Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-03-28, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 28. mars 2011síða 10

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 28. mars 2011 · Nr. 37 10 Sosialurin Á flokstingi, sum Tjóðveldi helt í Haraldssundi í viku­ skifti­num, samtykti fund­ar­ fólk­ið hesa yivirlýsing: ”Sitandi heimastýrisstjórn er syndrað. Eftir sløk 8 ár und­ir at kalla somu leiðslu vald­a­r eyðsýndur ruðuleiki í politisku skipanini og sam­ felag­num. Samfelagsins lunn­ind­ir liggja í órøkt, og jav­n­vág­irnar í búskapinum eru í ringum standi. Stag­na­ tión er dagsins veruleiki – tað er ikki tómgongd men aftur­ gongd. Í grundini er eingin politisk stjórnan, menn og kvinn­ur káva bara í blindum og gøllhalda um valdið. Upp ímóti hesum stend­ ur loysingarrørslan, sjálv­ ræði og ábyrgd, sum parla­ mentariskt er umboðað í Tjóðveldinum. Frælsi og búskap­ar­lig endurreisn han­ ga treytaleyst saman. Tí er okkara boð, nú tað stundar til politiskt valdsskifti í landinum: * Greið ætlan verður løgd fyri, hvussu vit skipa før­ oyska statin í komandi val­ skeiði. Samsvarandi verður bind­andi ætlan gjørd um, hvus­su føroyski búskapurin verð­ur frígjørdur fyri ríkis­ vei­ti­ngina. * Samríkjamenn gera blokkin til lívsæðr í Føroyum, hóast hann bert er 5% av samlaðu før­oysku framleiðsluni. Veru­leik­in er, at blokkurin um­framt mentalu doyv­ing­ina og negativu multi­plika­tor­ effektina fremur fyri 615 milli­ó­nir krónur av politisk­ um leti í Føroyum. Persónligt fræl­si, politiskt frælsi og tjóð­skaparligt frælsi eru treyt­in fyri einum veruligum væl­ferðar­samfelag. * Í hesum døgum sita politisk­ir leikarar og snik­ ka til eina føroyska stjórn­ ar­skrá. Upprunaliga skuldi hon leggjast sum grund und­ ir føroyska statin. Dansk­ ir myndugleikar og onnur høvdu sátt iva um rætt­inda­ mørkini í upp­skoti­num, sum allir flokkar á tingi tóku undir við. Tjóðveldi tek­ur ikki undir við aðrari stjórn­ ar­skrá enn henni, sum gevur okk­um møguleikan at fremja óskert politiskt tjóðarfrælsi. * Eitt sterkt og sunt vinnu­ lív, ið raðfestir íverksetan, er grundtreytin fyri einum fram­kom­num samfelag. Ein vaksandi inntøkugerð er alfa og omega og hartil møgu­lig. Fá lond eiga størri óbrúkt­ar møguleikar enn Føroyar. Tjóðveldi eigur higartil einasta upp­skot­ ið um, hvussu fiski­vinnu­ politikkurin skal rek­ast framyvir. Settur í verk, fer hann at vaksa mun­ andi um inntøkur land­ sins, og í einfaldum orðum stend­ur hann enn á stovns­røktarhugsjónini: Fiskastovnarnir muga verj­ ast og umsitast sum varandi grund­a­rlag undir føroyska samfelagnum. Hetta er tað sama sum lívfrøðiliga og búskap­ar­liga burðardygg veiða. * Neyvar ásetingar og politisk­ur agi skulu frameftir frem­ja ein burðardyggan orku-og umhvørvispolitikk og nattúruvernd. Vit eiga at ganga í fremstu røð í heimi­ num, tá tað ræður um at fáa hesi viðurskifti í rættlag. Um­framt at hetta gagnar Jørð­ini, fer hetta svitaleyst at gagna føroyska búskapinum, serliga tá veiðiflotin verður rationaliseraður í sterkar burð­ar­dyggar eindir soleiðis, at innflutningur av dýrum fossil­um brennievni kann mink­ast munandi í mun til veið­ina. * Dýrasta tilfeingi í landi­ num er fólkið. Bú­skap­ar­ liga endurreisnin stendur og fellur við unga fólkinum og tess møguleikum at útbúg­va seg. Tjóðveldi stuðl­ar av heilum huga, at flest møguligir møguleikar verða fyri lestri á skúlum og Fróðskaparsetri. Farast skal skjótast gjørligt undir gerð av næmingaíbúðum