mánadagur 28. mars 2011síða 9
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mánadagur 28. mars 2011 · Nr. 37
Sosialurin
Vilmund Jacobsen
- Tá vit á fyrsta sinni halda
floksting í Haraldssundi og á
Kunoynni, er tað við stórari
eyðmýkt
mótvegis
teirri
sterku søgu og tí stóra mag
ni, sum fólkið á hesari oyggj
hevur skapað og givið okk
um.
Tað segði Høgni Hoydal,
formaður í Tjóðveldi, tá hann
byrjaði røðu sína á floks
tinginum í Haraldssundi.
- Vit verða bergtikin av
hesi í miðal hægstu oyggj
Føroya. Vit gerast hugdjørv
og bilsin av tí lívi, sum er
livað, og tí lívi, sum er mist
ímillum hesi fjøll og tind
ar. Vit gerast errin av, at
Kunoyggin av øllum oyggj
um og plássum í Føroyum,
hevur alið fram ta sterkastu
frælsisstrembanina millum
sítt fólk.
Hann vísti á, at á fólkaat
kvøðuni hin 14. september
1946 atkvøddi Haraldssund
100% fyri loysing. Bert Kolt
ur og Trøllanes megnaðu tað
sama av øllum bygdum í Før
oyum.
- Taka vit Kunoyar bygd,
vóru 96% fyri loysing. Av
øllum fólki, sum vóru á vali
á Kunoynni, atkvøddu øll
fyri loysing - uttan tvey,
sum atkvøddu fyri stjórnar
uppskotinum
–
og
ein
atkvøða varð ógildað. Úrslit
ið var 87-2. Eingin oyggj, ið
hýsir fleiri bygdum, kann
vísa á slíka undirtøku.
Í byrjanini av røðu síni
segði
Høgni
Hoydal,
at
flokkurin er takksamur fyri
stuðulin í hesari oyggj.
- Her bitu ikki ræðu
myndir og sundurlyndi á.
Tað ber helst til at siga um
haraldssundsfólk, at í eini
bygd, sum hevur ein tann
ringasta sólargangin í Føroy
um og liggur í myrkri stóran
part av degnum og árinum
- har sóu Haraldssundsfólk
kortini ljósið, legði formað
urin í Tjóðveldis aftrat.
vilmund@sosialurin.fo
Tey valdu loysing í Haraldssundi
FLOKSTING Í Haraldssundi, Koltri og Trøllanesi
var 100% undirtøka fyri loysing á fólkaatkvøðuni
hin 14. september. Hetta fór ikki aftur við
borðinum, tá Høgni Hoydal helt sína formansrøðu
á flokstingi í Haraldssundi leygarmorgunin
Vilmund Jacobsen
Tjóðveldi vil hava neista og
glóð aftur í føroyskan poli
tikk og vil taka við landsins
leiðslu.
- Vit vilja beinanvegin fara
undir at fremja ítøkilig mál,
ið kunnu skapa álit og virð
ing aftur í føroyskt fólkaræði
og politikki. Mál, sum hava
beinleiðis týdning fyri fólk
og vinnulív – og fyri øll, sum
vilja virka og liva her.
Í
formansfrágreiðing
síni segði Høgni Hoydal, at
Tjóðveldi vil hava skil í egn
um húsi, sum hann tók til.
- Vit vilja broyta tær fast
løstu skipanir, ið taka áræðið
burtur frá fólki og vinnu,
segði hann og legði aftrat:
Tjóðveldi vil hava –
* Upprudding í almennu
fyrisitingini. Vit krevja eina
óspilta fyrisiting, har brot
á rættartrygdina fáa avleið
ingar beinanvegin, og har
bygnaðurin verður endur
skoðaður frá grundini.
* Politiska útlutingin av til
feingi og vinnurættindum
verður steðgað. Allar vinnur
skulu hava javnar kapping
artreytir, og fiskirættindi
skulu bjóðast út.
*Fíggingar-og rentukostnað
ur skal minkast fyri vinnu
og húsarhald. Realkredittur,
Húsalánsgrunnur,
lóggáva
viðvíkjandi
peningastovn
unum og onnur átøk skulu
fremjast til tess at minka um
dýra kostnaðarstøðið.
*Skatta-og avgjaldsskipan
irnar skulu endurskoðast.
Vaksandi
gjøld
hava
seinastu árini hækkað um
skattatrýstið á flestu húsar
hald og vinnur og skapa
djúpri gjáir millum sam
felagsbólkar.
* Føroyskur førleiki skal
mennast. Íløgur og politisk
átøk skulu vigast eftir, um
tey menna føroyskan før
leika og kappingarførið hjá
føroyskum fyritøkum.
* Gjáirnar millum samfelags
bólkar og økir í landinum,
skulu smalkast. Kommunur
nar mugu nú leggjast saman,
so vit fá økir í landinum, sum
kunnu kappast í rímiligari
javnvág.
Samstundis
má
kommunuskattur og lands
skattur endurskoðast.
Høgni Hoydal segði í síni
formansfrágreiðing, at Tjóð
veldi hevur sett frælsi og bú
skaparliga endurreisn sum
høvuðsevni fyri flokstingið
hesaferð.
- Orsøkin er, at fyri okkum
hanga hesi mál óloysiliga
saman, segði formaðurin í
Tjóðveldi.
vilmund@sosialurin.fo
Í Haraldssundi var 100% undirtøka fyri loysing hin 14. september í 1946
Mynd: Vilmund Jacobsen
Álit og virðing aftur
í føroyskan politikk
FLOKSTING Tjóðveldi setti frælsi og búskaparliga endurreisn sum høvuðsevni fyri
flokstingið, sum flokkurin helt í Haraldsundi. - Orsøkin er, at fyri okkum hanga hesi
málini óloysiliga saman, segði Høgni Hoydal í síni formansfrágreiðing
- Vit vilja broyta tær fastløstu skipanir, ið taka áræðið
burtur frá fólki og vinnu, segði Høgni Hoydal
Mynd: Vilmund Jacobsen
Fleiri enn 100 fólk vóru á flokstingi hjá Tjóðveldi í
Haraldssundi fríggjakvøldið og leygardagin
Mynd: Vilmund Jacobsen