sunnudagur 18. januar 2004síða 21
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
40
Nr. 12 - 20 januar 2004
Nr. 12 - 20 januar 2004
41
VALGREINAR
Sandoyggin
aftur í fokus
Tummas Frank
Joensen
valevni Javnaðarfloksins
í Sandoyar valdømi
Javnaðarflokkurin
vil
geva framhaldsskúlunum
fríðan heilsugóðan kost í
skúlatíðini, hettar kostar í
fyrra umfari, men verður
spart aftur í betri heilsu
hjá børnunum seinni í
lívinum. Ungdómurin er
framtíðin, fáa vit hann
aftur at støðast í Sand-
oyar sýslu, so er nógv
vunnið.
Fiskavirkini skulu fáa
eins góðar møguleikar,
sum tey á meginøkinum,
eisini skal flutningur av tí
tilfeingi, sum útoyggj-
arnar geva, gerast fríur.
Hetta gerst við at taka
av ferðaavgjaldið, sum
verður goldið av hvørjum
ferðaseðli til og úr land-
inum.
Soleiðis
tryggjar
Áland sínar útoyggjar.
Tá ið eg sigldi í
Álandsoyggjunum
við
ferju, traff eg lands-
tingsmannin fyri Áland.
Vit fóru so at tosa um
útoyggjatrupulleikan
í
Føroyum. Hann gav mær
tá hettar hugskot, sum eg
haldi kann brúkast her
heima eisini.
Joen Petur Petersen
valevni Sambansfloksins í
Sandoyar sýslu
Hvat var Skúvoyggin uttan
Sildberan? »Onki« kundi
svarið verið ella er svarið
»Nógv«.
Ja
tað
kunna
bara
skúvingar svara uppá.
Vit sum hava búleikast á
Sandoynni hava ofta sæ
buldruta túrin hjá Sildber-
anum út ígjøgnum skúviar-
fjørð ja ta hevur mangan
veri ringur túrur, hesin
bátur ella vit kunna kalla
hann fyri eitt skip hann er
ótíðarhóskandi til sam-fe-
lagið sum vit liva í dag
hann treingir til at blíva
moderniseraðure bæði hvat
viðvíkur sjúkraflutnigi at
føra ein bil ja traktor út
higar ja eg vil siga eitt nýtt
skip.
Tað man vera sera ótíðar-
hóskandi at ta skula bara
vera ein dag um vikuna at
tú kanst fáa ein eitt akfar
við fýra hjólum út higar
hetta má gerast naka við og
koma í rafestingan av
øllum milliardum sum eru
lovaðar. Hetta vil Sam-
bandsflokkurin
arbeiða
fyri.
Sambansflokkurin vil at
tað skula pengar setast av
til at gera eitt tíðarhóskandi
skip sum kann taka fleiri
ferðafólk og akfør og
møguliga sigla eitt sindur
skjótari.
Eitt sum er sera tungt hjá
teimum sum búgva á Skúv-
oynni eru havnarviður-
skiftini har hava kanningar
veri gjørdar til at fáa eitt
projekt ígongd og sum eg
skilji eru tær við at vera
lidnar og tí er ta uppá sítt
pláss at fáa hesi havnar-
viðurskiftin í lagi at bátar
kunnu liggja trygt har sum
ta er í løtuni tá ið eitt skip
liggur at atløgusíðuni koyr-
ir ta so nógv aftur og fram
at ta er ringt hjá fólkið at
koma íland og umborð ,eitt
kann eisini leggjast avtrat
at ringarnir og vilíkahald av
hesi atløgusíðu kostar eini
lítlari kommunu sera nógv
um árið at halda hesir ring-
ar mugu so at siga skiftast á
hvørjum árið.
Bakkaverjan skal og má
stuðlast byrjar man uppá
nakað skal og má ta gerast
liðugt hetta skal Sam-
bandsflokkurin gera liðugt
sum hinir flokkurin ikki
kláraðu at gera liðugt.
Ja kanska ta er lova í so
dyran men eitt er sikkurt at
sambandsflokkurin
vil
arbeiða fyri at hetta verur
gjørt.
