sunnudagur 18. januar 2004síða 19
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
36
Nr. 12 - 20 januar 2004
Nr. 12 - 20 januar 2004
37
VALGREINAR
Málsetningurin er,
at øll skulu
hava tað gott
Jóanis Nielsen
valevni Fólkafloksins í
Vágum
www.joanisnielsen.fo
Allir flokkar hava sum
aðalmál, at allir føroy-
ingar skulu hava tað gott.
- Tí skuldi tað verið sera
lætt, at liva upp til henda
málsetning. - Hjá øllum
flokkum skuldi politikk-
urin tí klárlagt, hvussu
teir klára at liva upp til
málsetningin.
Men nú er tað at tví-
dráttur kemur í, allir vilja
renna skjótari enn beinini
eru før fyri.
Sambandsflokkurin og
Javnaðarflokkurin onga
ávirkan í seks ár.
Fyrr varð javnan havt á
munni: ”Tú mást ikki
ferðast ov skjótt, tí ann-
ars fylgir sálin ikki við”.
Er tað ikki júst tað,
sum er hent? - Um vit t.d
hyggja eftir úrslitum í
Vágum - hvussu Vágar
eru útbygdar tey seinastu
seks árini, so eru tveir
tunnlar borðaðir her á
landi, jú báðir eru komn-
ir í Vágum.
Úrslitið er, at nú stend-
ur Sambandsflokkurin,
sum absolutt onga ávirk-
an hevur havt seinastu
seks árini, til at fáa báðar
mennirnar í Vágum. --- .
--- Men vit vístu í verki,
hvør dugur er í okkum.
Okkara fremsta mál nú
er at fáa, stórsta arbeiðs-
pláss okkara, flogvøllin
útbygdan og nútímans-
gjørdan.
Góðu vágafólk, minn-
ist til framburðin í oyggj
okkara.
Borgan fyri framhald-
andi menning í VÁG-
UM.
X - Fólkaflokkin
Nýggj byrjan
Kenneth Rasmussen
valevni Sjálvstýris-
floksins í Eysturoy
Við einum vali endar alt
og byrjar alt, segði ein
ávísur havnarmaður við
butterfly og sigar.
Nú verður ein nýggj
byrjan. Tað er alneyðugt
fyri Sjálvstýrisflokkin at
taka greiðar støður í
teimum spurningunum,
sum eru og verða á polit-
isku dagsskránni í Før-
oyum. Vit kunnu ikki
halda fram við at tekkjast
øllum. Vit noyðast at taka
eina støðu og harvið
traðka onkran á tærnar.
Fyri mentan
Sjálvstýrisflokkurin er
ikki ímóti føroyskari
mentan. Vit vilja arbeiða
fyri, at gomul føroysk
sermentan ikki hvørvur
og at skapandi list fær so
góðar umstøður sum til
ber.
Tað er føroyska ment-
anin í øllum sínum fjøl-
broytni, sum ger okkum
til tað stolta fólk, vit eru.
Vit eru sera errin av at
hoyra um okkara egnu,
sum røkka góðum úrslit-
um innan ítrótt og tónleik
í øðrum londum. Hesi
fólkini
geva
okkum
ókeypis positiva umrøðu,
sum annars hevði kostað
okkum milliónir av krón-
um í marknaðarføring.
Landsins myndugleik-
ar eiga at eggja kommun-
unum til at betra um um-
støðurnar hjá mentanini
og skapa neyðugu karm-
arnar, tá einstaklingar og
feløg taka stig til ment-
anarligt virksemi, sum er
við til at gera ymsu økini
í landinum meiri áhuga-
verd at búgva og støðast
í.
Veljið
flokkin
við
skilagóðu
loysnunum.
Veljið Sjálvstýrisflokkin.
Jóhanna í Ólavsstovu
valevni Tjóðveldisfloksins í
Suðuroy
Minnast
tykur
støðuna
uppundir valið í 98’?
minnast tykor at landi
líktist mest av øllum einum
fallitbúgvið. Alt trongdið
til ábøtur, okur skyldaðu
6.3 milliardir í uttanlands-
skuld, og hagfrøðingarnir
sótu og hugnaðu sær við at
roknað út, hvussu nógv
hvør nýføðingur skyldaði
tá hann var føddur.
