Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-03-25, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. mars 2011síða 18

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 25. mars 2011 · Nr. 36 18 Sosialurin Kjak Sum øllum kunnugt, sum búleikast í høvuðsstaðnum, so hevur menningin rakt miðbýin og gongugøtuna eins meint og nógvar aðra­staðni í størru býunum á fastlandinum, har okkara gongugøta stórt sæð er burtur og miðbýurin er deyður sum býrúm. Handilssentrini taka til sín stóran part av tí aktivi­teti, sum fyrr var at síggja í gongugøtuni. Hetta er rákið allastaðni, har alternativar loysnir ikki verða royndar. Vit skulu ikki seta forðingar fyri menn­ ingina, men tá vit kunnu hava bæði, handilssentur og væl­ virk­andi gongugøtur, um vit nýta loysnir, sum onnur kring okkum hava sera góðar royndir av, so er tað undrunar­vert, at hesar loysnir ikki verða troytt­ ar, og hug­stoytt at tær ikki verða so frægt sum umrøddar. Men er einans talan um at skapa býrúm í høvuðs­ staðn­­um, so fólk síggjast aftur í gongu­gøt­­uni? Kann høvuðsstað­urin, mið­býurin og gongu­gøtan nýt­ast til nakað nógv størri og meira týdn­ ingar­­­mikið, nakað sum er við at gerast eitt stórt vanda­­mál fyri demo­grafiska lands­­­lagið, har hag­­tøl vísa, at tey ungu undir víðari lestri uttan­­­lands ikki venda heim aftur. Skúlar og býrúm Hetta at nýta størri skúlar sum aktivar komponentar í býarmenningini, sum verulig lokomotiv fyri menningini av býrúmum og gongugøtum, er roynt aðrastaðni við sera góðum úrslitum. Hjá okkum hava myndug­ leikarnir lagt hægru læru­ stovnarnar fjart frá bygdum økjum, í and­søgn við tað sum hendir í londu­num kring okk­um. Vit hava Mið­­náms­ skúl­an í Kambs­dali, Fiski­ vinnu­­skúlan í Vestmanna, og Mið­­náms­­skúlan í Hovi. Felags fyri skúlarnar er, at bussur stendur við høvuðsdyrnar at koyra næmingin frá skúla­­­­num, og síðani verður ljós­ið sløkt. Her fæst eingin akkumuler­­andi effekt frá skúla­num, sum stóra talið av næming­um annars kundi havt í nærumhvørvinum, um karm­arnir vóru teir røttu. Umframt at vit ikki fáa skapt eitt nøktandi lestrar­ umhvørvi, sum næmingar søkja til, so er annað vanda­ mál við staðsetingini, sum kann hava álvarsligar av­leið­ ingar fyri dygdina í undir­ vísingini, nevniliga, at vit fáa ikki væl útbúnar lærar­ ar at trívast í og søkja til tílíkar útbúgvingarstovnar. Stað­setingin er tískil í sær sjálvum destruktiv fyri alt lestrarumhvørvið. At staðseta miðnámsskúla í høvuðsstaðnum, sum iva­ leyst skal nærkast milliardini tá samanum kemur, uttan at nýta hann til menning av bý­ rúmi­num, er skelkandi. Mark­ leys líkasæla fyri høvuðs­staði okkara og teimum lesandi! Miðnámsskúlin við Marknagilsvegin skeivt staðsettur! Eru skúlarnir staðsettir uttan eina størri ætlan, er iva­­­leyst spurningurin vit sum borg­ arar kunnu stilla lands­­politik­ arum okkara, og kunnu vit loyva okkum at nýta hundrað­ tals milliónir á tílík­­an hátt, uttan at nýta tílík­ar glæsi­ ligar bygningar, sum vit ikki hava so nógvar av á hes­um, í allar mátar kørgu klettum, sum aktivar kompo­nent­ar í myndan av býrúmum? Nú gjørdist Miðnáms­ skúlin í Hovi partur av ein­ um størri rumbulsmáli, men er hetta lítið av miklum, verður hildið áfram við ver­ andi strukturleysu stað­set­ ing av størru skúlun­um, m.a. staðseting av Mið­náms­skúla­ num við Marknagils­vegin, við útjaðaran av høvuðs­­staðnum. Skulu vit enn eina­ferð vera vitni til, at skúlin ikki verður nýttur sum partur av menn­ingini av býrúmi­num, hesaferð í høvuðs­staðnum, og sum partur av einari størri demo­grafisk­ari ætlan, sum kann gerast drag­kraftin heim­ aftur hjá teimum avlærdu? Almenna og komm­unala fyrisitingin hevur ikki eitt lokkandi skrivstovu­um­ hvørvi, sum er kapp­ing­ar­ført við tað lond­ini rundan um okkum kunnu bjóða. Her verða ótíðar­hósk­andi bygn­ ingar leigaðir, ella bøtt verður um gamlar kroys­ur, heldur enn at byggja nýtt, nýtiligt og tíðarhóskandi. Ein