Tí vil eg biðja um tygara
atkvøðu tann 20 januar fyri
at stuðla okkum til at gera
hetta fyri teg í framtíðini
Vel
Sambandsflokkin
tann 20. januar tín trygd.
Nita Næs
valevni Javnaðarfloksins í
Suðuroy
So er valendaspurturin
næstan komin á mál. Nógv
góð orð eru søgd og
skrivað. Og so skal vera.
Politikarir eru fólksins
tænararar, teir eiga at vilja
tað góða, fyri so nógv sum
møguligt.
Samfelagskøkan verður
ikki býtt javnt til allir
føroyingar í dag. Nøkur fáa
meira, nøkur fáa minni.
Javnaðarflokkurin sær tað
sum sítt høvuðsmál at
henda køkan verður skorin,
so fólk, allar bygdir, øll øki
í landinum fáa eins nógv av
samfelagskøkuni.
Tað er heilt víst, at hugsa
vit t.d.um flakavirkið í
Vági, so hevur Vágsbygd,
ikki fingið eins stóran
ágóða av samfelagskøkuni
sum aðrar bygdir.
Tað at trívast sum menn-
iskja er sera týdningar-
mikið, vit mugu aftur fáa
politikarar, sum tora at seta
verulig orð og gerðir,
verulig fingramerki, aftur á
samfelagsgongdina. Vit er
koyrd føst av politikarum,
sum føra seg fram sum
embætisfólk, sum einans
tora at brúka orð sum
karmar,
mannagongdir,
kassar. Politikarar, sum ikki
tora at fara inn og loysa ein
veruligan háttandi knút - í
verki, so at øll mennsikju
trívast, bæði tey frísku,
sjúku,
arbeiðsføru
og
arbeiðsleysu.
Hvat fær eitt menniskja
at trívast? Hvat fær fólk í
arbeiðsførum
aldri
at
trívast? Hetta, at hava eitt
arbeiði at fara upp til hvønn
dag, hevur óivað stóran
týdning. Hvat fær barnið at
trívast?
Ivaleyst
trygg
foreldur, hús, mat og klæði.
Arbeiðsleys foreldur verða
ótrygg, tá peningur mangl-
ar í til samlaðu húsarhalds
útreiðslurnar. Tey hava eins
høgar
útreiðslur,
hóast
arbeiðið er vorðið óstøg-
ugari, hóast tey eru vorðin
arbeiðsleys .
Hvat fær tey eldru at
trívast? Tað, at tey verða
vird, sum øll onnur fólk í
landinum, og kunnu fáa tær
tænastur frá samfelagnum,
ið tey ikki longur megna
sjálvi.
Eina
útstrekta
vinarliga hond frá almennu
Føroyum, sum tey eiga rætt
til, sum tey alt teirra lív
hava verið við til at gjalda.
Hvat fær ein arbeiðs-
gevara at trívast? Vónandi
ikki einans hansara persón-
ligi vinningur, men vón-
andi eisini hansara hugskot
og vilji, og tørvur á at hava
menniskju í støðugum ar-
beiði.
Hvat fær ein politikara at
trívast? Vónandi hansara
íborðna drívmegi, sum ikki
kann halda honum vekk frá
at hugsa goðar politiskar
tankar, um hvussu vit fáa
hetta landið at hanga saman
búskaparliga, mentunarliga
og ikki minst menniskja-
liga. Uttan menniskju, sum
hava tað gott í samfelag-
num, er eingin dugur í
nøkrum sum helst. Og fólk
missa hugin til sjálvt lívið.
Politikarar eiga ikki bert
at vera myndir í bløðum
ella á sjónvarpi. Nei, teir
skulu ganga millum fólk,
fara inn á virkir, seta seg í
kantinuna á flakavirkinum
og spyrja, hvat er trupul-
leikin her. Ein politikari
skal ikki føra seg fram sum
ein arbeiðsgevari, ein stjóri,
ella ein løgreglumaður ella
ein strangur lærari.
Nei, ein politikari, skal
duga at ímynda sær eina
øðrvísi støðu enn teirru, ið
vit hava í dag. Tí er tað so
løgið, tá ávísir politikarir,
bæði kommunalir og lands-
politikkarir, alment siga:
Nei, hatta dugi eg ikki at
ímynda mær! Nei, hatta er
reinur fantasiur.
