týsdagur 20. januar 2004síða 12
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 12 - 20. januar 2004
Nr. 12 - 20. januar 2004
23
UTTAN ÚR HEIMI
Dollarin kostar
arbeiðspláss
Vinnuráðið hjá donsku fakfelagsrørsluni roknar við, at
tað stóra fallið á amerikanska dollaranum fer at halda
fram í ár, og at tað fer at kosta dønum nógv túsund
arbeiðspláss.
Sum gongdin nú er, roknar vinnuráðið við, at doll-
arafallið fer at gera enda á 74.000 donskum arbeiðs-
plássum í hesum árinum. Heldur dollaravirðið sær á tí
støðið, sum tað er nú, fara 36.000 arbeiðspláss at
hvørva í ár og 10.000 afturat næsta ár. Samstundis sig-
ur vinnuráðið, at í 2003 kostaði fallið á dollaranum
28.000 donsk arbeiðspláss.
Virðið á donsku krónuni er tengt at evruni, so tá doll-
arin fellur í virði samanborið við evruna, fellur hann
eisini samanborið við donsku krónuna. Hetta kemur
donskum ferðandi í USA væl við, men tað gagnar har-
afturímóti ikki vinnulívinum. Tí tá tær donsku vørurnar
dýrka, hava amerikanararnir sum vera man minni hug
at keypa danskar vørur, skrivar Ritzau.
Ikki so stórur vandi
Týska innanríkisráðið royndi um vikuskiftið at sissa
fólk, eftir at fleiri fjølmiðlar høvdu sagt, at løgreglan
og fregnartænasturnar høvdu fingið ábendingar um
komandi yvirgangsatsóknir í Týsklandi.
Talsmaðurin hjá innanríkisráðnum í Berlin segði
sunnudagin, at tað er altíð vandi fyri, at Týskland verð-
ur álopsmál hjá yvirgangsfelagsskapum, men í løtuni
er einki, sum bendir á, at nakar hevur ætlanir um slíkt
álop, segði hann. Formaðurin í løgreglufelagnum, Kon-
rad Freiberg, segði, at vandin fyri yvirgangi í Týsklandi
er stórur, og hann mælti tí myndugleikunum til at geva
løgregluni meiri fólk.
Blaðið Welt am Sonntag endurgav sunnudagin eina
frágreiðing, sum útlendskar fregnartænastur í Týsk-
landi hava skrivað. Sambært blaðnum eru serliga am-
erikonsk, bretsk og jødisk mál í Týsklandi í vanda fyri
at verða álopin.
Stevna tí almenna
Tað gerst alt meiri vanligt í Danmark, at fólk leggja sak
ímóti statinum, skrivar Jyllandsposturin.
Í flestu førum eru tað fólk, sum eru misnøgd við av-
gerðir hjá tí almenna. Serliga avgerðir í almannamálum
hava fólk ilt við at góðtaka, um tær ganga teimum
ímóti, og alt fleiri og fleiri velja at stevna statinum fyri
at fáa dómsvaldið at ganga teimum á møti. Í fleiri før-
um er tað eisini hent, at Hægstirættur hevur broytt av-
gerðir hjá teimum almennu kærumyndugleikunum á
almannaøkinum.
At fólk stevna statinum kostar tí almenna nógv ar-
beiði og nógvar pengar. Sambært Jyllandspostinum
nýtti kamaradvokaturin 52 milliónir krónur til slík mál
í 1995, men í 2002 vóru útreiðslurnar 122 milliónmir
krónur. Í almannamálaráðnum siga tey tað sama. Har
arbeiða tjúgu fólk burturav við kærum frá borgarum.
Hann leitar enn
Á níggjundu hædd á høvuðsløgreglustøðini í Stock-
holm situr tann 65 ára gamli Stig Edquist, sum enn
tann dag í dag hevur sum høvuðsarbeiði at finna mann-
in, sum fyri átjan árum síðani myrdi svenska forsætis-
ráðharran Olof Palme. Hann er ikki einsamallur, men
hevur fjúrtan løgreglumenn afturat sær.
Síðani morðið í 1986 hava 130 fólk viðgingið at hava
myrt Palme, men einki teirra hevur kortini víst seg at
vera drápsmaðurin. At tað gekk so nógv skjótari at
finna drápsmannin hjá Onnu Lindh, uttanríkisráðharra
heldur Stig Edquist ikki vera so løgið. Hann vísir á, at
eitt sjónbandstól tók myndir av Mijailo Mijailovic, og
harafturat fann løgreglan knívin, sum hann nýtti. Við
Palme-morðinum er øðrvísi. Har var einki myndatól,
og morðvápnið er ongantíð funnið, sigur Stig Edquist.
