Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-03-30, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 30. mars 2011síða 29

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

29 Mikudagur 30. mars 2011 · Nr. 38 Sosialurin Ólavur Hátún Kjak Nýtt heimsatlas undir landi (1) Nógv hevur verið skrivað og talað fyri og ímóti í sam­bandi við, at nýtt føriskt heims­atlas eina tíð hevur verið í um­búna. Hóast hvørki mál­frøð­­ing­ur ella geo­grafur fari eg her at loyva mær sum leik­­mað­­ur at geva onkr­ar av mín­um sann­ før­ing­um til kennar. Um innanlandsviðurskifti havi eg nýliga í greinastubba borið okkurt fram, sum ikki skal verða endurtikið her. Men fara vit longur út frá landi, so hava har verið at­ finningar um, at bankar hava fingið nýggj heiti. At føringar við ár í hond hava róð út á Fugloyarbanka, Sand­oy­ar­ banka, Skeivabanka o.s.fr., og at hesir tí hava fingið førisk nøvn, er so sjálvsagt. At ytri bankar, sum nú at kalla eru vorðnir heimasjógvur, hava fingið førisk nøvn í staðin fyri tey fyrrverandi útlend­sku – Ytribanki fyri Bill Bailey­bank, Ytsibanki fyri Lúsabanki (sum onki hevur við lýs at gera, men er ein avbrongl­an av onkrum fronsk­um) og Bankaryggur fyri Wyville Thomson Ridge - tykir mær at vera bæði rímiligt og rætt. Leita vit nú eystur um hav, finna vit á kortinum vælljómandi norrøn heitir sum Ermarsund og Eystara­ salt (eftir mínari áskoðan vóru Ermasund og Eystra­ salt betur í samljóð við okk­ ara mál) fyri Ensku Kana­lina og Eystursjógvin. Men hyggja vit nærri at Norra-kortinum, eru har nøvn sum Bjørgvin (Bergen), Harð­angur (Hard­ anger), Stav­angur (Stav­ang­ er) og Líðandis­nes (Lindes­ nes), ið neyv­an fáast at festa røtur í okkara máli. Um Norðurhøvdi veruliga er ein høvdi (høgt nes við lægri lendi innanfyri), veit eg ikki; men íslendingar, danir, sviar og eisini týskarar brúka norska navnið Nordkap - sviar og íslendingar tó við tveimum p-um, sum vit eisini kundu gjørt. Haldi ikki, vit skulu firnast fyri orðinum kap(p), sum heldur ikki er upprunaorð í hinum norðurlandamálunum. At brúka heimlig førisk heitir sum høvdi, nes, tangi, nípa ella nakkur og í altjóða høpi geva teimum rúmari merking kann vera gott og rætt; men tá tú her eystan fyri Norðurhøvda / Norðkapp fært eyga á Kolanesið, tá má tykjast, at farið er um mark. Nes verður í Móður­máls­ orðabókini lýst sum “heldur mjátt og langt landa­øki, sum stingur seg út í sjógv”, meðan hálvoyggj er “stórt og breitt nes”, og Kola­hálv­oyggin má tí vera rættari heiti. Tað hevði jú eisini sæð løgið út við heiti sum Iberiska Nesið um hálv­oynna Spania og Portugal í einum. Danmark skal nú (eins og á íslendska kortinum) eita Danmørk. Tað er tað neyvan orsøk til. Í bíbliusøguni lósu vit um hirðarnar á markini, og í Móður­máls­orðabókini stendur mark at hava somu merking sum mørk. At donsku lands­­­part­ar­nir Jylland, Fyn og Sjælland nú eita Jút­land, Fjón og Sæland á okkara máli, tað, haldi eg, er ein vinn­ing­ur. Men skalda­heitið Burgundar­­ hólmur er ov knort­­lut fyri tað lættara Bornholm. Oyland fyri Öland í Svøríki – ja, hví ikki? Men skal Stockholm nú heldur eita Stokkhólmur, skuldi so t.d. Hanstholm itið Hansthólmur? Líta vit at landanøvnum í Europa, havi eg hug fyrst at tríva í navnið Pólland. Ivaleyst er tað her íslendska ávirkanin, sum ger seg galdandi. Men í íslendskari stavseting er tann lítla skákstrikan -accent aigu- so nógv meira algongd enn hjá okkum, soleiðis at íslend­ ingar í so mongum førum siga og skriva ó, har vit hava o – t.d. í orðum sum póstur, fóstur, rómantiskur, október + eitt ótal av øðrum dømum Haldi tað snøggasta vera at skriva Poland, tí her er ikki talan um nakran Pól. Nakað føriskari verður navnið heldur ikki við at skriva ó, tí langt o er vanligt í føriskum máli. Aftrat hesum kemur, at vit við at skriva ó í staðin fyri o fáa tvinnanda framburð á okkara máli - sama við Róm niðanfyri. ( um íslendska handils­ ketan Bónus ynskti at givið før­isku deildini føriskt mál­ snið, átti navnið her at verið Bonus við o). Í vestri liggur