Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-01-18, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

sunnudagur 18. januar 2004síða 17

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

32 Nr. 12 - 20 januar 2004 Nr. 12 - 20 januar 2004 33 VALGREINAR Skúladepil á borðinum Jógvan Arge Valevni Tjóðveldis- floksins Í Suðurstreymi Tekniski Skúli í Havn er nú eisini drigin upp í valstríðið. Sambands- røddir vilja vera við, at onki er gjørt fyri hann. Vit í Tjóðveldisflokk- inum tóku ikki undir við einum uppskoti frá Sam- bandsflokkinum um, at landskassin fyrst skuldi veðhalda fyri einum stór- um láni at byggja skúlan fyri, og síðani skuldi gjalda lánið aftur sjálvur við rentum. Hetta var alt ov kreativt og fekk tankarnar at leita aftur til tær ringu veð- haldstíðirnar, sum nú kanska eru komandi aftur. Men vit tóku undir við, at skúlin fekk tíðarhósk- andi umstøður, og at landskassin skuldi gjalda íløguna kontant eftir nøkrum árum - gjarna saman við alternativari fígging frá eitt nú komm- unu og vinnulívi. Á hesum grundarlag er farið undir at fyrireika skúladepil í Marknagili at vera karmur um út- búgvingarnar hjá Tekn- iska Skúla, Studentaskúl- anum og partvíst Hand- ilsskúlanum. Mentamálaráðið hevur sett ein bólk at taka sær av málinum, og pengar eru settir av á fíggjarlóg- aruppskotinum til fyrstu fetini í ætlanini. Mær kunnugt verður havt í huga at byggja so- leiðis, at Tekniski Skúli fyrstur av øllum sleppur inn í tey høli, sum eru mest átroðkandi. Rúm verður fyri fleiri íløgum á skúlaøkinum, nú tær størstu íløgurnar í samferðslu o.a. fara at hæsa av, og Skúladepilin í Marknagili stendur frammarlaga í raðnum. Uppi í hesum málinum hongur sjálvsagt eisini skipanin av okkara mið- námsútbúgvingum sum heild. Tað er neyðugt at taka støðu til tann spurn- ingin samstundis, sum tú fyrireikar teir fysisku karmarnar á tekniborðin- um. Tjóðveldisfloksins støða er, at øll skula hava miðnámsútbúgving, og á miðnámsskúlum skulu næmingarnir kunna velja sær tær høvuðsbreytir, sum teirra hugur stendur til - handverk, list, samskifti, vinnu, tøkni og náttúru. Vilt tú skúlunum væl, so velur tú Tjóðveldis- flokkin. ÁÐRENN tú setir títt x, so hugsa um: Jónfinn Petersen, valevni Miðfloksins í Suðurstreymoy • Onkur má vera sum talar fyri familjuni! • Onkur má vera sum vil verja tey veikastu! • Onkur má vera sum torir og vil verja tað ófødda barnið! • Onkur má vera sum rópar varskó, tá ið lógir verða gjørdar ímóti Guds orðið! • Um hetta fer fyri bakka, hvat skulu vit so byggja okkara land á? MIÐFLOKKURIN vil raðfesta rætt! Heðin Mortensen valevni Sambandsfloksins í Suðurstreymoy Teir veljarar, ið hava hildið seg valt politikarar at stýra landinum, munnu óivað hava kent seg ikki sørt nipnar hesi síðstu tvey valskeiðini. Í staðin fyri fólk at stýra, hava vit fingið fólk at eksperimentera og spæla sær við einum dreymi um fullveldi. Hesin dreymur hevur stýrt øllum síðstu seks árini. Nú kann er nóg mikið, tí nú tørvar landi okkara real- politikarar, ið eru til reiðar at smoyggja upp um armar og fara til verka, so hugsað verður um at byggja land, tryggja vælferð og at fáa samfelagshjólini at mæla. Alt uttanumtosið um henda tóma fullveldisdreymin og teir kensluløddu flosklarnir mugu halda