týsdagur 20. januar 2004síða 8
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 12 - 20. januar 2004
15
15
14
Nr. 12 - 20. januar 2004
Tað er neyðugt, at føroyska samfelagið broytir politisku kós-
ina her og nú. Í seks ár hevur fullveldismálið fullkomiliga
dominerað føroyskan politikk. Í seks ár er nógv orka og sera
nógvur peningur brúktur uppá fullveldismálið, ið kortini
ikki er komið úr stað. Veljarakanningar vísa, at samgongan,
ið hevur havt valdið seinastu seks árini, hevur ikki undirtøku
í fólkinum fyri sínum fullveldispolitikki. Heldur ikki í sjálv-
ari samgonguni hevur verið semja um hetta mál heldur enn
um nakað annað mál. Fullveldismálið hevur tí at kalla lamt
føroyskan politikk hesi seks árini. Samgonguflokkarnir hava
sitið hendur í favn, meðan samfelagið við vaksandi ferð rek-
ur móti búskaparkreppuni. Atgerðarloysi, klandur og stríð
hava eyðkent ta landsstýrissamgongu, sum nú er á veg í
søguna.
Nú er tíðin komin at farast má víðari, at seta nýggja kós út í
politiska kortið. Nú kunnu hini stóru málini ikki bíða
longur. Vit hugsa um pensionsmálið, familjupolitikkin, um-
hvørvispolitikk, almannamál, fiskivinnupolitikkin og um
búskaparpolitikkin sum heild. Tað er nú uppá tíðina, at
politikkur aftur fer at snúgva seg um hesi mál – um dagligt
lív og um fólksins gerandisdag. Lata vit framvegis bara
standa til, kemur hetta atgerðarloysi at elva til stórar
trupulleikar í framtíðini.
Sjálvstýrismálið er eitt stórt mál, ið má og skal loysast sum
skjótast. Hugskotið hjá Javnaðarflokkinum er tað, sum ligg-
ur næst tí, sum ein meiriluti av føroyingum tykist vera
samdur um. Tað er tí best fyri land og fólk, um Føroyar fáa
eina samgongu, ið megnar at loysa sjálvstýrismálið eftir
Javnaðarfloksins leisti. Tá tjóðskaparliga semjan er fingin í
lag, kunnu øll tey stóru málini, ið enn liggja á láni, loysast.
Ein nýggj og arbeiðsfør samgonga má alt fyri eitt fara undir
at loysa teir búskaparligu trupulleikarnar. Fleiri stórar vinn-
ur eru í álvarsomum trupulleikum, og arbeiðsloysið veksur
stútt innan hesar vinnur og innan tær vinnugreinar, ið eru
tengdar at kreppuraktu vinnunum. Her má gerast nakað heilt
álvarsamt og tað í stundini!
Tað er stórur tørvur á streymskifti í føroyskum politikki – á
eini nýggjari politiskari kós fyri okkara land. Tað er tørvur
á nýggjum politikki. Hesin politikkur skal loysa sjálvstýris-
spurningin á ein virðiligan hátt og sømiligan. Her er tjóð-
skaparliga semja Javnaðarflokksins besta boð. Tað er tørvur
á einum politikki, ið megnar at loysa eitt hitt størsta al-
mannamálið, nevniliga pensiónsmálið. Barnafamiljurnar
eru hart kroystar, og tí má vend koma í. Vit skulu hava syst-
kinaavslátt, sunnan ókeypis skúlamat og mjólkaprísurin má
lækka. Íbúðarmálið er framvegis sum ein marra fyri tær
ungu familjurnar og einsamallar møður eru púra sleptar
uppa á fjall. Heimarøkt og heilsuverk eru í djúpari kreppu,
umhvørvismál og skúlamál liggja á láni. Tað er tørvur á
einum nýggjum, virknum og visonerum vinnulívspolitikki,
ið m.a. skal tryggja útbúgving av verkafólki og tryggja, at
landsins ognir ikki verða latnar privatum fyri lítið og lætt.
Tað er alneyðugt við nýggjum politikki, um ikki vælferðar-
samfelagið skal fara fyri bakka. Tað er tørvur á einum lands-
stýri, ið tekur fulla ábyrgd av okkara samfelag og av øllum
samfelagsbólkum. Valstríðið hevur víst, at tann flokkur, sum
hevur besta boð uppa ein nýggjan politikk á nærum øllum
økjum, er Javnaðarflokkurin. Tað er tí í tøkum tíma, at hesin
flokkur aftur kemur upp í landsins politisku leiðslu.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Neyðugt við
nýggjari kós
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad
finnbjorg@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo
Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliasen solby@sosialurin.fo
Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo
Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 449520
tel. 228909
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Sosialurin í Vágum:
360 Sandavágur
tel. 333820, 220507 fax 333720
e-post: edvard@sosialurin.fo
e-post: vagar@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Schandorff Vang
Allir politiskir flokkar rópa
hart upp um, at teir eru so
sera demokratiskir, men
hvar fór hetta góða demo-
krati í valstríðnum?
Hví – finnast tílíkir
vandalar, sum ikki kunnu
lata tær stríðandi krefturnar
standa sína roynd, og lata
boðskapin
hjá
teimum
ymsu flokkunum fáa frið at
standa uppi?
Hví – kunnu ódemokrat-
isku vandalarnir ikki skilja,
at flokkarnir brúka nógva
orku, tíð og pening til at fáa
sín boðskap fram – pening
sum skapar virksemi?
