Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-03-28, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 28. mars 2011síða 19

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Mánadagur 28. mars 2011 · Nr. 37 Sosialurin Ítróttarblaðið Sunset Deildin Kvinnur nr. Lið Dystir Vunnin mál Tapt mál Munur Stig 1 Neistin 23 657 514 143 36 2 Stjørnan 21 592 493 99 35 3 Tjaldur 22 616 532 84 33 4 VB 22 568 550 18 24 5 Kyndil 23 530 586 -56 14 6 VÍF 21 473 586 -113 7 7 StÍF 22 438 613 -175 5 StÍF – Neistin 17-26 Kyndil – VB 24-36 Tjaldur – Stjørnan 24-24 30. mars: VÍF - Stjørnan 3. apríl: VÍF – Kyndil 3. apríl: Stjørnan – StÍF 3. apríl: VB – Tjaldur 9. apríl: StÍF – VB 10. apríl: Neistin – Stjørnan 10. apríl: Tjaldur - VÍF Seinastu dystirnir í Sunsetdeildini: Uni Holm Johannesen Nú mátti røkka ella støkka hjá Tjaldur, varð sagt undan dyst­ inum. 24-24. Tað høvdu fá væntað. Nú verður dúgliga gitt og rokna út, hvat fer at henda í finalustríðnum í bestu kvinnudeildini. Treytirnar hjá Tjaldur eru ein­ faldar. Kvinnurnar úr Runavík skulu vinna sínar seinastu dystir. Eydnast tað, skal Stjørnan vinna á Neistanum í høllini á Hálsi tann 10. apríl. Fær Neistin stig, spæla bláu havnarkvinnurnar finalurnar. Durita var við Tað var ikki vænta, at Durita Christophersen fór at spæla við Stjørnuni aftur í hesum kappingar­ árinum. Hon er flutt til Danmarkar. Venjarin hjá Stjørnuni, Svein Rógvi Ljósstein, hevur eisini víst aftur git­ing­unum, at landsliðsleikarin spældi afur í ár. Durita Christophersen var við í Runavík í gjár. Tað var týðiligt, at hon er ikki eins væl fyri sum fyrr, men í Klaksvík verður sjálvsagt vóna, at hon finnur stórspælið fram aftur skjótast tilber. Hon tókt­ist troytt seinastu løtuna, men mun­ aði væl í verjupartinum. Durita er stór og sterk, og tað gav týðiligar fyri­munur í løtum. Adina mansvard Tað var lítið um Adinu Petru og hin­ ar kvinnurnar úr Runavík, tá tær vitjaðu í Havn síðsta vikuskiftið. Neistin eyðmýkti tær og vann heili 40-19. Taptu tær aftur í dag, høvdu tær ongan virknan leiklut í finalu­ stríðnum. Adina Petra hevur verið darvað av sjúku, men var væl uppløgd hesa­ferð. Stjørnan ætlaði sær ikki at varðveita spenningin í odda­stríð­ num og legði nógv fyri at fáa fult. Petra var mansvard, og tað setti stundum kílar í álopsspælið hjá heima­liðnum. Hon stóð seg væl, hóast tað, og skeyt fleiri mál. Annika Thomsen hevur verið skadd í hondini, og hon spældi heldur ikki við fullari megi í gjár. Hin stórspælarin, Simona Petersen, noydd­ist tískil av álvara at taka ábyrgd, og tað riggaði væl. Linligar stjørnur Stjørnan spældi ikki serliga væl. Tað eydnaðist at taka broddin úr álops­spælinum hjá heimaliðnum, men tað hilnaðist ikki væl at hótta mótstøðuverjuna. Ov ofta var lítið hugflog, umframt at óneyðug mist­ øk darvaði spælinum. Tað varð skjótt greitt, at Stjørnan dúvaði upp á skjót­álop. Tjaldur hevði munin so at siga alla­tíðina. Heimaliðið var á odda fyri einum ella tveimum málum, men gestirnir togaðu seg upp undir lið­ina á teimum móti endanum. Tjaldur hevði síðstu skotroyndina í dyst­inum, men Adina Petra sendi fram­við málinum. Tann 10. apríl Stjørnan skal næstu dagarnar spæla móti VÍF og StÍF, sum hava myndað botnstríðið í bestu kvinnudeildini alt kappingarárið. Tað er helst ein avgreiðsluspurningur hjá kvinn­ unum úr Klaksvík. Greiður Tjaldur sína skyldu og vinnur á VB og VÍF, fellur avgerðin endaliga tann 10. apríl. Tá bresta Neistin og Stjørnan saman í høllini á Hálsi. Verður tað so, at Tjaldur og Stjørnan vinna sínar dystir, og finalu­liðini verða funnin tann 10. apríl, kann Stjørnan gera av, um Tjaldur ella Neistin skal í finaluna. Tað kann fáa ávirkan, at Stjørnan hevur longu vunnið seg í finaluna tá – og tískil einki hevur at spæla fyri móti Neistanum. Tað ber til at gita. Um eina viku, tá Tjaldur hevur spælt í Vági, fáa vit fleiri upplýsingar til vega. Fyribils kunnu vit bara gita. uni@sosialurin.fo FRAMVEGIS OPIÐ Tjaldur vónar nú, at Stjørnan vinnur á Neistanum tann 10. apríl. Tað er einasti møguleikin hjá steypavinnarunum at fáa pláss í finalunum um FM-heitið Mynd: Álavur Haraldsen Vit kunnu bara gita HONDBÓLTUR Støðan hjá Tjaldur er ikki vónleys. Kvinnurnar úr Runavík skulu vinna útidystin á VB og heimadystin á VÍF. Eydnast tað, verður tað helst upp til Stjørnuna at gera av, hvørjum tær skulu spæla finalurnar ímóti. Tað ber framvegis ikki til at siga, hvørji lið fara í finalurnar Uni Holm Johannesen Tað var bara ein avgreiðslu­ spurningur, tá Neistin vitjaði í ítróttarhøllini á Skála seinna­ partin leygardagin. Neistin vann 26-17. Stórskjúttin Barbara Brauer, sum hevur verið mill­ um allarbestu spælararnar í hesum kappingarárinum, var ikki við hesaferð. Hon hevur meitt sær fótin. Tað tóktist ikki darva spælinum stórvegis. Heima­liðið hótti ongantíð gestirnir, sum stríðast fyri at sleppa í finalurnar um føroya­ meistaraheitið. Hinar ræddust ikki at taka ábyrgd. Jacklin Durhuus, sjey mál, Marjun Danberg, fimm mál, og Birita Wardum, fýra mál, gingu á odda í álopsspælinum. Rebekka Justinussen var ein­ asta veruliga hóttanin hjá StÍF, men undantikið hennara skot­ styrki, hevði heimaliðið lítið at bjóða. Ongan mun VB vann sannførandi á Kyndli í høllini á Hálsi í gjár. Munurin var tólv mál – 24-36. VB og Kyndil hava einki havt at spæla fyri, uttan æruna, í nógvar vikur. Tað merkist á spælinum. VB hevur av álvara fylt stigaposan seinastu tveir mánaðirnar, og tvey stig komu í skjáttuna aftur hesaferð. Eingin slingur í valsinum Hondbólt Barbara Brauer var ikki við, tá Neistin vann greitt á botnproppinum um vikuskiftið. VB bukaði Kyndil Tað var ikki nógv Kyndilskvinnur fingið gjørt við VB Mynd: Álvur Haraldsen