Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-01-18, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

sunnudagur 18. januar 2004síða 23

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

44 Nr. 12 - 20 januar 2004 Nr. 12 - 20 januar 2004 45 VALGREINAR Gerið orð til verk Anna Djurhuus valevni Fólkafloksins í Suðuroy Vit hava, nú síðan valið bleiv útskrivað, sæð og hoyrt flokkar og valevnir, og ongantíð so nógv sum hesar síðstu dagarnar siga, hvat tey standa og arbeiða fyri, og øll vilja yvirbjóða hvønn annan við gyltu lyftum, so sum: Vit skulu hava eitt gott vinnulív, góðar umstøður fyri fiskimenn, gott sam- felags- og vegakervi, góðar umstøður fyri eldri, menningar- og rørslutarna, hjálp til tey sjúku og veiku, hjálp til børn, ung, tey lesandi, barnafamiljur, arbeiði til allar hendur. Jú, listin er langur, og alt gott um tað. Tey, sum bjóða seg fram, eru suðuroyingar bæði norðan og sunnan- fjørðs, umboðandi allar flokkar og úr næstan øllum bygdum úr Suður- oynni, við orðunum: Veljið mín flokk, veljið meg! Niðurstøðan av hesum er tann, at øll vilja Suð- uroynni væl. Vit lova at arbeiða fyri Oynna og fólkið her býr. Av teimum 36 valevn- unum, sum eru upp- stillað skulu fýra, hægst fimm, umboða Suður- oynna tey næstu fýra árini. Samstarv og samanhald Tá er so at gera orð til verk. Men hvussu skal so hetta førast út í lívið so at Suðuroyggin kann fáa sum mest og best burturúr. Jú svarið er einfalt: Samstarv og samanhald. Tey sum blíva vald skulu í felag arbeiða Suðuroynni at frama. Eg haldi ikki , at hetta hevur verið tað, sum hevur eyðkent undan- farnu tingmenn í Suður- oy. Nei, latið nú brigsl og kegl liggja. Brótið upp um armar og farið til verka, tí eitt er púra vist, at Suðuroyggin eigur nógv gott fólk sum ikki smæða seg burtur, tá ið á stendur, men roynir við áræði at ganga nýggjar leiðir. Nýggjar leiðir Eitt dømi um hetta sóu vit leygardagin 10. jan- uar í Vági, tá trý fólk, ið hava sett Suðuroyar skeiðsdepul á stovn, við einari kvinnu á odda, høvdu bjóðað til ein evnisdag í Gamla pakk- húsinum undir heitinum "Kvinnur sum íbirtarar". Ikki færri enn 110 kvinn- ur møttu, og sóu og hoyrdu vit hvussu ein kundi fara til verka, Oynni at frama. Tøkk skulu tit hava, sum løgdu lunnar undir hetta tiltak. Hetta eigur avgjørt at fá alla vælvild og kundi møguligt verða stuðla av einum komandi Suðuroyargrunni Skeiðsdepulin í Suður- oy! Eg ynski tykkum góðan byr! Musikskúlin Eitt av mínum áhuga- málum er musikkskúlin. Hendan mentanin má avgørt mennast her í Oynni. Vit kunnu gleðast um, at vit hava sæð eina framgongd og nýskapan hetta síðsta árið. Her hugsi eg um tónleikin við veðrahornum. Tónleika- lívið má avgjørt stuðlast og eisini eigur at farast, inn í fólkaskúlan við hesari lærugrein. Vísind- in sigur, at børn mennast og læra nógv skjótari, um tey hava við tónleik at gera. Hetta kundi tí eisini verið ein liður í ser- undirvísingini. Fólkaflokkurin bjóðar seg fram Fólkaflokkurin í Suðuroy hevur ikki havt umboð á tingi síðan 1966, men hóast hetta hevur fólka- flokkurin, meðan hann hevur verið í samgongu, lagt stórar íløgur í Suðuroy. Fólkaflokkurin hevur aftur bjóðað seg fram við orðunum: