sunnudagur 18. januar 2004síða 20
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
38
Nr. 12 - 20 januar 2004
Nr. 12 - 20 januar 2004
39
VALGREINAR
8 min. frá Toftum til
Tórshavnar í 2012
Dánial Petur
Hansen
valevni Sjálvstýris-
floksins í Eysturoy
Fasta sambandi millum
Skálafjørðin og Havnina
skal á politisku dags-
skránna.
Ført hevur verið fram,
at Sandoyartunnilin er
tann næsti undirsjóvar-
tunnilin eftir Norðoya-
tunnilin.
Undirsjóartunnilin
millum
Havnina
og
Skálafjørðin, har Strend-
ur eisini er knýtt uppí,
eigur at verða bygdur
áðrenn.
At tað bert tekur 8 min
frá Toftum til Tórshavn í
2012 er ein realistiskur
møguleiki.
Longu nú eigur at
verða byrja uppá at fáa
klárlagt ymisk viðurskifti
í hesum sambandi. Ser-
liga neyðugar broytingar
í samferðsluviðurskift-
unum er neyðugt at fáa
hugt uppá í góðari tíð.
Vit eiga at læru at roynd-
unum hjá eitt nú Leir-
víkingum,
og
heldur
byrja uppá hesa avbjóð-
ing í góðari tíð.
Ein nýggj og virkin
byrjan við Sjálvstýris-
flokkinum
er
tann
gongda leiðin. Gott val!
Jónfinn Olsen
valevni Miðfloksins í
Suðurstreymoy
…ið hevur tað greiðastu
støðuna til eitt Føroyskt
TJÓÐARFRÆLSI
(full-
veldi).
Harmuligt er at síggja
føroysku
fjølmiðlarnar
siga, at Miðflokkurin ikki
ger nógv við Tjóðarfræl-
sisspurningin til vali 2004
(hygg bara hvat stendur í
valskrá okkara).
MIÐFLOKKURIN er,
sum tann “einasti flokk-
urin”, púra greiður á hesum
øki. Vit í Miðflokkinum
hava
sett
eina
greiða
dagsskrá, hvussu vit skula
vinna Føroyum Tjóðar-
frælsi. Í samstarv á jøvnum
føti við onnur lond.
Miðflokkurin vil seta á
dagsskránna.
• Eina fíggjarligauppgerð
við danir viðvíkjandi
NATO, handli, yvirflúgv-
ing
v. m.
• Sjálvandi í framtíðar-
samstarvi við aðrar tjóðir
(lond) á jøvnum føti.
• Avgerandi er at hetta er
við trygd á Gud, heldur
enn við áliti á aðrar tjóðir
(lond) ella felagskapir
(m. a. EU/ES).
• Um
nakrar
stórvegis
broytingar skulu gerast í
ríkisfelagsskapinum og
blokkinum, SKAL hetta
út til eina fólkaatkvøðu.
o.s.v. (Vit vilja at fólkið
skal verða við).
Fólkatkvøðan var jú tað, vit
allir Føroyingar vóru so
dyggiliga snýttir fyri av
undanfarnu
samgongu,
sum hevði lovað okkum
eina fólkaatkvøðu, men
síðan avlýstu hana. Hetta til
stórt spell fyri fólkið.
Ístaðin valdu teir at skerja
blokkin við sløkum 400
milliónum. Men tá talaði
MIÐFLOKKURIN at og
atkvøddi í móti hesum
uppskoti, “men tásitandi
samgonga vildi tað ørvísi,
uttan at hugsa um fylgjur-
nar av hesum”. (MIÐ-
FLOKKURIN sat í and-
støðu tá hetta fór fram).
So um tú ynskir at hald-
ast skal fram við einari
sterkari TJÓÐARFRÆL-
SISLEIÐ uttan at valferðin
skal skerjast, og bygt á tann
Kristna grundvøllin, so
stuðla
Miflokkinum
á
valinum 20 jan. 2004.
