fríggjadagur 1. apríl 2011síða 8
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 1. apríl 2011 · Nr. 39
8
Sosialurin
Vilmund Jacobsen
Nú samgongan eftir øllum
at døma hevur rent seg í
stórar brotasjógvar, tí semja
ikki er um játtanarkarmin
fyri komandi fíggjarár, hev
ur formaðurin í Fólkaflokki
num, Jørgen Niclasen, biðið
løgmann umhugsað at skriva
út nýval.
- Vit hava heitt á løgmann
um at umhugsa at útskriva
nýval. Valstríð er komið í
fíggjarpolitikkin, og tað førir
til ovurnýtslu, og tá er best
at reinsa luftina, helt Jørgen
Niclasen, fyri í Degi og Viku í
gjárkvøldið.
Løgmaður,
Kaj
Leo
Johannesen, heldur seg hava
fingið eitt ógreitt svar frá
Fólkaflokkinum um, hvørt
flokkurin er við í samgongu
ni ella ikki.
Sum skilst, fer løgmað
ur at hava fund við Jørgen
Niclasen, formann Fólkaflok
sins og Aksel V. Johannesen,
fíggjarmálaráðharra, í dag.
Stýgur kemur í
Jacob Vestergaard, lands
stýrismaður í fiskivinnu
málum, hevur ikki hug at
blanda seg upp í flokspolit
iska
arbeiði
hjá
Jørgeni
Niclasen, sum hann annars
sigur seg taka fult undir
við. Men hann sær fyri sær,
at endar hetta við so stórari
samgongukreppu, at løgmað
ur fer at útskriva val, kann
hetta føra til, at fiskiflotin
ikki sleppur á makrelveiði
enn á sinni.
- Eg havi skilt, at nóta
skipini, sum lítlan og ongan
svartkjaft hava at fiska,
bíða eftir kunnugerðini um
makrelveiði. Nú vita vit ikki
við vissu, hvussu nógvur
makrelur er í føroyskum
sjógvi í løtuni, tí tað enn so
tíðliga upp á árið, og skip
hava ikki verið og leitað. Men
vit vita, at makrelur er longu
í føroyskum sjógvi, tó at vit
vita ikki, hvussu stórar nøgd
irnar eru enn.
Jacob Vestergaard sigur,
at kunngerðin, sum skal áse
ta føroysku eginkvotuna og
býta tilfeingið millum skipa
bólkarar, helst verður klár
at senda Fiskivinnuráðnum
til ummælis í dag ella mána
dagin.
- Men um val verður út
skrivað, kann øll prosessin
draga út, og tá verður eingin
kunngerð lýst enn á sinni –
og uttan kunngerð sleppa
skipini ikki til fiskiskap, sig
ur hann.
Saklig ósemja
Vit loyvdu okkum at spyrja
Jacob Vestergaard, hvussu
djúpt ósemjan millum Fólka
flokkin og hinar samgongu
flokkarnar stingur, nú tosað
verður um nýval.
- Í dagar og vikur hava
vit tosa skilagott saman um
viðurskiftini rundan um ein
fíggjarligan leist og játtanar
karmin, og vit hava sakliga
gjørt støðuna greiða yvirfyri
hvørjum øðrum, men vit eru
ikki samdir.
Hann heldur, at allir part
ar – hvør í sínum lagi - hava
roynt at givið seg, men ásann
ar samstundis, at semja var
ikki um játtanarkarmin, tá
fíggjarmálaráðharrin, Aksel
V. Johannesen, bar uppskotið
niðan í løgtingið.
Tað eru ymisk viðurskifti
í játtanarkarminum, sum
Fólkaflokkurin ikki tekur
undir við, og millum hesi er,
at inntøkur frá sølu av fiski
rættindum skulu geva 40
miljónir krónur í komandi
fíggjarári.
Hetta líkar ikki Jacobi
Vestergaard, sum vísir á, at
longu í fíggjarlógini fyri 2011
er ein eykaskattur – ella eitt
tilfeingisgjald – álagt hvør
ji miljón, sum ali-og fiski
vinnan hava í avlopi.