í lestrar­býunum, sum kunnu skapa lestrarumhvørvi og hýsa skjótt vaksandi talinum av lesandi fólki. * Tørvur er á dyggari tjóðar­bygging í Føroyum. Síðan fullveldissamgongan fall, og borgarliga sam­ bands­samgongan tók ræði yvir heimastýrinum, er stígur og hóttafall kom­ið á grundstovnar og ment­ an­ar­berar landsins. Teir al­ men­nu. Politiska skipanin skal frameftir raðfesta mentan­ar­spurningar um alt landið í nógv størri álvara og gera tað munandi meira fíggjarliga rúmsátt hjá mentanararbeiðarum land­ sins. Eitt nú rithøvundum og listafólki annars. Týdn­ ing­urin hesi fólkini hava fyri tjóðarinnar sál og mál kann ikki yvirmetast. Og arb­eiðið móðurmálinum at frama eigur alt fyri eitt at rað­festast, og átøk at fremja týð­ing av skaldskapi og at menna málið í tøkniliga heimi­num eiga at verða sjálv­ sagdur partur av mentan­ar­ politikki landsins. * Umframt yvirskipaðu strateg­isku mál floksins eiga hesi bráðfeingis mál at vera loyst í dagsins politiska ruðu­leika: Upprudding í al­mennu fyrisitingini. Vit krev­ja eina óspilta fyrisiting, har brot á rættartrygdina fáa avleiðingar beinanvegin, og har bygnaðurin verð­ur endurskoðaður frá grund­ ini. Politiska ú­tlutingin av tilfeingi og vinnurættindum verð­ur steðgað. Allar vinn­ ur skulu hava javnar kapp­ ing­ar­treytir og fiskirættindi bjóðast út. Fíggingar- og rentu­kostnaður skal mink­ ast fyri vinnu og húsar­hald. Realkredittur, Húsa­láns­ grunnur, lóggáva viðvíkjandi pen­inga­stovnunum og onn­ur átøk skulu fremjast til tess at minka um dýra kostn­að­arstøðið. Skatta- og Blokkurin 5% av føroysku fram Vilmund Jacobsen Óluva Klettskarð, sum sjálv er uppvaskin í Haraldsundi, nýtti høvi á flokstinginum leygar­dagin at ynskja Tjóð­ veldi og Føroya fólki tillukku við uppskotinum at skipa Før­oyar sum sjálvstøðuga tjóð. Í røðu síni legði hon dent á, føroyingar liva av tí, vit skapa. - Lat tað vera púra greitt, at skulu vit hava meir at liva av, mugu vit eisini skapa meir. At skapa meiri er ikki altíð tað sama sum at økja mongd­ina, fiska størri nøgdir ella at framleiða meiri. At skapa meiri kann eisini vera tað sama sum at virðisøkja. Óluva vísti á, at tað at hava meir um hendi eisini kann gerast við at raka alt oman­av og harvið minka um tæn­astu­støðið. Eisini ber til at skatta meiri, so peningur fæst tann vegin. - Men, tað ber eisini til innætta og skipa samfelagið so­leið­is, at meiri fæst burtur úr. Fleiri dugnaligar hendur og heilar. Henda loysnin er so nógv tann virðiligasta og hóski­ligasta fyri okkum. Tí, her er rættiliga fitt at tríva í. Hon vísti á, at við tí ovur­ stóra útflutningi av fólki hava vit eina stóra avbjóðing. Vit hava ikki ráð til at vera tey ungu og vælútbúnu fyri utt­an, og tá tey festa røtur í bestu árum, verður hetta í út­landi­num, meðan tey eru und­ir útbúgving. - Kanningar vísa, at avger­andi fyri tey ungu - um­framt trivnað - er at fáa dygd­ar­gott arbeiði eftir lokna útbúgving. Tískil eiga vit at menna útbúgvingar- og granskingarverkið, og í staðin fyri at senda fólk av landinum at taka grund­ út­búgv­ingar, skulu vit held­ur skipa fyri flestu neyðu­gu og eftirspurdu grund­út­búgvingum hjá okk­ um sjálvum. Hon segði, at við dyggum heim­lig­um grundarstøði ligg­ur alheimurin opin fyri teimum, ið eru undir út­ FLOKSTING - Við áhugaverdum vitanarstørvum, granskingar- og undirvísingarstørvum stinga nýggjar vinnur seg upp, segði Óluva Klettskarð á flokstingi hjá Tjóðveldi Hava ikki ráð at vera tey ungu og útbúnu fyri uttan