Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-01-18, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

sunnudagur 18. januar 2004síða 22

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

42 Nr. 12 - 20 januar 2004 Nr. 12 - 20 januar 2004 43 VALGREINAR Jaspur Vang, valevni Sambands- floksins í Suðuroy Vit einum fallandi fólka- tali og einum í løtuni vaksandi arbeiðsloysi í Suðuroynni og øðrum út- jaðaraøkjum við, mugu vit ásanna, at álvarslig átøk eru neyðug fyri at venda gongdini. Vit, sum búleikast í hesum økjum kunnu og skulu so sanni- liga vera við til at venda gongdini - og tað ber til. Uttan mun til, hvussu politisku flokkarnir og vit valevni nú undan val- stríðnum royna at tekkj- ast veljarunum við reypi og brigsli um tað, sum fari er – og ikki kemur aftur – so eri eg av teirri sannføring, at vit valevni, tá til stykkis kemur, øll ynskja at tæna landi okk- ara, oyggj okkara og velj- arunum sum best. Ongin iva er um, at øll valevni í Suðuroynni høvdu tikið – og taka undir við, at undirstøðu- kervið í oynni verður dagført, t.v.s. at nýggjur Smyril og tilhoyrandi samferðsluhavn verða bygd, at djúphavn verður bygd, at bergholini mill- um Øravík og Hov og millum Øravík og Fámjin verða framd í verki og at vegasamband og berghol til Hvalbiar og Sandvíkar verða dagførd. Sjálvandi eigur eisini at verða farið undir fyrireikingar – og gerð av føstum Sandoy- ar- og Suðuroyar- sam- bandi. Tað skuldi ikki verið neyðugt at brigsl- ast, klandrast og keglast um tílíkar sjálvfylgjur. Talan er í veruleikanum um dagføringar, sum eru framdar alla aðrastaðni í landinum. Heldur ikki er nøkur ósemja um, at tað er neyðugt, at Suðuroy og onnur verulig újaðaraøki umvegis miðspjaðing fáa sín rættvísa lut í tí mið- savnaða almenna virk- seminum. Hettar soleið- is, at okkara útbúni ung- dómur kann koma aftur, har hann vil vera og har hann við røttum hoyrir til. Samanhald og sam- starv er – og hevur altíð verið – lyklaorð, tá talan er um eina og hvørja menning. Tí er tað nú – meira enn nakrantíð – neyðugt, at verulig stig verða tikin á hesari leið. Eisini mugu vit ásanna, at teir trupuleikar, sum útjaðaraøkini – og harvið føroyska samfelagið hava at dragast við, ikki verða loystir eftir einum degi og at tað ikki finnast nakrar lættar – og skjótar loysnir. Sum skjótast eiga lunnar tí at verða lagdir undir samstarv og harvið samanhald tvørtur um kommunumørk, tvørpol- itiskt og tvørfakliga. Sundurlyndi og persón- ligar politiskar profiler- ingar mugu hoyra fortíð- ini til. Vinnuvirkir, kommunurnar, ítróttin, mentan v.m. mugu sam- starva sínámill- um so- leiðis, at felags áhugamál verða samansjóða, undir- bygd og framførd av landspolitikarunum. Talan kann t.d. verða um at skipa økisráð ella økisáhugabólkar, sum vit kenna tað frá londunum uttan um okkum. Tann serkunnleiki, eitt nú granskingardeplarnir í Suðuroy og Norðoyggj- um hava, kundi uttan iva komi okkum til góðar. Landspolitiskt eigur at verða arbeitt fyri, at eitt nú neyv hagtøl og sam- felagsbúskaparligar lýs- ingar leypandi verða gjørdar. Høvdu vit hesi hagtøl og lýsingar, høvdu landspolitikararnir um alt landið verið noyddir at sað í eyguni, at før- oyska samfelagið er ein samanhangandi eind og at lands- politiskar og umsitingarligar avgerðir eiga at verða tiknar út frá hesum veruleika. Á henda hátt