Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-03-28, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 28. mars 2011síða 11

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Mánadagur 28. mars 2011 · Nr. 37 Sosialurin leiðsluni avgjalds­skipanirnar skulu endur­skoðast. Vaksandi gjøld hava seinastu árini hækk­að um skattatrýstið á flestu húsarhald og vinn­ ur og skapa djypri gjáir mill­um samfelagsbólkar. Før­oysk­ur førleiki skal menn­ast. Íløgur og politisk átøk skulu vigast eftir, um tey menna føroyskan før­ leika og kappingarførið hjá føroyskum fyritøkum. Gjáir­ nar millum samfelagsbólkar og økir í landinum skulu smalk­ast. Kommunurnar mugu nú leggjast saman, so vit fá økir í landinum, sum kun­nu kappast í rímiligari javn­vág. Samstundis má kom­m­un­uskattur og lands­ skatt­ur endurskoðast. * Flokstingið staðfestir, at tey, sum umboða loys­ing- ar­rørsluna, sjálvræðis-og ábyrgd­ar­leiðina, á tingi, eru flok­sins parlamentariski spjóts­oddi, hinvegin eru øll tey samhugaðu, ung sum eldri, kjarnin í stríðnum fyri teim­um frælsu Føroyum. Tí má stríðið fremjast tvey­ streingjað ímillum gras­røt­ ur­nar og á tingi, sum hevur av­markað seg sjálvt við donsk­um rættindamørkum. * Val er í hondum. Allur po­lit­ikk­ur Tjóðveldisins mið­ar treytaleyst eftir málum knæsett í stevnu floksins. Einar solidariskar og sjálvstøðugar Føroyar. Eft­ir eitt val hava vit tvær rás­ir at ganga eftir. Hin fyrra er ein fullveldissamgonga und­ir tjóðveldisleiðslu, og hin seinra er ein um­ bóta­n­arsamgonga und-ir tjóðveldisleiðslu. Fyr­ra atløgan treytar sjálvs­stýris- flokk­ar­nar, meðan hin seinra treyt­ar samríkjaflokkarnar. Skal bót og bati spyrjast burt­ur úr tjóðini til frama, er Tjóðveldi til reiðar at taka ovastu leiðslu landsins á sínar herðar. Uttangarðs parla­mentariska virksemi er líka neyðugt í báðum førum”. búgv­ing. Men sláa tey røtur í heimaumhvørvinum, so leitar stórur partur aft­ur á slóðina eftir lokna út­búgv­ ing. Og við teimum komu eisini onnur, ið høvdu givið sam­felagnum nýtt íkast. - Við áhugaverdum vitan­ ar­størv­um, granskingar-og undir­vísingarstørvum stinga nýggj­ar vinnur seg upp, legði hon aftrat. Tað er so mangan prógvað, segði Óluva Klettskarð, at vitan­ar­umhvørvi kastar fleir­fald­að aftur. Har lærdir há­skúl­ar verða lagdir, hendir stór menning, búskapurin øk­ist, nýggjar vinnur taka seg upp, og trivnaður og dygd fylgja við. - Hetta eru munagóð til­ tøk, ið høvdu ment primeru vinnu­na, so nógv størri virð­ ir vórðu skapt øllum sam­ felags­bólkum til gagns, segði Óluva Klettskarð á floks­ tingi­num. vilmund@sosialurin.fo - Við áhugaverdum vitanarstørvum, granskingar-og undirvísingarstørvum stinga nýggjar vinnur seg upp, segði Óluva Klettskarð á flokstingi hjá Tjóðveldi Mynd: Vilmund Jacobsen Vilmund Jacobsen Í síni røðu á flokstinginum vísti Bergtóra Høgna­dótt­ir eitt nú til ein fund, sum her­ fyri var í Suður­streym­oyar Tjóð­veldis­felag. - Her varð sagt, at ov lítið samskifti er millum ting­ fólk, lokalpolitikarar og