milliard tøk til myndan av býrúmi í høvuðsstaðnum. Fyri Tórshavnar býráð skuldi hetta verið eitt upplagt høvi til at ment miðbýin, ja iva­leyst einasta høvi sum býðst hesa øldina. “Ein nýggj byrjan”. Vit hava veruliga tørv á at skapa eitt umhvørvi, har tey ungu, eftir lestur í útlondum, hava hug at venda aftur til. Verður skúlin staðsettur við Markna­gilsvegin, tá verður arbeitt eins og higartil uttan eina mið­vísa ætlan, og vit fara frá ein­um rumbuls­máli í Hovi til eina gølu í høvuðs­staðnum. Har Esbjerg en fremtid som studieby? Á Internetinum kann lesast grein har Esbjerg býur stillar sær spurningin, um býurin hevur eina framtíð sum lestrarbýur. Hetta er spurn­ ingur sum teir leiðandi í størri býunum í londunum rundan um okkum stilla sær. Her heima verður hetta ikki viðgjørt sum eitt viðkomandi evni, hvørki í menningini av høvuðsstaðnum, ella sum eitt demografiskt orðaskifti, í kapping við útheimin. Millum størru býirnar í londunum rundan um okkum er stór kapping um tey lesandi, tí tað er almenn vitan, at trívast tey lesandi í býnum, so gongst býnum væl. Í Norra vísti kanning, at Trondheim var millum best umtóktu býir, og komst hetta m.a. av einum góðum lestrarumhvørvi. Men eins og í Esbjerg kunnu vit spyrja: • Hevur Kambsdalur, Vest­ manna og Hov eina framtíð sum lestrarbýir? • Hevur Klaksvík eina fram­tíð sum lestrarbýur? • Hevur høvuðstaður okkara eina framtíð sum lestrar­býur? Kambsdalur, Vestmanna og Hov kunnu ikki nýtast sum lestrar­býir, tá teir ikki hava karm­ arnar rundan um skúlan, sum eru altavgerandi, og ikki kunnu skapa teir heldur. Teir koma tí ong­an­tíð at lúka hesi krøv. Klaksvík hevur ikki karm­ ar­nar, fær teir neyvan, og sum menningin á undir­vísingar­øki­ num er í løt­uni, so er neyðugt at Føroyar hevur eitt vælvirk­ andi og kappingarført um­ hvørvi, sum liggur savnað á einum stað, og liggur tað best í høvuðsstaðnum. Størri eru vit heldur ikki. Trupulleikin er bert, at høvuðsstaður okkara eigur ongan góðan innan ting­gátt, og verður lýstur sum veruliga orsøkin til, at bygdir­­nar ikki mennast. Veru­­­leikin er tó júst hin øvuti, at ein sterkur høvuðsstaður er borganin fyri at vit kunnu varð­veita bygdirnar. Verður høvuð­stað­urin álaður sund­ ur, og fellur, so sum ver­andi politikk­­ur á tingi vil borga fyri, tá fella bygdirnar við. Heldur enn at stríðast saman við høvuðsstaðnum um at menna karmar sum kunnu vera við til at kappast við lond­ ini úti í heimi, sum draga tey ungu burtur frá okkum, so er uppgávan vorðin hon, at roynt verður at draga tey ungu úr høvuðs­staðnum út til útjað­ aran, fyri at bjarga hesum und­an vaksandi fráflytingini. Úrslitið gerst sjálvsagt júst tað øvuta. Skúlin og umhvørvið rundan um skúlan Skúlin vit byggja í dag, skal vera ein annar enn hann vit bygdu fyri bert fáum árum síðani. Internetið hevur broytt skúlagongd radikalt. Nørre Nissum seminar hevur í dag fleiri næmingar sum eru knýttir at skúlanum umvegis fjarlestur enn næmingar eru á sjálvum skúlanum. Hetta er gongdin, har umhvørvið gerst óviðkom­andi. Tí er stað­seting av skúlum ein sera viðkom­ andi spurn­ingur. Er ikki eitt fangandi umhvørvi rundan um skúlan, so fáa vit ikki skapt eitt lestrar­umhvørvi sum lýkur nú­ tíðar tørv. Umhvørvið rundan um skúlan er altav­­­­ger­andi. Um­ hvørvið á sjálvum skúla­n­um er sekundert. Næming­­­arnir blíva burtur sum tíðin líður, og teir bestu lærar­ar­nir søkja ikki inn í um­hvørvið. Og vanda­­­­málið, teir næmingar sum gera seg lidnar í útlond­um, hava einki frá lestrar­tíðini her heima, sum dregur teir aftur til økið. Ringrásin verður slitin. Ung kvinna: Eg kundi ikki hugsað mær at sitið í fjøllun­ um í Hovi og lisið til Heilsu­ røktara. Tá fari eg heldur til Dan­markar, ella eg lesi í Norra umvegis Inter­netið, tó eg har skal gjalda fyri útbúgvingina. Tað er av týdningi at hava í huga, at kappingin framyvir ikki einans verður at fáa fatur á tí lesandi og læraranum, men eins týdningarmikið tí