Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-01-18, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

sunnudagur 18. januar 2004síða 18

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

34 Nr. 12 - 20 januar 2004 Nr. 12 - 20 januar 2004 35 Edmund Joensen løgtingsmaður og valevni Sambandsfloksins í Eysturoy Tað er Eysturoyggin sum skapar tey størstu samfe- lagsvirðini í føroyska bú- skapinum. Hon er sjálvur krumtappurin, bæði bein- leiðis og óbeinleiðis. Bein- leiðis við síni framleiðslu og óbeinleiðis við at vera sambandsháborgin. Hvør einasta bygd í Eysturoynni eigur sín leik- lut í hesum veruleika, ár undan ári. Men tí er tað eisini Eysturoyggin, sum fær tær størstu rokningarnar fyri yvirtøkur og niðurskurð í ríkisveitingini so hvørt sum tær koma. Hvar skulu loysningar- menn annars fara við rokningini enn til tey sum skapa virðini og peningin at gjalda við ? Valið hin 20. komandi Tá fari verður á val er tað sjálvandi fyri at velja fólk og flokkar, sum vilja betra um samfelagið, fólk sum vilja betra um vinnumøgu- leikarnar, og møguleikar- nar annars hjá føroya fólki. Vit kunnu tí ikki halda fram við einum stýri í Føroyum, sum ger umstøðurnar verri hjá Eysturoynni og hjá føroya fólki. Tað er júst eitt slíkt stýri, vit hava havt 5-6 seinastu árini. Tí mugu vit øll brúka valmøguleikan 20., so vit fáa røttu leiðsl- una fram yvir. Landstýrið kom til skorin klæði Sitandi landsstýri og sam- gonga hava floti á einari hákonjunkturaldu sum ikki er sædd í Føroya søgu. Fiskiflotin varð saneraður í botn við eyka stuðli og bíligum lánum úr Dan- mark. Framleiðsluvinnan á landi varð sanera á sama hátt. Metstórar fiskanøgd- ir, methøgir fiskaprísir, metlág renta, rímuligir orkuprísir, ongir vansar av nøkrum slag. Úrslitið aftaná hákonjunkturalduna miklu: 1. Skattatrýstið er eitt tað hægsta í Europa. 2. Fíggjarlógin er hækkað við umleið 1.200 milli- ónum kr. 3. Yvirtøkur, lækkaður blokkur v.m. kosta um- leið 400 miljónir kr. um árið 4. Kostnaðarstøði er hækk- að og kappingarførið er minkað so nógv, at fiskanøgdin sum fer av landinum óvirkað, veks- ur alsamt. 5. Arbeiðararfeløgini eru sjálvkravd farin at tala at, og eru byrjaði at tosa um lønarsteðg. Nógv onnur dømir kundu verið nevnd. Vit hoyra vinnulívsmenn innan nærum allar vinnugreinar, aling, rækjuveiðu, fesk- fiskaveiðu, framleiðslu á landi, peningastovnar o.a. boða frá kreppu omaná kreppu. Tað sindrið av tøk- um peningi, sum lands- stýrið ikki náddi at brúka, hevur tað goldið forút, ella áðrenn tíðina, til danska statin, og harvið minkað um okkara likviditets- møguleikar. Fíggjarlógini fyri 2004 hevði víst, og kemur eisini at vísa, risa- stórt hall. Boð eftir Sambands- flokkinum Nú skal aftur ruddast upp eftir loysingarflokkarnar. Vit hava gjørt tað fyrr, og eru til reiðar at gera tað aftur. Vit biðja um tykkara stuðul 20 jan. Liberalur sambandspolitikkur er “inn” í framkomna heimin- um. Samstarv og samvinna imillum lond er loysunar- orðið í dag. Sambands- flokkurin er sostatt einasta alternativið. Latið okkum standa sam- an til hetta valið, og verja okkara grundlógartryggj- aðu rættindi. Rættindi sum eru altavgerandi fyri menn- ingina av føroyska samfe- lagnum. Sambandsflokk- urin, og bert hann, hevur loysnirnar. VALGREINAR Fólkaskúlin