Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-01-20, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. januar 2004síða 5

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 12 - 20. januar 2004 Nr. 12 - 20. januar 2004 9 Jørn Astrup Hansen, stjóri í Føroya Banka, sigur seg duga illa at skilja hugburðin hjá politikarunum til kreppuna í alivinn- uni. Hann vísir á, at í fleiri ár var góða gongdin í alivinnuni medvirkandi til góð úrslit hjá bankanum og harvið stórt vinningsbýti hjá landskassanum, men nú, tá ið vinnan er í svárari kreppu, venda politikararnir deyva oyra til STÓRVINNA Í KREPPU Jan Müller Stjórin í Føroya Banka, Jørn Astrup Hansen, sigur seg ikki megna at fylgja við, tá ið stjórin í Lands- bankanum herfyri gav til kennar, at hann ikki rokn- aði við, at kreppan í ali- vinnuni fór at síggjast aftur í lívinum hjá vanliga før- oyinginum. - Tað stendur púra greitt, at millum ein hálv og ein heil milliard kr. eru mistar í alivinnuni, og tað stendur líka so klárt, at tað fær avleiðingar fyri alt og øll í samfelagnum. Kreppan í alivinnuni fær sjálvandi fyrst og fremst fíggjarligar avleiðingar fyri alararnar sjálvar, fyri fóðurframleið- ararnar og fyri peninga- stovnarnar, men um vit missa 20-25% av útflutn- inginum, so fær tað sjálvandi avleiðingar fyri okkum øll, og tá mugu tey roknast at vera uppi í, sum í almenna kjakinum so ofta verða nevnd vanligir før- oyingar. Tað eru vit øll. Hetta sigur Føroya Banka stjórin vera óreingiligan veruleika, og hann undrast yvir, hvussu politiska skip- anin hevur taklað ella rættari ikki taklað óhepnu støðuna. – Tey tiltøk, sum higartil eru framd, hava ikki boðað frá, at trupulleikarnir hava verið tiknir í tí álvara, sum teir eiga at hava havt tað uppiborið. Mær kemur tað fyri sum um, at tá ið Titanic var um at søkka, at síðsta orkan varð brúkt til at seta stólarnar á sóldekkinum upp á pláss. Vinningsbýti Bankastjórin vísir á, at Føroya Banki seinastu 5-6 árini í miðal hevur goldið góðar 100 mill. kr. um árið til landsstýrið í vinnings- býti. Tað svarar til umleið 6.000 kr. fyri hvørt húski. – Og verður hetta vinn- ingsbýtið til landið minni orsakað av eitt nú ringu úrslitunum í alivinnuni, so kemur tað sjálvsagt at raka øll so ella so. Tá vit spyrja bankastjór- an, hvussu útlitini eru fyri at gjalda landinum eins stórt vinningsbýti fyri 2003 sum undanfarin ár hevur hann lítlan hug at svara men viðgongur so kortini, at tíðirnar eru nógv broytt- ar: – Roknskapurin – og harvið eisini útbýtið – fyri í fjør fer at verða tengdur at teimum sera stóru tapunum í alivinnuni. Landsstýrið fer tí at fáa eina tilsvarandi minni inntøku frá bankan- um, og um landskassan verða tapini í alivinnuni á henda hátt flutt víðari til borgararnar. Um lands- stýrið ikki vil brúka av sínum likviditeti, so má man antin taka meira inn í skatti ella má man gjalda minni út í t.d. fólkapensión. Ov seint Nógv hevur verið tosað um at lata upp fyri útlendskum kapitali og íløgum fyri at bjarga alivinnuni, men Føroya Banka-stjórin metir, at tað kann vísa seg at vera ov seint. – Oftani vísir tað seg, at politikararnir ikki vilja lesa skriftina á vegginum, fyrr enn teir standa við ryggin- um móti vegginum. – Men hava fíggingar- stovnarnir sjálvir gjørt nokk fyri at gera vart við álvarssomu støðuna í ali- vinnuni? Jørn Astrup Hansen: – Tað er væl ikki okkara upp- gáva at greiða myndugleik- unum frá, hvussu gongur í alivinnuni. Men politikar- arnir hava ikki lyndi til at hoyra okkum. Annars er okkara fatan tann, at vit hava tosað fyri deyvum oyrum, tá vit hava verið talsmenn fyri, at myndug- leikarnir áttu at havt med- virkað til at skapt betri karmar fyri alivinnuna. Vit hava leingi mælt til, at alararnir fingu møguleika at geva pant í loyvunum. Tað hava politikararnir sum við ein munn víst aftur. Tað er keðiligt at skula fara við landsstýrinum í rættin, men tað gjørdu vit kortini, og vit fingu viðhald í, at loyvini kunnu pantsetast. Men tað er alt sera seint nú. Vit eru í ferð við at lata einum søkk- andi skipi bjargingarbátar. – Er tað veruliga ov seint at koma alivinnuni til hjálpar? – Tað kann tað væl vera. Í 2002 var útflutningurin av laksi og sílum 23% av Føroya Banka-stjórin: Alivinnan doyr tí trupulleikarnir verða ikki tiknir í álvara -Tað er gott at hoyra, at valevni eru fyri at fáa fremmandan kapital í alivinnuna, men tað er um at vera ov seint, heldur Jørn Astrup Hansen, sum samanber støðuna við, at Titanic er við at søkka og fara til botns, og tú brúkar tær seinastu kreftirnar til at