uppat, so vit aftur fáa fólk framat, ið seta samfelagið og vælferðina hjá tí einstaka fremst. Óivað setti tann nú slitnaða samgongan sær sum mál at skriva eitt ella annað slag av søgu, men veruleikin er, at vit fara bara at minnast hana fyri klandur og stríð og tað, ið verri er. Ger tí tína ávirkan gald- andi, so politikarar sleppa framat, ið vilja landi og fólki tað besta. Vit hava sæð nóg mikið til egotripp og sjálvsøkni síðstu árini! Vel Sambandsflokkin, tí tá fært tú trygd fyri, at landið er í góðum hondum! Heini O. Heinesen, løgtingsmaður og valevni Tjóðveldisfloksins í Norðoyggjum Tað hevur verið nógv tosa um, hvussu vit kunnu menna útoyggjarnar í norð- oyggjum, her hugsi eg serliga um Fugloynna og Svínoynna. Svínoyggjin er frá nat- úrunar hond væl betri fyri enn Fugloyggin, av tí at hon liggur nærri megin- landinum. Heraftuat er ein smoltstøð í Svínoy. Hetta arbeiðspláss og tann mjólkaframleisla, sum er á oynni, hava tørv á betri fluttningsmøguleikum. Bygdaráðið í Svínoy hevur í fleiri ár sent skriv til løgtingi um at fáa tunnil yvir í "Havnina" sum er kyrrasta pláss í oynni. Her eru eisinni møguleikar fyri at gera eina fergulegu við eini minni havn. Vit kunnu eisini nevna sjógvaling útfrá hesu havn. Ein slík íløga kundi verði gjørd yvir fleir ár. Eg kann taka dømi av tí sum er gjørt til Gása- dals, her hevur løgtingið játta 8 miló. um ári í 3 ár. Tunnilin er skotin í gjøgn- um og loftið er tryggja fyri henda pening. Vit kundu brúkt sama framgangshátt, og gjørt ein tunnil í gjøgnum Svín- oynna, yvir í "Havnina." So skuldi ein hóskani bilferga siglt inn í Sund. Hetta hevði loyst teirra trupul- leikar við fluttningi, av ferða fólki og farmi, til fulnar Fugloy Fugloyggin liggur verri fyri enn Svínoy, menn her eru ávisir møguleikar at menna oynna. Tað hevur verið nógv tosa um vindmyllur í seinastuni. Her skuldi verði ein góður møguleiki at sett eina vindmyllu upp. Orkan kundi verið brúkt til at skapt arbeiðspláss í Fugloy. Her er tað aftur alingin, hugsa verðuir um. Henda aling átti at fari fram uppi á landi, við at sprongt hyljar- nar niður í lendi. Orkan frá mylluni kundi so verði brúkt til at pumpa sjógvin uppí hylljarnar. Hesu ali- brúk hava tann fyrimun at tey kunnu sóttreinsast. Um ein slík íløga verður gjørd, verður hon verandi so leingi sum hon verður hildin við líka. Her eru fleiri fyrimunir, tí viðlíka- haldi er so gott sum einki. Tað kann eisinni henda, at ein partur av alivinnuni fer at fara fram uppi á landi, fyri at sleppa undan sjúku. Heraturat slepst undan tí dýru útgerðini, sum aling á sjónum hevur við sær. Hetta er eisini ein møgu- leiki í Svínoynni. Har hevur ein ætlan verði frammi í pressuni nýðliga, um eitt orkuverk. Tað dugur ikki nakað sum helst, at tosa um út- oyggjamenning, um ein onga ætlan hevur við út- oyggjunum. Hetta er nakað sum eg fari at virka fyri um eg verði valdur 20. januar http://heima.olivant.fo/~hoyh/ telef. 