Miðflokkurin er í dag »einasti flokkur«…
Jaspur Vang
valevni Sambandsfloksins í
Suðuroy
Vit einum fallandi fólkatali
og einum í løtuni vaksandi
arbeiðsloysi í Suðuroynni
og øðrum útjaðaraøkjum
við, mugu vit ásanna, at
álvarslig átøk eru neyðug
fyri at venda gongdini. Vit,
sum búleikast í hesum
økjum kunnu og skulu so
sanniliga vera við til at
venda gongdini - og tað ber
til.
Uttan mun til, hvussu
politisku flokkarnir og vit
valevni nú undan valstríð-
num royna at tekkjast
veljarunum við reypi og
brigsli um tað, sum fari er -
og ikki kemur aftur - so eri
eg av teirri sannføring, at
vit valevni, tá til stykkis
kemur, øll ynskja at tæna
landi okkara, oyggj okkara
og veljarunum sum best.
Ongin iva er um, at øll
valevni í Suðuroynni høvdu
tikið - og taka undir við, at
undirstøðukervið í oynni
verður dagført, t.v.s. at
nýggjur Smyril og til-
hoyrandi samferðsluhavn
verða bygd, at djúphavn
verður bygd, at bergholini
millum Øravík og Hov og
millum Øravík og Fámjin
verða framd í verki og at
vegasamband og berghol til
Hvalbiar
og
Sandvíkar
verða dagførd. Sjálvandi
eigur eisini at verða farið
undir fyrireikingar - og
gerð av føstum Sandoyar-
og Suðuroyar- sambandi.
Tað skuldi ikki veri neyð-
ugt at brigslast, klandrast
og
keglast
um
tílíkar
sjálvfylgjur. Talan er í veru-
leikanum um dagføringar,
sum eru framdar alla
aðrastaðni í landinum.
Heldur ikki er nøkur
ósemja um, at tað er
neyðugt, at Suðuroy og
onnur verulig újaðaraøki
umvegis miðspjaðing fáa
sín rættvísa lut í tí mið-
savnaða almenna virksem-
inum. Hettar soleiðis, at
okkara útbúni ungdómur
kann koma aftur, har hann
vil vera og har hann við
røttum hoyrir til.
Samanhald og samstarv
er - og hevur altíð verið -
lyklaorð, tá talan er um eina
og hvørja menning. Tí er
tað nú - meira enn nakr-
antíð - neyðugt, at verulig
stig verða tikin á hesari
leið.
Eisini
mugu
vit
ásanna, at teir trupuleikar,
sum útjaðaraøkini - og
harvið føroyska samfelagið
hava at dragast við, ikki
verða loystir eftir einum
degi og at tað ikki finnast
nakrar lættar - og skjótar
loysnir.
Sum skjótast eiga lunnar
tí at verða lagdir undir sam-
starv og harvið samanhald
tvørtur um kommunumørk,
tvørpolitiskt og tvørfakliga.
Sundurlyndi og persónligar
politiskar
profileringar
mugu hoyra fortíðini til.
Vinnuvirkir, kommunurnar,
ítróttin, mentan v.m. mugu
samstarva sínámill- um
soleiðis, at felags áhugamál
verða samansjóða, undir-
bygd og framførd av lands-
politikarunum.
Talan kann t.d. verða um
at skipa økisráð ella økis-
áhugabólkar, sum vit kenna
tað frá londunum uttan um
okkum. Tann serkunnleiki,
eitt nú granskingardeplar-
nir í Suðuroy og Norð-
oyggjum hava, kundi uttan
iva komi okkum til góðar.
Landspolitiskt eigur at
verða arbeitt fyri, at eitt nú
neyv hagtøl og samfelags-
búskaparligar
lýsingar
leypandi verða gjørdar.