Andrea Eldevig valevni Tjóðveldis- floksins í Suðuroy Skipaði skúlaviðurskiftir hava verið í Føroyum seinastu 100 - 150 árini, og hevur ein menning av skúlaviðurskiftunum eisini verið stór. Skulu vit her nevna viðurskiftini hjá fólka- skúlanum seinastu uml. 50 árini, eru eisini broyt- ingar hendar, har tað hevur verið hvønn mans lutur at gingi í skúla undir skipaðum viður- skiftum, og kann sigast, at allir samfelagsbólkar hava havt møguleikan at ganga í skúla. Vanligi barnaskúlin var í øllum býum/bygdum, har øll børn, so at siga gingu í skúla, har fjøldin av skúlabørnunum fingu førleika at lesa og skriva, meðan tað vóru børn, íð av ymiskum brekum ikki fingu henda førleikan, og fleiri teirra so fingu møguleikan at fáa før- leika á serskúla, sum øllum kunnugt var á Frælsinum í Havn. Serliga hesi, íð fingu sín bókliga førleika á ser- námsskúlanum á Fræls- inum, íð gjørdi eitt megnar arbeiði, máttu heiman, og var hetta ikki altíð tað, hesi ella familja teirra vildi, og var mett, at fólkaskúlin skuldi vera fyri øll í heimbygdini/- býnum, sum tann skúla- skipanini, vit í dag hava, byggir á. Í hesi grein er ikki alt tikið við, tí so vildi verði ov drúgført. Lat okkum tí hyggja eftir skúlaskipanini í dag, hvussu hendan skipanin virkar í dagligdegnum. Fólkaskúlin fyri øll er ein skipan, har øll børn skulu fáa sína frálæru á sama stað, við teimum lærarum, sum nú eina- ferð eru á staðnum, og er hetta missjavnt, hvussu hetta eydnast, og haldið eg, at her er okkurt, íð ikki er, sum tað skal vera. Við hesi verandi skip- anini, og tí orkukarmi, íð flestu skúlunum verður tillutað, tykist hetta mangan at gera, at næm- ingar, íð ikki hava ser- ligan tørv, mega líða undir, at tey við serligum tørvi taka ov nógv orku , og eisini umvent, soleiðis at báðir partar verða við skerdan lut. Hetta, tí játtanin, og kanska eisini førleikin á skúlanum við útbúnum lærarum, ikki er til staðar. Fólkaskúlin fyri øll, ljóðar væl, men er hann nú so góður fyri øll? Hugsan mín er, at vit skulu hava hetta mál, at fólkaskúlin skal verða fyri øll, at øll skulu hava møguleika til at fáa frálæru, og fáa optimalt við teim evnum, tey hava, men hetta ikki skal gerast á sama stað, ella somu tíð. Vit eiga at fáa sett á stovn skúla/-skúlaskipan, íð tekur útgangsstøði í, at flest teirra eru í heim- ligum umhvørvi, og at skúlin tekur sær av fjøldini, íð ikki hevur serligan tørv, á teim vanligu skúlunum við teim vanliga útbúnu lærarum, meðan vit eiga at skipa skúla fyri tey, íð hava serligan tørv fyri neyðini, við lærarum, við serligari útbúgving og í umhvørvið, har tey fáa mest møguligt burturúr. Eitt nútíðar samfelag eigur at kunna geva hvørjum næmingi eina frálæru, hvør einstakur næmingur hevur brúk fyri, á tí støði, viðkom- andi hevur evnir til, og kann geva frálæru, so næmingurin fær optimalt burturúr frálæruni. Hvør segði, at vit øll skulu verða proffessara, lat okkum geva teim, íð kanska ikki hava tey stóru bókligu evnini, eina frálæru, tey megna, og sum samgfelagið eisini hevur brúk fyri, tí, sam- felagið hevur brúk fyri okkum øllum. Hesum málið vil Tjóð- veldisflokkurin arbeiða fyri, og er hetta eitt evni, eg serliga vildi arbeitt fyri, eins og alt okkara samfelag verður laga til føroysk viðurskifti, íð ikki stendur aftanfyri