Álit, áræði og ábyrd. Um tit vísa fólkaflokkinum álit og seta kross við lista A, so vit aftur kunnu fáa umboð á tingi, kemur hetta at merkja enn meiri framgongd í Suðuroy. Ein sum við áræði og ábyrgd fer at arbeiða Suðuroy at frama. Carl August Arge valevni Sjálvstýrisfloksins í Suðurstreymi Í míni fyrru grein undir hesum heiti, skrivaði eg m.a. um hví eg metti at politikkurin viðvíkjandi misbrúksviðgerð eigur at eftirmetast og eg hevði nøkur uppskot um batar á økinum. Onkur hevur trú at eg við hesum legði eftir verandi privatu viðgerðar- heimum. Tað er als ikki so og eg skal tí greina mína hugsan nærri. Viðgerðarheimini komu miðskeiðis í áttatiárunum. Tey komu við initiativi frá fólkum sum sóu stóra rús- evnatrupuleikan. Við teirra áræði, og stuðuli frá tí al- menna, fingu vit viðgerðar- heimini. Hetta var eitt ógvuliga stórt framstig, og mong eru tey sum hava fingið eitt ómetaliga nógv betri lív orsaka av hesum. Føroyar er eitt av teimum londum í heiminum, har lættast er at fáa viðgerð fyri ein misbrúkstrupuleika. Starvsfólkini á heimunum gera eitt stórt og gott arbeiði. Eingin grund er at siga nakað annað enn tað. Nú hava vit havt hesa skipan í uml. 20 ár og tað er, sum við øllum øðrum, at av og á eiga vit at steðga á og hyggja eftir, um nakað kanna gerast betur. Tað er sjálvandi politikkurin á økinum sum eigur at dag- førast. Eg havi arbeitt í 14 ár á økinum, bæði her heima og uttanlanda; eg kenni sera nógv fólk sum hava, ella hava havt, brúk fyri mis- brúksviðgerð. Eg kenni sera nógv avvarandi. Og eg fylgi væl við tí sum hendir á økinum í øðrum londum. Tað er við hesi bakgrund at eg skjóti upp fylgjandi: • Viðgerðarpolitikkurin eigur at eftirmetast, her- undir viðgerðarúrslitini. Tað er ein sjálvfylgja at allar verkætlanir reglu- liga skulu eftirmetast. Tástani fæst greiða á um samfelagið fær tað opti- mala fyri játtaða skatta- peningin - tástani fæst vitan um, um mábólkurin fær nøktandi hjálp. Eftir- metinginin sigur okkum um vit eru á rættari kós - ella um kósin eigur at broytast nakað. Úrslitð av eftirmetingini verður samanborið við líknandi eftirmetingar í útlondum og vit síggja tá hvar vit flóta. Hetta er einki ser- merkt fyri misbrúks- politik - hetta er galdandi við øllum verkætlanum. • Við úrslitunum av einari eftirmeting í hondini, eiga greið mál fyri poli- tikkin at orðast. Nøkur mál, sum eg ikki eri í iva um, tá høvdu verið sett, eru: avvarandi til mis- brúkarar eiga at fáa munandi meira hjálp. Tað er ikki nokk bert at hjálpa alkoholikaranum - øll familjan má hava hjálp. Alkoholisma er hervilig at bróta út aftur hjá stór- um parti av klientunum - tað eru mentir góðir viðgerðarhættir til tey sum blíva við at detta útíaftur - tílíkt tilboð eiga vit at hava eisini. Nógv týður á, at vit eiga at hava sertilboð til ung við rúsevnatrupuleikum; líkaleiðis eiga kvinnur at fáa nakað meira av hjálp, tí teirra trupuleiki er tyngri og ørðvísi enn hjá monnum. Tey sum hava dupulta diagnosu, t.v.s. bæði ein misbrúks- og ein sálarligan trupuleika hava avgjørt tørv á ser- viðgerð o.s.fr.v. • Fyri at fáa meira kapping á økinum - og harvið betri úrslit - áttu vit at latið viðgerðarpeningin fylgt við klientinum