Aftan á tann 28. februar í 2011 sleppur drápsmaðurin
hjá Olof Palme undan rættarsókn, tí tá er málið fyrnað.
Stig Edquist sigur, at eydnast tað at finna skammbyrs-
una, sum Palme varð skotin við, væntar hann, at málið
verður loyst innan ta tíð.
Ísraelski sendiharrin
í Svøríki hevur elvt til
eina diplomatiska
kreppu, eftir at hann
oyðilegði eitt listar-
verk á einari fram-
sýning í Stockholm.
Sendiharrin heldur,
at evropeiska hugsan-
in um jødarnar er
sum í tríatiárunum
SVØRÍKI
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
– Eg og mong við mær
stúra fyri, at ein vanlukka
kann henda. Hetta er sum í
tríatiárunum, sigur ísraelski
sendiharrin í Svøríki, Zvi
Mazel og sipar til, at eftir
hansara tykki er jødahatur
aftur farið at gera um seg í
Evropa.
Sendiharrin hevur elvt til
ruðuleika, eftir at hann
fríggjadagin oyðilegði eitt
listarverk á einari framsýn-
ing í Stockholm. Listar-
verkið var ein lítil bátur við
einari mynd av palestinsku
kvinnuni Hanadi Jaradat,
sum við einari sjálvmorðs-
bumbu beindi fyri 21 fólk-
um í Haifa í oktober.
Sambært sendiharranum
var verkið ein háðan ímóti
teimum, sum doyðu í álop-
inum. Tað heldur ísraelska
stjórnin eisini. Hon hevur
kravt, at svenska stjórnin
skal taka verkið burtur av
framsýningini, men tað vil
stjórnin hjá Gøran Persson
ikki.
Sunnudagin sendi ísra-
elska uttanríkisráðið boð
eftir svenska sendiharran-
um har, og í gjár skuldi Zvi
Mazel, sendiharri, á fund í
svenska uttanríkisráðnum.
Fyri seks árum síðani
nýttu 25 tey størstu
oljufeløgini í heimin-
um níggju prosent av
sínum leitiútreiðslur
til norska landgrunn-
in. Í dag er parturin
minni enn trý prosent
OLJULEITING
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Tað er ikki bara á føroyska
landgrunninum,
at
út-
lendsku oljufeløgini hava
minni hug at leita eftir olju
og gassi enn fyri nøkrum
árum síðani. Undan tí stóra
fallinum í oljuprísunum í
1998 brúktu 25 tey størstu
oljufeløgini í heiminum 15
milliardir dollarar til leit-
ing, men longu í 1999 var
talið 10 milliardir dollarar.
Samstundis tóku fleiri fel-
øg seg saman.
Norðmenn hava eisini
fingið at kenna, at tey stóru
útlendsku oljufeløgini hava
ikki so góðan hug at nýta
pengar upp á leiting í
norskum øki longur. Sam-
bært Aftenposten nýttu 25
try størstu feløgini níggju
prosent av sínum leitiút-
reiðslum til norsk øki í
1997. Í 2002 var hesin part-
urin ímillum trý og fýra
prosent, og nú er hann nið-
an fyri trý prosent.
Blaðið vísir á, at tá norð-
menn høvdu sítt 18. útbjóð-
ingarumfar, løgdu feløg
sum Exxon, Total, BP og
Shell ikki í at bjóða. Sam-
stundis hevur gongdin ver-
ið tann, at tey bæði norsku
feløgini Statoil og Hydro
nýta ein altsamt størri part
av teirra leitiútreiðslum
aðrastaðni enn í norskum
øki.
Vit eru aftur í 30'unum
Fyrsta valið
Oljufeløgini minni áhuga
fyri norskum øki
Í gjár var tað fyrsta uppstillingarvalið hjá demokratunum upp undir forsetavalið í USA í heyst. Valið var í statinum Iowa, og
sambært kanningunum fór John Kerry at vinna. Men trý onnur valevni, Dick Gephardt, Howard Dean og John Edwards, vóru í
hølunum á honum.