hevði eisini í størri mun verið møgu- ligt at mett um politisku - og umsitingarligu av- gerðirnar. Tað finnast ongar lætt- ar og skjótar loysnir. Tal- an er nevnilig um eina leypandi samfelags- gongd, sum vit eiga at verða før fyri at stýra bet- ur enn higartil. Lat okkum tí við sam- anhaldi og samstarvi standa saman um Suður- oynna. Hans Tausen Olsen, valevni Tjóðveldisfloksins í Eysturoy Tá ið eg frætti, at sitandi samgongan hóraði ikki undan, tí semja ikki fekst millum teir stóru flokkarn- ar í samgonguni tá runnu orðini hjá okkara mæta skaldi Hans Andreasi Djur- huus fram fyri meg: Saman at halda var ei okkum givið – tí er so lítið burturúr her blivið. Tá ið samgongan varð skip- að í 1998, hevði hon sum endamál at røkka tí fagra máli, sum hvør einasti sjálvstýrissinnaður før-oy- ingur ynskir at náa, nevn- liga at vit skuldu gerast eitt sjálvstøðugt land. Hetta skuldi eins og hjá Íslandi í 1918 henda í tættari sam- vinnu við donsku stjórnina. Men vit vóru nøkur, sum fryktaðu fyri, at mótpartur okkara – danska stjórnin – fór at mótarbeiða okkum, so vit ikki náddu málinum, ið vit høvdu sett okkum. Og so varð!. Hóast sam- gongan samstarvaði væl, og vit stóðu saman sum ein maður og talaðu við somu tungu, eydnaðist tað mótpartinum – donsku stjórnini – at spæla síni kort soleiðis, at okkum stóð tap í hendi. Tá ið eg dragi júst hetta fram, so er tað fyri at vísa á, at ta ferðina var samanhald innan samgonguna, men danska stjórnin var ikki til at flætta við. Tá ið seinasta samgonga varð skipað, vórðu fram- vegis sjálvstýrismálini sett ovast á breddan. Tíðin fór at vera við okkum, vóru tað mong ið hugsaðu. Nýggi danski forsætisráðharin, Anders Fogh Rasmussen, málbar seg eisini positivari yvir fyri føroyingum enn undanmaður hansara sosialdemokraturin Poul Nyrup Andersen nakrantíð hevði gjørt. Men skjótt vísti tað seg at vera berar lótir. Hann krevur eisini skatt upp í Danmark til at gjara út við í Føroyum fyri seta føroyingar upp ímóti hvørj- um øðrum. Hann roynir alt sum gerast kann fyri at útseta tann dag, ið vit fara at kunna taka ta avgerð, at vit skulu gerast eitt sjálv- støðugt ríki, so sum Føroya fólk samtykti á fólkaat- kvøðuni tann 14. september 1946. Hvørki javnaðarstjórnin ella borgaraliga stjórnin hava tí viljað givið Føroy- um ta hjálp til loysing, sum danska stjórnin gav Íslandi í 1918, og sum vit høvdu alla orsøk til at rokna við. Landsstýrið hevur tí verið forðað í at seta loysingina í verk, so sum tað lovaði okkum í 1998. Tann sum hevur verið á útróðri veit jú, at tað kemur fyri, at eitt mið, sum fyrr hevur givið gylt av fiski, onkran dag kann vera púra sørt. Men eingin skilamað- ur verður liggjandi og fílar á einum slíkum miði allan dagin og kemur heim og sigur: Nei, vit fingu einki, tí tað var fiskaloysi. Í staðin fer hann at sigla, ýtar av av nýggjum, finnur eitt annað mið og kemur kanska heim søkklaðin. Tað er hetta vit eiga at gera nú. Vit vita, at vit hava rætt til at ráða fyri øllum okkara viðurskiftum, og tað vald, danskir ráðharrar hava her, hava teir frá okkum, og ikki frá danska fólkinum. Tí er eingin orsøk til, at einstakir politikkarar eru so sjálvsøknir, at tey stóru málini kámast í eygsjón teirra, og teir eru nøgdir við »smámálini«, men gloyma um somu tíð, at í politikki er tað mangan so, at tað eru tey smáu málini, sum verða