Tí í grundini er tað huga-
heimur okkara, sum er
keldan fyri allari nýhugsan.
Javnaðaraflokkurin
vil
stuðla undir góðum hug-
skotum. Uttan fólk sum
hugsa og ímynda sær, so
steðgar alt lív upp.
Vit skulu, eins og norð-
oyingar fingu, fáa almennar
pengar, møguliga sum ein
grunn, sum skal hava til
endamál, at arbeiði verða
sett í gongd her suðuri.
Hesin peningur skal ikki
fara til fysiskir karmar,
men til verulig arbeiðs-
skapandi arbeiðspláss.
Lívsins sigling er hørð!
Men vit mugu frá polit-
iskari síðu vita, hvussu vit
ætla at sigla, hvaðani leiðin
gongur, um tey veikastu eru
við á ferðini, og at sjálv
ferðin skal verða trygg, góð
og møguliga eisini stuttlig.
Í góða samfelagnum vil
Javnaðarflokkurn vera við
til at taka hond um hesa
ferð. So øll, óansæð aldur,
persónliga støðu og bústað,
veruliga eru við á ferðini og
ikki gerast eftirbátar.
Gott
Javnaðarval
øll
somul.
Suðringar varið
tykkum fyri
sambandinum !
Jóhanna í
Ólavsstovu
valevni Tjóðveldisfloksins
í Suðuroy
Uttan Suðuroynna høvdu
Føroyar verið fátakar !
Men tað man Sam-
bandsflokkurin
ikki
halda, flestu okra munnu
minnast at undan valin-
um fyri 2 árum síðani
lovaði Lisbeth at fekk
hon magt sum hon hevði
agt so skuldi fyrsti leikur
í talvinum verða at seta
seg
í
samband
við
sponsku skipasmiðuna
og avlýsað sáttmálan um
bygging
av
nýggja
Smyrli.
Og hon kann enn náa
at strikað okkum av før-
oyakortinum.
Onkurs-
vegna skal hon fíggja
handan famøsa skatta-
reformin, sum ger at tey,
sum hava lítið nú skulu
fáa uppaftur minni, og
tey sum frammanundan
hava nógv, skulu hava
uppaftur meira - tað kann
í hennara hugaheimið
sikkurt passandi fíggjast
við at selja Smyril áðrenn
okur
yvirhøvur
hava
fingið hann.
Og Sambandsmaðurin
her suðuri man heldur
ikki halda oynna hava
nakran týdning, jú jú
sjálvandi uppundir val
hevur hon týdning, tí tað
er her hann hevur møgu-
leikan fyri at verða vald-
ur. Men ikki so skjótt er
blekki á atkvøðuseðlin-
um torna so hevur hann
stungið í sekkin og setist
at stýra virkið norðan-
fjørðs. Hvar fóru tey
gyltu vallyftini um ar-
beiði til allar hendur ?
nei ikki nokk við at val-
lyftini ikki verða hildin,
orkan verður harafturat
brúkt til at leggja fót-
onglar fyri øðrum fyri-
takssemi í oynni. Tá
Fiskasølan fór undir at
keypa partin hjá Suðurís
í Hvalba lovar sam-
bandstingmaðurin at fara
í tingið og støðga keypin-
um - hetta kundi kostað
Hvalbingum eini 35-40
arbeiðspláss.
Veljarakanningarnar
vísa at sambandið eftir
20 Januar fer at verða
størsti flokkur í landinum
- suðringa hugsið um
framtíðina, hugsið um
framburðin.
Veljið fólk, ið vil nak-
að, við oynni, fyri oynna
í oynni - vel Tjóðveldið.
Hálvur tími frá framtíðini
Gott val allir suðringar
VALGREINAR
Umhvørvi og
náttúra
Eyðun Elttør
landsstýrismaður og
valevni Sjálvstýris-
floksins í Norðoyggjum
Havumhvørvi
Havumhvørvismál yvir-
tikin sum føroyskt máls-
øki í januar 2003.
