Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-03-23, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. mars 2011síða 11

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Mikudagur 23. mars 2011 · Nr. 35 Sosialurin Vilmund Jacobsen Týsdagin skipaði Havstovan fyri fiski­vinnu­tingi í Norðurlandahúsinum, har nógvir áhugaverdir fyri­ lestr­ar vórðu hildnir. Ymiskar yvirskriftir vórðu valdar til ymisku fund­ar­p­artarnar, men aðal­yvirskriftin var um burðar­dygg­leika og løns­emi í føroyskari fiskivinnu. Fyrrapartin vóru fleiri fyrilestrar, og tað var Vi­ berg Sørensen, formaður í Føroya Reiðarafelag, sum legði fyri. Næstur honum var formaðurin í Føroya Fisk­i­mannafelag, Jan Højgaard, og síðan hevði Sonja Jógvansdóttir, samskipari í Samtaki, orðið. Auðun Konráðsson, formaður í Megin­felag Útróðr­ar­felag, kom síðan, og fyri orðaskiftið, sum Helgi Jacobsen, miðlafólk, tók sær av, segði Maria Ras­mus­sen, stjóri í Vinnuhúsinum, eisini nøkur orð. Yvirskriftin til tað, sum hesi fimm um­røddu, var: ”Hvussu verður fiskivinnan undir Føroyum burðar­ dygg og lønandi? – Hvat heldur vinnan?” Eftir kaffisteðg fyrrapartin var yvirskriftin: ”Kann fiskivinnan undir Før­oy­um gerast meiri burðar­dygg og løn­andi”. Tey, sum nú høvdu orðið, vóru: Petur Steingrund, sum umboðaði Havstovuna, Bjarni Arnason hjá P/F Nota og Mortan Johanne­sen, skipari og útróðr­ar­ maður gjøgnum mong ár. Eftir døgurðasteðgin var yvirskriftin: ”Hvussu kundi tað verið? Nú høvdu Herman Oskarson, stjóri á Hagstovu Føroya, Janus Petersen, fyri Felagið Peningastovnar, Eilif Gaard, stjóri á Havstovuni og Jákup Poulsen, Sp/f Inspect, orðið. Út á seinnapartin var ein yvirskrift eftir ”Við­ kom­an­di mál”, og tá tosaði Jóhannes Jacobsen um ”Til­feingi­s­gjald – hvat er tað?” og Hjalmar Hansen um ”Hvussu verður í 2018?”. At enda var orðaskifti, sum Hjalti í Jákupsstovu, fyrr­verandi stjóri á Havstovuni, leiddi. Meiri tilfar Sosialurin fer at endurgeva ymisk úr tí, sum sagt varð á Fiskivinnutinginum 2011, men alt kemur ikki við, tí til tess er tilfarið alt ov rúgvismikið. Í dag hava vit tað, sum Jacob Vestergaard, lands­ stýris­maður í fiskivinnumálum, segði, tá hann beyð væl­kom­in, og vit fara eisini at endurgeva nakað av tí, sum Mortan Johannesen, útróðrarmaður, segði. vilmund@sosialurin.fo Fiskivinnu­ tingið 2011 Ikki færri enn 14 stuttir fyri­ lestr­ar vórðu hildnir á Fiski­ vinnu­tingi­num 2011, sum var hildið í Norður­landa­húsi­ num týsdagin. Sosialurin fer næstu blaðdagarnar at ven­ da aftur til ymiskt av tí, sum sagt varð hendan dagin Vilmund Jacobsen Mortan Johannesen, útróðr­ ar­maður, sum hevur verið á sjón­um alla sína tíð, var ein av fyrilestrarhaldarunum í Norðurlandahúsinum á Fiski­vinnu­tinginum 2011. - Eg havi verið á sjónum, síðan eg var ein stórur smá­ drong­ur. Í nógv ár var eg skipari, og nú í fleiri ár havi eg verið útróðrarmaður, og eg eri framvegis á Norð­havi­ num, nú várróður er. Beinanvegin gjørdi Mort­ an greitt, at hetta var fyrstu ferð, at hann hevði staðið við so framkomnari tøkni uppi á sær og hevði hildið ein fyri­ lest­ur. - Eg havi eingi