landið, sum vit altíð eins og danir, týskarar, íslendingar, samar, finnar, eysturíkarar og sveits­ arar hava kallað Holland, men sum nú skal eita Niðurlond. Vit vita, at hetta hevur sína málsøguligu grundgeving; men mær tykir hana ikki at vera so sannførandi, at hon gevur orsøk til at skifta yvir. Landsnavn við fleirtalsmerki gevur í okkara máli eisini tvørleika í sagnorðinum, at t.d Niðurlond liggja, Niður­ lond hava o.s.fr., tá talan jú bert er hetta eina landið. Í mínum hugaheimi um­ fata Niðurlond Holland og Belgia. Flyta vit okkum nú í ein lágan landsynning koma vit m.a. til Schweiz. Sviar og danir brúka her upp­runa­stav­ ing­ina; men norðmenn skriva Sveits. Soleiðis hava føring­ar stavað fyrr, og soleiðis haldi eg, at vit skuldu skrivað, tí z ber her í sær ts, sum tað eisini hoyrist á skandinavisk­ari tungu. Eisini er tað praktiskt í skrift og úttalu at kunna gera mun á einum sveit­sara og einum sveisara. Eitt lítið land liggur kroyst inn ímillum Sveits, Týskland, Eysturríki og Italia, sum okkara heimsatlas stavar Liktinstein. Samar, finnar, sviar, norðmenn, íslendingar, týskarar og sveitsarar stava her eins og fólkið har á staðnum Lichtenstein. Hví skulu vit tá gera okkum upp sum málsligir serstøðingar? Upprunastaving dregur jú eisini ynskiliga uppruna­ framburðin við sær. (Framhald) Var so heppin sjálvan framløgudagin at ogn­ ast hesa helst bestu bók á sínum øki, sum prentað er á føroyskum síðan tær báðar bíbliu­tíðingarnar fyrst í tjúgundu øld. Vit bæði, konan, fóru fáar dagar seinni um Danmark til Los Angeles, og á teirri 16 tíma longu flogferðini eydnaðist mær at lesa bæði hjartanøtrandi og skelkandi søguna um jødarnar úr enda í annan. Ivaleyst eru mong ummæli longu skrivað; men eg gjørdist so hugtikin av hesi fleiri túsund ára gomlu frásøgn, at eg mátti royna at festa tað á blað ella rættari:á telduna, sum tað nú fyri tað mesta nevnist. Eitt nágreiniligt ummæli ber næstan ikki til at gera av tí, at hvørt orðið hevur síðu eftir síðu líka stóran týdning, sum tað næsta, fyri ikki at tala um myndir og yvirlitskort. Hugstoytt er at lesa um, hvussu vit, ið nevna okkum kristin, av fyrstan tíð gingu á odda í týningini av jødunum, har kross­ ferðirnar á allan hátt festu seg sum størsti skamm­blettur í kristnu átrúnaðar­søguni, fyri ikki at tala um hóp­drápini á muslimar á somu ferðum – allar tríggjar trúðargreinir sprotnar av somu rót – jødadóminum! Ikki nakað ringt um átrúnað at siga, sum hvør í sínum lagi gevur troyst og vón fyri framman og mælir til at fara við næsta tínum, sum tú kundi hugsað tær, at næstin fór við tær sjálvum – nei, orsøkin til ræðuleik­arnar í navni Guds liggur uttan iva í valdsgirndini hjá okkum sjálvum, sum enn á okkara døgum við jøvn­um millum­bilum setir alla manna­ætt­ ina í vága. Sonne skrivar í formælinum, at bókin eisini er ætlað sum søguligt tilfar hjá les­ andi, og skal eg her bara skoyta upp í og mæla til, at vit øll – ung sum gomul – seta okkum aftur á skúla­bonk og lesa bókina, sum í hvørjum húsi eigir at standa lið um lið við halgubók. I Los Angeles búgva – sambært Hansi og Sonna – uml. ein millión av jødum, sum vit hava ávíst tilknýti til, og fingu vit frá einum teirra hetta frálíka yvirlt yvir upprunan til jødadómin, haðan fyrst Kristnitrúgvin og seinni Islam eru sprottin: Í miðuni Etz Hayim – Lívsins Træ ella Ygdrasil – tvinnað kring Dávastjørnuna. Fylgja vit klokkuni, merkir ovasti rund­ ingur høgrumegin Ruben og teir næstu í raðfylgju Simeonn, Levi, Judah, Dan, Napthali, Gad, Asher, Issackar, Zebulun, Joseph og Benjamin, allir synir Jákup patriark, abba­sonur Abrahams. Hetta búmerki jødanna, um ein so kann siga, hongur yvir hurðini inn í Mount Sinai Chapel í Mount Sinai Temple í Los Angeles. Við hesum vilja vit ynskja øllum eini GLEÐILIG JÓL, ALT GOTT Í KOMANDI ÁRI OG Á SO MANGAN HÁTT VIÐ TØKK FYRI 2010 Los Angeles, 14. desember 2010 Kirsten og Heini Olsen Ummæli av bókini »SØGAN UM JØDARNAR« ið vit hava teimum báðum, frásøgumanninum Hans Holm, lektara og fjølmiðlamanninum Sonne Smith, fyri at takka