gjørd til tað stóra, og skapa eitt verri samanhald, so vit ikki náa teim stóru og høgu málunum. Tjóðveldisflokkurin hev- ur eisini hesaferð loysing- ina sum sítt høvuðsmál. Hann er tann flokkurin í Føroyum, ið hevur gingið á odda í sjálvstýrisstremban- ini, síðani hann varð stovn- settur. Og tað gleðiliga er eisini hent, at aðrir flokkar, ið ikki tóku sjálvstýrismál upp á tungu, nú so smátt duga at síggja, at hetta gerst alneyðugt fyri samfelagið. Tá ið eg havi latið meg stilla upp, so er tað fyrst og fremst fyri at virka fyri, at vit føroyingar ikki missa øll okkara rættindi á gólvið, tí skuldi tað hent, so beri eg ótta fyri, at vit um fá ár, uttan yvirhøvur at verða eftirspurd, enda í ES-statin- um sum ein danskur lands- lutur, har vit skulu spyrja pent í Brússel um vit kunnu sleppa á seiðaberg. Tað er hetta, sum atkvøður tykk- ara til onkrar aðrar flokkar enn Tjóðveldisflokkin kunnu verða nýttar til. Tá kunnu vit sanniliga siga farvæl til einar frælsar og fríar Føroyar. Skuldi tað fallið í mín lut at verið valdur at umboða Tjóðveldisflokkin á tingi, so hevði eg lagt alla mína orku í at fingið samtarv um at fingið demokrati hjá okkum, so vit kunnu loysa nær tað skal vera, og verið á varðhaldi, at »smámál« ikki aftur fara at steðga øllum framstigum á loys- ingarleið. Eg fari inniliga at heita á tykkum veljarar um at stuðla Tjóðveldisflokkin til hetta valið, um somu tíð sum eg fari at heita á allar føroyingar um at fylgja ráð- um Hans Andreasar har hann sigur: Stóðu vit saman, Føroya synir sterku, Kundu vit útint mangt eitt roysnisverkið, Kundu vit frama ført til Føroya landið. Saman tí standið ! Gott val, øll somul. Gunnar K Nattestad, valevni Sambandsfloksins í Vágum Eg nígi tí niður í bøn til tín, Guð Hin heilagi friður mær falli í lut Lat sál mína tváa sær í tíni dýrd! So torir hon vága, - av Guði væl skírd - At bera tað merki, sum eyðkennir verkið, ið varðveitir Føroyar, mítt land! Nógv bendir á at túsund ára skeiðið við kristnari trúgv, siðum og virðum í Føroy- um er um at vera av. Hóast nógv er hent hetta skeið, ið ikki kann sigast at vera í samsvar við tann kristna boðskapin, so hava ein- staklingar og samfelag sum heild havt eina felags grundleggjandi fatan av hvat var rætt og skeift. Í dag standa vit hugsjón- arliga við eitt sera tíðandi vegamót. Valið stendur ímillum at halda á, á sama grundarlagi, har horna- steinurin er Jesus og han- sara óbroytandi kærleiki og boð; ella humanisman, har grundarlagi er menniskja- ligar hugsanir tengdar at staði, tíð og umstøðum, ið flóta í tíðarinnar meldri. Eitt val millum ein óbroyti- ligan standard við føstum virði ella ein standard við flótandi virði har munur millum rætt og skeift kann broytast frá tíð til aðra. Omanfyri hava vit sein- asta ørindi av tjóðsangin- um. Tað lýsir ein hugburð, ið tjóðskapar maðurin Sím- un av Skarði og fólk flest høvdu fyri knapt 100 árum síðani. At tað er Guð, ið gevur okkum lív og evni til at bera »Merkið«, so at okkara land verður varð- veitt. Hóast fólk og flokkar siga seg byggja á »kristna mentanargrundarlagið«, so hoyrast fleir og fleiri m.a. úr politiskum flokkum, ið ganga beint tvørt av tí, ið kristna læran sigur. Um hendan gongdin heldur fram, verður kristna heitið veruliga eitt innantómt hylki, ið eins væl kundi verið útskift við orðini »humanistiska