altjóðaviðurskifti. Gott val. Sunniva Kollslíð valevni Tjóðveldisfloksins í Norðurstreymoy Tað verður mangan flent at, at vit Tjóðveldisfólk eru droymarar og bert hugsað við hjartanum - og ikki við høvdinum, í sambandi við sjálvstýrismálið. Mín áskoðan er, at vit altíð eiga at nýta bæði høvd og hjarta, tá vit taka støðu, óansæð hvat málið snýr seg um, tí ikki fyrr enn tá - er avgerðin hin rætta. Um tú bert nýtir høvdið, so er avgerðin bert hálv, men tá tú eisini tekur støðu til tað, sum tú kennir innast inni, tá hevur tú ikki bert tikið støðu til egin áhuga- mál, men eisini við atliti til tín granna, til títt umhvørvi og til tað land, sum vit øll eru góð við. Úrslitið valdagin 20. januar 2004 kann lættliga gerast ein lagnudagur fyri sjálvstýrismálið, og tí fari eg at heita á tykkum velj- arar, um bæði at nýta høvd og hjarta valdagin, og velja trygdina fyri, at vit ikki endaliga verða innlimað í danska kongaríkið sum ávísir flokkar ætla, tí um tað hendir, so vendist ikki aftur! Farið tí á val, og gevið Tjóðveldisflokkinum tykk- ara stuðul á valdegnum 20. januar 2004. Johan Dahl løgtingsmaður og valevni Sambandsflokkin Mál okkara skal verða at fáa Suðuroynna at blómað. Har sum vinnulívið kann nørast og vaksað seg sterkt, - har trívist fólk, - tí tey síggja at framtíðar livilíkindi undir tryggum karmum eru verd at stríðast fyri. Vit skulu stríðast hond í hond fyri at gera korini og framtíðina í oynni góð, - so fólkatalið í oynni aftur øk- ist og aldurspyramidan fer at venda rætta vegin. Tey ungu, sum hava fing- ið sær góðar útbúgvingar heima og uttanlands skulu hava nakað at komað aftur til, tí er neyðugt at nýggjar vinnur, gransking og nýggj og ella øking av verðandi almennum arbeiðsplássum, fáa fótafesti í oynni eins og komandi íverksetarir fáa vegleiðing og stuðul ,til at stovnað egið virkið. Eisini má mál okkara verða at skapað fleiri kvinnurelaterað arbeiðs- pláss t.d. inn heilsur og røkt. Vit hava bygt land í mong ártíggjur og vilja framhaldandi byggja land, - ver tú við at hjálpa okkum áhaldandi at byggja land og tryggja vælferðina , við at seta kross tín við Sambandsflokkin tann 20.januar - tað angrar tú ikki. Eysturoyggin skapar tey størstu virðini Í hjørtum okkara býr frælsi Í Suðuroynni skulu verandi og komandi vinnur hava bestu karmar at arbeiða undir VALGREINAR Hví Fólkaflokkin tann 20 jan. Eyðvarur Petersen valevni Fólkaflokkinsins í Sandoynni Í okkara samfelag skulu vit sjálvi ráða, vit skulu virka fyri at fáa ein sjálvberandi búskap og harvið valda har sum vit gjalda. Fólkaflokkurin sigur nei at hækka skattin hjá sjófólki, men vil heldur at allur skatturin blívur lækkaður. Fiskivinnan sum er grundarlagið fyri hesum samfelag, er eisini lívs- æðrin á hesi lítlu oyggj sum vit nú búleikast á. Her er útróðurin ein týðandi partur í hvørjari bygd, Fólkaflokkurin vil at útrórarmenn við smá- bátum skulu fáa eina lagaligari fiskidaga- skipan. Fólkaflokkurin vil virka fyri at vit fáa eina samferðslu til Sandoynna og Skúvoynna sum kann gera at vit ikki eru ein útjaðari í Føroyum, men eina samferðslu sum ger at vit eru ein partur av øllum Føroyum. Góðu veljarar takið saman hendur um Fólka- flokkin. Veljið Fólkaflokkin, lista A Uppihaldspengarnir enn einaferð Finnur Helmsdal valevni Tjóðveldis- floksins í