Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-03-25, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. mars 2011síða 19

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Fríggjadagur 25. mars 2011 · Nr. 36 Sosialurin – ger mun N O R Ð U R L E N D S K T U M H V Ø R V I S M E R K I 5 4 1 7 0 5 Okkara sølutoymi skal víðkast, og tí leita vit eftir einum sølufólki/ráðgeva, sum fær sum fremsta mál at hjálpa kundum okkara at røkka teirra mál um. Føroyaprent hevur sum aðalmál, at allir okkara kundar kenna seg nøgdar við arbeiði og tæn astustøði á virkinum. Okkara kundar eru allastaðni í land inum, og tí fer nýggja sølufólkið at arbeiða úti ein stóran part av tíðini. Hug­ ur og hegni at arbeiða sjálvstøðugt og evni at skapa góð sambond við onnur, eru av avgerandi týdningi fyri trivnaðin í hesum avbjóðandi starvi. Tað er ein fyrimunur um tú hevur : eina viðkomandi útbúgving innan sølu UÊ og marknaðarføring hevur vitan um og royndir frá grafiskum UÊ virki royndir við B2B sølu UÊ Tað er neyðugt at: tú hevur lætt við at samskifta við og skilja UÊ viðskiftafólk og starvsfelagar tú kennir teg trygga/­n við at tingast við UÊ viðskiftafólk – og at tey kenna seg trygg við teg tú hevur áræði, ert álítandi, ert nær­ UÊ lagdur/­løgd og dugir at arbeiða sjálvstøðugt tú dugir at raðfesta og at arbeiða við fleiri UÊ málum í senn tú verður motiverað/­ur av kapping UÊ tú dugir at orða teg í talu og á skrift UÊ Vit bjóða eitt spennandi starv á Føroya størsta grafiska virki. Okkara felags mál er at varð veita og styrkja menningina av grafiska yrkinum, so kundar okkara í dygd og tæn­ astu altíð eru í góðum hondum. Vit vilja við hesum tryggja, at Føroyar framhaldandi hava eitt framkomið og kappingarført grafiskt virki. løn og arbeiðstreytir sambært avtalu. UÊ Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. Vilt tú vita meira, so ring ella skriva til Hansinu Dahl, sølu­ og marknaðarleiðara, á telefon 594559, hansinadahl@foroyaprent.fo Umsóknarfreist 4. apríl 2011. Starvið verður sett skjótast gjørligt eftir hetta. Umsóknin skal sendast til: Føroyaprent Pf. Hoyvíksvegur 59 Boks 3118 110­Tórshavn Merk umsóknina: Sølufólk Sølufólk til føroyaprent Føroyaprent vil tryggja føroyingum eina kappingarføra prentsmiðju, har kundin veit, at hansara uppgáva er í tryggum hondum. Bæði innan grafiska uppseting, prent og bókaframleiðslu. Vit framleiða alt frá visitkortum og brævørkum til faldarar, bløð og bøkur. Á Føroyaprent ivast vit ikki í, at nýggjasta tøknin, góða handverkið og tær drúgvu royndirnar geva besta úrslitið. Føroyaprent er svanamerkt prentsmiðja. www.torshavn.fo Stuðul úr felagsgrunni Felagsgrunnur millum Nuuk í Kommuneqarfik Sermersooq, Reykjavík og Tórshavn Møguleiki verður nú aftur at søkja stuðul úr felagsgrunninum Nuuk i Kommuneqarfik Sermersooq, Reykjavík og Tórshavn. Grunnafundur verður í mai mánaði, har avgerð verður tikin um hvør fær stuðul. Býarstýrini í Kommuneqarfik Sermersooq, Reykjavík og Tórshavn seta árliga pening í grunnin, hvørs endamál er at veita fíggjarligan styrk til tiltøk ella annað, ið kann fremja og menna samstarvið og fatanina millum hesar kommunur og borgarar teirra. Tórshavnar býráð heitir tí á einstaklingar, feløg o.o., ið halda seg koma undir treytirnar fyri stuðli, um at senda býráðnum umsóknarblað við frágreiðing um tiltakið. Umsóknarblaðið fæst í Snarskivuni ella inni á heimasíðu kommununnar www.torshavn.fo. Tað er av týdningi, at hetta umsóknarblað verður nýtt, tá søkt verður, og at svarað verður so gjølla sum til ber. Meiri fæst at vita við at venda sær til Anva Bech, skrivara, telefon 302010. Umsókn merkt „Fællesfond mellem Nuuk i Kommuneqarfik Sermersooq, Reykjavík og Tórshavn“ eigur at vera hjá Tórshavnar kommunu, postsmoga 32, 110 Tórshavn, í seinasta lagi mánadagin 20. apríl 2011. tórshavnar kommuna Ríkis­um­boðið fær onga átalu Randi Jacobsen Eini ung hjún í Havn ætt­ leiddu í fjør ein drong úr Etiopa. Drong­urin æt Mark­ us. Tríggjar mán­að­ir seinni varð góð­kenn­ing­in av hjúnum sum ættleiðingarforeldur tik­ in frá teimum, og drong­urin varð tikin frá teimum. Foreldrini vildu ikki góð­ taka hetta, og tey kærdu tí til Fólka­tingsins umboðs­ mann. Umboðsmaðurin svar­­aði beinanvegin, at hann ikki fór at kanna avgerðina um at afturkalla góð­kenn­ing­ina sum ættleið­ing­ar­foreldur, tí hann helt seg ikki kunna hjálpa foreldrunum at fáa barn­ið aftur. Hinvegin játtaði hann at kanna máls­gongdina og um rætt var atborið, tá ið myndugleikarnir tóku barnið frá hjúnunum. Umboðsmaðurin sigur, at hann ikki kann finnast at Ríkis­um­boðnum. Hann nevnir ein fund, sum var mill­um Ríkisumboðið og for­eldrini, men part­arnir vóru so ósamdir um, hvat kom fram á fundinum, og umboðsmaðurin sá seg ikki føran fyri at taka dagar ímill­um tær ymisku frá­greið­ ingarnar. Hann sigur eis­ini, at hann einki hev­­ur at finnast at mynd­ug­leikunum, tá ið teir tóku barnið frá hjún­unum. Mamman, sum ætt­leiddi drongin, veit enn ikki, um hon heldur aðrar møguleikar vera at royna at fáa drongin aftur. Veitst tú eina søgu, send so SMS á 28 50 04 Hjúnini, sum í fjør ætt­leiddu og síð­an mistu drong­in Mark­us, fingu einki burtur úr at kæra til Fólka­­ting­sins um­­boðs­­mann Lesið -so eru tit við! Lesið -tað loysir seg