VALGREINAR
Eg havi innlit, vitan
og skil á niðanfyri-
standandi…
Joan Ziskason
valevni Javnaðarfloksins
í Suðurstreymoy
…og kann tí bjóða meg
fram at arbeiða fyri teg
ella tykkum við hesum:
• At psykiatrilógin kem-
ur á tingborð
• At arbeiðsumstøðirnar
í heilsuverkinum verða
betri
• At rentustuðulin verð-
ur varveittur
• At barnafamiljan hev-
ur tað gott
• At tey gomlu hava tað
gott
• At eftirlønin kemur
uppá pláss
• At arbeiðsrættur ikki
skal setast í verk
• At varðveita fakfelags-
rættin
At nútímansgera Føroyar
Tryggur politikkur
á Sjálvbjargnisleið
Helena Dam á
Neystabø
valevni Javnaðarfloksins
í Suðurstreymoy
Í veljarakanning sum
Sjónvarp
Føroya
al-
mannakunngjørdi leygar-
kvøldið er tað greitt, at
ein heilt stórur meiriluti
av Føroya fólki ynskir
eina hóvliga sjálvstýris-
gongd. Bara nøkur fá
procent ynskja at ongar
broytingar skulu vera, og
somuleiðis ynskja bara
nøkur fá procent, at
áramál verður sett á.
Sjálvstýristilgongd
føroyinga má tí ikki
sleppa at klúgva tjóðina í
helvt, men hon má heldur
ikki steðga upp.
Javnaðarflokkurin hev-
ur orðað eitt uppskot til
eina sjálvstýrislóg, sum
kann vera grundarlag
undir einari tjóðskapar-
ligari semju um fram-
tíðarstøðu Føroya.
Í stuttum er upskotið til
sjálvstýrislóg Javnaðar-
floksins:
"At vit áseta viður-
skiftini millum Føroyar
og Danmark í einum
sjálvstýrissáttmála
sum ein politiskan sátt-
mála millum tvey sjálv-
støðug lond, ið viður-
kenna
hvørt
annað
sum javnbjóðis tjóðir í
einum
felagskapi
-
ríkisfelagsskapi, sam-
veldi
ella
frælsum
felagsskapi. Hesin sátt-
máli avmarkar ikki
sjálvsavgerðarrætt før-
oyinga frameftir."
Uppskotið hjá Javnaðar-
flokkinum er eitt hald-
gott grundarlag undir
teirri
tjóðskaparligu
semjuni, sum øll leingj-
ast eftir.
Jóannes Eidesgaard
Formaður Føroya
Javnaðarfloks, tingmaður
og valevni í Suðuroynni
Javnaðarflokkurin
hevur
tað góða samfelagið sum
mál. Hetta merkir, at tað
einstaka menniskja er okk-
ara mál.
Javnaðarflokkurin rað-
festir tí tað góða sam-
felagið fram um alt annað.
Í tí góða samfelagum er
tjóðskaparliga semjan um
sjálvræðisspurningin eitt
virðiligt og sjálvsagt mál.
Tann beiða tjóðskapar-
liga semjan um einar sjálv-
støðugar Føroyar innan
ríkisfelagsskapin
skal
tryggja okkum orku og
arbeiðsfrið til at byggja tað
góða samfelagið.
Tað góða samfelagið er
samfelagið fyri øll og ikki
bert fyri tey fáu. Tað góða
samfelagið er eitt samfelag,
har eldri og gomul verða
viðfarin við sóma og virð-
ing, har tey fáa hjálp og
røkt, sum er á støði við tað
besta í okkara grannalond-
um.
Í tí góða samfelagnum
eru rættartrygd og persón-
ligt frælsi, solidaritetur og
sosialt rættvísi, góð barna-
kor, útbúgving, mentan og
list, góður bústaður sjálv-
søgd
og
høgt
raðfest
mannarættindi.
Hesi eru okkara yvir-
skipaðu mál.
Javnaðarflokkurin hevur
í valskrá síni víst á eina
greiða og miðvísa ætlan til
tess at røkka málunum fyri
tað góða samfelagið.
Vit
skulu
seta
upp
nýggjar karmar og skapa
nýggjar og sterkar fortreytir
fyri tí góða samfelagnum.