mentanar- grundarlagið«. Tá vit eru komin har til, kunna vit siga farvæl við tær Føroyar, ið yrkjarin og fólki tá stóðu sum fyri- myndir fyri og byrjanina og endin av tjóðsanginum kann eins væl takast vekk. Vónandi gongur tað ikki so galið - men so skal okk- ara hugburður av álvara broytast. Virðini vit hava verið felags um, eru við at broyt- ast. Vit kenn boðini »Tú mást ikki hava aðrar guðar, stjala, dríva horð, girnast« o.s.v. Hesi eru ikki hugsaði upp av menniskjum hóast vit mangan halda so - tey eru givin av Guði! Vit dyrka aðrar guðar sum aldri fyrr, stjala via svart arbeið- ið og ALS, hava sex uttan ábyrgd, og hyggja eftir porno uttan at blúgvast. Men modernaða rákið hevur rakt okkum – kemur úr øðrum londum fyri gott hundrað árum síðani. (Gott og ringt úr Danmark, tjóð- skaparrørslan/háskúla hug- sjónin – moralskur leys- levnaður (moralsk liberal- isma) Vit bróta við Guðs orð og halda okkara moralur er festur í grundfestur í okk- um sjálvum. Mannarættur, lív, ikki stjala, lúgva, dríva horð o.s.v. Standi saman, Føroya synir sterku! Farvæl Føroyar! Standið saman um Suðuroynna VALGREINAR Mentanarpolitikkur í góðum samfelag Katrin Dahl Jakobsen løgtingskvinna Valevni í Suðurstreymoyar valdømi Javnaðarflokkurin hevur sett sær sum aðalmál, at vit í Føroyum skulu hava tað góða samfelagið. Hetta merkir í stuttum, at menniskjað og vælferð aftur skulu í miðdepilin fyri føroyskum politikki. Tað góða samfelagið fevnir eisini um ein visioneran og konstruk- tivan mentanarpolitikk. Okkara mentanarpoli- tikkur fevnir um allar síður av føroyskari ment- an og hesin politikkur er fyri øll og fyri landið alt. Hann skal tryggja Føroya fólki dygdargóð ment- anarlig tilboð uttan mun til, hvar í landinum tey búgva. Mentan er so mangt. Hetta hugtak fevnir um list og skapandi virksemi eitt nú leiklist, tónlist, bókmentir og myndlist. Hetta hugtak fevnir um okkara mentanararv so sum fornminni og skjøl, málið, kvæðini og dans- in. Men ikki at for- gloyma: hugtakið mentan fevnir eisini um tað ríka virksemið, sum fer fram í feløgum, sjálvbodnum vælgerandi arbeiði og í samkomum fyri ikki at tala um ungdómsarbeiði. Og síðst men ikki minst so fevnir hugtakið ment- an eisini um ítróttin. Endamálið við javn- aðarflokksins mentanar- politikki er, at tað skal gerast møguligt hjá yrkislistafólkum at liva av teirra listarliga virk- semi. Hetta gerst við munandi at menna Ment- anargrunn Landsins, so at hann kann tryggja yrkislistafólkum tryggar karmar og góðar arbeiðs- umstøður. Vit fara tí alt fyri eitt at endurskoða lóggávuna um Mentanar- grunnin, so hann kann gerast lokomotivið í mentanarpolitikkinum. Lat meg eisini her gera vart við, at Javnaðar- flokkurin stendur við sín politiska stuðul til Tjóð- pall Føroya og vil tryggja, at nýggja lóg- gávan verður sett í verk Í hesum høpi eiga vit ikki at gloyma áhuga- listina, sum hevur stóran týdning fyri menning og trivnað. Tað er tí umráð- and, at eisini áhugalistini verður tryggjað góðar og mennandi umstøður. Í hesum sambandi verður lóggávan um frítíðarund- irvísing endurskoðað, so hon framyvir í nógv størri mun verður amboð í mentanarpolitikkinum. Innan karmarnar av eini slíkari lógarbroyting kunnu vit stuðla t.d. kvøðing og dansi og tryggja at børn og ung betur koma at kenna hendan týðandi partin av okkara felagsmentanar- arvi. Hvat ítróttinum