Men Tjóðveldisflokkurin
trúði uppá at tað skuldi
kunna bera til at fáa landið
aftur á føtur.
Sambart øllum hinum
flokkunum
var
einasta
loysnin at fáa meira pengar
úr Danmark, at fáa donsku
vaskikonuna at betala fyri
okra yvirforbrúk - hvar er
skommin?
Tjóðveldisflokkuri hevur
prógvað at tað ber til til at
sleppa danska skjúrtuvel-
inum og sjálvur seta seg á
kassa.
Síðani 98’ hava okur
niðurgoldið
uttanlands-
skuldina við eini knappari
helvt,
samstundis
sum
blokkurin, er minkað við
1/3.
Sambandsflokkarnair
hava í øldur, trútta niður í
okum at okur kunna ikki
klárað okum uttan blokkin.
Í dag, nú Tjóðveldisflokk-
urin hevur víst teimum at
tað ber til, eru teir allir
samdur um at hann má ikki
hækkast.
Blokkurin er í dag góðar
600 mió. kr. eru tykur klár
yvir hvat hettar svara til í
tygra pengapungi - 40 kr.
um dagin !
Samstundis sum man
hevur goldið niður uppá
skuld so eru eisini íløgur
gjørdar fyri 800 mió. og
suðuroyggjin hevur fingið
sín stóra part av hesum
íløgunum.
Men hóast tað so er langt
á mál, um okur so leggja
alla oynna undir í betong so
kann tað alt gera tað sama
um fólkið sum er her onki
hevur at gera, og um okur
ikki kunna skap teimum
ungu møguleikar fyri at
búleikast her.
Okur her suðuri standa
fyri øllum teimum daprastu
hagtølunum, størsta ar-
beiðsloysinum, lægstu løn-
irnar osf. Hettar er ein
gongd sum okur muga fáa
vent.
Fiskivinnan
er
okra
primervinna og sjálvandi
skal hon eisini hava tær
bestu umstøðurnar at ar-
beiða undir, men sam-
stundis er tað alneyðugt at
oyggjin eisini fær nøkur
stabil arbeiðspláss, sum
ikki lata seg ávirkað av
lágum fiskaprísum, ringum
fiskaríði, hørðum streymi,
verkføllum osf.
Og hesur møguleikarnir
liggja í okkum sjálvum !
Okur skullu ikki billa
okum inn at naka kemur at
bjóða okum nakað upp í
hendurnar,
okur
muga
krevja, men samstundus
muga okur eisini duga at
vísa á teir møguleikar, sum
liggja her.
Er tað kanska nøkur
nátturúlóg at allir almennir
stovnar skulu liggja í
Havn? - nei tað er tað ikki !
Hvat er tað til dømis, ið
talar fyri, at Hagstovan
liggur í Havn? - onki !
Og hví skal høvuðsskriv-
stovan hjá Strandferðsluni
liggja í Havn, um nøkur fá
ár er Smyril einasta strand-
ferðsluskip í landinum, tað
er væl heilt náttúrligt at
umsitingin av stovninum
liggur í Suðuroynni.
Um eini 2-3 ár er Sjúkra-
systraskúlin húsvillur og
okur vita øll at hvørt kusta-
skáp í havnini er fult Hví
skuldi sjúkrasystraskúlin
ikki kunna ligið her.
Við nýggja Miðnáms-
skúlanum lata okur upp
møguleikarnar fyri at Suð-
uroyggin framyvir verður
KT depilin í Føroyum.
Hendan vinnan er tann
sum er í størstum vøktri í
øllum heiminum, og ímeð-
an sita okur og hyggja at.
Við
at
menna
KT
-
undirvísingina og skapa eitt
KT - umhvørvið í oynni
kunna okur gerast partur av
hesum útviklinginum.
Sum fiskivinnutjóð er tað
ein stór skomm, at okur í
Føroyum ikki hava eitt
sjóvinnusavn.