- Hetta samtykti løgtingið
fyri nýggjár og er galdandi
fyri fíggjarárið, sum vit eru
í, leggur landsstýrismaðurin
aftrat.
Hann vísir á, at hetta er
tað, sum samgongan hevur
samtykt skal vera galdandi,
meðan roynt verður at finna
fram til eina varandi skipan
á økinum.
- Vit halda tað ikki vera
rætt í óðum verkum at fara
at áleggja vinnuni enn størri
gjøld.
Ymiskar meiningar
Jacob Vestergaard vísir til
bólkar, sum hava sitið og
arbeitt við hesum máli og
sigur, at niðurstøðurnar av
arbeiðnum hjá bólkinum,
sum hann setti kunnu lesast
á heimasíðuni hjá Fiskimála
ráðnum.
- Bólkarnir arbeiddu við
spurninginum, hvussu teir
sóu eitt tilfeingisgjald, og
her vísti bólkurin, sum Fiski
málaráðið setti, á, at til ber
at skatta serligt avlop – og
ein annar máti var at bjóða
kvotur út.
Landsstýrismaðurin held
ur, at søla av fiskirættindum
er ikki nakað, sum eigur at
fremjast soleiðis eftir fumm
um, men má viðgerast bæði
væl og virðiliga, um hetta
yvirhøvur kann koma upp
á tal.
- Eg haldi tað tí vera heilt
burtur við at seta 40 miljónir
krónur á inntøkusíðuna fyri
2012 vísandi til sølu av fiski
rættindum. Hetta kunnu vit
í Fólkaflokkinum ikki standa
modell til, samstundis sum
almenni raksturin av sam
felagnum verður øktur, sum
hann málber seg.
Hann heldur tað eisini
hanga í alt ov leysum lofti,
sum
fíggjarmálaráðharrin
skjýtir upp til tess at røkka
hesum 40 miljónunum fyri
fiskirættindi í 2012.
- Alt annað líka koma tey
skip, sum njóta gott at eini
vónandi góðari makrelveiði
í ár, at rinda skatt eftir
samtyktini á løgtingi um
skatting av serligum yvir
skoti í 2011. Okkum líkar ikki,
at samgongan soleiðis upp
á kvamsvís fer at uppfinna
eitt nummar tvey – á inn
tøkusíðuni og soleiðis eisini á
útreiðslusíðuni hjá vinnuni,
sum
landsstýrismaðurin
tekur til.
Ikki blanda seg
Í einum trúnaðarskjali, sum
uttanlandsnevndin
sendi
Jacobi Vestergaard fyrr í ár,
mælir ein stórur meiriluti
í nevndini til, at umleið
60.000 tons av føroysku
eginkvotuni av markreli í
ár verður lutað Havstovuni
til royndir og annars verður
seld hægstbjóðandi.
-
Uttanlandsnevndin
er sjálvandi vælkomin við
tilmælum um, hvussu Før
oyar skulu takla hesi viður
skifti mótvegis teimum, vit
standa yvirfyri.
Hann helt, at sjálvandi
eigur nevndin at hava sínar
meiningar um, hvørji før
oysku sjónarmiðini mótveg
is hinum tjóðunum eiga at
verða, og hon eigur soleiðis
eisini at hava sínar meining
ar um vísundaligar kanning
ar.
- Men, hvussu ávísa býti
her heima fer fram, haldi eg
persónliga liggur uttanfyri
virkisøkið hjá uttanlands
nevndini, segði Jacob Vester
gaard tá við Sosialin.
vilmund@sosialurin.fo
SAMGONGUKREPPA Um val verður útskrivað nú,
kann allur nótaflotin og partvís heimaflotin verða
raktur. - Øll prosessin at útskriva makrelloyvi kemur
draga út, og tá verður eingin kunngerð lýst enn á
sinni, sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður
- Alt annað líka koma tey skip, sum njóta gott at
eini vónandi góðari makrelveiði í ár, at rinda skatt
eftir samtyktini á løgtingi um skatting av serligum
yvirskoti í 2011, sigur Jacob Vestergaard
Nótaflotin
kemur í
klemmu
av nývali