Yvirtøkan hevur týdn-
ing, tí við henni hava vit
fulla ábyrgd av økinum.
Kunngerðir eru klárar
at seta í gildi m.a. um
• bunkring av olju í
føroyskum havnum,
• burturkast frá skipum,
• útlát av olju frá skipum
Í samband við yvirtøk-
una varð í mai 2003 sam-
starvsavtala undirskrivað
millum
føroysku
og
donsku umhvørvismála-
ráðini. Endamálið er at
tryggja, at Føroyar eru
við tá altjóða avtalur og
sáttmálar verða fyrireik-
að, soleiðis at vit kunnu
tryggja, at atlit verður
tikið
til
serføroysk
áhugamál og at Føroyar
fáa betur høvi at ávirka
altjóða arbeiðið á um-
hvørvisøkinum
Varandi orkukeldur
Í september 2003 hevði
eg heiðurin at byrja
framleiðsluna av vind-
orku frá trimum vind-
myllum hjá Sp/f Røkt á
Mýrunum
omanfyri
Vestmanna.
Hesar
3
myllur kunnu dekka 3%
av samlaða orkutørvin-
um í Føroyum.
Vit skulu tryggja, at
orkuframleiðslan í Før-
oyum er so burðardygg
sum gjørligt, soleiðis at
CO2 útlátið kann lækka.
Vit eru við í fleiri
øðrum verkætlanum inn-
an burðardygga orku-
keldur, m.a.
• Framleiðsla av elmegi
úr aldum
• Nýtsla av vetni sum
orkukelda umborð á
fiskiskipum.
Vit skulu hava orðaskifti
um ein framtíðar orku-
politikk. Ein møgulig
liberalisering og harvið
kapping á elmarknaðin-
um skal stava frá reinum
orkukeldum.
Olja
4 brunnar eru boraðir,
olja er funnin, og vit hava
staðfest, at føroyska und-
irgrundin inniheldur eina
virkna kolvetnisskipan.
Arbeiðið hjá oljufeløg-
unum hevur eisini givið
okkum týðandi upplýs-
ingar um undirgrundina,
sum verða brúktir í sam-
band við fyrireiking av
framtíðar oljuleitingum.
Oljuleiting á føroyskum
øki heldur fram
• nýggjar arbeiðsskráir
fyri 9-ára loyvini eru
avtalaðar millum Olju-
málaráðið og loyvis-
havararnar
• Jarðfrøðisavnið hevur
fingið tilmæli frá olju-
feløgum um framtíðar
leitiøkir.
Samstarv við fiskivinnu
og fiskivinnufeløg
Eitt gott samstarv við
fiskivinnuna er neyðugt.
Eg havi lagt stóran dent á
at kunna fiskivinnuna
um virksemið á oljuøkin-
um. Tað er av týdningi
ikki at gloyma fiskivinn-
una, sum er okkara livi-
breyð, nú farið er í holt
við oljuleiting.
Útjaðarin
Fyri at tryggja menning
og trivna á útoyggj er
neyðugt við góðum ar-
beiðsplássum,
einari
støðugari samferðslu og
einum álítandi samskifti.
Eg havi tikið stig til at
seta ein millumráðsbólk,
sum skal samskipa út-
jaðarapolitikkin
hjá
teimum ymsu aðalráðun-
um, soleiðis at atlit verð-
ur tikin til tørvin hjá
fólkunum, sum búleikast
á okkara útoyggjum.
Ein
reglugerð
fyri
stuðli til útoyggjamenn-
ing er klár at seta í verk.
Fyribils hava vit 300.000
kr., sum skulu nýtast til
at stuðla tiltøkum, til
frama fyri menning av
útoyggjum. Henda upp-
hædd skal hækkast, men
er eitt stig á vegnum.
VEL SJÁLVSTÝRIS-
FLOKKIN 20. JANUAR
- tann gongda leiðin
Edvin Joensen
valevni javnaðarfloksins í
Eysturoy
Borgarligu flokkarnir hava
ført fram nakrar pástandir,
ið eg kundi hugsað mær
vórðu betur undirbygdir.