og samstundis latið upp fyri, at aðrir viðgerðarar fingu lut í játtanini. Tað eru aðrir viðgerðarar í løtuni, men hesir fáa í dag ongan lut í játtanini. Skipanin í dag er kappingaravlag- andi og ikki rættvís. • Skjót hjálp er besta hjálpin. Tí eiga tey, sum koma í samband við mis- brúkaran, tá trupulleik- arnir enn eru smáir, at fáa ment teirra førleika at kenna aftur tey fyrstu tekini uppá misbrúk. Nógv tey flestu av kundu tá fingið ambulanta við- gerð, sum er nógv bílig- ari enn stovnsviðgerð. Her hugsi eg uppá kommunulæknar, heilsu- systrar, sjúkrarøktarfrøð- ingar og skaðastovur. Og eisini uppá løgreglufólk, skúlafólk v.m. • Vit hava 18 ára aldurs- mark fyri rúsdrekkakeyp. Men ung undir 18 drekka nógv - og stórt sæð øll blunda fyri hesum. Tað skal vera eitt krav at vísa samleikaprógv tá rús- drekka verður keypt. Vit skulu taka tað í álvara tá ung undir 18 ár rúsa seg. • Reglugerðirnar fyri skoynkingarstøðini skulu yvirhaldast. Tað er for- boði teimum at skeinkja til rúsaði fólk, men reglan verður illa hildin nógvastaðni. Far inn á eitt vertshús eitt fríggja- kvøld - ella hví ikki sunnudag seinrapart - og hygg, um tú ikki trýrt mær. Dýrandi full fólk hava ongan trupuleika at fáa meira rúsdrekka. Vertshúsini eiga at fáa stóra bót og at enda missa skeinkiloyvi um tey ikki halda reglurnar. • Dansitíðirnar fyri børn og ung eru púra høpis- leysar - og eru harafturat brot á galdandi halgi- dagslóg. Har má broyting koma í. • 18 ára aldurmark fyri tubbakssølu. Líkaleiðis við kravdum samleika- prógvi og við álvarslig- um fylgjum um lógin verður brotin. Tubbakk er sera skaðiligt og sera fá byrja at roykja aftan á 18 ár. Royking er harafturat ein vælkend byrjan til annað misbrúk. • Fyribyrgingarráðið eigur eisini at fáa greið mál at arbeiða eftir. Og fígging til at røkka uppsettu mál- unum. Tað sjálvbodna fyribyrgingararbeiði sum verður framt eigur at stuðlast betur. Alt hetta kostar sjálvandi nakað, men tað er ein sannroynd, at neyvan nakað loysir seg so væl sum at rehabilitera ein misbrúkara. Fær misbrúkarin røttu hjálpina tíðliga, verður hann skjótt ein góður skatta- og samfelagsborg- ari. Misbrúk er ein av okkara heilt stóru fólkaheilsu- trupulleikum. Vit mugu gera alt vit eru ment fyri at loysa trupuleikan. Vit hava ikki ráð at hava "heilagar kýr" í politikkinum. Viður- skifti sum ikki er loyvt at nema við. Líka lítið í mis- brúkspolitikkinum sum á nøkrum øðrum øki. Eg vil arbeiða fyri at mis- brúkspolitikkurin verður eftirmettur og dagførdur. Til gagns fyri okkum øll. Veljið Sjálvstýrisflokkin - lista D! Jákup á Fløtti Jacobsen valevni Javnaðarflokksins i Norðoyggjum Vinnan má hava so góðar umstøður sum møguligt bæðið á sjógvi og landi. Nakrar vinnur eru betur fyri enn aðrar. Til dømis eru rækjuvinnan og alivinn- an illa fyri. Flest allir føringar eru fyri at stuðla bæði rækju- og alivinnuni. Hvussu tað skal gerðast eru mangar meiningar. Um rækjuvinnan ferðfyri bakka, er vandi fyri at vit missa vunnin rættindi. Sjálvur eri eg fyri at stuðla, um tað metist at verða skilagott og talan er um stuðul, sum ikki er varðandi. Tí skulu allar meiningar viðgerðast, so- leiðis at bestu loysnir verað settar í