Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-01-20, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. januar 2004síða 15

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 Nr. 12 - 20. januar 2004 Nr. 12 - 20. januar 2004 29 Her er so ómetaliga gott at vera. Øll eru so fitt og blíð. Hetta er eitt gott heim fyri tey eldru. Tey, sum fara at manna løgting og landsstýri eftir valið, eiga at raðfesta eldraøkið høgt, ikki bara í orðum men eisini í verki sigur Jona Hendriksen, sum um dagarnar fekk innivist á sínum nýggja heimi, Ellis- heiminum í Havn Á ELLISHEIM Jan Müller myndir: Jens K. Vang Hon er von at ganga á ellisheimi – eina ferð um mánaðin í 30 ár hava hon og onnur frá KFUK vitjað og fortalt søgur fyri bú- fólkunum á Ellisheiminum í Havn og á Hvíldarheimin- um. So Jona er kend her úti. Men eitt er at koma her eina løtu og fara avstað- aftur. Eitt annað er at koma og blíva her. Talan er um Jonu Hend- riksen, sum nú um dagarnar helt sín 80 ára føðingardag á KFUK, tí staðnum, sum hevur verið tann mest týð- andi karmurin um hennara lív. Um tað var eitt slag av føðingardagsgávu úr erva at Jona var so heppin at sleppa á Ellisheimið í Havn skulu vit ikki siga. Tað kunnu vit so hava okkara tankar um. Men fyri Jonu var hetta sum at fáa eina ta best hugsandi føðingar- dagsgávuna. Ikki tí – Jona er væl fyri, hon er tann sama sum altíð - glað og fryntlig og ikki minst – prátingarsom. Og allan henda góða førningin tekur hon við sær á Ellisheimið - til gleði fyri tey gomlu, sum longu eru har. Hon hevur hoyrt so nógv gott um hetta heimið og viðgongur hon, at hon á ongan hátt er vón- svikin. Tvørturímóti kennir hon seg sera væl og heima á Ellisheiminum longu eftir ta fyrstu vikuna. Frálíkt stað – Hetta er eitt virkiliga gott stað. Tey eru so einastand- andi fitt. Og eg havi fingið góðar og heimligar um- støður her. Øll eru líka fitt, blíð og fyrikomandi. Hóast 80 ára gomul so hoyrir Jona til yngra ættar- liðið. Bert eitt av búfólk- unum er undir 80 ár. Flest øll onnur eru í 90-unum og elsta fólkið er 102 ár. So umframt at hava fingið eitt "ungt" fólk – í kropp og sál og sinni - millum sín, hava tey gomlu búfólkini eisini fingið eina eldsál millum sín – ikki bert einaferð um mánaðin at siga frá søgum men hvønn dag sum fastur, trúgvur og kveikjandi bú- felagi. Jona gavst á KFUK fyri umleið fimm árum síðani. Tá hevði hon væl og virðiliga tænt KFUK og øll tí góða, sum hesin felags- skapurin stendur fyri. Eftir hetta var hon í trý ár í Funningsfirði hjá bróður- dóttrini. Jona fegnast um Ellisheimið Hóast flestu okkara ynskja at vera sum heima sum longst, so dylur Jona ikki yvir, at hon er sera væl nøgd um hesa seinastu endastatiónina – Ellisheim- ið í Havn, um man kann loyva sær at kalla hana so. Her er so einastanndi at vera, góð og fryntlig starvs- fólk, frálík búfólk og eitt sera hugnaligt og heimligt umhvørvi mitt í hjartanum á Havnini. Nátúrligt Jona sær tað sum nakað heilt nátúrligt, at tey, sum gerast eldri, enda sínar dagar á einum slíkum heimi. Hon er errin av, at vælferðarsamfelagið Før- oyar hevur megnað at fáa slík heim og vónar