fríggjadagur 1. apríl 2011síða 18
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 1. apríl 2011 · Nr. 39
18
Sosialurin
Nøvn
Í morgin, leygardagin 2.
apríl, verður Jan Eiden Müll
er 60 ár. Jan hevur í 40 ár
verið partur av føroyska
fjølmiðlaheiminum, og frá
1978 var hann tann fremsti
í strembanini at menna
Sosialin og í tí sambandi eisini
at dyrka aðrar møguleikar
fyri samskifi og miðlan, sum
seinastu árini eru vornir so
mangir og fjølbroyttir.
Barnaheimið var á Landa
vegnum, og tíðindi og miðlar
og tað at leggja til rættis og
at skipa fyri vóru heilt tíðliga
eyðkendir eginleikar.
Jan
er
havnarmaður.
Mamman er Mia fødd Han
sen og av Funningsstovu
slagnum, og pápin var Eiden
Müller, sum mundi vera ein
av teimum fyrstu føroyingun
um við journalistútbúgving.
Hann lærdi á Politiken og
arbeiddi í mong ár á Dimma
lætting, áðrenn hann fór at
arbeiða fyri seg sjálvan og
skrivaði fyri fleiri útlendsk
bløð og tíðindastovur.
Mamma
Eiden,
Ebba,
var úr Slagelse. Zahle, sum
var
framstandandi
radi
kalur politikari og forsæt
ismálaráðharri, var pápa
beiggi hennara. Ebba var
gift H. C. Müller, sum var
útbúgvin juristur og vinnu
lívsmaður í Havnini. Hann
doyði blaðungur, og Ebba
rak síðani virksemið, eitt
nú sum DFDS umboð og
eitt skifti sum formaður í
Reiðarafelagnum.
Mia
og
Eiden
fingu
tríggjar synir: Frank, Jan og
Michael sum allir búgva í
høvuðsstaðnum.
Áhugin fyri samfelags
viðurskiftum
í
breiðum
týdningi var góður íblástur
hjá Jan til journalistikkin.
Útbúgvingarliga gjørdi hann
ein umveg, sum helst hevur
verið hentur í lívsstarvinum.
Eftir málsligt studentsprógv
í Hoydølum fór Jan í 1971
niður til Keypmannahavnar,
har hann fór undir lestur
í fornaldarfrøði og samfe
lagsfrøði. Steðgurin var kor
tini ikki langur, og í 1972 var
hann millum teirra, sum fóru
undir spildurnýggja støðis
útbúgving í náttúruvísind á
Fróðskaparsetrinum.
Tíðliga í tíðini skrivaði
Jan um ítrótt og ungdóms
viðurskifti í Dagblaðnum, og
tað sigst, at tað varð heitt á
hann um har at taka størri
ábyrgd á seg. Jan vildi tó
fegin útbúgva seg meiri.
Hann fór á journalistskúlan
í Århus í 1974, og tá ið hann
leyk prógv fýra ár seinni,
hevði hann verið í praktikk í
eitt hálvt ár í útvarpinum og
í eitt ár á Sosialinum.
Sosialurin gjørdist lívs
verkið hjá Jan. Fyrstu árini
arbeiddi hann saman við
Torfinni Smith, síðani saman
við Kristjani Dahl, sála, og so
komu fleiri yngri uppí og
vóru við at bera víðari.
Fyrstu árini var tað í
trongum umstøðum í Sjúrð
argøtu. At flyta út á Argir
mundi kennast sum risa
betring av karmunum, og
tá ið Sosialurin so flutti
heim í Vágsbotn, segði Jan
seg kenna møguleikarnar
at vera margfaldar, og hann
hevur staðið á odda í fleiri
nýskapanum .
Spurningurin hjá floks
politisku bløðunum var meiri
nær, enn um lykilin skuldi
snarast um. Meðan hini
bløðini fóru, so eydnaðist tað
Jan og feløgum hansara at
menna Sosialin. Pressa varð
sett í kjallaran á Argjum,
útgávurnar fjølgaðust frá
tveimum til tríggjar og síðani
fimm ferðir um vikuna, og
tað eydnaðist eisini at gera
gamla dreymin til veruleika
um at keypa blaðið frá Javn
aðarflokkinum.
Samstundis sum karm
arnir vórðu víðkaðir og
rúmkaðir, so megnaði Jan
við sínum stóra hugflogi og
arbeiðssemi at stríðast fyri
journalistkum dreymum og
málum:
Sosialurin setti tíðliga
professionellan
fotograf,
hann so at siga uppfann Óla
Petersen sum blaðteknara
síðst í áttatiárunum, og teir á
Argjum mundu vera millum
teir fyrstu í kongaríkinum at
bjóða internettænastur. At
gera blaðið sjónligt strídd
ist Jan fyri við fyrst at seta
redaktiónir
kring
landið,
síðani við rullandi redak
tiónini og so komu Portalurin
og Rás2.
Tað hevur altíð verið solt
ið við útbúnum journalistum.
Tí hevur verið neyðugt við
ungum og hugagóðum fólk
um. Jan hevur givið ungum
spírum kjans at royna seg, og
tey eru nógv, sum minnast
aftur á læruríkt tíðarskeið
saman við Jan Müller.
Tað er tiltikið at vera á
redaktiónsfundi saman við
Jan. Hugskotini og vinklar
nir eru sum mjølið í krukkuni
á sinni. At netverkið hjá
fryntliga
og
eldhugaða
Mülleranum hevur verið so
ógvuliga stórt og víðfevnt er
Jan Müller 60 ár