456810 mb. 216824 Jancy Biskopstø Klein, valevni Tjóðveldisflokksins í Norðoyggjum Lóggávan innan almanna- verkið er ófullfíggjað og ótíðarhóskandi. Fólk, sum av ymiskum orsøkum ikki kunnu syrgja fyri sær sjálvum, skulu fáa eina betri tænastu. Vit hava eina forsorgar- lóg, sum treingir til at verða dagførd. Ì dag er eingin aktiveringsskipan fyri tey, sum av ymiskum orsøkum ikki eru á arbeiðsmarknað- inum, men sum verða hangandi í forsorgarskip- anini uttan ein miðvísur innsatsur verður gjørdur fyri fáa tey slúsaði út beinanvegin. Vit hava eina barnafor- sorgarlóg, sum er eitt avrit av einar danskari lóg frá 1960 og sum hevur sín upp- runa í eini lóg frá 1929. Hetta sigur eitt sindur um raðfestingina at hesum økið. Ein nýggj lóg innan hetta økið hevur verið á veg í nøkur ár, men vit mugu, sum samfelag, taka hond um okkara børn og ung og vísa teimum virðing, og gera eina lóg, sum tekur hond um og tryggjar okkara børnum og ungum tað hjálp og stuðul, tey hava fyri neyðini. Vit hava heldur onga eldralóg, sum tryggjar teimum gomlu tað hjálp tey hava tørv á. Veruleikin í dag er, at tær fyriskipanir og reglur, sum eru fyri tey eldru, eru spjatt útyvir ymiskar kunngerðir. Tørvur er á, at vit gera eina eldralóg, sum tryggjar teim eldru tað hjálp og stuðul tey hava fyri neyðini. Tjóðveldisflokkurin gongur inn fyri, at hesi málsøkir verða løgd út til kommunurnar at umsita, og at uppgávu- og ábyrgdar- býtið ímillum land og kommunur, skal gerast greiðari. Kommunurnar kring landi mugu sam- starva og skipa seg í økir, fyri at gera størri eindir og harvið tryggja eitt fakliga høgt tænastustøðið. Tjóð- veldisflokkurin vil sam- stundis tryggja, at peningur fylgir við so hvørt málsøkir verða løgd út til komm- unurnar. Nú er nóg mikið! Útoyggjamenning í Norðoyggjum Svínoy Lóggávan innan almannaverkið VALGREINAR Tí stilli eg upp fyri Javnaðarflokkin – tryggur politikkur á sjálvbjargnisleið Helena Dam á Neystabø valevni Javnaðarfloksins í Suðurstreymoy Sjálvstýristilgongd før- oyinga má ikki klúgva tjóðina í helvt - men hon má heldur ikki steðga upp. So stutt kann tað sigast, og tí er neyðugt at finna eina semju, sum ikki avmarkar sjálvsav- gerðarrætt føroyinga. Flest øll eru samd um, at viljin til at klára seg sjálvan er ein drívmegi, ið fær bæði einstaklingar og samfeløg at bróta upp úr nýggjum og at skapa virðir burturúr tilfeingi, sum eingin fyrr hevði hugsað um. Hesum hava vit brúk fyri í dag. Tað svitast heldur ikki, at eitt samstarv á jøvnum føti millum Føroyar og Danmark er nógv betri enn eitt samstarv, har Danmark hevur evsta vald í Føroyum á týðandi økjum. Tíverri hevur tað ikki eydnast hesi seinastu 6 árini at finna ein leist, sum føroyingar kunnu semjast um. Javnaðarflokkurin hev- ur eins og aðrir flokkar ásannað, "at heimastýris- skipanin avmarkar heim- ildir og virkisføri hjá før- oyskum myndugleikum, og hon elvir til ógreiðu í valds- og ábyrgdar-býtin- um millum føroyskar og danskar myndugleikar". Javnaðarflokkurin hevur tí orðað eitt uppskot til eina sjálvstýrislóg, sum kann vera grundarlag undir einari tjóðskapar- ligari semju um fram- tíðarstøðu Føroya. Í stuttum er upskotið til sjálvstýrislóg Javnaðar- floksins: At vit áseta viður- skiftini millum Føroyar og Danmark í einum sjálvstýrissáttmála sum ein politiskan sáttmála millum tvey sjálvstøðug lond, ið viðurkenna hvørt annað sum javn- bjóðis tjóðir í einum felagskapi - ríkisfelags- skapi, samveldi ella frælsum felagsskapi. Hesin sáttmáli avmark- ar ikki sjálvsavgerðar- rætt føroyinga fram- eftir. Verður sjálvstýrismál- ið lagt á hillina nú, kem- ur tað framhaldandi