við- víkur, so er viðurkennir Javnaðarflokkurin tann ómtaliga stóra týdning ítróttin hevur fyri men- talu eins væl og likam- ligu fólkaheilsuna. Hartil kemur tann stóri týdn- ingur ítróttin hevur fyri okkum sum tjóð. Vit fara tí saman við ítróttarfe- lagsskapunum at orða ein nýggjan føroyskan ítróttapolitikk, sum skal hava til endamáls at menna og stimbra alla ítrótt, tað verði seg elitu- ítrótt so væl sum fólka- ítrótt. Ein týðand partur av mentanarpolitikkinum snýr seg um framtíðar kringvarp í Føroyum. Her er stórur tørvur á nýggjari kringvarpslóg- gávu, sum eigur at verða dagførd samsvarandi teimum stóru broyting- unum á miðaløkinum. Samantikið fer javn- aðarflokkurin at reka ein mentanarpolitikk fyri alt fólkið – ein mentanar- politikk, sum verður orðaður við støði í einum heildarsjónarmiði. Heini O. Heinesen løgtingsmaður og valevni Tjóðveldisfloksins í Norðoyggjum Eitt av valevnum fólka- flokksins Óli Nolsøe, sigur í Norðlýsinum at tað var ikki tjóðveldisflokkurin sum setti friðingarnar av økjum í verk ei heldur skipanina við fiskidøgum. Tað var einaferð ein kendur polittikkar sum segði, "sig ein lygn nógv ofta, so verður hon trú sum sannheit." Verðuleikin er tann, at tað var Heini O. Heinesen, sum legði uppskotini fram um økisfriðingarnar. Løg- tingsmál nr. 149/93 "fýra trolfrí økir á landleiðini" lagt fram á løgtingi 23. mars 1993. Samtykt 10. maj 1993 við 20 atk. og sett í gildi sum kunngerð 6. jan. 1994. 25. Mars 1996 legði Heini O. Heinesen vegna tjóðveldisflokkin lógarupp- skot fram, um at seta kunn- gerðina inn í sjálva lógina, sum §. 9. a. løgtingsmál nr. 108/95 . Men tað vóru bert tveir nevndarlimir í fiskivinnu- nevndini, sum tóku undir við uppskotinum. Tað vóru Álvur Zackaria- sen og Lassi Klein. Men hóast hetta, var uppskotið samtykt við 23 atkøðum fyri. Men tað gekk ikki eitt ár til landstýrismaðurin í fiskivinnumálum John Petersen kom í tingi við lógaruppskotið um at strikað hesa skipan § 9. a. úr lógini. Tað var samgongan hjá sambandsflokkinum og fólkaflokkinum, sum stóð aftanfyri hetta uppskotið. Nú standa valevnini hjá somu flokkum. og rósa sær av tí sum teir sjávir vildi strikað úr lógini. Hetta var so seint sum í 1997. Men síðanni 1998 hevur Tjóðveldisflokkurin sitið í samgongu og vart hesa skipan. Men eg vanti at hesir somu flokkar fara at opna hesi økir fyri trolinum so skótt teir fáa møguleikan. Hvussi kunnu hesu stóru fólkaflokstrolarnir, sum eru í bólki 4, og hoyra heima í bólki 2, liva av at trola í geiranum, millum trolbát- arnar. Eitt annað valevni hjá fólkflokkinum sigur at hann er glaður fyri at stilla upp fyri fólaflokkin, og reypar um fiskidagaskipan- ina. Tað var eitt samt løgting sum samtykti hesa skipan. Men hetta var ikki annað enn at skifta frá kvotum til fiskidagar. Lógin er tann sama, sum vit samtykti á vári 1994. Tá vóru sambands- flokkurin og fólkaflokkurin hart ímóti. Sum orðatakið sigur, "ofta etur hundur, tað hann sjálvur havnar" Hans Pauli Strøm valevni Javnaðarfloksins í Norðstreymi Í síni valpropagandu roynir Heðin Zachariassen fyri Fólkaflokkin at billa veljarunum í Norðstreymi inn, at av hansara ávum er man nú komin so langt áleiðis við tunnlinum til Tjørnuvíkar, at man næstan skuldi trúð at fyrsta dagin var spaserandi gjøgnum holið. Hetta er sjálvsagt luftkastellir. Tann nakni veruleikin