verk til frama fyri alt samfelagið. Fyribyrgingar- og misbrúkspolitikkur 2 Góðar umstøður til vinnuna VALGREINAR Gransking og hægri útbúgving Katrin Dahl Jakobsen, løgtingskvinna Valevni, Suður- streymoyar valdømi Tað gerst alt meira greitt, at gransking er eitt sam- felagsøki, sum støðugt veksur í týdningi. Fyri mær er heldur eingin ivi í, at hetta er so, og eg vil fegin gera vart við, at fyri mær hevur øll gransking eins stóran týdning, um vit meta granskingina út frá einum samfelags- sjónarhorni. Fyri menningina av vinnulívinum hevur vinnurættað gransking sjálvsagt avgerandi týdn- ing. Øll vinnumenning hevur eitthvørt slag av vinnurættaðari gransking sum fortreyt. Tað er tí eygsýnt, at eitt samfelag sum okkara má hava ein granskingarpolitikk, sum er rættaður móti øllum pørtum av vinnulívinum. Tó verður her neyðugt at raðfesta. Í hesum sam- bandi kann verða mint á raðfestingarnar hjá Granskingarráðnum, har dentur verður lagdur á eitt nú gransking innan heilsugóða matvøru- framleiðleiðslu. Hvat er meira upplagt hjá eini matvøruframleiðandi tjóð? Hinvegin kann tað undra at gengransking við sínum stóru møgu- leikum ikki er raðfest. Her hava allir avvarandi myndugleikar sovið í tímanum, og her má vend koma í. Men sum longu nevnt eigur granskingin at met- ast út frá einum heildar- sjónarmiðið. Tað hevur týdning at granska fyri at menna búskap og vinnu- lív. Men ikki minni týdn- ing hevur tann human- istiska granskingin og somuleiðis tann sam- felagsfrøðiliga gransk- ingin. Ein fáment tjóð má fjálga um sína mentan og sín mentanararv. Til hetta hoyrir gransking í søgu, máli og bókmentum, samfelagsins menning og fjølbroyttu samanseting. Gransking og hægri út- búgvingar hanga saman. Fortreyt fyri at veita hægri frálæru er, at tey sum undirvísa, eisini granska. Tað tykist ikki, sum tað higartil hevur eydnast at fáa hesi øki at hanga saman. Játtanin til Granskingarráðið er heilt einfalt ov alt lítil og sama er at siga um tann læru- stovn, sum hava gransk- ingarskyldu, nevniliga Fróðskaparsetur Føroya. Afturat hesum kemur, at síðan sjúkrarøktarfrøðin gjørdist BS-útbúgving skulu lærarnir eisini granska, og sama gongd er á lærara- og pedagog- økinum. Hetta merkir, at hesum stovnum mugu og skulu tryggjast nógv betur umstøður, enn teir hava í dag. Allir tríggir stovnar hava hvør á sínum øki eins stóran samfelags- ligan týdning. Setrið fyri at náttúrvísindi og humaniora skulu blóma og Sjúkrarøktarfrøði- skúlin fyri framtíðar sjúkrarøkt, ið gerst alt meira krevjandi. Ein góður og vælvirkandi Læraraskúli er megin- fortreytin fyri einum góðum fólkaskúla og ein góður fólkaskúli er for- treytin fyri tí góða sam- felagnum, sum javnaðar- flokkurin stríðist fyri. Her er á øllum trimum stovnum stórur tørvur á útbygging og menning. Javnaðarflokkurin fer í einum komandi lands- stýri at raðfesta gransk- ingina høgt eins og fer flokkurin somuleiðis at bøta um usmtøðurnar hjá hesum trimum læru- stovnum og at tryggja teimum neyðugar teir menningarmøguleikar, sum stórur tørvur er á. Men sum skilst, so eru hesir menningarmøgu- leikar tengdir at Gransk- ingargrunninum og tí eigur hann at gerast førur fyri at fíggja fleiri verk- ætlanir