Høvdu vit hesi hagtøl og
lýsingar,
høvdu
lands-
politikararnir um alt landið
verið noyddir at sað í eyg-
uni, at føroyska samfelagið
er ein samanhangandi eind
og at lands- politiskar og
umsitingarligar
avgerðir
eiga at verða tiknar út frá
hesum veruleika. Á henda
hátt hevði eisini í størri
mun verið møguligt at mett
um politisku - og um-
sitingarligu avgerðirnar.
Tað finnast ongar lættar
og skjótar loysnir. Talan er
nevnilig um eina leypandi
samfelagsgongd, sum vit
eiga at verða før fyri at
stýra betur enn higartil.
Lat okkum tí við sam-
anhaldi og samstarvi standa
saman um Suðuroynna.
Standið saman um Suðuroynna
Tummas Frank
Joensen
valevni Javnaðarfloksins í
Sandoyar valdømi
Javnaðarflokkurin vil, at
útoyggjar nú skulu fáa síni
vallyfti framd, sum út-
oyggjafelagið leggur upp
til. Hettar kann gera tað
livandi aftur, og fólk flyta
til aftur oyggjar og bygdir,
sum nú bløða út.
Oljugoymslur skulu ger-
ast, so at útoyggjafólk aftur
kunnu gleðast um sín
heimstað, sum tey máttu
fara frá, av tí at eingin helt
tey lyfti, sum vóru givin.
Møguleikar eru fleiri, bert
at seta hesar í verk. Her
mugu vit ikki fella í fátt,
men møta framtíðini við
góðum treysti.
Útróður er ein natúrlig
tilfeingiskelda, eins og
fuglur, seyður og neyt.
Bjargastuðulin sum var á
figgjarlógini skal koma
aftur, hettar kann eisini
tengjast saman við ferða-
vinnu.
Útoyggjafólk, farið á val,
setið ein sterkan Javnaðar-
flokk á ting 20. januar.
Haldóra
Ranghamar
valevni
Sambandsfloksins í
Eysturoy
Við einum nýskipanar-
uppskoti vil sambands-
flokkurin innan ríkisfe-
lagsskapin dagføra okk-
ara heimastýrisskipan.
Somuleiðis vil sam-
bandsflokkurin arbeiða
fram ímóti einum sjálv-
berandi búskapi.
Fyri at skapa fram-
burð, ein sjálvberandi
búskap, krevst at vit hava
eitt fjøltáttað og vælvirk-
andi vinnulív, sum kann
geva størst møguligt út-
býti.
Tí er umráðandi, at vit
heilt frá fólkaskúlanum
tryggja góðar og tíðar-
hóskandi umstøður at
virka undir og somuleið-
is at okkara miðnáms-
skúli, aðrar útbúgvingar,
eins og gransking verða
dagførd og stuðlað, so
tað kann virka við til at
menna okkara vinnulív
til at gerðast kappingar-
ført. Og harvið skapa
okkum búðskaparvøkst-
ur í samfelaginum.
Búskaparvøkstur
er
grundarlagi fyri einum
vælferðasamfelagi, sum
skal kunna veita hvørjum
einstøkum borgara trygg-
ar og góðar liviumstøður
í tí dagliga, her hugsaði
eg um familjuna, tey
gomlu og tey veiku í
samfelaginum.
Tí er umráðandi at
velja sambandsflokkin
fyri at varveita: Trygg-
leikan - Framburð -
Vælferð.
Sambandsflokkurin
vil arbeiða fyri:
Tryggleika –
Framburði – Vælferð
Útoyggjar aftur í fokus
VALGREINAR
Tørvur er á út-
lendskum kapitali
William Max
Hansen
Valevni Javnaðarfloksins í
Eysturoy
Sjónarmið ímóti út-
lendskari ávirkan
Sjónarmið, sum førd
verða fram, tá íð tosað
verður um einskiljing,
kunnu verða :
1) Um forðingar ikki
verða settar ímóti út-
lendskum íløgum, fara
útlendingar
at
fáa
ávirkandi atkvøðurætt
í føroyskum fyritøk-
um.