økis­felagið. Eg kann ímynda mær, at somu sjónarmið eisini eru aðrastaðni, legði hon aftrat. Bergtóra segði seg fegn­ ast um, at Annita á Fríðriks­ mørk er kom­in í nevnd­ina í Suður­streym­oy­ar Tjóð­ veldis­felag, og hon segði seg eisi­ni fegnast um prátið, at flokkurin eigur at skipa seg betri. - Vit eiga at kunna meiri um tingarbeiði, og ikki minst eiga vit at fáa kjakið og hugburðin hjá feløgunum inn í kjakið í løgtinginum. Tað hevði verið veldugt, um vit kundu kjakast, sparr­ast og fingið íblástur um viður­ skifti, sum høvdu verið skila­góð at tikið fram. Løgtingskvinnan helt, at tingið er eitt áhugavert for­ um, og nógv spennandi fer fram á tingi. - Hinvegin kann løgtingið eisini gerast ein ostaklokka, har vit stundum fokusera meiri upp á, hvat tey í hinum flokku­num siga og meina – held­ur enn at virka fyri tí, sum baklandið brennir fyri. Sjálv haldi eg ikki, at tað er so, men kortini síggi eg ein vanda. Tí eri eg avgjørt við upp á, at vit hittast og tosa um politikk floksins og um, hvat bylgist í barminum hjá full­veldisfólkum. Nógvir glottar Bergtóra Høgnadóttir segði seg síggja nógvar glottar. - Unga Tjóðveldi er fram­ veg­is sera virkið. Vit hava eina góða og garvaða kjar­ nu, og haraftrat leggjast skila­góð ung fólk aftrat. Hetta er fantastiska stórt – og er einasta gongda leiðin. Eg havi viðhvørt sagt, at vit landspolitikarar kunnu speg­la okkum í teimum ungu. Løgtingskvinnan segði seg eisini fegnast um øll tey til­tøk, sum Unga Tjóðveldi skip­ar fyri. - Tit skipa fyri hópin av til­tøku­m og eru til dystin fús í ymiskum kjaki – og eisi­ni tvørpolitiskt eru tit við upp á tað, segði Bergtóra Høgna­dóttir á flokstingi hjá Tjóð­veldi leygardagin. vilmund@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen Eingin av teimum, sum hevði orð­ið á røðarapallinum á floks­tingi hjá Tjóðveldi leygar­dagin, dró málið um Heina O. Heinesen fram. Hinvegin var hetta uppi og vendi úti í túninum, tá steð­g­ur var. Fólk ynsktu Heina góða eydnu, nú hann er í upp­skoti til list­an í Suður­strey­m­oy­ar Tjóð­ veldis­felag. Sjálvur sigur Heini, at nú allar Føroyar eru eitt val­ dømi, er ikki so av­gerandi, hvørjum listan val­evn­ini eru á, og at hann líka so væl kann verða á lista í Suðurstreymoy sum í Norð­ oyggj­um. - Einki er liðugt, fyrr enn alt er liðugt, sum hin 72 ára gamli løgtingsmaðurin tók til. vilmund@sosialurin.fo Friður um Heina FLOKSTING Hóast Heini O. Heinsen, løgtingsmaður, ikki slapp á listan, sum Norðoya Tjóðveldisfelag hevur gjørt til løgtingsvalið komandi, var fullkomin friður um hetta mál á flokstinginum Bergtóra fegnaðist um Unga Tjóðveldi FLOKSTING - Unga Tjóðveldi er framvegis sera virkið. Vit hava eina góða og garvaða kjarnu, og haraftrat leggjast skilagóð fólk aftrat. Hetta er fantastiska stórt – og er einasta gongda leiðin, segði Bergtóra Høgnadóttir á flokstingi leygardagin - Tit skipa fyri hópin av tiltøkum og eru til dystin fús í ymiskum kjaki, segði Bergtóra Høgnadóttir um leiklutin hjá Unga Tjóðveldi Mynd: Vilmund Jacobsen