Suðurstreymoy Ikki óvæntað er spurn- ingurin um uppihalds- pening drigin upp í val- stríðið. Øll eru ikki á einum máli um hetta mál, og er helst ikki so nógv at gera við tað. Eri eins og áður sannførdur um, at tað var skeivt at koma við uppskotinum um at av- taka stuðulin til uppi- haldspening, uttan at annað varð gjørt, uttan at viðgera heildarstøðuna hjá teimum persónum, uppskotið rakar. Høvuðsorsøkin til hetta skriv er tó, at eg vil gera púra greitt, at málið um stuðul til uppi- haldspening hevur púrt einki við málið um støð- una hjá einligu mamm- uni at gera. Talan er um tvey ymisk mál, sum eiga at verða viðgjørd hvør sær. Eingin skal vera í iva um, at eg gangi fult og heilt inn fyri at bøta um støðuna hjá einligu mammuni. Heldur eingin skal vera í iva um, at eg eri ímóti at seta teir pápar, sum gjalda uppi- haldspening, í eina tor- føra, og í nøkrum førum, vanlukkuliga støðu. Og lat meg sláa rimm- arfast. Einliga mamman fær ikki fleiri pengar frá tí almenna, um páparnir missa pening. Nú snýr alt seg ikki um pening aleina. Men tess betur hesir báðir bólkar- nir hava tað, tess betur hava børnini, hesi so ella so vara av, tað. Og tað eru jú børnini, vit eiga at seta í fremstu røð. Sophus E. Dal Christiansen valevni Javnaðarfloksins í Suðurstreymoy Fyri at tryggja framburð og vælferð í samfelagnum krevst eitt sunt og dynam- iskt vinnulív. Trygdin fyri einum vælvirkandi vinnu- lívi er, at greiður skilnaður er ímillum ta politisku skipanina og vinnulívið. Løgtingið hevur saman við vinnumálaráðnum til uppgávu at skapa tryggar karmar um vinnulív okk- ara, so at besta úrtøkan kann fáast burtur úr okkara væl útbúna fólki og arbeið- arafjøld. Fiskivinnan er okkara høvuðsvinna, men týðandi er, at ein strategi verður løgd, ið hevur til uppgávu at menna nýggjar vinnur og marknaðir. Fiskiloyvini eru Føroya fólks ogn, og eigur lógin um vinnuligan fiskiskap at verða avloyst av einum fiskidagamarknaði. Harvið sleppa vit undan tí til- vildarligu áseting, sum fer fram í dag. Í einum fiskidagamarkn- aði verða loyvini bjóðað út á einum fríum marknaði, har tey mest kappingarføru feløgini fáa fiskiloyvi í ávist tíðarskeið. Henda skipanin er geiðari og rætt- vísari, og gevur ungum og virkisfúsum møguleikan at royna seg í fiskivinnuni. Ali- og rækjuvinnan eru í fíggjarligari kreppu, og róð hevur verið framundir, at tað almenna eigur at stuðla hesum báðum fíggjarliga, men vit føroyingar hava ringar royndir av, at tað almenna stýrir vinnuni. Tí er kravið: Greiðan skilnað millum politisku skipanina og vinnulívið. Umráðandi er, at út- lendskur kapitalur kemur inn í alivinnuna. Um rætt verður atborið við einum skynsamum vinnupolitikki, har ræðisrætturin er á før- oyskum hondum, verður eingin trupulleiki, at út- lendskir íleggjarar seta meira pening (50% ella meir) í alivinnuna. Viðv. rækjuvinnuni er vinnan noydd at tillaga seg marknaðinum, sum hann er í dag. Týdningarmikið er at reiðaríini finna sær rakst- rartól, sum eru ódýrari í rakstri og lønandi. Tað al- menna Føroyar eigur ikki at hjálpa við stuðli úr lands- kassanum. Eisini eigur ein komandi samgonga at tilrættisleggja eina skilagóða skrá fyri einskiljing av teimum al- mennu partafeløgnum. Raðfestingin skal gerast yvir nøkur ár og á tann hátt at øll neyðugu