dirvi og dugna
skapi.
Áhaldandi tillagingar
- Júst, áhaldandi tillagingar
hava eisini sett eyðkenni á
arbeiði í hesum samgongu
skeiði, segði Jacob Vester
gaard og vísti í hesum sam
bandi
nakrar
av
hesum
tillagingum.
Í fyrsta lagi segði hann, at
vernd av tilgongd og smáfiski
er eitt tað mest týðandi átak
ið í burðardyggari veiði.
- Tískil hava vit í hesum
tíðarskeiði stongt enn fleiri
øki fyri at verja ungfisk, eins
og Fiskiveiðieftirlitið hevur
stongt so mong øki, sum
helst ongantíð áður.
Í øðrum lagi helt lands
stýrismaðurin, at góð gagn
nýtsla og fonginum er sera
avgerandi fyri fíggjarliga
partin av virkseminum.
- Tað var við hesum fyri
eyga, at vit skipaðu svart
kjaftakvotuna
sum
egin
kvotu, legði hann aftrat.
Við atliti til gagnnýtslu,
segði Jacob Vestergaard, at
landsstýrið hevur ásannað,
at vinnan hevur so víðar
framleiðslukarmar sum til
ber – uttan tó, at myndug
leikin á nakran hátt skal
leggja seg út til, hvussu fram
leiðslan skal skipast.
- Tí hevur landsstýrið
givið til kennar, at fram
leiðsla úti á havinum er ein
leið at ganga, og hugt verður
við spenningi at nýggju
royndunum, sum nú verða
gjørdar, segði hann.
Stýring av veiðitrýsti
Í fjórða lagi segði lands
stýrismaðurin, at fiskivinnu
gransking og fíggjarligur
stuðul innan hetta virkisøki
leita áhaldandi eftir nýggjum
møguleikum, og hann segði,
at nýtt havrannsóknarskip
er fevnt av viðgerðini um
langtíðaríløgur.
Um áhaldandi tillaging
ar vísti landsstýrismaðu
rin í fimta lagi á, at frælsur
handilsskapur eisini er ein
týðandi fyritreyt.
- Tí hevur landsstýrið
minkað um krøvini til sølu
av rávøru um uppboðssølu.
Jacob Vestergaard segði,
at eitt einfaldari býti mill
um vinnurekandi og ítriv
er neyðugt, og tí verður
skipanin innan útróður æt
landi broytt, soleiðis at tey
vinnurekandi fáa betri skip
að virkisgrundarlag, sam
stundis sum skipanin innan
ítrivsvirksemi verður dag
førd.
Hann helt í sjeynda lagi,
at neyv stýring av veiði
trýstinum kanska er besta
dømi um áhaldandi tillag
ingar.
- Landsstýrið hevur flutt
djúpvatnstrolarar inn í fiski
dagaskipanina,
og
síðsta
summar vórðu dagarnir hjá
útróðrarbátum stillaðir rætt,
sum landsstýrismaðurin tók
til.
Hann helt, at ein stuðuls
frí vinna helst er ein hin
fremsta fyritreytin fyri burð
ardyggari vinnu.
-
Inntøkutrygdin
er
flutt av fíggjarlógini, og er
skipanin nú at sammeta
við eina privata tryggingar
skipan, ið vinnan sjálv fíggj
ar.
Haldgott grundarlag
Landsstýrismaðurin segði, at
nevndu átøk eru gjørd við til
lagingum fyri eyga.
- Tað skal vera mín vón, at
Fiskivinnutingið 2011 kastar
ljós á fleiri átøk og møgu
leikar, ið vinna, serfrøði og
myndugleikar kunnu taka
til sín.
Jacob Vestergaard helt, at
burðardyggleiki er ein læra,
sum vit byggja land okkara
á, soleiðis at vit kunnu gagn
nýta okkara tilfeingi við
hægstu úrtøku fyri eyga,
samstundis sum tilfeingið
tryggjar
eftirkomarum
okkara eitt haldgott grund
arlag.
At enda nýtti landsstýris
maðurin høvi at taka fyri
skiparunum fyri tiltakið.
vilmund@sosialurin.fo
- Vit mugu viðurkenna, at dagføringar og tillagingar eru ein áhaldandi
tørvur og krav, bæði til vinnu og serfrøði og ikki minst til okkum, sum eru
myndugleikin, segði Jacob Vestergaard, tá hann setti Fiskivinnutingið 2011
- Vit eiga ikki at tulka neyðugar tillagingar
sum sum ein trupulleika, men heldur sum eina
sjálvsagda avbjóðing, segði Jacob Vestergaard
Mynd: Vilmund Jacobsen
- Burðardyggleiki er ein læra, sum vit byggja land
okkara á, soleiðis at vit kunnu gagnnýta okkara
tilfeingi við hægstu úrtøku fyri eyga, segði Jacob
Vestergaard, tá hann setti Fiskivinnutingið 2011
... ein stuðulsfrí
vinna helst er ein hin
fremsta fyritreytin fyri
burðardyggari vinnu...
JACOB VESTERGAARD
Ein grundvøllur í
støðugari menning