2) Útlendsku íløgurnar
koma frá stórum fyri-
tøkum (t.d. íslendsk-
um,
norskum
og
donskum) sum fáast
við virksemi innan
somu vinnugrein sum
føroyska
fyritøkan,
teir gera íløgur í.
Hetta kann hava við
sær, at rávøra ikki
verður virðisøkt í Før-
oyum, men aðrastaðir.
3) Føroyingar
kunnu
einki gera við henda
hugsaða trupuleika, tí
útlendingar hava fing-
ið ræði á fyritøkuni.
Ótryggleikakenslan
Føroyingar missa ræði á
føroyskum fyritøkum.
Ført verður fram, at
tjóðin hevur áhugamál í,
at tey, sum eiga fyritøk-
urnar í landinum, eru
íbúgvar og ikki útlend-
ingar. Her er talan um
ótryggleikakenslur hjá
borgaranum, sum polit-
iski mynduleikin ikki
kann gera stórt við, ann-
að enn at hjálpa borgar-
anum við at fáa til vega
haldgóða vitan um hesar
kapitalinnspræningar
sum møguliga verða at
fremja; heruppií eisini
hvørjar treytir myndug-
leikarnir
áseta
um
virksemi og at varðveita
arbeiðspláss í hesum
sambandi.
Veruligu áhugamálini
Tankarnir, sum her verða
settir fram, nýtast ikki at
vera á skeivari leið, men
ein trupuleiki við hesum
útsøgnum er, at farið
verður ov lætt um ná-
greining av, hvørji veru-
ligu áhugamálini eru,
føroyingar hava, hvat
ræðisrætti yvir vinnuni
viðvíkur. Kann vera, at
nakrir føroyskir vinnu-
lívsmenn ikki longur sita
ovast í leiðslu fyri før-
oyska fyritøku, eftir at
útlendskur kapitalur hev-
ur keypt seg inn í fyri-
tøkuna.Um hetta er gott
ella ringt, velst um eyga
sum sær.
Ræðisrætturin okkara
Tað, sum hevur týdning
fyri allar føroyingar, er,
at ræðisrætturin hjá polit-
isku skipanini til at skipa
karmarnar fyri vinnuni
ikki minkar ella svekk-
ast. Slíkt má fyri alt í
verðini ikki verað úrslitið
av útlendskari íløgu í før-
oyska fyritøku.
Vandamál
Hinvegin kan vera talan
um samfelagsligt vanda-
mál, um útlendski íleggj-
arin hevur ætlanir um
"fíggindaliga" yvirtøku,
sum m.a. hevur til enda-
máls at leggja virksemið
niður og flyta tað til
útlond, ella ætlar at vinna
sær monopolstøðu ella at
tryggja sær atgongd til
"rávøru". Her er tó talan
um hugsaðan samfe-
lagstrupuleika, sum bæði
útlendsk fyritøka eins
væl og aðrar føroyskar
fyritøkur kunnu elva til,
men sum politiska skip-
anin hevur vald at fyri-
byrgja.
Lóggávuvaldið kann
tryggja
Amboð hjá landstýri og
løgtingi til at tryggja
brúkara- og onnur breið
samfelagslig áhugamál í
hesum viðfangi eru t.d.
kappingarlóggávan,
vinnulóggávan og skatta-
lóggávan. Kolvetnislógin
og kolvetnisskattalógin
eru í hesum viðfangi
talandi dømi um, hvussu
lóggávuvald
kann
tryggja breið føroysk
áhugamál
og
skapa
karmar fyri, hvussu stór
útlendsk kapitaláhuga-
mál sleppa at virka í
føroyska samfelagnum.
PS: Sagt er um mann, at
hann ræddist so illa
landnyrðing á Kapp-
anum, at hann legði onki
í, um hann gekk burtur í
útsynningi.
Andrea Eldevig
valevni Tjóðveldisfloksins í
Suðuroy
Samfelag okkara tørvar
orku av ymsum slag, og er
elorka ein týðandi partur av
okkara orkutørvi.