og í hesum høpi eisni fleiri Ph.D. verk- ætlanir til tess at tryggja, at gongd kemur á før- oyska granskaraútbúgv- ing og harvið tryggja tilgongdina av ungum og dugnaligum granskarum. Hans Pauli Strøm valevni Javnaðarfloksins í Norðstreymi Í Sosialinum leygardagin mælir Finnbogi Ísakson til eina samgongu millum A, C og E eftir valið. Trúgvi tó at hetta er meir ein ynskidreymur hjá Ísakson, enn hvat er sannlíkt. A og E hava sitið í samgongu í 6 ár, hon er dumpað og horv- in. Og tað var ongin annar enn júst hesir báðir flokk- arnir, sum skaptu alt hundalívið, óskilið og ruðuleikan, sum hevur valdað í landsins leiðslu seinastu árini. Ikki fer Javnaðarflokkurin at lata seg keypa fyri at fara í eina samgongu, sum aftur loyvir Fólkaflokkinum og Tjóð- veldinum fram at til land- sins leiðslu, har tey bæði dugnaleysu klandursvættini skulu verða ryggurin í samgonguni. Tað verður onki annað enn morð og brandur einaferð enn. Javnaðarflokkurin hevur í valstríðnum fleiri ferðir sagt, at vit helst vilja hava eina breiða samgongu, sum kann tryggja tann neyðuga politiska stabili- tetin, og hava tann stóra breiða meirilutan aftan fyri seg, sum krevst fyri at fremja øll tey stóru tungu málini, sum liggja fyri framman. Hesi krøv kann klandursparalagið A+E ikki liva upp til. Hetta parið má skiljast sundur, og annar teirra kundi so verið triðji parturin í eini sterkari, breiðari samgongu, har nú- verandi andstøðuflokkar- nir, Sambandið og Javn- aðarflokkurin verða rygg- urin og trygdin fyri, at veruligt skifti fer fram í landsins leiðslu, at ruddað verður upp í óskilinum eftir fullveldisflokkarnar og lagdur ein nýggjur poli- tikkur fyri at fáa skil á fíggjarviðurskiftini, vinnu- politikkin, umhvørvispoli- tikkin og sosialpolitikkin. Tann samgongan kundi verið B+C+E, um Tjóð- veldið og Sambandið tora. Ella B+C+A, um Fólka- flokkurin torir. Men greitt er undir øllum umstøðum, at lykilin til eina breiða samgongu eftir valið er Javnaðarflokkurin. Stuðla Javnaðarflokkinum til hetta á valinum. So 20. januar verður nakað fyri C! John Johannessen valevni Javnaðarfloksins í Suðurstreymi Hjá vanligum fólki, er tað nærum vorðið ómøguligt at fáa tak yvir høvdið í mið- staðarøkinum. Samgongunar, ið hava siti seinastu 6 árini hava onki gjørt, fyri at tálma prísvøkstrinum á íbúðar- marknaðinum.Vanlig set- hús í miðstaðarøkinum kosta í dag um 1.5 mió. og ungar familjur og vanligir løntakarar orka ikki at taka á seg so stór lán. Leiguprísirnir eru trýstir uppeftir, og fólk í mið- staðarøkinum mugu í dag gjalda millum 5 og 8 tús- und krónur um mánaðin í húsaleigu. Tey sum eru ringast fyri, hava ongan valmøguleika, men noyast at búleikast í dýrum og ofta vánaligum leiguíbúðum. Eldri fólk, sum vilja hava okkurt minni at fara í, t.d eina íbúð, hava ongan møguleika til tess. Samgongunar hava ikki havt nakran politik, tá tað snýr seg um íbúðir til les- andi ella fólk við breki. Men hetta vil Javnaðar- flokkurin broyta Javnaðarflokkurin hevur sett sær fyri at seta í verk ein nýggjan íbúðarpolitikk, sum samsvarar nútíðini og loysir íbúðartrupuleikarnar, serliga her í Suðurstreymi. Tað at hava tak yvir høvdi er ein mannrættur og hetta tekur