mánadagur 28. mars 2011síða 18
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 28. mars 2011 · Nr. 37
18
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Ítróttartoymið á Sosialinum:
Heri
Simonsen
heris@sosialurin.fo
Álvur
Haraldsen
alvur@sosialurin.fo
Hilmar Jan
Hansen
einslistir@email.fo
Uni Holm
Johannesen
uni@sosialurin.fo
Tróndur
Arge
trondur@sosialurin.fo
Hilmar Jan Hansen
Fyrri dysturin var ímóti Skot
landi fríggjakvøldið, og hann
var ikki serliga gamal, tá tað
longu sást, hvønn veg tað bar.
Hálvleiksstøðan var 20-7, og
tá avtornaði, høvdu føroysku
hondbóltsmenninir
vunnið
41-17.
Sama lagið var í seinna dyst
inum, sum var leygarkvøldið
ímóti írsku vertunum, tó at
munurin á pappírinum var
eitt sindur minni. Hesa ferð
vóru Føroyar á odda 19-9 í hálv
leikinum, og vunnu at enda 35-
16.
– Vit vistu, at tað var avmark
að, hvussu stóra mótstøðu, vit
skuldu vænta okkum. Kortini
haldi eg, at bæði Skotland og
Írland hava gjørt framstig, síð
ani vit spældu ímóti teimum í
2007 og vunnu uppaftur meira.
Kanska eru skotarnir eitt sind
ur betur fyri enn írar, og teir
vunnu eisini tann seinasta
dystin teirra millum við fýra
málum, sigur Dia Midjord, ið
saman við Kára Nielsen er
landsliðsvenjari.
Blandaður hópur
Hópurin, teir báðir høvdu
tikið út til ferðina í Dublin,
fevndi um bæði ungar og
eldri spælarar, so tað bar til
hjá teimum at hava eina unga
ketu inni viðhvørt og so eina
eldri viðhvørt, umframt at lið
ið eisini var blandað, so teir
yngru og eldru vóru saman um
at manna liðið.
– Eg haldi, at vit spældu
góðan hondbólt, hóast mót
støðan ikki var so øgilig. Vit
koyrdu á alla tíðina, og írski
hondbóltsformaðurin
takk
aði okkum eisini fyri, at vit
ikki spardu okkum, men góvu
bæði írum og skotum alla ta
mótstøðu, teir kundu fáa. Og
viðvíkjandi blandingini á lið
num, so stóðu teir yngru spæl
ararnir hjá okkum einki aftan
fyri teir eldru og royndaru,
sigur Dia.
– Hetta er jú ein óvanlig
støða fyri okkum, tí tað plaga
at vera vit, ið spæla ímóti lið
um, ið eru nógv betri enn vit.
Tá spyrja fólk viðhvørt, hvussu
tað ber til, at tey góðu liðini
tíma at spæla ímóti okkum,
men tað gera tey. Tí eiga vit
heldur ikki at siga nei takk,
tá vit fáa eina innbjóðing frá
eitt nú Skotlandi og Írlandi, ið
arbeiða við at menna sítt hond
bóltsspæl.
hilmarjan@sosialurin.fo
Hilmar Jan Hansen
Týsdagin 26. apríl byrjar venjarin
hjá Stjørnuni, Svein Rógvi Nielsen, í
einum nýggjum starvi yviri í Norra,
har hann fyrst og fremst skal taka
sær av U18-liðnum hjá Ranheim
Idrettslag, sum er felag í Trónd
heim-býarpartinum, Ranheim.
– Besta kvinnuliðið hjá felagnum
spælir í triðbestu deildini, men teir
satsa nógv upp á ungdómin og vilja
hava meg at venja eitt nýtt U18-
lið upp. Í Norra spæla U18-liðini í
sokallaðu Spar-deildini, ið telur 14
tey bestu U18-liðini í Norra, greiðir
Svein Rógvi frá.
