týsdagur 20. januar 2004síða 11
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 12 - 20. januar 2004
Nr. 12 - 20. januar 2004
21
Tóm pláss í Norður-
landahúsinum vístu,
at veljarin í øllum
førum valdi at vraka
konseptið hjá kring-
vørpunum. Tey flestu
høvdu longu
bestemmað seg og
vóru komin at síggja
politiska glíming, ikki
bólkaarbeiði
Kári á Rógvi
Tey flestu hava longu væl
áðrenn valið gjørt av við
seg sjálvan, hvussu kross-
urin skal setast. Hjá summ-
um liggur tað fast val eftir
val. Ein søgan er um eini
hjún í Norðadali í tíðini, tá
færri valstøð vóru, og
flokkarnir bert vóru tveir í
tali. Hjúnini máttu ganga
um fjøll at atkvøða; men
komin niðaná settu tey seg
at práta um valið. Hvørt
hevði sína støðu, annað
valdi samband og hitt sjálv-
stýri. Tá samdust tey um
heldur at fara heim aftur, tí
tey hóast alt bara útlíknaðu
hvørt annað.
Onnur
harafturímóti
kunnu flyta úr einum flokki
í annan, ella frá valevni til
valevna. Á hvørjum vali
eru eisini nakrir nýggir
veljarar, sum fyri fyrstu
ferð kunna seta sín kross.
Valstríðið skal so flyta
marginalarnar og fáa tey
flokstrúgva at fara á val,
heldur enn at sita heima.
Stríðið upp undir val
Tað gamla var, at øll val-
skeið
vóru
líka
long.
Tingfólk vistu, at tey høvdu
frið í fýra ár at gera sítt
besta. Toluliga langsiktaðar
loysnir vóru møguligar, tí
tað ópopulera varð helst
gloymt og úrslitini stóðu
vónandi eftir og talaðu fyri
seg. Hetta var fyri tað
mesta skipanin frá tí løg-
tingið varð endurreist í
1852 til yngra stýrisskipan-
arlógin kom í gildi gott 140
ár seinni. Undantøk vóru
t.d. undir krígnum og tá
ACE samgongan slitnaði í
1980. Nú hava klók høvd
givið løgmanni rætt at
skriva út val í ótið, tí hetta
skal vera alneyðugt fyri
valdsbýtið (skil, hvør ið vil)
og báðir løgmenninir eftir
nýggju skipanini hava brúk
henda møguleikan.
Stríðið á hesum sinni
gjørdist tí nakað stutt.
Tómir flokskassar og jóla-
friðurin gjørdu sítt til, at
valstríðið ongantíð gjørdist
tað, tað plagdi. Meðan
uttanlandsskuld, búskapar-
gongd,
rískisstøða
ella
vælferðarskipanir fyrr hava
verið valtema, so var trup-
ult at hóma nakað tema til
hetta valið.
Samkynd
Og tó, nøkur evni vóru
serliga frammi. Yndisevnið
hjá miðlafólkum vóru tey
samkyndu.
Í stuttum sagt er hetta eitt
politiskt og moralskt di-
lemma. Øðrumegin vilja
siðbundnir føroyingar ikki
hava onnur sløg av samlívi
at kappast við hjúnarlagið
um almenna viðurkenning.
Hinumegin vilja tey kultur-
radikalu júst hava sam-
kynda lívsformin alment
viðurkendan. Kjakið um
skrásetta
parlagið
og
rættartrygd er fyri tað
mesta ein flýggjan frá
politikki.
Sera nógv er at gera, tá
ræður um rættartrygd, arv,
pensjón, foreldramyndug-
leika og annað, tá talan er
um annað samlív enn
hjúnalagið, herundir serliga
ógift samlív millum mann
og kvinnu, men eisini
viðvíkjandi børnum hjá
foreldrum, ið ikki eru
saman, og øðrum við. Men
ongin hevur alment raðfest
eina almenna endurskoðan
av øllum hesum, heldur
ikki journalistarnir.
