týsdagur 20. januar 2004síða 7
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 12 - 20. januar 2004
Nr. 12 - 20. januar 2004
13
Eimskip flyta ikki
nógvan alilaks úr
Føroyum og vænta
ikki stórar broytingar
í tí nýggja árinum
FARMAFLUTNINGUR
Búi Tyril /
PRnewsMedia.com
Meðan stórir partar av
vinnulívinum útgera seg til
at møta teimum minking-
um í virksemi sum kreppan
í alivinnuni hevur lagt upp
til, so rokna Eimskip ikki
við at merkja tað stóra til
niðurgongd av hesum.
»Av tí at útflutningur av
alilaksi
eigur
ógvuliga
lítlan lut í okkara virksemi
rokna vit heldur ikki við
stórvegis
broytingum,«
sigur Joel undir Leitinum,
sølu- og marknaðarleiðari
hjá Eimskip í Føroyum.
Joel
undir
Leitinum
hevði annars stórar vónir til
árið 2003 men so kom
verkfallið; eftir umstøðun-
um var úrslitið tá samanum
kom tó nøktandi.
»Árið í fjør var ógvuliga
gott tað er fram til verk-
fallið; tá fór alt fyri bakka.
Vit høvdu ein fínan útflutn-
ing teir fyrstu fýra mánað-
irnar men so var liðugt tá
a r b e i ð s m a r k n a ð u r i n
stongdi… At vinna inn
aftur tað mista aftan á eitt
sovorðið verkfall tekur
nógvar mánaðir. Vit høvdu
tó fyrimunin at okkara skip
sigldu sínar rutur kortini; tá
var verri hjá teimum før-
oysku
feløgunum
sum
máttu leggja síni skip.«
»Vit hava vónir um at
árið í ár fer at líkjast árinum
í fjør tó uttan nakað verk-
fall.«
»Og so vóni eg at politik-
ararnir læra at halda fingr-
arnar burtur frá detailstýr-
ing og ístaðin leggja orkuna
í veruliga, yvirorðnaða
stýring.«
Tann føroyski marknað-
urin fyri farmaflutning er
sambært metingar verdur
einar 500 milliónir krónur
um árið, leysliga mett í
góðsi eini 300 000 tons.
Eingin av aktørunum á
marknaðinum vil tó siga
nakað stórvegis um hvussu
stóran part teir eiga ella
hvussu
nógvur
teirra
umsetningur er.
Landingarmiðstøðin
Kongshavn umsetti
16 000 tons av upsa
og øðrum hvítfiski
undir 2003 - men
hevur enn meira
kapasitet
FISKIVINNA
Búi Tyril /
PRnewsMedia.com
Tey seinnu árini eru ser-
skildar landingarmiðstøðir
alt meira vorðin vanligur
kostur í fiskivinnuni á
landi. Hesin trendur er
íkomin aftan á struktur-
broytingar í vinnuni undir
fyrru helvt av 1990unum
og verður av mongum
mettur sum eitt framstig í
mun til ta traditionellu
skipanina við fastari koppl-
ing millum framleiðslu og
landing.
Reiðaríið Beta, kent fyri
at eiga og reka teir sokall-
aðu Kuba trolararnar, gekk
undan og tók tíðliga upp
landing
sum
vinnuligt
virksemi, í fyrstani við
hjálp av verandi landingar-
plássum ið vóru knýtt at
flakavirkjum kring landið.
Áðrenn ta stóru kreppuna
fyrst í 1990unum vóru
eingi serstøk landingar-
pláss; flakavirkini virkaðu
sum slík ístaðin. Beta byrj-
aði at landa fisk í Runavík í
1994; tvey ár seinni fekk
felagið eina nýggja høll á
bryggjuni í Saltangará og í
fjør varð stovnað eitt dóttir-
felag, Kongshavn, til at
burturav fáast við landing
og virksemi og tí sambandi.