av­­lærda, við einum lokkandi um­hvørvi sum viðkomandi ynskir at venda aftur til fyri at bjóða sín­um egnu børn­um. Tvs. umhvørvið um skúlan skal vera partur av konsepti­ num. Tað fáa vit ikki við Marknagils­vegin. Skúlaætlanin við Markna­ gils­­vegin eigur at verða slept, og skúlin lagdur inni í miðbýnum í høvuðs­ staðnum, skulu Føroyar hava eitt einasta stað sum lýkur treytirnar, sum settar verða til ein lestrarbý. Um ikki, lýkur høvuðsstaðurin heldur ikki treytirnar, og vit hava einki tílíkt at bjóða okk­ ara ungdómi í kappingini við londini rundan um okkum. Til ber við einum penna­ stroki at flyta útbúgvingar úr einum býi í annan, av einari oyggj í aðra, men næmingar, lærarakreftir og demografiska rákið letur seg ikki kúga á henda hátt Hvar aðrastaðni í heimi­ num hevur flokkur havt ætlan­ir um at lóggeva leik­ vøllin hjá landsliðnum úr høvuðs­staðnum? Sjálvt lands­ dystir og steypadystir kunnu vit ikki semjast um at hava í høvuðsstaði okkara. Landspolitikarar hava byrj­að eina niðurbræðing av høvuðsstaði okkara, sum er ein­asta bul­virki ímóti tí to­talu frá­flyt­ing­ini. At halda at Føroyar sleppa undan tí ráki, sum fer fram um allan vestur­heim­in, og tvíhalda um eina loysn, sum í øllum sínum facett­um er degenererandi fyri sam­felagið, er ilt at skilja. Matadorministarar, høvuðs­staður og lestrarbýur Í fjølmiðlunum verður tíðum kunnað um Jobmatch átøk uttanlands, har roynt verður at lýsa fyri lesandi hvat vit her heima hava at bjóða teimum avlærdu. Men her hava vit, við stórum avleiðingum fyri tey avlærdu, væl stuðl­að av nýggju vallógini, fingið eitt nýtt fyribrigdi. Landsstýris­ menn, sum síggja møgu­leikan í at keypa sær sæti á tingi alt lívsskeiði, um teir taka ein størri almennan stovn úr høvuðs­staðnum, og flyta hann út í annað øki. Lands­ stýris­menn sum soleiðis spæla matador við stórum máls­ økjum. Matador­ministarar. Avleiðingarnar eru, um­ framt at máa støðið undan okkara høvuðsstaði, at hetta stuðlar beinleiðis undir ta fráflyting, sum somu politik­ arar tosa um at steðga. Tí, fáa vit avlærd at flyta úr Madrid, Bryssels, London, Stockholm ella Keypmanna­havn til almennar stovnar á bygd? 50 út av hvørjum 100 les­ andi uttan­lands venda ikki heim aftur, samstundis sum 150 útbúgvin flyta av landi­ num hvørt ár! Partur av mótspælinum hjá politiska mynduleikanum er matadorspæl við læri­stovn­ um, almennum arbeiðs­pláss­ um og høvuðsstaði okkara. Og hvussu við skikkaðum umsøkjarum til størvini á lítlu plássunum, og dygdin í tænastuni tey kunnu veita? Kann tað halda ung vælút­ búgvin frá at flyta heim aftur? Kann tað vera orsøk til at væl­ útbúgvin flyta av landinum? Spurningur má veruliga verða settur við hvørt Jobmatch tiltøkini eru til nakað gagn, heldur “matador­ politikkurin” áfram. Hvat skal skapa okkara høvuðs­ stað komandi, um tað ikki eru almennir stovnar, og tænastu­vinnur avleiddar av teimum. Hvat er okkara høvuðsstaður uttan nógvir sterkir almennir stovnar? Hvussu fáa vit eitt sterkt lestrar­um­hvørvi uttan ein sterkan høvuðsstað, og hvat eru Føroyar uttan eitt sterkt lestrarumhvørvi og ein sterkan høvuðsstað? Lógarsmíðið er alt ov seinført, og ikki tíðar­hósk­andi einum framkomn­um samfelag á fleiri økjum. Grunn­leggjandi tænast­ur kunnu ikki veitast, m.a. ber ikki til at veita borgara­ tæn­astur um Internetið, og alternativar bústaðar­møgu­ leikar. Krøv sum avlærd stilla, skulu tey búleikast her. Landstýrismenn og býráðs­ politikarar, upp­gávan beint nú er at fáa flutt Mið­náms­ skúlan frá Marknagils­vegi til miðbýin. Tit hava einans eitt skot í byrsuni, og neyvan verður nakað annað at løða við hesa øldina! Uppgávan og ábyrgdin er langt størri enn vit sum borgarar meta tit geva tykkum far um. Ein milliard til myndan av býrúmi í høvuðsstaðnum – kann gleppa okkum av hondum Mourits M. Joensen Tit hava einans eitt skot í byrs­uni, Føroya Lands­stýri og Tórs­havnar býráð, og neyvan verður nakað annað at løða við hesa øldina!