fríggjadagur 1. apríl 2011síða 9
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Fríggjadagur 1. apríl 2011 · Nr. 39
Sosialurin
Leo Poulsen
Fimm átøk skulu setast í
verk í samband við innflyt
ingarpolitikk. Tað sigur ein
arbeiðsbólkur, sum í tvey ár
hevur viðgjørt ein komandi
integratiónspolitikk.
Fyrst og fremst skal ein
samskipari setast at geva
ymisku myndugleikunum ráð
um integrasjón og tryggja,
at tiltøk, ið arbeiðsbólkurin
mælir til, verða sett í verk,
stuðla upp undir hvørt annað
og verða ment so hvørt, sigur
arbeiðsbólkurin í álitinum.
Bólkurin
hevur
hugt
nógv at skipanini í Íslandi,
har tey hava ein stovn, Fjøl
menningasetrið, sum millum
annað kunnar útlendingar
um rættindi teirra í Íslandi.
– Tá ið til dømis lógir og
mannagongdir, ið onkurs
vegna ávirka útlendingar,
verða skipaðar, hevur stovn
urin stór an týdning sum
ráðgevi. Kommunur hava
eisini møguleika at venda
sær til Fjølmenningasetrið
og leita sær ráð, tá ið nógvir
útlendingar koma til komm
unurnar, sigur arbeiðsbólk
urin.
Men mest álvarsama til
takið, ið setast skal í verk,
er eitt byrjanarskeið, sum
útlendingar skulu ígjøgnum,
fyri at fáa ikki-avmarkað
uppihaldsloyvi. Talan er um
eitt skeið í føroyskum máli,
mentan og um føroyska sam
felagið.
Bólkurin mælir til, at skeið
ið skal vera staðið, áðrenn til
ber at fáa uppihaldsloyvi,
sum ikki er tíðarbundið.
Bólkurin mælir eisini til, at
Mentamálaráðið í samstarvi
við
Innlendismálaráðið
ger námsætlanir fyri hvørt
skeiðið sær, ásetir krøv til
undirvísingartilfarið og ger
av, hvørjar førleikar tey, sum
undirvísa í hesum læru
greinum, skulu hava, sigur
arbeiðsbólkurin.
Børn undir skúlaaldur
Sambært verandi fólkaskúla
lóg fáa næmingar við før
oyskum sum annað mál í boði
20 eyka undirvísingartímar,
men arbeiðsbólkurin mælir
til, at nýggj føst skipan verður
gjørd um eyka undirvísing
í føroyskum til næmingar í
fólkaskúlanum, sum hava
føroyskt sum annað mál.
Eyka
undirvísingin
skal
verða sett í verk samstundis
sum byrjanarskeiðið verður
bygt upp.
Men tað verður eisini
miðað móti børnum, sum
eru undir skúlaaldur. Har
sigur arbeiðsbólkurin, at tað
er týdningarmikið, at børn,
ið hava føroyskt sum annað
mál, so tíðliga sum til ber fara
at nýta føroyska málið.
– Tess fyrr børnini byrja at
nýta málið, tess betur verða
tey fyri málsliga og minni
tørv hava tey á málundir
vísing, tá ið tey verða meira
tilkomin, verður sagt.
Nevndur verður eisini
møguleikin, at Gigni fer á
heimavitjan eins og gjørt
verður hjá foreldrum at ný
føddum børnum.
– Við hesi heimavitjan
kann Gigni eggja foreldrum
at lata barnið fara á dagstovn,
so barnið fær møguleika at
nýta føroyska málið so tíð
liga sum gjørligt, sigur ar
beiðsbólkurin.
Eitt annað, sum mælt
verður til, er, at ein tulkingar
tænasta verður sett á stovn.
–
Fleiri
myndugleikar
hava víst á, at tørvur er á
tulkatænastu.
Samskiftis
trupulleikar gera ofta um
seg, tá ið útlendingur skal
til samrøðu hjá einhvørjum
føroyskum
myndugleika.
Ein tulkatænasta kann verða
stór hjálp hjá báðum pørtum,
sigur arbeiðsbólkurin.
Kostar
Men alt hetta skal festast í
eina integratiónslóg.
– Bólkurin heldur, at
stórir fyrimunir eru við at
skipa integra sjónspolitikkin
í eini integrasjónslóg. Við
eini
integrasjónslóg
eru
allar
ætlanirnar
ásettar
í lógini – einki ivamál er
um, hvør ætlanin er, og
hvussu viðurskiftini skulu
verða skipað. Við eini inte
grasjónslóg hava landsins
myndugleikar bundið seg til
at fáa ásettu skipanirnar at
virka, og peningur má verða
játtaður,
so
skipanirnar
kunnu fáast at virka, sigur
arbeiðsbólkurin.
Bólkurin heldur eisini, at
ein annar fyrimunur við at
hava eina integrasjónslóg
er, at útlendingar fáa betri
møguleikar at kunna seg um
rættindi og skyldur og fáa at
vita, hvørjar sanksjónirnar
eru, um lógin ikki verður
hildin. Lógin skal vera greið
og ikki geva innflyt arum
falskar vónir, ið kunnu elva
til tvørleikar, sum bæði
sosialt og fíggjarliga fara at
kosta Føroyum dýrt.
Men hetta gerst ikki fyri
einki. Arbeiðsbólkurin metir,
at teir umleið 100 tímarnir í
føroyskum og 50 tímarnir
um samfelagsviðurskifti fara
at kosta umleið 1,8 milliónir
krónur um árið.
Eyka
undirvísingin
í
fólkaskúlanum verður leys
liga mett til at kosta umleið
4,4 milliónir krónur. Í hesi
metingini
verður
roknað
við umleið 90 næmingum,
sum í miðal hava tørv á
trimum tímum um vikuna.
Hartil verður mett, at ein
samskipari fer at kosta eina
millión krónur um árið
Oman á hetta kemur so
undirvísingartilfar, sum ar
beiðsbólkurin
ikki
hevur
mett um, og so tann tulk
ingartænastan, sum eisini
verður hildin at verða neyð
ug.
Annika Olsen væntar tó, at
neyðugt er, at hesin peningur
verður funnin á fíggjarlógini
fyri komandi ár, tá Føroyar
yvirtaka útlendingamál, kom
fram
á
tíðindafundinum
gjáramorgunin.
Nú skulu útlendingar
læra føroyskt
Gjáramorgunin handaði ein arbeiðsbólkur Anniku Olsen eitt álit um integratiónpolitikk,
sum millum annað gongur út upp á at gera eina integratiónslóg sum ásetur, at útlendingar
skulu standa eitt byrjunarskeið, fyri at fáa ikki-tíðarásett uppihaldsloyvi
Annika Olsen fekk handað integratiónsálit frá arbeiðsbólkinum, har Gunvá á Lofti var forkvinna
Mynd: Jens Kristian Vang