fríggjadagur 1. apríl 2011síða 19
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Fríggjadagur 1. apríl 2011 · Nr. 39
Sosialurin
komið væl við í redaktør
arbeiðnum.
Merkisvert er tað, at tað
hevur borið til hjá Jan – sam
stundis sum hann hevur
røkt
leiðsluuppgávurnar
at leggja til rættis, at ganga
undan, at vera íblásari og
ikki minst at syrgja fyri
góðum trivnaði – at dyrka
nýtt journalistiskt lendi.
Serliga hevur hann verið
hugtikin av og skrivað um
teir, sum hava roynt okkurt
alternativt: svartkjafturin
og Jens Eli Ellefsen og
Mortan Johannesen, aling
av sílum og laksi og Andrias
Reinert, aling av gággum og
kræklingi hjá Knút Nolsøe,
vatnorkuútbyggingin hjá
SEV og møguligar um
hvørvisligar
avleiðingar,
John Smith, sáli, og burðar
dygg fiskivinna, kaldbaks
bátarnir og royndirnar hjá
Guttormi Djurhuus, sála,
í India, ferðafrásøgnir úr
Egyptalandi
saman
við
Hermani Jacobsen, sála´og
kolaferðin
til
Svalbard
saman við Tormóti Dahl,
sála, vóru dømi um hetta.
Nógvu tey seinastu árini
hevur oljan – ella OL Jan
sum tað viðhvørt verður
sagt í Miðlahúsinum - verið
á dagsskránni, og tað er
ikki eiti á oljusambondum,
sum Jan hevur kring allan
knøttin. Hann hevur ferð
ast víða og eitt nú lýst olju
vinnuna í Alaska, og fleiri
ferðir hevur hann vitjað á
boripallum. Seinastu mán
aðirnar hevur hann arbeitt
við fyrireikingum av bók
um oljuna, og tá eru vinkl
arnir so nógvir – eitt nú
yvirtøkan av undirgrundini,
marknaðarsamráðingarnar
við Bretland og árinið á
samfelagið og mentanina.
Altjóða
áhugamálini
hava ofta verið viðgjørd.
Jan var heitur talsmaður
fyri frælsisstríðnum hjá
ANC
í
Suðurafrika
og
Namibia. Hann hevði sam
an við vinmanninum og
samverkamanninum
Jó
annesi Dalsgaard samband
við frælsisrørslurnar har
suðuri, og eina ferð sendi
Sosialurin sjálvum Nelson
Mandela innbjóðing um at
vitja í Føroyum.
Almenna kjakið hevur í
Jan Müller átt ein av sínum
fremstu
forsprákarum.
Kjak á Tinghelluni í blað
num, í Miðlahúsinum og
á Rás2 varð raðfest høgt.
Saman við Kára á Rógvi
og øðrum eydnaðist tað at
geva kjakgreinar út í bók,
og Óla P tekningarnar eru
fastur jólagestur.
Møguleikin fyri synergi
ávirkan av at hava fleiri
pallar at arbeiða á hevur
fasinerað Jan, og hann hev
ur gjørt nakað við hetta.
Ein av fruktunum eru
ólavsøkuframsýningarnar
í Smiðjuni í Lítluvík og
síðani í Miðlahúsinum. Um
framt tekningarnar hjá Óla
P hevur so mangt annað
forvitnisligt
verið
sýnt
fram, og tað hevur virkað
við til, at ólavsøkulív er
komið í Vágsbotn og Tórs
gøtu.
Tað er ilt at skilja, at
tað hava verið stundir til
annað enn tíðindi, blað og
aðrir miðlar hjá honum,
sum støðugt hevur verið
“on”, og sum árla og síðla og
gerandis og heilagt hevur
verið klárur í orðum og
myndum at dekka tiltøk og
hendingar. Frítíð og arbeiði
hava verið eitt, og tá ið
Jan spennir frá, so er tað í
svimjihylinum í Gundadali
ella við billiardborðið, har
hann í fjøruti ár hevur ver
ið millum teir stinnastu
í landinum. Samstundis
hevur Jan eisini í mong
ár verið nevndarlimur í
Tryggingarfelagnum Føroy
ar.
Longu í barnaárunum á
Landavegnum arrangeraði
Jan tiltøk og kappingar.