Eftir verandi skipan, er
einasti orkuveitari SEV, tó
eru aðrirorkuveitara, tó í so
lítlan mun, at tað enn ikki
ger mun.
SEV hevur nú í hálva øld
verið framleiðari av elork-
uni, og hava teir einarætt til
alla vatnorku, sum er høv-
uðskeldan til elorkufram-
leiðsluna, eitt monopol,
sum forðar øðrum at nýta
vatn til aðrar orkukeldir.
Útbyggingin av SEV
hevur verið ógvuliga stór
og kostnaðarmikil, og kann
sigast, at SEV ikki er ein
felagsskapur, sum hevur
víst sinni til at leggja um til
aðrar orkuveitingar til el-
orkuna, her verður hugsað
um vindorku, streymorku
v.m.
Seinasta átakið, SEV
hevur tikið støðu til, er at
taka enn meir av vatni úr
áum okkara, tann sokallaða
Eiði 2 ætlanin, og er her
óhugnaligur
framferðar-
háttur framdur, sum skelkar
ikki fá, og serliga fólk á
leiðini, har vatnið verður
leitt úr økinum.
Í hesum sambandi verður
farið undir útbyggingina,
hóast røddir harðliga átala
hesa ætlan, og millum
røddirnar eru væl útbúgvin
fólk, ið staðiligamæla frá,
áðrenn ein møgulig árinis-
kanning verður gjørd, ið
kann siga okkum, hvørji
árin henda ætlan kemur at
gera.
Í mínum hugaheima er
hetta ætlan, ið ikki lítið
minnir um spæl við náttúr-
uni, har ætlanin verður
framd, og verður árinið at
náttúran týnist, so er onki at
gera, tí ætlanin er framd og
yppað øksl.
Haldið hetta verða eina
váðaliga ger, ikki at gera
áriniskanningar
áðrenn
farið verður undir ætlanina,
tí í dag eru fleiri møguleik-
ar uppi og venda, har keld-
ur til elorkuframleiðslu eru
á gáttini, sum ávirka í
minni mun.
Tjóðveldisflokkurin eig-
ur at arbeiða fyri øðrum
møguleikum enn at Eiði 2
ætlanin verða framd, og her
verður hugsað um vind-
orku, streymorku og ikki
gloyma alduorku, ið er á
gáttini at veraða roynd her á
landi, og sum vísir seg ikki
at hava árin á náttúruna.
Vit vilja lata okkara um-
hvørvið, náttúru fáa so
lítlar umhvørvisskaðar sum
møguligt, og tí er skylda
okkara at varveita náttúr-
una og lata hana frá okkum
í standi vit fingu frá okkara
forfedrum.
Gott val.
Orkuveitingar
Álvur Kirke
valevni Miðfloksins í
Suðurstreymoy
Hinir flokkarnir siga, at
Miðflokkurin sigur nei til
alt!
Teir siga, at Miðflokkur-
in sigur nei til samkynt
paralag.
Teir siga, at Miðflokk-
urin sigur nei til fosturtøku.
Teir siga, at Miðflokk-
urin sigur nei til royking
Teir siga, at Miðflokkur-
in sigur nei til rúsevni
o.s.fr.
Men, er tað so ?
Nei, sannleikin er, at
hetta verður vent á høvdið!
Miðflokkurin sigur ja til
hjúnarbandið, sum er hin
náttúrligi og besti mátin at
liva saman.
Miðflokkurin sigur ja til
lívið, ja til at øll eiga rættin
til lívið, - eisini tað ófødda
barnið!
Miðflokkurin sigur ja til
eitt roykfrítt umhvørvi, - tí
tað er gott fyri heilsuna.
Miðflokkurin sigur ja til
eitt rúsfrítt lív, - tí tað er eitt
betri lív.
Tað undrar okkum, at
føroyskir politikarar eru so
skjótir at taka útlendska
siðvenju til sín.