fyrilitini eru tikin við, so at vit øll fáa mest burtur úr. Tí bert við einari væl- virkandi vinnu klára vit at varðveita vælferðarsamfe- lagið. X við lista C Jóannes Eliasen valevni fyri Tjóðveldis- flokkin í Eysturoy Kaj Leo Johannesen krevur í Sosialinum mikudagin 14 januar, at eg biði um umbering fyri tað, eg segði í Rás 2 mánadagin 12 januar. Hetta kann eg als ikki gera. Í Rás 2 mánadagin 12.01. segði eg ”At tað føroyska fólki í tí ríkisrættarliga spurninginum gongur í ørviti” Hesi orð kann eg á ongan hátt taka aftur. Eg skal stutt greiða frá hví. Ein stórur partur av før- oyska fólkinum er sannført um, at Føroyar eru undir teirri donsku grundlógini. At hetta einki hevur við veruleikan at gera, eru nógv prógv um. Lat meg nevna nøkur: - allar danskar lógir, sum verða settar í gildi í Før- oyum, verða settar í gildi ”sambært kongiligari fyriskipan. Henda kongiliga fyri- skipan er tann heimild, vit góvu kongi 1661 til at seta lógir í gildi í okkara serstaka lóggávuøki. Vóru vit undir teirri donsku grundlógini, var henda skipan sett úr gildi. - Føroyar eru eitt serstakt lóggávuøki. Vóru vit undir teirri donsku grundlógini, høvdu Føroyar ikki verið serstakt lóggávuøki, men høvdu verið í tí danska lóggávuøkinum, t.v.s. allar lógir lýstar í ”Lov- tidende” høvdu automat- iskt komið í gildi í Før- oyum. Eitt annað dømi uppá, hvussu føroyingar eru villeiddir er: - at ein stórur partur av føroyingum trýr, at Før- oya Løgting kann hava evsta vald í Føroyum, samtíðis sum Føroyar eru undir teirri donsku grundlógini, altso sam- tíðis sum Føroyar eru partur av Danmark. Hetta ber als ikki til - er á ongan hátt sambæriligt við ta donsku grundlóg- ina, tá henda staðfestir í § 3, at eittans evsta vald er í Danmark - hjá ríkis- myndugleikunum í Keypmannahavn Villeiðingin Tað er Javnaðarflokkurin og eisini Sambandsflokk- urin - tín flokkur harra Kaj Leo Johannesen, sum við áhaldandi og systemat- iskari villeiðing billar tí føroyska fólkinum inn, at tað ber til hjá Føroyum at vera partur av danska ríki- num, samtíðis sum Føroya Løgting hevur evsta vald í Føroyum. Hetta snýr seg um okkara grundleggjandi tjóðarrætt- indi. Tit standa klárir at av- reiða øll okkara tjóðar- rættindi við tykkara ætlan um ”Nýskipan” undir teirri donsku grundlógini. Tí er hetta sera álvarsamt, harra Kaj Leo Johannesen. Eg haldi at tú átti at biðið um umbering fyri á henda hátt at villeiða føroyingar. Reimund Langgaard valevni hjá Sambands- flokkinum í Eysturoy Í samrøðu við Sosialin tann 16. januar, kann mín støða til skrásett parlag mis- skiljast. Tí vil eg her greitt greiða frá hvat eg meini við. Eg eri heilt ótrúliga nógv ímóti at samkynt kunna giftast í kirkju. Haldi har- umframt, at tað er ein av- gerð, sum kirkjan skal taka og ikki Løgtingið. Eg eri eisini ímóti at samkynt kunna ganga í borgarligt giftarmál (skrá- sett parlag). Lat tað verða sagt púra greitt. Fosturtøka er, í mínari verð, eitt nógv álvarsligari mál enn skrásett parlag. Tað er mítt hjartamál at verja hesi 50 óføddu børn- ini, og tað var tað sum lá í orðunum, “at eg haldi spur- ningin samkynt og skrásett parlag vera ein nógv minni trupulleika enn fosturtøku- málið”. Stuðulsfrí vinna Aftursvar til Kaj Leo Johannesen Mín støða um skrásett parlag og fosturtøku C M Y K 35 34