mikudagur 23. mars 2011síða 20
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 23. mars 2011 · Nr. 35
20
Sosialurin
Oyggjablaðið
TRIVNAÐUR – Nei, góði, kom ikki so nær andlitinum hjá mær
við myndatólinum. So fer man bara at síggja alt so væl! Orðini
eigur 72 ára gama Martha Larsen, sum hevur búð í Føroyum
í hálva øld. – Tú veit. Hóast eg føli meg unga og raska, so kann
ein ikki krógva seg fyri aldrinum, sigur Martha, sum upprunaliga
er ættað úr lítlari grønlendskari bygd, men sum í dag ikki
kundi hugsað sær at búð nakra aðrastaðni enn í Føroyum.
Tekstur: Snorri Brend
Myndir: Jens Kristian Vang
Havn: Telefonin ringir heima hjá
hjúnunum Marthu og Dánjal Lar
sen.
Hon er skjót at taka telefonina,
og er líka so skjót at geva mann
inum hornið, tá maðurin í hinum
endanum sigur seg vera frá Sosial
inum. So má tað vera til Dánjal.
Men tað er tað ikki hesaferð, í
øllum førum. Telefonin er nevniliga
ætlað Marthu.
– Ætla tit at tosa við meg? Um
Grønland? Tja, eg veit ikki, er
Martha skjót at svara. Eftir eina
løtu verður svarið meiri játtandi: -
OK, tað man vera í lagi. Nær koma
tit?
Røddin á manninum, tí 79
ára gamla Dánjali hoyrist í bak
grundini. Tey bæði hava livað eitt
langt lív saman, og nú í ellini njóta
tey samveruna hvørt við annað í
hugnaligu og vælsnikkaðu íbúðini
á Landavegnum.
– Eg kom her sum ung genta, og
havi trivist her frá fyrsta degi. Tá
eg havi ferðast aftur í heimlandi
mínum, Grønlandi, so havi eg altíð
longst aftur til Føroyar, her eg havi
bæði børn og ommubørn.
– Eg má bara viðganga tað, at
mær dámar betur í Føroyum enn í
Grønlandi, sigur Martha sum verð
ur 73 ár í september mánaði í ár.
Sosialurin hevur sett teimum
stevnu ein vindharðan dag í farnu
viku. Ein stevna, ið eisini førdi hana
oman á fyrrverandi arbeiðspláss
sítt, Bacalao á vestaru bryggju.
Tosaðu um føroyingar
Tað eru helst ikki mong ið kenn
ast við lítlu grønlendsku bygdina
Atangmik – ella Atammik, sum
hon eitur í dag – ið liggur nakað
norðanfyri grønlendska høvuðs
staðin, Nuuk.
Tá Martha vaks upp her í
40'unum og 50'unum livdi fólkið
av tí ið sjógvurin gav. Fólkatalið
lá um tey 300, teirra millum tey í
húsinum hjá teirri ungu Marthu
Josefsen.
Hóast bygdin var lítil, var kort
ini skúli í bygdini, og her gekk hon
til hon var 14 ára gomul. Hetta
var í tíðini, tá børnini bert lærdu
grønlendskt mál í skúlanum, og tí
hevur Martha ongatíð lært seg at
tosa danskt.
Atammik er framvegis í dag
ein fiskivinnubygd, men tað vóru
eisini onnur størv og tænastur her.
Mamma Marthu starvaðist sum
jarðarmóðir, og vóru møðgurnar
báðar ofta úti og hjálptu børnum
til verðina.
Hetta helt á eina tíð, men
Martha hevði kortini eitt ynski og
ein longsul um at sleppa út í verð
ina, og síggja okkurt annað enn
heimbygdina. Sum sagt, so gjørt,
og soleiðis bleiv tað til tað, at hon
fyrst fekk arbeiði í Nuuk og seinni í
eini aðrari kendari fiskivinnubygd
Toqqusap – í dagligari talu Tokusak
- ið liggur ikki so langt norðanfyri
heimbygd hennara.
– Eg hevði hoyrt fólk tosa um
allar hesar føroyingarnar, sum fisk
aðu her og sum arbeiddu her. Og tá
eg so sjálv kom til Tokusak hitti eg
eisini á fyrsta sinni føroyingarnar,
sum róðu út her, greiðir hon frá.
Millum teir mongu føroying
arnar sum arbeiddu á landi hetta
árið (1959), var ein ungur og raskur
arbeiðsmaður og hentur flekjari úr
Porkeri – Dánjal Larsen, sum síðani
skuldi koma at broyta restina av
hennara lívi.
– Hann arbeiddi sum flekjari
á sama virki sum eg. Arbeiðið var
soleiðis skipað, at vit vóru nakrar
sum rivu fiskin um, meðan Dánjal
og aðrir mans trillaðu fiskin út úr
skúrinum. og yvir í ein annan skúr,
sigur Martha við einum brosi.
Og hon leggur aftrat: – Jú, eg fekk
gott eyga á henda føroyingin har.
Tað var okkurt serstakt við Dánjali,
sum var nøkur ár eldri enn eg.
– Martha, kom aftur!
Tey høvdu ikki verið saman í meiri
enn slakar tríggjar mánaðir, tá
teimum beyðst møguleiki at sleppa
heim til Føroyar við skipi.
Ein av føroysku útróðrarbát
unum í Tokusak gjørdist vrak
orsakað av einum eldsbruna, og
manningin var tí noydd at fara
heim aftur. Hetta varð gjørt við
trolaranum Fiskanes.
Tað unga og forelskaða parið
spurdi seg fyri, um tey kundu
sleppa heim við teimum, og soleiðis
bleiv tað til tað at Martha á fyrsta
sinni kom til Føroyar, eftir ein
átta daga langan siglitúr í góðum
líkindum.
– Eg hevði hug at vita, hvussu
tað sá út í heimlandinum hjá Dánj
ali. Og tá eg so kom her til landið,
Mær
dámar
best í
Føroyum
Altso, Martha, góða. Um
tær leingist aftur til Grøn
lands, so haldi eg at tú skalt
fara heim aftur. Men so legði
hann aftrat: Kom aftur um
tvey ár!
Heilsan er framvegis góð,
hóast eg verði 73 í september.
Men eg tími framvegis væl at
arbeiða