diagrammir, men tosi út frá mínum roynd­um á havinum hesi ár­ini, legði hann aftrat. Mortan segði seg undr­ ast yvir, at so fáir politik­ar­ ar vóru til steðgar í Norður­ landa­húsinum og lýddu á, nú so álvarsamt mál sum okkara fiskivinna og burð­ ar­dygg­leiki í vinnuni eru til um­røðu. - Eg havi skilt, at tað er løg­tings­fundur og ymiskir nevnd­ar­fundir, og tí eru so f­á­ir. Men hevði tað verið at far­ið yvir til New York at sæð ein skúla, so høvdu hesi somu fólk ivaleyst kastað alt frá sær og farið avstað. Í síni røðu legði Mortan stóra dent á, at okkara til­ fein­gi er ikki óavmarkað, og tí er sera umráðandi, at alt kann seljast og soleiðis kem­ ur til høldar. Hann helt, at ein tann størs­ti trupulleikin í før­ oysk­ari fiskivinnu er, at hin nýggj­as­ti fiskurin ikki fær hin besta prísin. Hann helt eisini, at føroyingar eins og ís­lend­ing­ ar og norðmenn í nógv størri mun áttu at ført fiskin heil­an til lands, og síðan havt kryvj­ ar­ar á landi. - Útróðrarfiskur, sum verð­ur veiddur, blóðgaður bein­an­vegin og síðan slepp­ ur at bløða út í ísvatni verður hin allar besti fiskur, ið hugsast kann. Hetta gera okkara grannar, og hví kun­ nu vit ikki eisini gera hetta í Før­oy­um – ikki minst, nú ar­ beiðs­loysi er so stórt. Mortan Johannesen segði seg hava gjørt onkrar roynd­ ir í so máta saman við Mein­ hard Jacobsen, sum var stjóri í Faroe Seafood. - Hetta riggaði væl, og keyp­ar­ar spurdu, hvar tey høvdu fingið henda edi­liga fiskin, tá hann kom á mark­ naðin. Men soleiðis, sum eg ski­l­ti, var trupult at fáa fólk at kryvja uppi á landi. Útróðrarmaðurin segði tað vera sera hugstoytt at sígg­ja 8-10 dagar gamlan fisk seld­an á uppboðssølu fyri kanska einar 2-3 krónur meiri fyri kilo enn daggamlan og væl hagreiddan útróðrarfisk. - Tað nyttar einki, hvat útróðr­ar­maðurin ger við fisk­in, tá hetta ikki sæst aft­ u­r í prísinum. Mortan Johannesen vísit á, at um fiskurin varð kruvd­ ur í landi, kundi allur inn­ vøl­in­, rogn, livur og sil eisini kom­ið til sættis, soleiðis at meiri fekst burtur úr hjá øllum pørtum. - Men hóast Føroyar eru ein fiskivinnutjóð, sum skal liva av tí, sum upp úr havinum kemur, eru vit onga leið komin enn til at brúka alt okkara tilfeingi so væl sum gjørligt. Í eini aðrari grein við Mort­an Johannesen, fer Sosial­ur­in at venda aftur til tað, sum útróðrarmaðurin sigur um støðuna hjá toska­ stovn­i­num, sum hann als ikki heldur vera so góða, sum fiskifrøðingar og mong onn­ ur halda. - Eg haldi slett ikki, at toska­stovn­urin er væl fyri í løtuni, segði Mortan Johanne­sen. vilmund@sosialurin.fo Daggamal fær nógv minni prís enn 8-10 dagar gamal fiskur - Útróðrarfiskur, sum verður veiddur, blóðgaður beinanvegin og síðan sleppur at bløða út í ísvatni verður hin allar besti fiskur, ið hugsast kann. Hetta gera okkara grannar, og hví kunnu vit ikki eisini gera hetta í Føroyum – ikki minst, nú arbeiðsloysi er so stórt Mortan Johannesen heldur tað vera sera hugstoytt at síggja 8-10 dagar gamlan fisk seldan á uppboðssølu fyri kanska einar 2-3 krónur meiri fyri kilo enn daggamlan og væl hagreiddan útróðrarfisk Mynd: Vilmund Jacobsen