Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-01-20, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. januar 2004síða 6

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 12 - 20. januar 2004 Nr. 12 - 20. januar 2004 11 Nú verða áttamanna- farið Hella og gummibáturin, sum varð funnin í síðstu viku kannað av Skipa- sýninum og Gummi- bátatænastuni. Hvussu longi kann- ingin fer at taka, og nær ein niðurstøða verður greið, dugir leiðarin á MRCC støðini, Djóni Weihe ikki at siga KANNING Solby A. Eliasen solby@sosialurin.fo – Nú mugu myndugleikar- nir kannað tað, sum er funnið fyri at fáa nøkur svar, sigur Djóni Weihe, leiðari á Sjóbjargingar- støðini. Hann heldur, at stórur innsatsur varð gjørdur alla- staðni fyri at finna gummi- bátin og mannin, men hann viðgongur tó, at tá hugt verður í bakspeglið, at ein kann gott seta spurnartekin við um ikki tað kundið verðið gjørt meira burturúr leitingini og leitað í eitt longri tíðarskeið. Serliga tá maður og gummibátur vórðu funnin aftur. – Vit hava altíð leitað longi í Føroyum, tá slíkt hendir, men tað er sera torført at siga, júst hvat er nóg longi ella ov stutt, sigur hann og leggur afturat, at tað er øgiliga ymiskt uttan- landa, hvussu longi tað verður leitað í slíkum til- burðum. Annars sigur hann, at tað ber illa til hjá honum at koma við nøkrum greiðum svarum um hetta, áðrenn kanningin av málinum er liðug. Ikki dumpað Um niðurstøðan útfrá kanningini staðfestir, at leitingin varð steðgað ov tíðliga, heldur Djóni tó ikki, at tað kann sigast, at MRCC dumpaði sína fyrstu stóru roynd eftir yvir- tøkuna. – Vit hava longu havt nógvar uppgávur, síðani yvirtøkuna, sum hava gingið væl. Hetta var so tann fyrsta so stóra hend- ingin av sínum slag, sum involveraði nógv fólk. Men fólk hava jú altíð teirra meiningar, sigur Djóni Weihe, sum sostatt ikki heldur, at teirra partur hev- ur ligið eftir í leitingini. Hann sigur tó, at reakti- ónirnar uppá leitingarar- beiðið hava verið positivar heldur enn tað øvugta. Tekur sína tíð Hvussu langa tíð kanningin tekur, og nær svar verða greið, dugir Djóni Weihe ikki at siga nakað um. Ein tílík kanning tekur sína tíð, er tað einasta, sum hann sigur. Djóni sigur, at um ein tílík kanning skal hava nakað virði, so má hon taka ta tíð, hon tekur. Tey mugu royna at samla so frætt av fakkunnleika, sum tey kunnu, so tey kunnu gera eina niðurstøðu útfrá vitan- ini. Umstøðurnar í hesi hending eru heilt serstakar og gera tað serstakliga tor- ført at síggja frammanund- an, at júst hatta skuldi henda, sigur Djóni Weihe, leiðari á Sjóbjargingar- støðini. Leitingin verður kannað So var hon aftur... Gummibáturin úr Hellu varð funnin út fyri Akrabergstanga fríggjadagin Mynd: Dagfinn Olsen Lítið var at frætta um gomlu Norrønu, áðr- enn blaðið fór til prentingar, men mánamorgunin kom gamla Norrøna aftur á Havnina NORRØNA Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo Um ellivutíðina mána- morgunin stevndi gamla Norrøna ella Norrøna 1, sum hon eisini verður kall- að á Havnina. 10. apríl hitt- ust nýggja og gamla Norr- øna norðanfyri Hetland - eftir ætlan fyri síðstu ferð. Tá stevndi ein spildurnýggj Norrøna móti Havnini, og Norrøna 1 skuldi bjóðast fram til møguligar keyp- arar. Men sum flestum kunn- ugt rendi nýggja og stási- liga Norrøna á land hós- dagin. Tískil er boð sent eftir gomlu Norrøna. Og mánamorgunin var hon á Havnini. Norrøna 1 skal røkja sigl- ingina hjá nýggju Norrønu til nýggja Norrøna aftur verður klár. Lítið at frætta Seinnapartin mánadagin var sjófrágreiðing í Føroya rætti um tilburðin, tá Norr- øna rendi á land hósdagin. Hetta var eftir, at Sosialurin tygum lesa var farin til prentingar. Tá vit fingu fatur á Kára Durhuus, fjølmiðlaráðgeva hjá Smyril Line, mána- morgunin visti hann ikki nógv at siga okkum. – Arbeitt verður við skað- anum, sum Norrøna fekk, men vit vita ikki, nær hon kann fara avstað aftur, sigur Kári Durhuus. Vit hava eisini roynt at fregnast eftir, hvat fyri trygging, ið Smyril Line hevur til Norrønu. Hvørki Kári Durhuus ella Gunnar í Liða, stjóri í Tryggingar- felagnum Føroyar, vildu siga nakað um hetta. Tað einasta, vit hava fingið upplýst, er, at Norrøna er tryggjað hjá Tryggingarfel- agnum Føroyar. – Vit hava eina góða eft- irtrygging, var tað einasta Gunnar í Liða vildi siga. Sum í gomlum døgum: Tað er ikki so langt síðani, at Norrøna 1 kallaðist fyri Norrøna og var stoltleikin í føroyska flotanum. Nú kemur tað í øllum førum væl, at hon ikki varð seld Mynd: Jens Kristian Vang C M Y K 11 10