Hetta gera vit
• Við eini nýggjari strategi,
ið verður løgd, og sum
skal fevna um menning
av nýggjum vinnum og
nýggjum marknaðum og
sum heild um eina røð av
stimbrandi tiltøkum eis-
ini fyri hóttar vinnur av
samfelagsligum týdningi
uttan tó at fevna um
rakstrarstudning til vinn-
una, búskapurin skal
hava fleiri bein at standa
á, tí skal dentur leggjast á
at framleiða háprísvørur
við útbúnari arbeiðsmegi
Útbúgvingartilboð
til
tímalønt og serliga til tey
í fiskivinnuni á landi við
fullari lønarsamsýning.
Karmarnir gerast støðug-
ir, so vinnan fær raðfest
og lagt sínar ætlanir
Við fiskidagamarknaðin-
um kunnu vit menna
fiskivinnu munandi og
geva ungum monnum
nýggjar møguleikar.
• Við einum nýskapandi
sosial- og familjupoli-
tikki, sum fevnir um eina
nýggja trýstreingaða pen-
siónsskipan, ið tryggjar
øllum sømiliga pension-
istatilveru,
børnum
skúlamat
og
mjólk,
barnafamiljum ansingar-
pláss og systkinavslátt
ódýra mjólk samt lægri
mjólkaprísir
og
eina
nýskipan
av
íbúðar-
marknaðinum.
• Við at endurskoða fólka-
skúlalógina og málið um
arbeiðstíðina hjá lærar-
unum, við at endurskoða
miðnámsskúlaøkið
og
tryggja ókeypis lærutil-
far.
• Við at orða ein nýggjan
granskingarpolitikk og at
endurskoða hægru út-
búgvingarnar – styrkja
læraraskúla
og
fróð-
skaparsetur
• Við at samskipa sjúkra-
húsverkið og tryggja
nýggja landssjúkrahús-
inum arbeiðsumstøður
• Við burðardyggum um-
hvørvispolitikki
---------------
Soleiðis eru Javnaðarflokk-
sins mál og soleiðis vilja vit
vinna á mál. Tíðin er komin
til eina vending – til eitt
politiskt streymaskifti, har
fokus av álvara verður sett
á vælferðina hjá føroying-
um.
Hetta krevur politiskan
arbeiðsfrið – henda frið
vinna vit við tjóðskaparligu
semjuni um økt sjálvræði
innan ríksfelagskapin
Hetta krevur nýhugsan á
snøgt sagt øllum politisk-
um økjum og hesa ný-
hugsan hava vit givið
okkara boð uppá við tí
valsskrá, sum vit lagt fyri
Føroya fólk. Hetta krevur
sínamillum virðing, sam-
starv og breiðar politiskar
semjur tvørtur um gomul
og nýggj politisk mørk. Vit
hava víst, hvussu hetta
kann fremjast.
Góðu veljarar!
• Tit hava nú eitt eina-
standandi høvi til at
tryggja hetta politiska
streymaskiftið. Tit kunnu
skapa ta tjóðskaparligu
semjuna
og
byggja
nýggjar
brýr
millum
føroyingar.
• Tit kunnu tryggja tykk-
um, at tykkara gerandis-
dagur og tykkara dagliga
lív aftur koma ovast upp
á politisku dagsskránna.
Hetta kunnu tit gera við
at atkvøða fyri Javn-
aðarflokkinum valdagin.
Gott val og alt tað besta!
Tað góða samfelagið
Helena Dam á
Neystabø
valevni Javnaðarfloksins í
Suðurstreymoy
Vit kunnu í dag fegnast um,
at tann breiða semjan í
sjálvstýrismálinum er í
eygsjón. Ongantíð áður
hevur tað tí verið meira
umráðandi at vit menna
okkum sum fólk. Menning
er at flyta Føroyar inn í
framtíðina.
Tú spyrt, hvat ið hendir í
Føroyum um oljan kemur?
- ella hvussu Føroyar
síggja út um 10 ár? Men tú
fært einki haldgott svar, tí
eingin arbeiðir burturav við
at svara slíkum týdningar-
miklum spurningum. Okk-
ara lærda fólk fæst mest við
umsiting og ikki við at
skapa nakað nýtt.
Javnaðarflokkurin fer at
seta gongd á miðvísa
vinnulívsmenning -
Vinnu-
og
granskingarsamstarv við
umheimin skal troytast, og
ikki gleppa okkum av
hondum, tí møguleikarnir
eru nógvir, men vit brúka
teir ikki.
Fylgja vit ikki við, verða
vit afturúrsiligd.
Tað er tankin sum flytir
fjøll.
Menning er at flyta Føroyar inn í framtíðina
C
M
Y
K
23
22