Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-01-20, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. januar 2004síða 13

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 Nr. 12 - 20. januar 2004 Nr. 12 - 20. januar 2004 25 Eftir valið verður høvið at síggja nýggjasta íslendska filmin, sum í fleiri førum er virðisløntur og hevur fingið besta skoðsmál í heimsins størsta filmastíðarriti, Variety. FILMSSÝNING tíðindaskriv Fyrsti filmurin, KLIPP sýnir í nýggja árinum, er úr Íslandi. Eins og í undan- farnu filmum henda vet- urin, er talan um ein ungan leikstjóra, Dagur Kári, sum hervið ger sín fyrsta spæli- film. Heitið er "Nói, Albinói". Filmurin er um trupla dreingin Nóa, sum er albino og býr á bygd í Ís- landi. Happing ger ikki til- veruna lættari. Hesin hugvekjandi, virð- islønti filmur verður sýndur í Norðurlandahúsinum mikudagin hin 21. januar 2004 klokkan 20:00. Heimsins stórsta films- tíðarrit Variety segði um íslendska filmin: »Icelan- dic cinema digs out a major new talent with NÓI AL- BINÓI, the feature début of award-winning short film- maker Dagur Kári. Portrait of a gifted teen rebelling against lifes limits in a frozen coastal village com- municates directly with auds through an inspired mix of realism, humor and metaphor.« Filmstíðarritið Variety vitjaði í Føroyum, tá film- stevna var í Norðurlanda- húsinum í 1989 og Katrin Ottarsdóttir sýndi fyrsta spælifilmin »Atlantic Rapsody«. Aktuelli íslendski film- urin "Nói, Albinói" vann í fjør virðisløn sum besti norðurlendski filmurin á stevnu í Göteborg. Sam- stundis fekk filmurin Moviezone virðislønina í Rotterdam og tvær fyrstu- virðislønir í franska býnum Angers, har ungir, evnaríkir evropeiskir filmsleikstjórar verða bodnir á hvørjum ári. Nói, Albinói À fyrsta sinni er ein føroyskur 200 krónu seðil útgivin PENGAR Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo Danmarks Nationalbank boðaði mánadagin frá, at ein nýggjur føroysku tvey- hundraðkrónuseðil er út- givin. Hetta er fyrstu ferð, at ein føroyskur pengaseðil við 200 krónu virði verður útgivin. Undan 200 krónu seðlinum eru nýggir 100- og 50 krónu seðlar. Tað er Zacharias Heine- sen, sum hevur prýtt nýggja pengaseðilin. Myndin á seðlinum er av einum fir- valdi. Firvaldurin á nýggja føroyska 200-krónuseðlin- um er hulda, Hepialus humuli. - Hon er um allar Føroyar og um mesta partin av Evropa. Kallhuldurnar eru tó ólíkar til útsjóndar. Kall- huldurnar á meginlandin- um hava hvítar veingir. Føroysku kallhuldurnar hava summar heilt ljósa- gular veingir, summar dimmari og summar næstan svartar veingir, oftast við dimmum blettum ella ríp- um. Tað er henda kall- huldan, sum prýðir 200- krónuseðilin, verður sagt í tíðindaskrivi. Føroyskir pengaseðlar eru danskir pengaseðlar við føroyskum motivum. Skuldi nakar verið í iva, so kunnu vit siga, at lutfallið er 1:1 millum føroyskar og danskar seðlar. Føroyskur 200-krónuseðil Tómas Lemarquis hevur høvuðsleiklutin sum Nói, ið er albino LØGTINGSVAL Tíðindaskriv Suðurstreymoyar Javnað- arfelag bjóðar til endabrest í Bládýpinum í kvøld, mánakvøldið, kl 21. Á skránni er sangur, tón- leikur og politiskur rakstur. Kom og sig tína hjartans meining um politisku dags- skránna. Helena Dam á Neystabø og Bjarki Mohr skipa fyri. Jógvan Olsen spælir. Øll eru vælkomin - jú fleiri jú betri, siga tey í Suðurstreymoyar Javnað- arfelag Endabrestur í Bládýpinum C M Y K 25 24 Hjartað brennir fyri norðoyingum Kósin er sett og málini eru greið: • Bestu byrjan fyri allar nýggjar Norðoyingar • Trivnað til øll • Atjóða góðkend havn í Klaksvík • Arbeiðspláss á sjógvi og landi • Trygg ellisár - við dagførdum hentleikum C Torleif Sigurðsson Valevni Javnaðarfloksins í norðoyggjum i Sosialurin