Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-01-20, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. januar 2004síða 4

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 12 - 20. januar 2004 Nr. 12 - 20. januar 2004 7 Nú missa 50 fólk afturat arbeiði í Vági og nú er líka illa statt við fiskaarbeiði sum tað var í ringastu kreppuárunum ARBEIÐSLOYSI Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Nú er aftur at kalla øskukalt í Vági. Í hvussu so er í fiskivinn- uni. Næstan øll virkini, sum vórðu sett á stovn í Vági í kjalarvørrinum á kreppuni eru mestsum steðgað aftur. Og í næstu viku missa eini 50 fólk afturat arbeið- ið. Tað hendir, tá ið teir verða lidnir at taka laksin, sum er í alibrúkinum. Og tá ið tað er liðugt, er heldur onki arbeiði meiri á laksa- virkinum og so letur tað eisini aftur og lykilin ver- ður snaraður. Har hava eini 40-50 fólk arbeitt nú í nakrar mánaðir við at taka laksin, eftir at alivinnan í Suðuroynni skifti eigarar. Men tað ar- beiðið verður liðugt í næstu viku og tá verða øll tey fólkini arbeiðsleys afturat. Hvussu verður við laksa- virkinum, er púra óvist. Somuleiðis eru øll hini fiskavirkini mestsum steðgað. Á Sancy hevur ikki verið arbeiði leingi. Palm Seafood var eitt ann- að, hampiliga stórt virkið, og tað liggur eisini mest- sum stilt. Onnur, av teimum smáu virkjunum, eru eisini aftur- latin og nú er tað bara okk- urt einstakt av teimum smáu virkjunum, sum eru opin Á Palm hava arbeitt eini 20 fólk og árini framman- undan hevur virkið tikið ímóti umleið 4. 000 tonsum um árið og meiri enn tað. Men í fjør arbeiddu tey bara 2.000 tons. Og hvussu verður í ár, veit ongin. Stjórin, Johannes Joen- sen, sigur, at Palm hevur lagt seg eftir at salta upsa til amerika. – Men hetta seinasta hálvtannað árið er dollarin fallin eini 35% og tað hevur tikið grundarlagið undan virkinum. – Tað forbjóðar seg sjálvt hjá okkum at virka fisk undir slíkum umstøðum, sigur hann Teir royna nú at finna onnur fiskasløg at arbeiða og aðrar marknaðir at selja til, men hvussu tað verður, veit hann onki um. Í øllum førum veit hann, at tað tek- ur tíð at byggja nakað nýtt upp. Men avleiðingin er, at tað eisini er ógvuliga smáligt við arbeiði á Palm. Minst 10 ár aftur í tíðina Sostatt er støðan í fiski- vinnuni í Vági líka ring nú, sum hon var í ringastu kreppuni fyrst í nítiárunum. Páll Leo, stjóri á laksa- virkinum, sigur, at tá ið laksavirkið letur aftur, er aftur líka lítið fiskaarbeiðið í Vági, sum tað var í ring- astu kreppuni. Og hann væntar, at av- leiðingin av tí verður ein stór fráflyting í komandi tíðum. Ikki minst væntar hann, at tað unga fólkið rýmir. – Vit hava havt eini 20 ung og yngri fólk til arbeið- is á laksavirkinum, men nú tað heldur uppat, og onki annað arbeiði er í eygsjón í bræði, vænti eg, at tey fleiri av teimum fara fyri at søkja sær eydnuna onkra aðra- staðni, sigur hann. Hann leggur afturat, at hann dugir ikki at síggja nakran glotta fyri framman í Vági. – Stóri spurningurin hjá vágbingum er nú, hvat Fiskavirking fer at gera við virkið. Fiskavirking hevur fleiri ferðir boðað frá, at virkið skal ikki liggja stilt. Kommunan hevur eisini sett sum treyt, at virkið skal vera í gongd, annars verður leigusáttmálin um grund- stykkið, sum virkið stendur á, sagdur upp og so má Fiskavirking antin taka virkið niður og flyta tað, ella selja tað. Fiskavirking hevur eisini nýliga boðað frá í samrøðu við Sosialin, at tey standa við avtaluna við Kommuna og arbeitt verður við hvørjir møguleikar eru. Men nær virksemið verð- ur á virkinum, ella, hvat slag tað verður, vita tey ikki. – Spurningurin er eisini, hvat politikararnir í oynni kunnu gera, heldur Páll Leo. Tað skerst heldur ikki burtur, at arbeiðsloysið í syðru helvt í Suðuroy hevur verið eitt høvuðsevnið í valstríðnum uppundir løg- tingsvalið í dag og allir flokkar hava havt sínar tankar um, hvat kann ger- ast. Júst, hvat hevur verið ført fram um arbeiðsloysið í syðru helvt í Suðuroynni, hava vit meiri um í serliga valblaðnum sum fylgir við Sosialinum í dag. Vágur sett minst 10 ár aftur í tíðina – Laksavirkið í Vági kom ongantíð rættiliga ígongd og í næstu viku steðgar tað heilt og tá missa 40-50 fólk afturat arbeiði. Stjórin á virkinum væntar, at nógv fólk fer at rýma úr Vági í næstum C M Y K 7 6