Og
hví
skuldi hettar ikki ligið í
Suðuroynni. Við nýggja
Smyrli er ein upplagdur
møguleiki
fyri
at
tað
framyvir verður ein sjálv-
fylgja hjá ferðafólki, at tey
koma higar at vitja sjó-
vinnusavnið.
Í áravís hevur íslendska
fyritøkan DeCode stríðst
fyri at sleppa framat gen-
gransking
í
Føroyum.
Fyritøkan hevði trý tey
fyrstu kvartalini í fjør eina
inntøku uppá 207 mió. kr.
Hví skulu okur ikki vinna
pening og førleika her
sjálvi?
Og fyri at fáa hettar
gjøgnumført muga okur
syrgja fyri at velja okum
politikkarar, sum tora at
bróta næsar fyri sakina.
Sum hugsað meira enn
um sín egna búk, og sum
tora at seta sessin uppá
spæl fyri sakina.
Tá tykur fara á val, hugs-
ið so um, hvat hesur harr-
arnir hava gjørt fyri oynna ?
Hugsa um, hvussu ofta tú
hevur verið skuffað, tú ger
tína skyldu, fer á val, setur
krossin har tú heldur tað
verða rættast, og áðrenn tú
hevur vent tær á gólvinum
er títt valevni flutt til
Havnar.
So til tykum øll, lat tað
verða hesuferð at tú fer á
val og velur eitt valevnið,
sum meinar tað í álvara,
sum ikki bara utnyttar
tykkra stemmur fyri at
bjarga sínum egnað búkið,
men sum fer at tora at
stríðast fyri sakini.
Vel framtíðina -vel Tjóð-
veldið !
Jaspur Vang
valevni Sambandsfloksins í
Suðuroy
Teimum, sum hava hug-
skot, hegni, dirvi og áræði
til - sjálvi ella saman við
øðrum - at skapa inntøku-
skapandi virksemi, eiga vit
at stuðla.
Hvørji eru tey.
Talan er um kvinnur og
menn um alt landið, sum
við jøvnum millumbilum
fara undir virksemi, sum
tey meta vera inntøku-
skapandi. Tað krevur hegni,
dirvi og áræði at fara undir
slíkt virksemi, sum harum-
framt er ógvuliga orku- og
tíðarkrevjandi.
Virksemið, talan kann
verða um, er t.d. tilvirking
av fiski og fiskaúrdráttum,
nýskapan innan eitt nú ull-
vøruframleiðslu, virksemi
innan kunningartøkni og
framleiðslu av útbúnaði til
eitt nú fiski- og alivinnuna.
Krevjandi íverksetan..
Hesir íverksetarar hava sett
sær fyri at menna og til-
virka eina vøru ella tæn-
astu, sum síðani eitt nú skal
marknaðarførast, seljast og
útflytast til onnur øki ella
lond. Harumframt er talan
um tíðarkrevjandi umsit-
ingarligt arbeiði í samband
við eitt nú rakstur, bókhald,
marknaðarføring og sølu.
Eisini krevst stór fíggjar-
orka at stovna og reka slíkt
virksemi.
Tí er vandi fyri, at góð
hugskot, - vørur ella - tæn-
astur, vera av ongum, um
ikki íverksetararnir hava
nóg góðar karmar at virka
innan.
Hvat gera vit.
Sambandsflokkurin
vil
arbeiða fyri, at sonevndu
vinnuframalógirnar
við
tilhoyrandi
kunngerðum
verða settar í verk eisini í
Føroyum. Eydnast hettar
arbeiðið, kann talan verða
um at veita íverk- setarum
• serkøna hjálp og ráð-
geving í samband við
stovnan og rakstur av
egnum virki,
• trygd fyri parti av íløg-
num í virkið og
• gjald fyri part av lønar-
útreiðslunum eitt ávíst
tíðarskeið.
Harumframt fer Sambands-
flokkurin at arbeiða fyri, at
fyritøkum kann verða veitt
útflutningstrygd, eins og
skattauppskot Sambands-
floksins, har m.a. seinast
vunna króna verður skattað
lægri enn undir núverandi
skipan, uttan iva fer at vera
inntøkuskapandi virksemi
til frama, eins og tað fer at
økja um hugin til at skapa
og bróta upp úr nýggjum.