er, at í fíggjarlógaruppskotin- um fyri 2004 vóru 0 kr avsettar til Tjørnuvíkar og 0 kr ætlaðar fyri 2005. Og í langtíðar íløguætlanini hjá fráfarnu samgongu 10 ár fram var Tjørnuvíkartunnil- in als ikki raðfestur ella tik- in upp á tungu. Ábyrgdina í landsstýrinum av hesum átti partamaðurin hjá Heð- ini, Bjarni Djurholm úr Fólkaflokkinum. Tí er rættari at siga, at sleppur Fólkaflokkurin fram at aftur at umsita samferðslumál, verður ong- in tunnil til Tjørnuvíkar. Hinvegin hevur Javnað- arflokkurin greiðar raðfest- ingar í okkara samferðslu- ætlanum viðvíkjandi tunn- ilsgerð. Og hon er henda: So skjótt Hov-Øravík tunn- ilin er liðugur, verður farið undir at gera tveir átrokandi tunnlar av lívsneyðugum týdningi fyri trygdina og sambandið yvirhøvur til bygdirnar. Tað eru tunnl- arnir til Dals og til Tjørnu- víkar. Eftir hesar koma so allar aðrar ætlanir eftir teirri fíggjarorku, sum verður - m.a. neyðug nýgerð av teim gomlu tunnlunum í Norð- oyggjum og Suðuroy, og nýggjar ætlanir sum m.a. tunnil millum Vestmanna og Leynar. Samstundis við hesari áhaldandi tunnilsgerðina, sum Landsverkfrøðingurin skal standa fyri, verður hildið fram við teim stóru verkætlanunum, sum Norð- oyatunnilin og síðani ætl- anin um undirsjóarsam- bandið suðureftir, í fyrsta lagi til Sandoyar. Men alt verður sjálvsagt fullkomi- liga treytað av teirri fíggjar- orku, sum verður í landin- um. Fólkaflokkurin hevur als ongar ætlanir um nakran tunnil til Tjørnuvíkar. Tá er líka mikið hvat Heðin droymir um. Javnaðar- flokkurin hevur hinvegin fasta ætlan fyri hesum sambandi. Stuðlið tí Javn- aðarflokkin á valdegnum tann 20. januar. Tjørnu- víkartunnil - tað er nakað fyri C. Jákup á Fløtti Jacobsen valevni Javnaðarflokksins i Norðoyggjum Hvat kann gerast fyri at lætta um hjá hvørjum einstøkum húsarhaldi. Til dømis at ikki eykagjald verður lagt á gjøld, ið eru áløgd borgarunum at gjalda, um so er at ikki kann gjaldast til tíðina av einar ella aðrari orsøk. Til dømis Sjúkrakassi, út- varps- og sjónvarpsgjald, ávísar tryggingar, veg- skattur o.a. Av tí at akfar er í næstan hvørjum húsi í dag - já fleiri akfør í summum hús- um, so er til dømis veg- skattur nakað, í viðførir nógv eykagjald fyri fleiri eigarar av akførum, tí goldið verður ov seint v.m. Eitt hugskot hevði verið at lagt vegskattin á brenni- evni, tí so varð vegskatturin goldin tá koyrt verður. Eisini hevði tað verið rættvísari enn í dag, tí so vildi tann íð koyrir nógv goldi meira enn tann íð koyrir minni. Og fyri vinnurekandi kundi tað gjørt tað sama, tí teir kunnu trekkja útreiðslur frá í sín- um roknskapi. Eisini vildi tað veri ein munandi stuðul til útoyggj- ar, har koyring við akførum er ógvuliga avmarkað í mun til koyring aðrastaðni. Eisini er tann mesta koyr- ingin á útoyggj tengd at vinnu á einn ella annan hátt. Eisini hevði hettar gjørt, at fleiri arbeiðstímar á fleiri arbeiðsplássum kundu ver- ið brúktir til annað átroðk- andi arbeiði, og í fleiri førum stytt um avgreiðslu- tíð á fleiri økjum. Óivað eru fleiri økir, íð kundu verið avgreidd á líknandi hátt og sostatt minnkað um útreiðslur, høvuðbríggj og órudd av pappíri í hvørjum einstøk- um húsarhaldi. Ofta etur hundur, tað hann sjálvur havnar Tjørnuvíkartunnilin 0,0 kr frá Fólkaflokkinum og als ikki raðfestur í nakrari íløguætlan Lætta um hjá húsarhaldinum C M Y K 43 42