seta stólarnar á sóldekkinum uppá pláss samlaða útflutninginum. Hann kann lættliga vera heilt horvin í 2006. Orsøkir til alikreppu Spurdur hvat myndug- leikarnir kundu havt gjørt øðrvísi í alivinnuni svarar bankastjórin: – Vit kunnu sjálvandi einki gera við prísirnar á heimsmarknaðinum men tosa vit um, hvat politik- arnir kundu havt gjørt øðrvísi, so áttu teir fyri langari tíð síðani at ásett nærri reglur fyri raksturin av alibrúkum og fyri niður- berjing av sjúkum í fisk- inum. Og Astrup heldur fram: - Er tað ikki so, at politik- ararnir eru trekir ella ikki vilja seta tær neyðugu treytirnar? Kann man hugsa sær, tá vit hava fing- ið trupulleikar við sjúku, at tað kemst av, at tað hava verið ov fáar restriktiónir á firðunum? At tað ganga ov nógvir fiskar í firðunum? Hevur landsstýrið nakran- tíð havt restriktiónir fyri troytan av firðunum? Ja, men ikki fyrr enn nú, og nú er tað seint - sera seint. Landsstýrið sigur, at tað vil ikki geva ávirkanina frá sær til peningastovnarnar, ið ikki skulu sita sum panthavarar og bestemma yvir loyvunum. - Eg spyrji meg sjálvan, um tað ikki hevði verið ein betri loysn, enn um politik- ararnir sótu og gjørdu tað! Annars er tað jú als ikki talan um, at peningastovn- arnir ynskja at bestemma yvir loyvunum. Tað eru myndugleikarnir - ikki peningastovnarnir - sum áseta treytirnar í loyvunum. Peningastovnarnir ynskja aleina at hava møguleika fyri at kunna selja víðari eitt alibrúk, sum er farið á húsagang, saman við loyv- inum. - Og so skal man jú líka minnast til, at peninga- stovnarnir sambart banka- og sparikassalógini als ikki mugu reka annað virksemi enn júst peningastovns- virksemi, heldur ikki alivirksemi. Sum panthav- arar vilja peningarstovnar- nir verða noyddir til so skjótt sum til ber at selja víðari eitt yvirtikið alibrúk til ein nýggjan alara - sum landsstýrið væl at merkja skal góðkenna. So, hvat er tá trupulleikin? -Vit mugu síggja burtur frá uttanumtosinum. Skal tað framvegis bera aliv- innuni til at útvega fígging, so mugu lániveitararnir kunna tryggja sær, at loyvið er ein partur av láni- grundarlagnum. Og tað tryggjar man sær nettup gjøgnum panti. Undir gald- andi lóg og við núverandi praksis fyri umsiting av aliloyvunum er tað heilt einfalt óforsvarligt at seta stórar kredittir til alararnar at ráða yvir. So einfalt er tað. Lærupeningurin hjá peningastovunum av aliv- innuni í 2003 fer heilt givið at kasta langar skuggar. Hongur ikki saman Bjargingin hevur verið søgd at vera útlendskur kapitalur í alivinnuni. Jørn Astrup Hansen sigur hetta, tá ið vit spyrja hann, um hann heldur, at linking í avmarkingum fyri út- lendskan kapital fer at vera hjálpin hjá alivinnuni: - Í løtuni er tað rættuliga torført at finna íleggjarar til føroyska alivinnu. Bæði føroyingar og útlendingar. Men eitt mugu politikar- arnir gera sær greitt. Tað er eingin hjálp í bara at hækka markið fyri útlendskum ognarrætti úr 33 upp í 49%. Um vit frammanund- an taka møguleikan frá út- lendskum íleggjarum at eiga meirilutan, so er næst- an staðfest, at teir eru ikki heilt so vælkomnir. Vit taka fegnir ímóti pengunum, men vit vilja ikki, at ávirk- an skal fylgja við kapital- innskotinum. Hetta ber ikki til. Vit taka ikki ímóti eini innbjóðing, um vit vita, at verturin hevur bygt upp barrikadur í durunum. - Annars er tað heldur ikki so sjálvsagt, at tað skuldi verið neyðugt við einum lofti fyri útlendskum eigaraskapi. Um man vil avmarka møguleikarnar og rásarúmið hjá alarunum, so eiga avmarkingarnar at liggja í loyvistreytunum - ikki í eigaraskapinum. Og at tað skuldi verið neyðugt at sett onnur og strangari krøv til útlendsku parta- eigararnar enn teir føroysku partaeigararnar, er væl ikki upplagt. - Loftið fyri útlendskum eigaraskapi er annars tað reina galimatias. Lat okk- um siga, at eitt alibrúk hevur tveir partaeigarar. Ein útlending (U) við 49% av partapeninginum og ein føroying (F) við 51%. Nú fer felagið á húsagang. U ynskir, at tað verður skotin nýggjur kapitalur í felagið, men F hevur ikki møgu- leika fyri tí ella er ikki hugaður fyri at vera við í kapitalvíðkanini. Tað ber ikki til. Ikki bara fyri U, sum tað ikki ber til hjá einsamallur at seta meiri pengar í felagið, tí harvið fer hann at eiga meiriluta av partapeninginum, men eisini fyri lániveitararnar hjá alivinnan. Soleiðis, sum tingini nú eru skrúvað saman, er loysnin tann, at norðmaðurin verður broytt- ur til ein føroyskan strá- mann. Bara politikararnir lata sum um, at teir ikki skilja tað. Fyri tann reina er alt reint. C M Y K 9 8