Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-01-20, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. januar 2004síða 14

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 Nr. 12 - 20. januar 2004 Nr. 12 - 20. januar 2004 27 MARKNAÐARRÁK Eftir at dollarin javnt og samt er viknaður seinastu vikurnar, kom vend í, í farnu viku. Orsøkirnar eru tvær. Hóast evropiski mið- bankin á fundi teirra tann 8. janu- ar segði seg ikki harmast sterku evruna; ella veika dollaran, hava fólk úr ECB eftir fundin ført fram, tað óhepna við einari sterk- ari evru. Onnur orsøk til evru-dollara støðuna hevur verið tað alsamt økta hallið á amerikanska hand- ilsjavnaðnum. Í farnu viku vísti ein uppgerð tó, at hallið í novem- bur fall úr 41,6 milliardum doll- arum í 38,0 milliardir dollarar. Hetta er ikki bert ein gongd rætt- an vegin, men væntað varð ikki, at hallið fór at lækka so nógv. Saman við røddunum úr Evropa, fekk batnaði handilsjavnin doll- aran at styrkna. Lægsta stigið í dollaranum á hesum sinni var tann 12. januar, tá ein dollari kostaði 577,43 krónur. Í skrivandi løtu kostar dollarin 602,92 krónur. Hetta er ein hækking á 4,4% Umframt at bjørt tøl úr USA, m.a. fyri brúkaraálitið, eisini fingu ávirkan á dollaran, gjørdu hesi sítt til, at renturnar fríggja- dagin fóru at hækka; eisini um okkara leiðir. Um renturnar halda fram at hækka hesa vikuna er tengt at, um dollarin styrknar meira og sjálvandi roknskapun- um, ið verða kunngjørdir hesa vikuna. Hesa vikuna kunngerða m.a. virkini AMD, General Mot- ors, Motorola, Microsoft, Ford, Nokia og Siemens roknskap. Virkini sum kunngjørdu í farnu viku, vístu sum heild á inn- tøkur, hægri enn væntað. Tó vóru inntøkurnar hjá IBM eitt lítið vet lægri enn væntað. Somuleiðis skal nevnast, at Intel metti, at inntøkurnar fara at fella í fyrsta ársfjórðing í ár. Hóast Intel fall eftir kunngerðina, so sýnast partabrøv at standa stinn í løtuni, og amerikonsk partabrøv eru sum heild hækkaði 8 vikur á rað. Mett verður tískil, at lánsbræva- renturnar og partabrøvini sann- líkt eisini fara at hækka hesa vik- una. Lánsbrævarenturnar eru falnar nógv síðani ársskiftið, og ein mótrørðsla er tí væntandi nú dollarin er styrknaður og bú- skaparligu uppgerðirnar sum heild hava verið bjartar. Hesa vikuna verður tó tunnligt við búskaparligum uppgerðum, og tí vilja roknskaparkunngerðirnar hava størstu ávirkan á virðis- brævamarknaðirnar. Nokia hevur longu lagt støðið, og kunnað um teirra metingar. Av tí at hetta er so stutt síðani, fara metingar teirra at verða staðfestar í rokn- skapinum. Dollarin styrknaður munandi Vika 4, 2004 www.kaupthing.fo C M Y K 27 26