Hann var gulur skóti, og
altjóða skótalegan í Idaho í
1967 er glæsiligt minni. Jan
hevur roynt seg í fótbólti í
B36, hondbólti í Neistanum
og umborð á Sílinum hjá
Havnar Róðrarfelag.
Jan er giftur Tove Thom
sen úr Klaksvík. Hon er
rólig, tolin og góður sparr
ingspartnari. Børn teirra
eru Durita og Eyðun og
John, sum Tove átti framm
anundan. Í morgin, leygar
dagin 2. apríl, verður 60
ára føðingardagurin hildin
heima við hús, har tað
verður opið hús í Sleipnis
gøtu 10 á Norðasta horni
frá klokkan 13.
JHa
Í morgin fyllir Jan Müller
seksti, og samstundis hevur
valt sær aðra lívsleið enn
arbeiðsplássið
seinastu
33 árini, Sosialin og seinni
Miðlahúsið.
Jan er kendur sum tann
ídni tíðindamaðurin, og fólk,
sum hava starvast saman
við honum, verða ferð eftir
ferð ovfarin av hansara
ótroyttiliga ídni fyri fakinum
og blaðnum.
Jan kom í starv á Sosial
inum í 1978 sum nýútbúgv
in journalistur frá Jour
nalistháskúlanum í Árhus.
Hann hevur sjálvur sagt,
at orsøkin til at hann valdi
blaðmannayrkið
partvís
var genetisk – pápi hansara,
Eiden Müller, var ein av
teimum fyrstu útbúnu før
oysku journalistunum, men
hann hevur eisini altíð havt
ein brennandi áhuga fyri
at skriva og lýsa tað, sum
er kring hann –sum eis
ini botnar í áhuganum fyri
samskiftinum millum menn
iskju.
Í 1984 tók Jan Müller við
sum blaðstjóri á Sosialinum
sama við Krisjan Dahl, sum
var politiskur blaðstjóri og
fyritaksstjóri. Krisjan Dahl
doyði í 1998.
Jan var soleiðis blaðstjóri,
tá Sosialurin í 1990 økti
útgávurnar frá trimum upp
í fimm – og hevði menningin
og postverkið viljað tað
eitt sindur øðrvísi, so hevði
hann farið undir ta sættu
útgávuna
eisini,
áðrenn
aðrir og skjótari miðlar tóku
yvir, og blaðið sum skjótur
tíðindaberi misti sína støðu.
Jan var eisini á Sosialinum,
tá blaðið í 1982 flutti út í
nýggju blaðhúsini á Argjum
og harvið eisini fekk egna
prenstmiðju.
Menningin
hevur verið stór í hansara
tíð, blaðið kom á internetið í
1997, og ikki minst tilgongdin
til talgildu arbeiðsgongdina -
sum førdi til, at blaðið í 2000
var fult digitaliserað.
Men
eitt
tað
størsta
arbeiðið
hjá
Jan
Müller
er at hava staðið fyri at
flyta blaðið frá eini parta
politiskari flokspressu til
eitt
fólksligt
tíðindablað.
Hetta hevur hann so ofta
nevnt sum sjálvan eksi
stensin hjá Sosialinum – og
um tann broytingin ikki
varð gjørd, so hevði Sosial
urin
liðið
blaðdeyðan.
Hendan tilgongdin byrjaði
longu í sjeytiárunum og
varð endaliga staðfest, tá
Javnaðarflokkurin fyri fimm
árum síðani seldi blaðið.
Síðani Sosialurin í 2005
flutti av Argjum og heim í
Miðlahúsið í Vágsbotni er
fyritøkan eisini nógv ment.
Í 2007 varð útvarpsstøðin
Rás2 keypt og løgd afturat
virksemini í Miðlahúsinmum,
sum frammanundan eisini
fevndi um tíðindini á www.
portal.fo, sum er nógv mest
vitjaða føroyska heimasíða.
Seinasta árið hevur Jan
fingist við at skriva bók
um føroysku oljusøguna, ið
hann sum eygleiðari kennir
sum fáur – og hana gleða vit
okkum at sleppa at lesa.
Vit ynskja Jan hjartaliga
tillukku og bestu eydnu
framyvir!
Starvsfelagar
Jan Müller seksti