at klúgva tjóðina í tvey. Uppskotið hjá Javn- aðarflokkinum er eitt haldgott grundarlag und- ir teirri tjóðskaparligu semjuni, sum tey allar- flestu leingjast eftir. Jákup Andrias Jacobsen valevni Miðfloksins í Eysturoy Tað er ein sannroynd at Lerivík altíð hevur verið ein av fremstu bygdum í Føroyum, tá ræður um fiskivinnu, bæði á sjógvi og landi. Menn hava til allar tíðir róð út her frá, umframt at vit síðstu árini hava fingi hópin av størri fiskiførum til bygdina. Umframt tað eru fleiri fiskavirkir í bygd- ini. Hetta eru týðandi ar- beiðspláss, ikki bert fyri Leirvík, men fyri alla oynna og landið. Tað er sera týdningarmikið at Leirvík, framhaldandi fær tryggar, støðugar og mennandi karmar at ráða yvir, so bygdin og alt samfelagið kann fáa enn størri fram- gongd og avkast. Tað eru viðurskifti ídag sum enn, heilt ella partvís ikki eru liðug umrødd og fingin uppá pláss, hvat viðvíkur bygdini Leirvík. Tað fyrsta er, hvussu vega viðurskiftini skulu skipast, tá koyrandi verður við tunnli til Klaksvíkar. Her má og skal ein skila- góð loysn finnast. Miðflokkurin hevur verið skotin í skógvarnar, at verða ímóti einum tunnli undir bygdini, men tað er ikki rætt. Miðflokkurin hevur sagt at miðvísar kanningar mugu gerast soleiðis at vit vita hvat skilabesta loysnin er. Vísir tað seg at verða ein tunnil, (sum nógv týðir uppá), SO GERA VIT TAÐ - SJÁLVSAGT. Tað næstu sum eg vil nevna er orkan, og brenni- støðin í bygdini. Her er týdningarmikið at savna allar partur saman, so ein góð og haldbar loysn fæst, ísamband við dálking og hvussu brennistøðin verður útbygd. Sjálvsagt vilja vit ganga á odda fyri at samfelagið verður reint og ódálka fyri okkara komandi ættarlið. Til endans vil eg stutt nevna at Miðflokkurin tekur undir við at útróð- rarbátar fáa frítt at fiska og at sjómansfrádrátturin verður varveittur. (helst skuldi hann eisini dekka arbeiðsfólk á fiskavirkum, men har mugu vit so arbeiða við, at real lønin fer upp við m.a. lægri av- gjøldum og hægri botnfrá- drátti í skattinum). Til endans vil eg ynska øllum eitt gott Miðflokka- val og má Harrin fram- haldandi signa og verja okkara land. Karl Olgar Joensen valevni Sambandsfloksins í Norðoyggjum Í seinasta Norðlýsinum kunnu vit m.a. lesa hesi orðini: "Eins og Kunoyggin verjir Klaksvíkina, hevur Fólkaflokkurin vart Norð- oyggjar." Eg spurdi meg sjálvan: "Hvat hevur Fólka- flokkurin vart í Norð- oyggjum? Hvat er tað sum Fólkaflokkurin er bangin fyri, tá ið hann tosar um at verja Norðoyggjar? Er hann bangin fyri, at onkur tekur Barsskor frá okkum, ella Másan kanska? Tað er alt ov lágt mál at seta sær, bert at tosa um at verja tað sum er. Tey, sum vald verða inn á løgting at umboða Norðoyggjar, mugu verða framsøkin. Tey eiga ikki at verða nøgd við ferðamanna og farma- skipini Barsskor og Másan, ótíðarhóskandi tunnlar á Borðoynni og tunnlar og vegir í Kalsoynni, sum enn ikki eru asfalteraðir. Vit kunnu bert ásanna, at hóast Fólkaflokkurin hevur havt tvey umboð á tingi fyri Norðoyggjar og hevur havt sjálvan løgmann eisini, so eru avrikini ikki tey stóru seinastu árini. Tað er stórt spell, at so lítið er komið til Norðoyggjar, tá ið hugsað verður um gullárini, vit hava havt. Í valskrá Sambandsflok- sins stendur m.a.: "Bert við eini