Ein fortreyt fyri, at hesi
átøk kunnu gerast veruleiki
er tó sjálvsagt, at landsbú-
skaparliga støðan - og
landsfíggjarligu útlitini eru
til tað.
Fyri
Sambandsflokkin
hevur tað nevniliga nógv
størri samfelagsligan týdn-
ing at stuðla undangongu-
monnum og undangongu-
kvinnum og harvið menna
føroyska samfelagið, held-
ur enn at fremja yvirtøkur
og harvið økja almennu
fyrisitingina og umsiting-
arnar enn meira.
Vilt tú vinnulívinum og
vælferðina væl - vel Sam-
bandsflokkin.
Suðringar veljið framtíðina!
Undangongumonnum og
-kvinnum eiga vit at stuðla
Jónfinn Olsen
valevni Miðfloksins í
Suðurstreymoy
Tað er sera gott at vit av
Guds stóru náði eiga evna-
ríkar tónleikarar í millium
okkum. Og sum nú eisini
fáa ikki minni enn 2 við-
islønir fyri avrik sítt.
Eivør hjartaliga tillukku
við viðrislønunum tú hevur
vunni tær í Íslandi. Vóni
sanniliga at tær skal gang-
ast gott í framtíðini.
Hetta gevur okkum í
Føroyum nakað at hugsa
um Føroyum at frama, hetta
at skapa karmarnar fyri
okkara
evnaríka
fólk,
innan millum annað tón-
leikararnar so góðar sum
yvir høvur møguligar her
heima á landi, so at tón-
leikararnir kunna menna
seg, soleiðis at teir ella tey
kunna fara út í stóru verð at
takað avbjóðingar upp og
møguliga vinna sær hetta
sum lívsstarv sítt.
Men størsti týdningurin
er at myndugleikarnir her
heima gera karmarnar fyri
millum annað tónleikarar-
nar her í Føroyum so góðar
sum møguligt, nú einaferð
er. Og tað eru karmarnir
her heima sum skula gerast
so góðir sum møguligt, so
kann tónaleikarin sjálvur
arbeiða seg víðari fram
undir hesum góðu fortreyt-
um, til at menna seg á
ymiskan hátt, eisini uttan-
landa, møguliga saman við
plátufeløgum ella manag-
ara sínum, hetta má standa
upp til tónleikaran sjálvan.
Eivør, øllum viðhalds-
fólki tínum, øllum tónleik-
arum og Føroya fólkið, eg
ynski tykkum Harrans ríku
signing í framtíð tykkara
Øll eru vit við til at
menna hetta land, eisini
tónleikararnir. Lat MIÐ-
FLOKKIN sleppa at verða
við til at gera karmarnar so
hetta gerst møguligt og
nógv betur enn í dag.
VALGREINAR
Skálafjørðurin
framtíðar vinnu-
miðdepil Føroya
Dánial Petur
Hansen
valevni Sjálvstýris-
floksins í Eysturoy
Vit hava eitt væl virkandi
vinnulív her á fjørðinum,
í Havn hava teir fingið
sær eitt stásiligt vinnu-
hús. Tað náttúrliga er at
øki her verður útbygt
sum kraftcentrið hjá før-
oyska vinnulívinum.
Soleiðis skal m.a. mið-
ast fram ímóti, at útbúgv-
ingar- og granskingar-
møguleikar verða styrktir
her á staðnum. Altjóða
stevnur,
konferansur,
fyrilestrar og skeið innan
vinnulívið skal hava sín
heimstað á Skálafjørðin-
um.
Tænastu- og ráðgev-
andi
fyritøkur
innan
vinnulívið, skulu í nógv
størri mun enn higartil
velja at leggja seg her á
økinum.
Skálafjørðurin
skal
styrkjast sum náttúrligur
framtíðar vinnumiðdepil
Føroya.
Ein nýggj og virkin
byrjan við Sjálvstýris-
flokkinum
er
tann
gongda leiðin. Gott val!