1. Um skatturin fer niður,
fer fólk at arbeiða, so
nógv meira, at landsins
skattainntøka
fer
at
økjast.
2.Um skatturin fer niður,
fara íløgur í vinnulívið
at økjast.
Eg búgvi í eini bygd við
stórum vinnulívi, og Eyst-
uroyggin er størsta vinnu-
øki í landinum. Fólk her
eru von við, at til tíðir er
lítið at gera, og inntøkan
ikki so stór, og aðrar tíðir er
nógv at gera, og møguleiki
er fyri at fáa nakað av
yvirtíð. Eg kenni einki til,
at fólk bera seg undan at
arbeiða yvirtíð. Sjálvt í 80
árunum, tá flakavinnan var
upp á tað besta, og fólk
arbeiddu 12-14 tímar um
dagin, hoyrdist einki um, at
fólk ikki fekst til at arbeiða
yvirtíð.
Eg trúgvi ikki, har er
meira arbeiði at heinta.
Tímalønt fólk, og tað eru
tey, ið kunnu fáa yvirtíðar-
arbeiði, taka tað arbeiði, tey
kunnu fáa. Hesi fólk kundu
harðliga trongt til skatta-
lætta, men eg eri bangin
fyri, at landskassin ikki
hevði klárað seg við tað
minni í inntøku.
Um vit hyggja at teimum
størru inntøkunum, sum
t.d. við flakatrolarum og
nótaskipum, so haldi eg, at
hesir menn heldur høvdu
nýtt møguleikan at ligið
meira heima enn at tjent
fleiri krónur, og lands-
kassin hevði ikki verið
betur fyri.
Fólk høvdu heilt einfalt
ikki fingið meira arbeiði,
um skatturin varð lækkað-
ur.
Viðvíkjandi
hinum
spurninginum, at meira
peningur millum fólk hevði
verið nýttur til íløgur í
vinnulívið, loyvi eg mær
eisini at ivast.
Um ein vanligur lønmót-
takari, hevði sloppið 20 -
30.000 kr lættari í skatti í
ár, hugsi eg, at hann heldur
hevði nýtt høvi til at gjørt
okkurt við húsini ella skift
bilin út, enn at sett peningin
í okkurt vinnutól.
Í mínari verð er einki, ið
bendir á, at skattalætti til
lønmóttakarar skapar fleiri
arbeiðspláss.
Hinvegin gongur Javnað-
arflokkurin fult inn fyri, at
vinnan ikki skal skattast ov
hart. Hon skal hava loyvi til
at leggja pening til síðis í
góðum tíðum, so kapitalur
er til ábøtur og íløgur, tá
neyðugt er.
Eitt sindur um skattalættar
Hanna Jensen
valevni fyri Fólkaflokkin í
Eysturoy
http://hanna.folkaflokkurin.fo
Einstaklingurin
hevur
ábyrgd, og hon skal ikki
takast frá honum.
Hin einstaki skal hava
frælsi til sjálvur at leggja
síni viðurskifti til rættis
eftir evnum, vilja og undir
ábyrgd fyri sær og sínum.
Hin
einstaki
hevur
ábyrgd av sær sjálvum, for-
eldur hava ábyrgd av sínum
børnum, tey avvarðandi
hava ábyrgd av teimum
sjúku og teimum eldru.
Leggja vit okkum ikki hetta
í geyma og halda fast við
tað, so taka vit ábyrgdina
frá fólki, og geva samfelag-
num alla ábyrgd - sam-
felagið, sum tó ikki er
nakar persónur við kensl-
um, sum umsorgan og
ábyrgd. Samfelagið er tú og
eg og allir vit einstaklingar
til saman, og tí mugu vit
leggja dent á, hvørja ábyrgd
hin einstaki hevur, áðrenn
alt samfelagið skal koma
inn í myndina. Fáa vit ikki
hin einstaka, og familjuna
til at taka initiativ og á-
byrgd, so verður í veruleik-
anum einki samfelag, tí
hvussu skal samfelagið -
sum er einstaklingarnir,
familjurnar, øll tilsaman -
tá kunna virka?
