Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-03-25, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. mars 2011síða 10

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 25. mars 2011 · Nr. 36 10 Sosialurin Leo Poulsen Verkætlan Saltsilo hev­ur verið eitt gløðandi sam­talu­ evni, sum hevur stung­ið seg upp við jøvnum millum­bilum sein­nu árini. Og mein­ing­ar­ nar eru tvíbýttar millum tey, sum hálova verkætlanini og tey, sum halda hana vera »det glade vanvid«. Í gjár varð so bjóðað inn til tíðindafund, at »greiða frá um øll ivamál og svara øllum spurn­ingum«. Og sigast má, at tíðindafundurin var áhuga­verdur. Albert Isfeldt er knýttur at verkætlanini eftir einari skip­an, har hann bert fær nak­að burtur úr, um verk­æt­ lan­in gerst veruleiki, eins og aðrir ráðgevarar. Men hann heldur hesa verkætlan vera so áhugaverda, at hann feg­in arbeiðir undir hesum treyt­ um. Fyrst varð vitjað í Salt­ silo­ini, har Eyðun Nosløe og Trónd­ur Enni framførdu Eg vil liva; síðani greiddi Ólavur Ras­mussen frá um siloina, áðr­enn leiðin varð løgd í Nadd­odda­neystið til ein góðan bita, áðrenn Ólavur Rasmussen og Albert Isfeldt greid­du frá og svaraðu spurn­ingum. Fyrst varð tosað um kost­ nað­in av verkætlanini. Greitt varð frá, at Mærsk grunnurin er ógvuliga kravmikil, tá teir lata stuðul til eina verkætlan, og vilja hava, ikki bert trygd fyri, at verkætlanin kann fremjast í verki, men sanni­ liga eisini fyri, hvussu rakst­ ur­in skal fíggjast. Støðukanningar umframt ser­frøð­ingakanningar av betong­i­num eru gjørdar og tær vísa, at góðskan av betongi­num røkkur frá sera vánaligt til sera gott. Og tað merkir, at partar skulu skiftast út. Farið verð­ur nú undir at kanna heilt ná­ greiði­liga, hvat skal varð­veit­ ast og hvat skal skiftast út av betongi­num. Hitast við sjóhita Mærsk grunnurin kravdi, at allar kostnaðarmetingar skul­di gerast við 12% meir­ kost­nað fyri at leggja upp fyri. Sagt varð, at sjálvt við hes­um meirkostnað vísur met­ingin, at verkætlanin kann gerast innan fyri tær 58 milliónirnar, sum tilsøgn er um. Og skuldi tað kortini víst seg, at kostnaðurin verður meiri enn tær 58 milliónirnar, verð­ur eingin rokning send hvørki donsku stjórnini ella løg­tingi­num. Og meiri sigi eg ikki, segði Ólavur Rasmussen ógvu­liga kryptiskt. Eitt av tí kanska mest áhuga­verda, sum kom fram á tíðindafundinum var, at silo­in skal hitast við sjóhita. Sjógvur verður pumpaður inn í siloina gjøgnum eina skipan, ið virkar sum ein umvend køliskipan, sum um­veksl­ar tey 5-7 hitastigini til 40-50, ja, heilt upp í 90 hitastig. Nýttar verða hita­ pump­ur, og hitin verður lagdur í gólvini, greiddi Al­ bert Isfeldt frá. Hetta er ein hitaskipan, sum longu er ment og longu er tikin í nýtslu við góðum úrs­liti. Eg dugi ikki at siga, hvus­ su hon reint tekniskt er bygd upp, men Articon hevur ein bygning inni á Skála, ið nýtir hesa skipan, og hon virkar ógvu­liga væl, sigur Albert Isfeldt. Alment fíggjað Á tann hátt ber til at spara rætti­liga fitt í mun til upphitan við olju, og tað er ein áhugaverdur háttur at hita høllina upp og ein áhuga­verdur háttur at spara í rakstrinum. Og júst fíggingin av rakstri­num er tað, ið hevur verið kjarnin í kjakinum. Men eisini tað fekst greiða á á tíðindafundinum. Grundraksturin verður fíggj­að­ur við almennum stuð­li. Tvøroyrar kommuna hev­ur veitt trygd fyri ein­ um rakstrarstuðli á tvær millión­ir krónur um árið, og í umsóknini til Løgtingið liggur ein rakstrarstuðul á 2,5 milliónir krónur. Talan er sostatt um ein fíggjar- og rakstrarpakka, og verð­ur hesin samtyktur í Løg­tingi­ num, hava vit eina tryggj­ aða rakstrarfígging á 4,5 milliónir krónur, sigur Ólav­ ur Rasmussen. Albert Isfeldt greiddi eisini á tíðindafundinum frá, hví tað er rætt at varðveita salt­sil­o­ina. Konstruktiónin er heilt einastandandi í Norðan­lond­ um. Tað finst eingin líknandi bygn­ingur, og tí er rætt at varð­veita hann heldur enn at ríva hann niður fyri síðani at byggja hann uppaftur, sigur Al­bert Isfeldt. Saltsiloin skal hitast við sjóhita Á tíðindafundi í Naddoddaneystinum á Tvøroyri í gjár kom nógv áhugavert fram um Salt verkætlanina. Svar kom upp á, hvussu raksturin skal fíggjast og ikki minst, at siloin skal hitast við sjóhita Á tíðindafundinum í Naddoddaneystinum greiddi Ólavur Rasmussen og Albert Isfeldt, arkitektur, frá um verkætlanina Mynd: Jens Kristian Vang Eyðun Nolsøe og Tróndur Enni framførdu »Eg vil liva« í Saltsiloini undan tíðindafundinum Mynd: Jens Kristian Vang