Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-03-25, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. mars 2011síða 9

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Fríggjadagur 25. mars 2011 · Nr. 36 Sosialurin TEL 34 59 00 WWW.SMYRILLINE.FO FONN FLOG, TEL 47 63 63 FAROE TRAVEL, TEL 34 26 00 62ºN, TEL 34 00 00 AVMARKAÐ PLÁSS AFTUR OG FRAM: 2 VAKSIN + 2 BØRN (3-11 ÁR) + BIL + 4-KOYGGJUKAMAR KR. 8.270 PÁSKA- FERIAN BYRJAR UMBORÐ HETTA ER BARNAMATUR Á páskum hava vit sett ein serlig an mat pakka saman til børnini. Í matpakkanum fáa børnini eitt Myril-armband, sum gevur fría atgongd til 8 máltíðir við drykkivørum. Arm- bandið hevur gildið á øllum mat stovum umborð. Harumframt sleppa børnini ókeypis til fi lmssýning og øll barnatiløk. BARNAMATUR & UNDIRHALD KR. 199 (TIL BØRN 0-12 ÁR) 14. ella 21. apríl kanst tú leggja dagliga resið frá tær, koyra umborð á Norrönu og njóta páskaferiuna saman við teim um tú elskar. Ver við, tá ið børnini uppliva spenn andi barnatiltøk saman við námsfrøðingum um- borð, ella slappa av við einum góðum drekkamunni í hugna- ligum umhvørvi. gg gg gg gg gg ggj a m m m m mu in in in in ini tøk øk øk øk øk øk ø um um um um um um um um um um um um um um um um na- a- a- a- a- a- a jajajajaja um um um um um k m- m - TIL BØRNINI Maskotturin Myril er sjálvandi við á túrinum, og vit fara eisini at skipa fyri fl eiri spennandi tiltøkum – t.d. skattajakt, andlitsmáling, fi lmssýning, baking og ikki at gloyma hugnaløturnar við søgum, ævintýrum og sangi. gev gevur u r l ililøk øk SPAR UML. 400 Landslæknin mælt til broyting í 14 ár Lógarbroytingar Síðani 1997 hava Landslæknin og formaðurin í Sterilisatiónsnevndini mælt landsstýrinum til at dagføra gomlu lógina um sterilisatión. Men enn er einki hent. Eyðun Klakstein Øll, sum skulu steriliserast í Føroyum, skulu søkja Sterilisa­tiónsnevndina um loyvi. Umsókn við persón­ lig­um upplýsingum og við­ mæli frá lækna skal sendast nevndini, sum síðani skal játta í hvørjum einstøkum føri. Seinastu 12 árini hava millum 48 og 92 fólk á hvørj­ um ári søkt serligu nevndina um loyvi at sterlisisera seg. Nevndin hittist umleið annan hvønn mánað, og tá verða allar tær innkomnu umsóknirnar viðgjørdar. Nevndin tekur støðu á fund­inum, og síðani fáa um­ søkjari og lækin hjá honum boð um avgerðina. So at siga allar umsóknirnar verða játt­aðar. Eitt jattandi svar frá nevndini er galdandi í eitt hálvt ár. Verður sterilisatiónin ikki gjørd innan tað, skal umsøkjarin søkja av nýggjum. Í Sterilisatiónsnevndini halda tey, at tað er óneyð­ ugt, at ein nevnd skal siga gott fyri hvørji einastu sterilisatión í landinum. – Eg havi síðani 1997 regluliga mælt til, at lógin um sterilisatión verður dag­førd, tí tíðin er farin frá henni, men enn er tað ikki hent, sigur Høgni Debes Joensen, landslækni. Aldursmark og fríari Lógin um sterilisatión, sum før­oy­ingar mugu fylgja, er frá 1967.Í okkara granna­londum eru lógirnar dag­førdar síðani, og ein avgerandi munur á Føroyum og grannalondunum er, at fólk, sum eru yvir ein vissan aldur – í fleiri londum 25 ár – kunnu sjálvi gera av, um tey vilja steriliserast. Ein nevnd viðger umsóknir frá yngri fólki. Landslæknin og for­ mað­urin fyri Sterilisa­tións­ nevndina, Henrik Møller, dómari, hava mælt til, at hetta eisini verður innført í Føroyum, men hóast lands­ umsitingin regluliga hevur fingið skriv og áheitanir um hetta síðani 1997 – seinast beint fyri jól í fjør - er lógin ikki broytt. Og tí skulu øll, sum ætla sær at steriliserast í Føroyum, sendi umsókn til væl kvalifiseraðu Sterilisa­ tiónsnevndina. eydun@sosialurin.fo Landslæknin sendi í 1997 landsstýrinum sítt viðmæli av, at persónar yvir 25 ár kunnu steriliserast, tá ið tey sjálvi biðja um tað – Eg havi síðani 1997 regluliga mælt til, at lógin um sterilisatión verður dag­førd, sigur Høgni Debes Joensen, landslækni.