Landingarmiðstøðin hjá
Kongshavn tekur ímóti
tíggjutúsundtals tons av
fiski árliga. Runt roknað
helvtin er fiskur frá skipum
hjá Beta meðan restin er frá
øðrum ið vilja gagnnýta
tann stóra kapasitetin hjá
miðstøðini. Millum annað
teljast
einir
fimm-seks
garnabátar
millum
teir
trúgvu kundarnar og upsin
er tann fiskur sum oftast
kemur upp á land.
Men árið í fjør var ikki
tað besta higartil, upplýsir
stjórin Olaf Olsen.
– Vit landaðu 16 000
tons í 2003 aftur ímóti 22
000 tonsum í 2002, greiðir
hann frá í samrøðu við
Sosialin.
– Tað er greitt at vit
kunnu klára meira enn vit
gera í løtuni, hóast virk-
semið sum so er hampiliga
lívligt. Trupulleikin í fjør
var ikki minst verkfallið,
men eisini tað at tað gekk
so illa at koma av við fiskin
í summar. Serliga var minni
av gullaksi.
Skifta út trolarar
Fyri einum góðum ári síð-
ani fekk Beta tveir nýggjar
Kuba trolarar, nevniliga
‘Stelk’ og ‘Bak’ úr Spania.
Samstundis eru tríggir av
teimum
gomlu
seldir,
bókstaviliga talað í hvør sítt
heraðshorn: ein til Russ-
lands, ein til Gambia og ein
til Argentina; tann síðst
nevndi fór fyri einum
mánað síðani úr Føroyum
sína longu leið og skal
koma fram ídag aftan á
sigling non-stop yvir einar
7000 fjórðingar.
– Tað var ein partur av
sáttmálanum við argentinar
at vit skuldu sigla teimum
bátin suður, upplýsir Ragn-
ar S. Olsen, varastjóri á
Beta.
Soleiðis eru trý pør av
trolarum í rakstri meðan
ein liggur stakur við kai.
Sum skilst gongst væl við
fiskiskapinum
og
teir
nýggju trolararnir vísa seg
at roynast væl.
– Fiskiskapurin hevur
verið
heilt
hampiligur,
heldur Ragnar S. Olsen
fram.
– Tó er tað jú væl kent at
upsaprísirnir
ikki
hava
verið nakað at reypa av í
seinastuni…
Men
teir
nýggju bátarnir hava klárað
seg stak væl upp á allar
mátar.
Annars fyriliggur ein
strategisk avgerð í Beta um
at talið á trolarum hjá
reiðarínum skulu minkast,
úr átta niður í seks.
– Keypið av ‘Stelki’ og
‘Baki’ og sølan av teimum
trimum er ein liður í at
skifta teir átta eldru bátar-
nar út við seks nýggjar sum
eisini eru nakað størri enn
teir gomlu. Í løtuni eru teir
sjey í tali og eftirsum at
seks teirra partrola liggur
‘Havhestur’ nú við kai sum
standby. ‘Havhestur’ hevur
fiskiloyvi men í somu løtu
vit bíleggja næsta trolara
fer ein niðurteljing í gongd
og fiskiloyvið má yvir-
førast innan tvey ár.
Kuba trolararnir vórðu
keyptir í 1973 úr Kuba og
vórðu í Noregi umbygdir í
1978 til ísfiskaveiði. Upp-
runaliga stóð Skipafelagið
Føroyar sum keypari men
trolararnir vórðu fluttir yvir
í eitt reiðarí fyri seg, Beta,
eitt systirfelag hjá Skipa-
felagnum.
Kongshavn
kann klára
meira
Olaf Olsen, stjóri á landingarmiðstøðini Kongshavn.
Foto: Maria Olsen / PRnewsMedia.com
Eimskip rokna við einum góðum 2004
Tíggjutúsundtals tons av fiski fara árliga um landingarmiðstøðina hjá Kongshavn.
Foto: Maria Olsen / PRnewsMedia.com
Elin Lindenskov
pdf
C
M
Y
K
13
12