Val í ótíð
Sunniva Kollslíð
valevni Tjóðveldis-
floksins í Norður-
streymoy
Eitt løgtingsval í ótíð
órógvar arbeiði hjá tí
almenna óneyðugt, mál -
sum eru næstan liðugt
viðgjørd fella burtur, og
fleiri av hesum málum
eru sera týdningarmikil,
og tey eru nú útsett í
óavmarkaða tíð.
Her hugsi eg serliga
um lógaruppskotið um
nýggja barnaverndarlóg
og so øll hini málini, sum
eru fyrireikaði og klár at
fremja, um vit halda fast
um sjálvstýristilgongdina
og ábyrgdarleiðina.
Nógv av tí vanliga
arbeiðnum kann ikki ger-
ast, frá tí at val er útskriv-
að, og til nýtt landsstýrið
er skipa, og hetta kostar
samfelagnum hópin av
peningi.
Vit áttu at havt eina
skipan sum segði, at allir
møguleikar skuldu verið
royndir fyri samgongu,
áðrenn loyvt var at út-
skriva val í ótíð, hesa
ábyrgd skuldu okkara
polittikarar kent, heldur
enn at útskriva val av per-
sónligum ávum.
Føroya løgmaður vildi
ikki, ella hevði hann ikki
dirvi til at lata møgu-
leikan til aðrar flokkar at
skipa eina nýggja sam-
gongu, og hetta haldi eg
verða tekin um, at hugs-
að verður meiri um egn-
an vinning, heldur enn
hvat er best fyri sam-
felagið.
At løgmaður hevur út-
skrivað val í ótíð, uttan at
hava roynt aðrar møgu-
leikar, er ikki at vísa
ábyrgd, álit og árræði,
sum Fólkaflokkurin ann-
ars lýsir við á flestu av
valmyndunum,
men
heldur um tað øvugta.
Haldur Vang
valevni Fólkafloksins í
Eysturoynni
“Vit skapa ikki framgongd
við at straffa spararan, vit
styrkja ikki tann veika við
at svekka tann sterka, og vit
hjálpa ikki lønmóttakaran-
um við at eyðræna arbeiðs-
gevaran.”
Góðu føroyingar.
Nú skulu vit aftur velja
umboð inn á Føroya Løg-
ting, umboð, sum skulu
mynda okkara dagligdag í
framtíðini. Tí er tað ikki
líkamikið hvør verður
valdur inn á løgting, sum
summi halda.
Orsøkin til, at eg havi
játta at vera eitt av valevn-
um Fólkafloksisn til Løg-
tingsvalið 20. januar er, at
eg altíð havi sett eina æru í,
at vera sjálvbjargin, og ikki
at liggja øðrum til byrðu,
fólkaflokksins politikkur er
sjálvbjargni, har sum vit
valda skulu vit eisini
gjalda.
Fólkaflokkurin setir fa-
miljuna,
trivnaðin
og
kristna siðaarvin í hásæti,
og vil framhaldandi virka
fyri, at tað verður gott hjá
øllum borgarum, at liva á
hesum so stórliga væl-
signaðu oyggjum.
Fólkaflokkurin vil virka
fyri at vit fáa einar fríar og
frælsar Føroyar, við góðum
samarbeiði við grannar
okkara, og heimin annars.
Fólkaflokkurin vil geva
vinnuni tryggar karmar at
virka undir, tí uttan eitt
sterkt og tryggt vinnulív,
hava
vit
heldur
onga
vælferð.
Aðalhugsjónin
er,
at
vinnan eigur at klára seg
sjálv uttan almennan stuð-
ul, vit eiga tó ikki, at vera
bangin fyri, at veita vinnuni
eina hjálpandi hond, tá
ósjálvgjørd hóttaføll koma
á útflutningsvinnuna og
vandi er fyri, at vinnutólini,
fyskirættindi og marknaðir
gleppa okkum av hondum,
men vit skulu eisini tora, at
avtaka hjálpina, so skjótt
sum vinnan er komin úr
kreppuni aftur.
Amerikanski statsmað-
urin Abraham Lincoln,
segði,
“Vit skapa ikki framgongd
við at straffa spararan.”