Hví – hava hesir vandalar
ikki virðing fyri øðrum
meiningum
enn
teirra
egnu?
Er tað veruliga hesar
vandalistisku – ella fascist-
isku – kreftir vit skulu hava
framat at stýra landi okk-
ara?
Eg fái meg ikki at trúgva,
at boðini koma frá floksins
leiðslum, men vísir tað seg
serliga, at tað er Sambands-
flokkurin, sum fær sín boð-
skap skræddan ella brotnan
niður. Hetta byrjaði longu
til seinasta fólkatingsval,
og tá vóru tjóðveldisboð-
skapir settir upp á sama
stað ístaðin.
Longu tá hoyrdist um
skipaðan
tjóðveldisung-
dóm, sum savnaðist á ávís-
um støðum fyri síðan at
koyra runt og bróta niður
sambandsboðskapin.
Hetta endurtók seg til
seinasta løgtingsval.
Hetta endurtekur seg enn
grovari í 2004. Hesuferð
leggja teir ikki bert eftir
uppsettum skeltum, men
eisini við at bróta rútar í
bilum, sum hava sambands-
boðskapin standandi í rút-
inum.
Hesir
ódemokratiski
ótangarnir fremja rætt og
slætt herverk. Tí heiti eg á
tykkum, sum síggja slíkt
fara fram, um at leggja í
geyma, hvørji hesi fólk eru
og siga politinum frá, so tey
kunnu fáa sína revsing.
(Floksleyst valagg)
Meinhard Jensen
Ein dagin var prominent-
asta sambandsfólk í landin-
um - Lisbeth - í Útvarpi
Føroya. Hon segði seg føla,
at Danmark og Føroyar og
Grønland eru jevnbúrdis
partar í sama ríki. Onkur
vildi protestera, men tað
legði Lisbeth onki í, tí hon
føldi sum hon føldi.
Danskarar kunnu krevja,
at vit tosa danskt í Føroy-
um, men vit kunnu ikki
siga, at tey tosa føroyskt í
Danmark.
Danskarar bestemma, at
vit skulu flagga við donsk-
um flaggi, men vit be-
stemma
ikki,
hvørjum
danskarar flagga við.
Danskar fyritøkur fáa
føroyingar at keypa vørur
gjøgnum Danmark, men
føroyingar
fáa
sjáldan
danskarar
at
keypa
útlendskar vørur gjøgnum
okkum.
Danskarar kunnu be-
stemma, hvørjir útlending-
ar sleppa til Føroyar at
búgva og ferðast, men
føroyingar sleppa ikki at
bestemma, hvørjir útlend-
ingar sleppa til Danmarkar.
Føroyingar sleppa bara til
Olúmpiadu undir Danne-
brog, men danskarar be-
høvast ikki føroyskt flagg.
Danskarar kunnu seta
okkum undir administrati-
ón, tá vit hava krisu, men
vit kunnu ikki seta tey
undir administratión.
Danskarar kunnu annull-
era fólkaviljan í Føroyum,
men vit kunnu ikki annull-
era danskar fólkaatkvøður.
Føroyar eru stýrdar eftir
eini heimastýrislóg, sum er
ein donsk lóg, men Dan-
mark er ikki stýrt eftir før-
oyskari lóg.
Danmark er heldur ikki
føroysk koloni og so fram-
vegis.
So totalt obliviøst bara at
føla út í tóman heim soleið-
is, at man er jevnbúrdis við
danir. Heldur man. Men har
sum klárskygni ikki slepp-
ur framat, skulu aðrar kreft-
ir til. Sum ein sum ein dag-
in helt seg føla, at vit eru
ein tjóð. Hvat ST danska
stjórnin
og
grundlógin
halda, tað var alt onki í mun
til hansara følisir. Ein annar
– ein tingmaður við følils-
um – føldi, at hann átti
Danmark minst líka væl
sum Danmark átti hann.
Snýr tað seg bara um,
hvat man følir í sær sjálv-
um, haldi eg, at tað er gott
at koma í kontakt við sítt
innara eg og kanska tí utt-
aru virkuligheitina eisini.
Elsa Blicher
Nú tað stundar til valið, vil
eg geva føroya fólki eina
ávaring.
Einki val hevur verið so
álvarsamt sum júst hetta.
Fyrr galt tað bara um vit
skuldu
hoyra
undir
Danmark ella ikki.
Eg havi altíð valt samband,
men tann dag Danmark fór
inn í ES, tá kúvendi eg, tí
eg var klár yvir, at nú fóru
teir ikki at gevast, fyrr enn
teir høvdu fingið okkum
inn í ES eisini.
Tann, ið lesur Bíbliuna,
sær, at Antikrist kemur frá
ES. Tað stendur fleiri staðni
í Bíbliuni um Antikrist.
Lesið til dømis Dánjal kap.
7.
Hann, ið tískil velur menn,
sum vilja inn í ES, hann er
við til at fara í kríggj móti
teimum heilagu og móti
Ísrael, Guðs fólk.
Øll, ið lesa Bíbliuna, vita,
at Antikrist kemur frá
Satan. Eg velji fyrr alt
annað, enn at selja mína sál
til Satan.
Varið tykkum eisini fyri
teimum, sum misbrúka
Guðs navn. Tað er bert
fjórða hvørt ár, at teir
minnast til, at Guð er til.
Hansara navn er alt ov
dýrabart at brúka til valagn.
Ófrættakend gongd
Sambandsfølisir uppundir val
Ávaring
C
M
Y
K
14