Í staðin velja miðlafólk at
tráðspyrja um tey sam-
kyndu. Onkur floksformað-
ur varð stórt sæð ikki
spurdur um annað enn tey
samkyndu. Umaftur og
umaftur fingu vit staðfest,
at hetta fyrst og fremst er
ein spurningur fyri einstaka
tingmannin og fyri almenna
samfelagskjakið, hetta er
ikki nakað upplagt floks-
mál. Sum evni í valsend-
ingum var hetta toygt og
tannlað alt ov nógv, helst til
skaða fyri royndirnar at
bøta
um
rættarstøðuna
samkyndum eins og øðrum.
Skattir og stuðul
Skattur og studningur vóru
nógv frammi. Her hevði tað
ligið væl fyri at kanna eitt
sindur nærri, hvørjar av-
leiðingarnar eru av ymsum
politikki.
Summi vilja vera við, at
lægri skattur merkir størri
ferð á búskapinum og har-
við meiri framleiðsla og
vælferð. Hetta er helst so - í
øllum førum viðhvørt. Men
skattur er ikki bara skattur.
Vit hava alt frá inntøku-
skatti og MVG, til toll og
punktgjøld, til nevtoll sum
útvarps- og sjónvarpsgjald,
til arbeiðsmarknaðargjøld
sum ALS og samhaldsfasta.
Búskaparfrøðingar vita
helst at siga nakað um,
hvørjar av hesum skattum
tað loysir seg best at lækka,
tá ræður um at fáa ferð á
búskaparhjólið.
Týðandi
spurningur er, tá vit hugsa
um vallyftini: hvat gera
fólk, um inntøkuskatturin
lækkar? Summi vilja vera
við, at tey fara at arbeiða
meira í gleðini um at fáa
meiri í sín part. Onnur
halda, at fólk tvørturímóti
heldur arbeiða minni, tí tey
fyrr hava fingið nóg mikið
til seg og síni. Annar spurn-
ingur er, hvat ger størri
mun, lægri botnfrádráttur,
lægri marginalskattur ella
kanska hægri mark fyri
toppskatti? Her hevði verið
óført við nøkrum gløggum
eygleiðingum frá frøðing-
um.
Stuðulin til fiskivinnuna
varð í síni tíð lækkaður, og
fiskivinnan tykist hava lag-
að seg til vanligar búskap-
arlógir síðani. Nærum full
semja er um, at rakstar-
studningur er av tí ónda.
Alíkavæl hoyra vit graml
um stuðul til rækjur og
mjólk. Tað er løgið, at vit
ikki grundað á royndirnar
við fiskivinnuni annars
kunnu meta um, hvørt
rækjuvinnan
bert
skal
ígjøgnum eina tillaging nú,
sum tingmenn í síni tíð
útsettu við teimum nógv
umrøddu lánsumlegging-
unum, ella vandi veruliga
er fyri at missa søgulig
rættindi, tøki og kunnleika
fyri
borð.
Viðvíkjandi
mjólkini er sera vist, at varð
stuðulin tikin av í einum,
høvdu
teir
ódugnaligu
givist; teir dugnaligu bønd-
urnir høvdu tá framleitt
somikið meira, at teir
høvdu fingið betri úrslit -
eisini við lægri prísi.
Tað er spell, at vit ikki
hava ráð til granskarar,
miðlar, viðmerkjarar og
politiskar floksskrivstovur,
sum kunnu koma nærri at
tølunum, hvat hesum evn-
um viðvíkur.
Gras, glas og fjas
Føroyingar eru ótrúðliga
áhugaðir í politikki. Síðsta
val fóru omanfyri 90% á
val. Hetta er snøgt sagt
fantastiskt, tá vit hugsa um,
hvussu mong eru í ørviti,
Á valfundi
burturstødd, sjúk, óinte-
resserað í politikki - ella
bara í iva.
Fyri ein part er tað
undirhaldið í politikkinum,
sum hevur gjørt, at nærum
øll fara á val. Stemningurin
er har, tá tað er val í
Føroyum. Eg havi sjálvur
upplivað val í fleiri øðrum
londum, og tað er ikki tað
sama. Føroyingar sita við
sjónvarpið og útvarpið sum
um landsdystur var. Familj-
ur savnast, gestir boðnir á
gátt, matur sum til høgtíð.
Allastaðni um landið var
fyrr orðaskifti upp undir
val. Almennir fundir, har
eisini veljarin fekk orðið.