Um tað almenna skal
hava alla ábyrgd, gerst al-
mannaøkið ov stórt og
tungt at reka, og tað rákið
kenna vit.
Hitt almenna skal taka
hond um, har verk hins
einstaka ikki røkkur, har
ein tørvur er.
Ábyrgd eyðkennir føroy-
ingar, so latið okkum halda
fast við hana!
Hetta er grundleggjandi
Fólkaflokshugsjón.
Klæmint Olsen
valevni Sjálvstýrisfloksins í
Suðurstreymoy
Í hesum døgum eru liðin
115 ár, síðan Føroyingafe-
lag var sett á stovn; hetta
sum eitt úrslit av jólafund-
inum í 1888. Felagið fekk
stutta og turbulenta livitíð,
men avleiðingin var, at
tveir politiskir flokkar sóu
dagsins ljós í 1906: Sam-
bandsflokkurin og Sjálv-
stýrisflokkurin. Flest allir
seinnu flokkar í 20. øld eru
sprotnir úr Sjálvstýris-
flokkinum.
Mál Sjálvstýrisfloksins
var, at Føroyar skuldu
gerast sjálvbjargnar, og at
lívgast skuldi um føroyska
mentan og siðaarv. Ikki
bara við at varðveita, men
við at menna fyrst og
fremst skúlan, herundir
málið. Hetta var tó ikki alt,
føroyingar skuldu ríka sítt
andslív við tí besta úr út-
lendskari mentan.
Hugsið einferð um ta
menning, føroyska samfe-
lagið hevur verið fyri síðstu
150 árini. Frá einum mið-
aldarsamfelag eru vit í dag
eitt nýmótans samfelag, ið
tolir samanbering við lond-
ini um okkum. Ja, mong
eru helst tey, ið øvunda
okkum at liva í einum
landi, ið hevur so nógv at
bjóða, einum landi við so
høgari lívsgóðsku.
Enn hevur Sjálvstýris-
flokkurin sum mál at røkja
mentanararvin. Men Føroy-
ar eru í dag partur av al-
tjóðasamfelagnum. Kunn-
ingartøknin ger, at tað í
nógvum viðurskiftum er
minni munur á at búgva í
einum evropeiskum stórbýi
og í einari føroyskari bygd.
”Vitanarsamfelagið”
kallast tað. Vit eru longu
partur av tí, men vit mugu
áhaldandi
tryggja
eina
menning. Fyrimunirnir eru
nógvir, eitt nú kanst tú lesa
á hægri læristovni uttan-
lands frá stovu tíni heima
við hús.
Men har eru eisini stórar
avbjóðingar. Ein treyt er, at
myndugleikarnir tryggja, at
øll hava lætta og bíliga at-
gongd til samskiftiskervið.
Ein onnur, at okkara skúlar
eru nóg væl útgjørdir, og at
øll fáa dygga frálæru. Vit
mugu ikki, sum tað sæst
aðrastaðni, koma í ta støðu,
at vit fáa fyrsta floks borg-
arar og annan floks borg-
arar. Tey, sum duga at nýta
nýta nýggju tøknina, og tey,
sum ikki duga.
Tíverri sær ikki út til, at
tann politiski myndugleikin
er nóg virkin á hesum øki.
Serliga tilvildarlig tykist
útbyggingin av kervinum.
Menning er eisini at
ásanna sínar avmarkingar.
Vit hava ikki ráð til alt tað,
ið onnur størri lond hava.
Tí mugu vit hava gott
samstarv við veitarar og
skúlar uttanlands.
Sum fyri 100 árum síðan
vil
Sjálvstýrisflokkurin
framburð fyri Føroya fólk.
Sjálvstýrisflokkurin
vil
menna okkara samfelag,
vinnuliga og mentanarliga,
og - tá ið tíðin er búgvin -
lata Føroya fólk sjálvt gera
av, um tað ynskir fult
politiskt frælsi.
Veljarar um alt landið.
Latið tað gamla sjálvstýris-
træið liva. Set kross við
Sjálvstýrisflokkin, lista D,
á valdegnum tann 20. jan-
uar.
Ábyrgd er eitt lyklaorð
Menning og vitan
C
M
Y
K
41
40