– Tey størstu feløgini leggja
nógv fyri, so tey kunnu vera
umboðað
í
Spar-deildini,
sum
hevur nógva prestisju í sær. Júst nú
hevur Ranheim Idrettslag tríggjar
góðar U16-spælarar, sum eru á
landsliðnum í sínum aldursbólki,
og hesir tríggir spælararnir skulu
líkasum vera stamman á einum
nýggjum U18-liði, ið skal upp í Spar-
deildina at bjóða teimum bestu av.
Talan er um ein trý ára sáttmála,
og hetta fyrsta árið kemur Svein
Rógvi eisini at vera knýttur at
besta kvinnuliðnum hjá felagnum
sum »manager«, so hann kemur at
standa fyri ábyrgdini av spælara
innkeypum og øðrum viðurskiftum
kring liðið.
Størsta avbjóðing
– Eg má siga, at hetta persónliga
er nógv tann størsta avbjóðingin,
eg higartil havi havt sum venjari.
Áður havi eg roynt meg í 1. deild
niðri, í bæði Odense og Fredericia,
men hetta er ein munandi størri
avbjóðing, har mær verður litið til
at byggja nakað upp frá grundini,
sigur 37 ára gamli venjarin, sum í
føroyskum hondbólti hevur vant
bæði Stjørnuna, Neistan og Kyndil,
umframt kvinnulandsliðið.
– Hetta er eitt felag, sum veruliga
er til reiðar at satsa, so tí er hetta
eitt sera spennandi starv at fara
undir. Har eru einir 500 spælandi
limir í felagnum, og hondbólturin
har er á nokk so væl hægri stigi,
enn vit kenna tað í Føroyum. Hetta
er ein uppgáva, eg verliga gleði meg
at fara undir.
Svein Rógvi er giftur við Anniku
Ljósstein, ið bæði er kend frá
Stjørnuni og landsliðnum, men
hon fer í fyrsta umfari ikki við til
Norra, tí hon júst hevur fingið
nýtt starv á røntgendeildini á
Landssjúkrahúsinum, men sum
skilst eru innbygdir nakrir ferða
seðlar í sáttmálan hjá Svein Rógva,
so Annika kann óivað byrja at
venja seg til eina »sjómannakonu
tilveru«.
hilmarjan@sosialurin.fo
Fingið sátt
mála í Norra
Hondbóltur Svein
Rógvi Nielsen skiftir
í næstum Stjørnuna
út við norska felagið
Ranheim Idrettslag,
ið hann hevur gjørt
trý ára sáttmála við.
Fremsta uppgávan
verður at byggja
upp eitt U18-lið,
so tað kann bjóða
teimum stóru av
í bestu deildini
Smurdu
skotar og
írar av
Hondbóltur Manslandsliðið
í hondbólti var nógv tað besta
liðið í trílandakappingini, sum
var í Dublin um vikuskiftið. Bæði
ímóti Skotlandi og Írlandi gjørdist
talan um sannførandi stórsigrar
Hondbólts landsdystirnir:
Fríggjakvøldið:
Føroyar - Skotland 41-17 (20-7)
Málskjúttar: Hans Áki Dal-Christiansen 8 (2), Finnur Hansson 6, Magnus Müller 5, Dánjal Tórgarð 5, Áki G. Olsen 4,
Niklas Reginson 4, Joen Pauli Høgnesen 3, Rúni Fossdal 2, Bjarti Hansen 2, Tony Weihe 2, Andrias Nielsen 1
Leygarkvøldið:
Føroyar - Írland 35-16 (19-9)
Málskjúttar: Joen Pauli Høgnesen 7 (1), Bjarti Hansen 6, Hans Áki Dal-Christiansen 4 (1), Finnur Hansson 4,
Rógvi Sørensen 3, Dánjal Tórgarð 3, Tony Weihe 3, Rúni Fossdal 2, Andrias Nielsen 2, Áki G. Olsen 1
NÝGGJA AVBJÓÐING
Venjarin hjá Stjørnuni, Svein Rógvi Nielsen, fer beint eftir
páskir til Norra, har hann næstu trý árini skal byggja upp eitt
nýtt U18-lið í felagnum Ranheim Idrettslag í Tróndheimi
Savnsmynd