Føroyingar hava í øldir
havt virðing fyri hjúna-
bandinum.
Tað, at tveir menn ella
tvær kvinnur liva saman,
kynsliga, er ikki føroysk
siðvenja.
Miðflokkurin vil verja
góða føroyska siðvenju og
góða føroyska mentan.
Vel tí Miðflokkin, lista
H!
Joen Petur Petersen
valevni Sambandsfloksins í
Sandoyarsýsly
Nú stendur so val aftur fyri
durum, valevnini hava ferð-
ast bygd úr bygd at bjóða
seg fram, til at stýra hesum
landi, øll siga seg verða tey
bestu til at stýra.
Vit vilja eisini bjóða
okkum fram, til at verða
við at mynda tann politikk,
sum rekast skal næsta
valskeið, vit lata 4 valevni
stilla upp her í økinum og
vóna at Sandoyingar seta
sín kross fyri eitt av teim,
ella fyri Sambandsflokkin,
tá velja tit tað trygga.
Her í oynni, hevur so
veljarin, enn bara brúkt 3
flokkar at umboða seg á
tingi, haldi sjálvur at vit
skuldu fari at roynt nakað
annað hesaferð, lat okkum
fáa ein sambandsmann/
kvinnu á ting fyri Sand-
oynna, tá skal pípan nokk
fáa eitt annað ljóð.
So vilja tit spyrja, hvat
kunnu vit bjóða tykkum,
sum hinir flokkarnir ikki
bjóða og hava bjóða tykk-
um, jú góðu veljarar, vit
vilja við hond og fót varð-
veita blokkin, hann eiga vit
sjálvsagt, tí vit eru ein
partur av ríkinum, so tað er
ein sjálvfylgja at vit taka
ímóti blokkinum, vit eiga
hann jú, vit fáa einki frá
Dønum.
Vit vilja verða við til at
menna tað føroyska sam-
felagi, so tað stendur mát
við øll nútíðar samfeløg,
baði innan fiskivinnu og
tað tøkniliga, vit vilja skapa
karmar so at tað er rúmsátt
hjá vinnuni at arbeiða und-
ir, slag orðið má tó verða, at
vinnan má verða lønandi.
Hendir tað at onkur vinnu-
grein hevur lindi til at
snáva á, so mugu vit um tað
er ráðiligt hjálpa til fyri at
reisa hana aftur, um tað so
skal eita ein fyribilsstuðul,
tað skal nokk bera ávøkstur
seinri.
Vit vilja verða við til at
betra um samferðsluna við
miðstaðarøki, við at til-
rættaleggja eitt fast sam-
band undir Skopunarfjørð
og føra tað út í verkið.
Ungdómin vilja vit so
vítt gjørligt, hava til at
støðast í oynni, tað gera vit
best við at samferðslan er
góð við miðstaðarøki, har
næstan allir útbúgvingar-
møguleikarnir eru.
Vit vilja verða við til at
betra um læknaviðurskift-
ini, vit vilja gera tey meira
álítandi enn tey eru nú, sum
tað hevur verði og er, er
ikki nøktandi fyri borgaran
í oynni, tað er sera sera
ótrygt.
Vit vilja verða við til at
stuðla, so at ein lista- og
ítróttarháskúli verður settur
á stovn her í oynni, saman
við kommununum.
Vit vilja eisini arbeiða
fyri at vegakervið til eyst-
urbygdirnar verður betra
munandi, har hugsi eg ser-
liga um Dalsberg og Sands-
líð, tað eru sera vandamikil
strekkir hjá ferðsluni at
koyra um.
Góðu Sandoyingar, lat
okkum standa saman, um at
fáa ein sterkan sambands-
flokk á ting, lat okkum
skriva søgu á hesum sinni,
vit kunnu fáa sambands-
mannin á ting.
Vel lista B tín trygd fyri
framtíðina
Miðflokkurin sigur nei til alt!
Latið hjarta velja hvar tit seta tykkara kross
C
M
Y
K
39
38