mikudagur 30. mars 2011síða 28
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 30. mars 2011 · Nr. 38
28
Sosialurin
Oyggjablaðið
Snorri Brend
Hov: Høllin í Skúladeplinum í
Hovi var fullsett av kvinnum og
monnum, sum vildu vita meiri
um sjúkuna tunglyndi, ið rakar
ein stóran part av fólkinum.
Á fundinum sang Eyðun Nolsør
nakrar áðrenn sangir, áðrenn Regin
Jóanesarson úr Vestmanna greiddi
frá, hvussu tað er at liva við tung
lyndi. Skilligt var, at hetta evnið
hugtók áhoyrararnar.
Eftir hetta fekk Tormóður Stórá,
sálarlækni orðið, har hann greiddi
frá um sjúkuna og hvørjir viðgerð
armøguleikar eru tøkir fyri tung
lyndisrakt.
Aftaná hesar framløgurnar var
høvið hjá teimum omanfyri 100
áhoyrarunum at seta fram spurn
ingar og annars gera viðmerkingar
til evnið.
Á fundinum kom fram, at einir
2500 føroyingar eru merktir av
tunglyndi so ella so í dag. Helst
er hetta orsøkin til, at høllin í
Skúladeplinum var fullsett, eins
og støðan hevur verið á øðr
um støðum kring landið eisini.
Hesir fundirnir kring landið er
partur av endamálinum hjá Sinnis
bata, sum er at upplýsa og seta orð
á hvat sálarsjúka er.
Vágur: Tað verður eitt stórt framstig fyri
tey eldru og tey sinnisveiku, tá ellis- og
røktarheimið, saman við økisdeplinum fyri
sinnisveik verður liðugt.
Henda verkætlanin fevnir um eina
samanbygging av tveimum stovnum oman
fyri Vatnið í Vági.
Ellis- og røktarheimið verður góðar 2500
fermetrar stórt og fer at hýsa 24 búfólkum,
meðan økisdepilin til sinnisveik verður
góðar 1400 fermetrar stórur og fer at hýsa
8 búfólkum og tveimum umlættingar
plássum.
Bygningurin er soleiðis innrættaður, at
økisdepilin fer at halda til í niðaru hæddini
og ellis- og røktarheimið í teimum báðum
ovaru hæddunum. Tað eru fýra tær sunn
astu kommunurnar í Suðuroynni sum
fíggja hetta.
Sambært heimasíðuni hjá landsverki er
kostnaðurin mettur til 57 mió krónur, har
økisdepilin kostar 23 mió krónur.
snorri@sosialurin.fo
Stórur áhugi fyri tunglyndi
Tunglyndi
Seinastu mánaðirnar
hevur Sinnisbati
gjørt eitt átak fyri
at upplýsa um
tunglyndi. Í farnu
viku var túrurin
komin til Suðuroyar
POSITIVT
Regin Jóanesarson úr Vestmanna
dugdi væl at greiða frá síni sjúku.
– Tað lættir um, tá ein
sleppur at fortelja frá um
depressjón, segði hann
SNOTILIGT
Nýggi bygningurin her við Vatnið í Vági tekur seg væl út í landslagnum
Tvey fyri eitt
Vágsvegur 22 | FO-900 Vágur | Tel. 733000 | vagur@vagur.fo
Vælkomin til Vágs
www.vagur.fo
Sosialurin 341800
UNDIRTØKA
Omanfyri 100 fólk høvdu leitað sær í Skúladepilin í Hovi at luttaka í fundinum hjá Sinnisbata
Myndir: Jens Kristian Vang