vælvirkandi sam- ferðslu millum allar partar av landinum, eru fólk og vinnulív uttanfyri miðstað- arøkið tryggjað javnbjóðis vinnuligar og mentunar- ligar karmar. Tí vil Sam- bandsflokkurin halda fram við at útbyggja samferðslu- kervið, so flutningur av fólki og farmi verður trygg- ari og lættari." Allir norðoyingar eru samdir um, at sam- ferðslukervið í Norðoyggj- um er alt ov vánaligt. Nú tað sær út til, at Sam- bandsflokkurin fer at standa fyri landsins leiðslu komandi árini, er tað sera umráðandi, at ein sam- bandstinglimur verður valdur í Norðoyggjum, sum hevur møguleika at gera nakað munagott við at bøta um vánaligu samferðslu- viðurskiftini. Eg fari at heita á allar norðoyingar, um at gera tað púra greitt á valdegnum, at nú vilja vit hava eitt nýtt stýri her á landi, sum veru- liga kann fara í gongd við at føra politikk til gagns fyri okkum øll. Vel Sambandsflokkin! Jenis av Rana valevni Miðfloksins í Suðurstreymi Áðrenn tú úttalar teg, mást tú kunna teg um tað, tú førir fram, og tryggja tær at tað er grundað á sannleika. Hvørga av hesum fyritreyt- um lúka teir báðir- Odd- fríður og Klæmint, nú teir í bløðunum leggjast á Mið- flokkin. Miðflokkurin og mentan. Mentan er í hugaheimi Miðfloksins annað og meir enn enn tann lítla ment- annarnichan, sum nøkur hava avbyrgt seg í og meta vera einastu mentan, ið verd er at stuðla. Mentan er í hugaheimi Miðfloksins tann ørgrinnan av virksemi, sum dagliga fer fram í hvørjari bygd, og sum flestu føroyingar lut- taka í. Mentan er ein meldur av tiltøkum, sum virka hond í hond, og eru við til at gera Føroyar til nærum eitt paradís á jørð. Miðflokkurin fer til allar tíðir at verja føroyska ment- an, men fer eisini til eina og hvørja tíð at tilskila sæt rætt at siga frá, tá og um vit meta, at skilaloysi hevur tikið ræðið. Tað skylda vit teimum, ið gjalda í lands- kassan, teimum, ið velja okkum at umsita hendan partin av peningi teirra. Valskrá Miðfloksins. Sum einasti flokkur valdi Miðflokkurin at leggja alt fram í valstríðnum, ikki bert lyftir, men eisini hvussu hesi skulu gjaldast. Tað halda vit vera minsta krav!! At lova, men ikki siga hvusu gjaldast skal, er ein ússalig roynd at lumpa veljaran eftir atkvøðuni. Vit boðaðu frá, at vit rað- festa barnafamiljurnar fremst vegna vána um- støður teirra, somuleiðis viðurskifti teirra gomlu, sjúku og tarnaðu, og at peningin til hetta vildu vit finna á nærri tilskilaðum økjum. Har nevndu vit minkan av ferðakostnaði tess almenna, og av vit fóru at hyggja nærri at og rað- festa ørðvísi á m.a. nøkrum fáum mentanarøkjum. Har stóð einki um at taka burtur stuðul- men at vit, við at raðfesta øðrvísi, fóru at finna pening á hesum kont- um til barnafamiljurnar, tey eldru, sjúku og tarnaðu. Miðflokkurin og atkvøðan Soleiðis er Miðflokkurin- og tey, sum eru samd í hesum sjónarmiðum kunnu so velja Miðflokkin. Onn- ur, sum meta at t.d. heiðursgávur til útvald mentannarfólk skulu rað- festast framum hesar týð- andi samfelagstørvir, velja so aðrar - tíverri. p.s. Er tað ikki løgið at vit ongantíð hoyra um heiðurs- og sømdargávur til flakakvinnur, heimahjálpir, arbeiðs- ella fiskimenn, men bert til ávís ment- annarfólk? Eitt gott Miðflokkaval Lítil dugur í Fólkaflokkinum Um at fara lætt um veruleikan C M Y K 33 32