Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-01-20, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. januar 2004síða 9

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 12 - 20. januar 2004 Nr. 12 - 20. januar 2004 17 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Undir einum jóla- borðhaldi á Tvøroyri tann 19. desember handaði Marner Lisberg frá Delta Seafood, og reiðari á Hoyvíkingi, einum av manningini, Sign- heðin Olsen á Tvør- oyri, eina mynd av Hoyvíkingi í sam- bandi við at hann hevði verið sjómaður í 50 ár Signheðin er 65 ára gamal og vágbingur, foreldrini vóru Elisabeth f. Olsen, ættað úr Tjørnuvík, og Niclas Olsen, vanliga nevndur Niclas í Skorti, ið var ættaður av Marknoyri í Vági. Signheðin búði í Vági til 1972, tá hann búsettist á Tvøroyri. Fyrsta skipið, ið hann fór við var kenda sluppin í Vági, Johanna. Tað var í 1953, teir fóru til Íslands við Jóan Jakki í Leirvík sum skipara. Hann var nógv ár við Páll Horn sum skipara, fyrst við sluppini St. Jack og síðan við línubátinum Òla Horn, tá ið hann kom í 1960. Hetta var eitt tað størsta umskifti í sjómanslívi hansara, at skifta frá gomlu dangunum til ein spildur- nýggjan línubát. Hann hevur verið við nógvum ymiskun fiskiskip- um, bæði føroyskum og norskum. Hann var m.a. við línubátinum Bláfossi og var lastamaður við Hans Eriki úr Klaksvík í frá 1977-87. Fyrst í 90-unum fór hann við garnabátinum Anitu á Tvøroyri. Teir fingu fiski- loyvir til royndarfiskiskap eftir havtasku og svartkalva við Føroyar. Skiparar vóru Viberg Sørensen og Petur Ludvig á Tvøroyri. Hesar royndir eydnaðust sera væl, og mugu teir metast sum slóbrótarar á hesum øki. Signheðin sigur, at hann hevur trivist sera væl sum sjómaður, men tað hevur ikki altíð verið gamans- leikur, sum t.d. í 1959 tá hann var við 30-tonsar- anum Víkingi av Ólavsfirði í Íslandi, og báturin fór at leka. Tá stóð um lív hjá teimum, og teir mundu gingið burtur. Eisini í 1973 tá hann var við norska garnaskipinum Vartal í Grønlandi. Teir vóru á Fyllabank, tá eldur kom í skipið, og farið var í gummibátarnar. Teir rókust á havinum í 19 tímar, tá ein týskur trolari tók teir upp. Tríggir norðmenn brendust inni umborð. Sjey føroy- ingar vóru við Vartal hendan túrin. Hann heldur, at um føroyingar ikki høvdu fingið møguleikan at farið til Íslands og Grønlands at róð út ella sloppið við norskum skipum, hevði staðið illa til í mongum føroyskum heimum. Sum t.d. í 50- og 60-unum, tá norðmenn høvdu ringt við at fáa síni skip mannaði, og nógvir føroyingar gingu uttan arbeiði og inntøku. Hann hevur eisini rós- andi orð til teir undan- gongumenn á Tvøroyri, sum eftir búskaparkrepp- una í 90-unum, tá alt steðgaði upp, stovnaðu Delta Seafood og vóru við til at fáa flakavirkini á Sandi og í Skopun í gongd aftur. Signheðin var giftur við Eydnu, f. Hammer, av Tvøroyri, tey fingu børnini: Anniku, gift Berg, ið er matvøruverkfrøðingur og býr í Havn, og Mikkjal Olsen, ið er yvirstýrimaður og býr í Miðvági. Sign- heðin eigur trý barnabørn. Í 2000 giftist Sigheðin við Monzu, f. Jacobsen, úr Hvalba. Tey búgva á Tvør- oyri. Dagurin 20. januar. Brøðramessa. Hildin til minnis um teir báðar Fabianus og Sebastianus. Teir eru ikki brøður, men vórðu fyri trúar sakir tiknir av døgum sama dag, Fabianus var pávi, umleið ár 250 og Sebastianus - kristin hermaður- umleið 288. Tað sigst, at teir báðir eru jarðaðir undir tí núverandi kirkjuni San Sebastian í Róm. Fabianus er rómverskt ættarnavn. Sebastianus er upprunaliga grikst navn, ið merkir heiðurverdur. Signheðin Olsen, Tvøroyri: Heiðraður sum sjómaður í 50 ár Signheðin Olsen við myndini av Hoyvíkingi sum hann fekk frá reiðarínum Delta Seafood á Tvøroyri Mynd: Áki Bertholdsen Kunngjørt verður at okkara kæra kona, mamma, omma og vermamma Gunleyg Joensen Tórshavn, ættað úr Nólsoy andaðist fríggjadagin 16. januar, 70 ára gomul. Jarðarferðin verður úr Dómkirkjuni mikudagin kl. 13. Familjunnar vegna Eivind, Malan, Regin og Ernst Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum, at kæra mamma, vermamma, omma og langomma Berghild Ingrid á Mýrini Sandavágur andaðist á Landssjúkrahúsinum 17. januar, 81 ára gomul. Kistan fer úr kapellinum týsdagin kl. 15.00. Jarðarferðin verður úr Sandavágs kirkju mikudagin 21. januar kl. 14.00. Vegna familjuna Hergeir, Martin, Jónberg og Arndal Tey, sum ynskja at minnast Berghild við blómum ella kransum, kunnu ístaðin lata Meinigheitshúsinum í Sandavági eina gávu, konto nr. 4440554 í Føroya Sparikassa. Tøkk Hjartaliga takka vit øllum tykkum, ið á ymiskan hátt sýndu samkenslu, tá okkara kæra mamma, vermamma, omma og langomma Elsa Egholm Streymnes andaðist og varð jarðað. Serstøk tøkk til heimahjálpirnar, sum vóru um hana til tað seinsta. Tøkk til prestarnar, sangarar, berarar og gravarar. Tøkk til Meinigheitshúsið fyri høli og tykkum, sum hjálptu til eftir jarðarferðina. Tøkk fyri blómur og kransar og øll tit, sum fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað. Familjunnar vegna Esther Jenny, Hjørdis, Mervin og Jonhard Elsa Arge 60 ár Leygardagin 17. januar fylti Elsa Arge í Havn 60 ár. Elsa er úr Havn, dóttir Birthe Helene, f. Egholm, og Niels L. Arge, urmak- ara, bæði úr Havn. Hon tók læraraprógv á N. Zahles Seminarium í 1966 og hevur verið lærari á venjingarskúlanum síðan 1977. Hon var á ársskeiði á Fróðskaparsetri Føroya í 1979-80 og hevur annars tikið ymisk skeið, serliga í donskum og týskum. Elsa var gift við Hans Jacob Debes, professara, sála. Tey eiga børnini Per, Elin, Súsonnu og Ólav. C M Y K 17 16