Teir stóru ferðaðust til øll
valstøðini,
tey
lokalu
royndu at standa teimum
kurl.
Fyri tey mest ivrigu var
orðaskiftið í Norðurlanda-
húsinum hæddarpunktið.
Tey flestu høvdu tikið
støðu, tá komið var so langt
út. Í øllum førum vóru tey
fægstu í salinum til at um-
venda. Hesi komu ofta
meira at heppa og klappa
enn akkurát at lurta.
Vit kundu vænta okkum
fýra-fimm brandrøður frá
hvørjum flokki, og rómurin
var øgiligur. Tá Juul Jacob-
sen helt at fiskifrøðingar
ikki kendu annan murt enn
sín egna, tá Pauli Ellefsen
legði Finnboga Ísakson
undir at hava tikið tjóð-
veldið aftanífrá, og tá Alti
Dam doyvdi viljamenn við
síni buldrandi bassrødd, var
tað ongin kabarett og ongin
landsdystur, sum hevði
størri undirhaldsvirði.
Fimm vóru evnini
Kringvørpini vildu tað øðr-
vísi á hesum sinni. Hetta
vóru røttu evnini, men
tíverri til skeiva tíð. Tey
fimm evnini vóru so breið,
at tey fevndu um stórt sæð
allar politiskar spurningar.
Vit fingu aftur fimm røður
frá hvørjum flokki, men
harafturat fimm formans-
umfør.
Eg havi aldrin vita, at
fólk fóru úr aftur salinum
undir
orðaskiftinum
í
Norðurlandahúsinum.
Kanska onkur var sprongd-
ur og skuldi út um á wc,
men ikki var so, at alt at
durðum stormaði.
Eftir hálvt fjórða umfar
orkaði eg ikki longur.
Sveittur og keddur fór eg
útum at lurta, og haðani
oman til vermóðir at fáa
mær drekkamunn. Tá eg fór
úr salinum vóru tíggju tóm
pláss aftanfyri meg og trý
frammanfyri. Tað var sum á
Orminum Langa: har tók
fólk at tynnast.
Hugskotið var í sjálvum
sær gott. Lat okkum kjakast
um tey týðandi almennu
evnini,
tjóðskaparstøðu,
vælferð, skúla, samskifti,
og vinnu. Hetta hevði tó
verið betur egnað í byrj-
anini av valstríðnum, tá enn
var møguligt at seta onkran
politiskan stampin, enn
móti endanum, tá meira
ráddi um at gogga tær
síðstu stemmurnar, ið vóru
komnar at borði.
Var tað ikki fyri tveimum
herligum og erligum, men
tíverri politiskt berligum
valevnum, var lítið lív í.
Eitt tyktist tó prógvað.
Útvarpið og sjónvarpið
kundu saktans lagt saman.
Tað ber væl til bæði at
framleiða útvarp og sjón-
varp og innanhýsis óheftar
sendingar undir einum taki.
Hevði fundurin ikki verið
so keðiligur, hevði eg ikki
havt stundir at hugsa nærri
um tað.
Set kross
Hetta valið kom eitt sindur
óvart á tey flestu. Vónandi
fara vit at taka av aftur
henda ósið við vali í ótíð,
og vónandi fara vit at hava
betri ráð til miðlar og
granskarar í framtíðini.
Vónandi verður eisini poli-
tikkur meiri undirhaldandi í
framtíðini.
Men, framtíðin kemur
ikki av sær sjálvari. Farið tí
øll á val og prógvið enn
einferð, at vit føroyingar
eru
verðinsmeistarar
í
demokratii. Setið tykkum
síðani væl til rættis, bjóði
ommuni og grannanum til
náttura og setið okkurt gott
á borðið. Gott val!
Tað var Johan í Kollafirði, sum stóð fyri undirhaldinum í Norðurlandahúsinum
Mynd: Jens Kristian Vang
Orðaskiftið í Norðurlanda-
húsinum var sera tamt. Fyrr,
tá ið Juul Jacobsen, Pauli
Ellefsen og Atli Dam vóru á
tingi, sat ein altíð spentur og
bíðaði eftir einari brandrøðu
frá teimum
Mynd: Jens Kristian Vang
C
M
Y
K
21
20