hon, at komandi politikarar fara at gera sítt til at nøkta tørvin á ellisheimum. – Oftani eru fólk bangin fyri at liggja øðrum til byrði. Og so er tað eisini eitt annað, tá man blívur gamal. Oftani fer nakað í høvdinum, og tá skilur man ikki, at man liggur øðrum til byrði. Tí sær hon eitt ellisheim sum nakað heilt nátúrligt fyri seg eisini. Men hon vil fegin sleppa at geva Heimahjálpini nøk- ur rósandi orð á vegnum. – Heimahjálpin er eisini eitt av børnunum hjá væl- ferðarsamfelagnum, og hon er ótrúliga góð. Hon hevur bjargað mongum frá at fara úr heiminum. Og gott er tað, tí var hon ikki, so hevði als ikki verið pláss fyri at hýst øllum á teimum ymsu heimunum. Jona heldur tað vera eina heilt náttúrliga gongd, at mong av okkum fara á eitt heim fyri gomul fyrr ella seinni. –Hetta er ein góð endastatión. Vit hava nógv at takka fyri, og eg vildi ynskt, at tað vóru fleiri ellisheim í Havn og aðra- staðni. Orð og gerðir Nú er val og nógv verður tosað um tey eldru. Allir flokkar vilja hjúkla um tey. – Ja mong eru orðini, men eg haldi vit síggja ov fá úrslit. Hennara ráð til politik- ararnar er hetta: -Vísið í verki tað nógva góða, sum verður sagt. Vit vita væl, at tað kostar, men tað verða brúktir pengar til so nógv. Jona hevur altíð verið áhugað í politikki. Hon viðgongur, at hon er fødd inn í politikk. Pápin var sera virkin í politikki, bæði í býráðnum í Havn og á løgtingi. Jona sjálv var fyrsta kvinna, sum hevur havt fast sæti á Føroya løgting. Við sínum stóra hjarta hevur Jona altíð havt nógv uppá hjarta. Eitt av hennara hjartamálum, tá hon kom upp í politikk, var at stuðla arbeiðsfólkinum í royndum teirra at fáa hægri løn fyri sítt arbeiði. Sum árini eru gingin heldur hon, at tað eisini eru so nógvar aðrar samfelagsuppgávur, sum eiga at raðfestast hægri, eitt nú eldraøkið. Hetta er eitt øki, sum tað verður tosað nógv um, men har tað verður gjørt ov lítið. Men tað liggur so eisini til hennara lyndi, at man eigur at vera glaður fyri tað, sum okkum er givið. Hon heldur Ellisheimið vera frálíkt, men tað eru ov fá pláss til tey gomlu, sum ikki kunnu vera heima. Jona heldur, at tað kundu verið fleiri ellisheim. – Tey, sum arbeiða her, eru so blíð og fitt. Alt er so gott. Vit verða vartað upp og fáa hvønn morgun drekka uppá songina. So fáa vit drekkamunn fyrra- partin og so døgurða. So hvíla vit og aftur ein drekk- amunn. Ja tað er ordiliga føroyskt. Soleiðis var tað ikki fyrr. Hóast Jona er flutt á Ellisheimið beint undan einum løgtingsvali, so ætlar hon sær ikki at agitera. Tú mást ikki særa nakran. Hvør hevur sína støðu. Og tá fólk eru komin upp í so høgan aldur, so vita tey, hvat tey hava staðið fyri. – Men eg vóni, at tey, sum fara at manna lands- stýrið, fara at gera nakað fyri ikki bara tey eldru men eisini fyri børnini og ung- dómin. Fyristøðukvinnan á Ellisheiminum, Ida Mikkelsen tekur ímóti nýggjasta búfólkinum Longu eftir fyrsta dagin kennir Jona sum heima á Ellisheiminum Jona um Ellisheimið: -Eitt frálíkt heim Jona Hendriksen, uttan fyri sítt nýggja heim, Ellisheimið í Havn Jona vælhýrd millum fitt og blíð starvsfólk og búfólk C M Y K 29 28