“vit styrkja ikki tann veika
við at svekka tann sterka”
og “vit hjálpa ikki lønmót-
takaranum við at eyðræna
arbeiðsgevaran”
Tað eru flokkar í ikki undir
nøkrum umstøðum, vilja
hjálpa vinnuni. Eg haldi, at
vit ikki bara kunnu sita
hendur í favn, meðan bestu
skipini vera seld av landin-
um, ofta fyri undirprís, tí so
standa vit áðrenn vit vita av
eftir, við ongum ella bara
gomlum og niðurslitnum
vinnutólum, tá ið kreppan
er av.
Uppskot var fyri stuttum
frammi, um at lækka
endurgjaldið úr 75, niðurí
50 %, sum lærupláss í dag
fáa fyri skúlagongd hjá
lærlingum.
Hettar er eftir mínum
tykki tann skeivi vegurin at
fara, nú í útlitini fyri
framman kanska ikki eru
tey bestu.
Ungdómar sum velja
eina handverks útbúgving,
eru troyttir av at ganga í
skúla, og tí er tað skeivt at
tvinga hesi fólk aftur í
skúla í heilar 20 vikur,
hettar eigur at vera broytt.
Ein lærlingur skal í dag
hava 28.500.- krónur. Í løn
í skúlatíðini, fyrsta árið
Eitt virki, sum tekur 4
lærlingar inn í senn, skal
sostætt gjalda 114.000.-
krónur í lønum meðan lær-
lingarnir eru í skúla, bara
fyrsta árið.
Um stuðulin fellur burt-
ur, vera færri handverks-
lærlingar tiknir inn, sum so
í staðin fara í onkra bókliga
læru, har skulu teir so hava
studning, og helst væl
meira enn handsverkslær-
lingurin fær.
Landskassin kemur so-
statt bara at missa meir fyri
minni, um stuðulin til
læruplássini verður lækk-
aður, eg vil tí mæla til, ikki
at lækka stuðulin, men
heldur at hækka hann aftur
til 100 %.
Vit eiga ein sera góðan
og virknan ungdóm.
Sum
sjálvandi
tekur
undir við Fólkaflokkinum,
og vil standa á egnum bein-
um, í einum frælsum landi.
Tí fara vit øll, bæði ung
og gomul á val og velja
Fólkaflokkin, lista A, ella
eitt av valevnum Fólkaflok-
sins.
Tryggar karmar um vinnuna og betri kor
fyri handverkslærlingar
Sámal Petur í Grund
valevni Sjálvstýrisfloksins í
Suðurstreymoy
Sjálvstýrisflokkurin hevur
meldað klárt út, at hann í
komandi valskeiði ynskir at
gera nakað við jarðarlóg-
gávuna.
Eisini er sett upp, hvat
hesi ynski ganga út uppá.
Høvuðsmálið er at skapa
trivnað bæði hjá áhuga-
bólkum og vinnubrúkarum.
Í valskrá okkara stendur
at verandi traðir og smá
festi skulu gerast ogn.
Harumframt hevur flokk-
urin sett sær fyri, at
matrikkulskipanin
skal
broytast so at lættari verður
at skipa tey smærru brúk-
ini.
Í dag er nærum eingin
trivnaður innan landbún-
aðin. Hetta skyldast tey
ognarviðurskifti sum eru
galdandi.
Møguleikarnir eru nógv-
ir. Vit skulu vera sjálv-
bjargin við teim urdráttum
sum landbúnaðurin kann
veita.
Vit
skulu
lata
áhugabrúkararnar
hava
møguleika fyri at fríðka og
betra um jarðarteigarnar
við vissu um, at átaki kem-
ur teimum sjálvum ella
eftirkomarum til góðar.
Vit eiga nokk av lendi til
bæði vinnurekandi bóndur
og ognarmenn. Eisini er
nokk av lendi til teirra sum
bert ynskja ein lítlan jarð-
arteig afturat húsarhaldin-
um.
Alt sum ger okkum meira
sjálvberandi og samstundis
kann økja trivnaðin eigur at
vera gjørt okkum øllum at
gagni.
X við lista D.
Jarðarlóggávan
Tillukku Eivør Pállsdóttir, við virðis-
lønunum, ið tú verður heiðrað við
C
M
Y
K
37
36