Javnaðarflokkurin í størsta álvara. • Tað skal bera til at leiga fyri sámuligan prís. • Tað skal bera til at keypa sítt egna fyri sámuligan prís. • Tað skal verða møguligt hjá teimum gomlu at flyta í smærri íbúðir. • Fleiri búpláss til fólk við breki. • Lestrarbústaðir skulu gerast. • Útboði av íbúðareindum verður økt. Soleiðis gera vit Vit broyta lóggávuna, so íbúðarfeløg fáa somu rentustuðuls- og MVG sømdir sum tey, ið byggja privat sethús. Javnaðarflokkurin vil harumframt frá almennari síðu, t.d. gjøgnum Húsa- lánsgrunnin, skipa so fyri, at eigara- og leiguíbúðir av hóskandi stødd, t.d. 80 og 100 fermetrar, verða bygd- ar. Vit skulu gera eina tíðar- hóskandi leigulóg, sum fevnir um alt landið. Anfinn Olsen valevni Tjóðveldisfloksins í Eysturoy Nú nærkast dagurin tá íð vit føroyingar aftur skulla til valborðið at seta krossin. Hjá nógvum er tað langtsíðani avgjørt hvar krossurin skal setast. Nøkur ivast, og ein partur veit ikki. Líka mikið hvussu tit lurta eftur teimum ymisku flokkunum, og harvið royna at finna tann mest erliga flokkin, og tann sum dugur best at føra seg fram mest trúverdigan, so er tað nøkunlunda eins fyri allar flokkar, vel meg so skullu tit fáa: lægri skatt, tit skullu fáa fleiri undirsjóvartunn- ellir, vælferðin skal upp í topp, ja øll skulla fáa fleiri pengar. Tað er eingin av hesum flokkum íð vísir á, hvar pengarnir skulla koma frá. Vit hava bara eina vinnu í føroyum sum betalur øll hesi giltu liftir, og tað er fiskivinnan. Vit vita øll, at fiskivinnan koyrir eftir eini sinuskurvu t.v.s. at tað eru uppgangs- tíðir og niðurgangstíðir fyri síðani aftur at venda upp- aftur. Samfelagið Føroyar, er eitt ógvuliga sárbart sam- felag. Eitt samfelag íð einans hevur eina vinnu íð skal bera øllum landinum uppi, merkir beinanvegin tá íð niðurgangstíðir í fiski- vinnuni koma.Øll eru vit avhengi av fiskivinnuni, gongur tað gott hava vit nógvar pengar um hendi, gongur tað hinvegin ikki so gott, eru minni pengar mill- um fólkið. Tí er tað burturvið at geva slík valliftir, íð kosta ikki bara nakrar milliónir, men hundratals milliónir, enntá milliarda upphædd, uttan at vísa á hvussu alt hetta skal fíggjast. Hettar er bara valagn, fyri at lumpa stemmurnar til sín. Latið tykkum ikki lumpa. Tað einasta rætta, er einki at lova; men sjálvandi skulu okkara politikarar stýra hesum landi so skilagott, at tað er gott at liva í hesum landi. Um tygum vísa mær tað álit sum viðførur, at eg verði valdur inn á Føroya Løgting, so kann eg lova tygum eitt, og tað er, at eg vil gera tað sum stendur í míni makt, at vit føroyingar fáa eina vinnu upp at standa sum einki hevur við fiski- vinnuna at gera. Eina vinnu sum er púra óheft av fiski- vinnuni. Hendan vinnan skal verða alternativið til fiski- vinnuna, sum skal klára at spaða pengar til tá íð tað gongur illa hjá fiskivinn- uni, soleiðið at vit Føroy- ingar ikki merkja ov nógv til tá íð fiskaríðið minkar, ella tá fiskaprísirnir falla. Við øðrum orðum, vit fáa eina stabila vinnu. Nú eru vit klár at fara út við øllum okkara valliftum. Neyvan A+C+E, Ísakson - heldur A+B+C ella B+C+E Tak yvir høvdið við Javnaðarflokkinum Valið 2004. Latið tykkum ikki lumpa C M Y K 45 44