fríggjadagur 1. apríl 2011síða 30
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 1. apríl 2011 · Nr. 39
30
Sosialurin
Pætur Háberg
Skrivstovumaðurin í FF:
Hvussu kann slíkt bera til í Føroyum?
Vit meta tað sum eina sjálv
fylgju, at vit øll geva hvørjum
øðrum eina mannsømiliga
viðferð. Hetta skuldi ikki minst
verið galdandi fyri fakfeløg.
Hetta er sjálvsagt eisini gald
andi við uppsøgn, uttan mun
til hvør orsøk kann vera fyri
henni. Sjálvt hjá “kapitalistisk
um” fyritøkum verður ásannað,
at ein uppsøgn í sær sjálvum er
nóg hart fyri tann, sum missir
arbeiðið. Tí verður ómakur
gjørdur fyri, at hon skal vera
so lítið skaðilig fyri tann upp
sagda sum gjørligt.
Skuldi skaðast
mest gjørligt
Men í fjør heyst sóu vit eina
uppsøgn júst í einum fakfelag,
har endamálið var at skaða
viðkomandi mest gjørligt.
Fyrst
við
eini
ólógliga
burturvísing uttan uppsagn
arløn. Hesa burturvísing varð
felagið kroyst til at taka aftur,
tá ið málið kom alment fram.
Málið kundi enda her við
at skrivstovumaðurin fekk til
søgn um sína lógarásettu upp
sagnarløn. So hevði ikki meira
hent.
Men so lætt skuldi maðurin
ikki sleppa. Nú fekk hann eina
eyðmýkjandi uppsøgn.
Hetta var heldur ikki nóg
mikið hjá hesum fakfelag. Teir
gera tað óhoyrda, at senda út
eitt tíðindaskriv, har skriv
stovumaðurin alment verður
lagdur undir “grovt tænastu
brot,” sum annars er høvuðs
grundgevingin í uppsøgnini,
men sum einki verður sagt um
í burturvísingini. Hetta tíðinda
skriv avdúkar meira enn annað
ta ræðuligu muru í hesum
fólkum.
Í
uppsøgnini
var
tann
óhoyrda treytin sett fyri at fáa
uppsagnarløn, at skrivstovu
maðurin fær álagt “loyaliet
skyldu” móti felagnum í upp
sagnartíðini. Hetta kundi væl
fatast sum munnkurv, so hann
heldur ikki skuldi fáa vart seg
alment móti følsku ákæruni í
uppsøgnini.
Umrødda
“tænastubrot”
skuldi vera medvirkan til
samb. formannin eitt “Water
gate innbrot” á hansara skriv
stovu 3. februar 2007 við tí
endamáli at beina fyri tilfari í
teldu felagsins.
Tað er vitnisfast, at hetta
er reinur heilaspuni. Her var
bert talan um at undanfarni
formaðurin fekk kopi av tí
teldutøka tilfari, sum hann
sjálvur átti, og skuldi einki
verið meira rímiligt enn tað.
Har varð so avgjørt einki
slettað.
Skrivstovumaðurin
hevði annars heldur einki við
hetta mál at gera!
Men pápabeiggi mín, sum
málið snýr seg um, doyði tveir
mánaðir seinni. Hetta kom ikki
óvæntað. Hann hevði longu
tá eina lívshóttandi sjúku, og
hann fekk eina viðferð, sum
hevði verið nóg mikið fyri ein
mann við fullari heilsu. Men
við hesum fekk málið eina
álvarsliga nýggja vend.
Bøðilin gjørdi
seg til offur
Tey vóru nógv, sum øtaðust
um hesa framferð. Tað vóru
eisini fleiri, sum gjørdu vart
við hetta, eisini alment.
Nú hendir tað margháttliga,
at høvuðsmaðurin í hesum
máli fer í hernað móti hesum
fólkum fyri at teppa tey. Nú
roynir hann at gera seg sjálvan
og síni til offur fyri sínar egnu
gerðir. Bert eitt dømi av fleiri
er, at Frank Davidsen hevur
alment
greitt
frá,
hvussu
formaðurin hótti hann við
politi, um hann ikki tók síni
sjónarmið aftur.
Men formaðurin man hava
ánað, at grundarlagið fyri
hansara framferð hevur verið
svikaligt.
Nú ger hann tað marg
háttliga
at
skipa
fyri
at
leita í telduni hjá frákoyrda
skrivstovumanninum,
um
hann kann finna okkurt meira
haldbart at brúka. Formaðurin
boðar síðan sínum viðhalds
fólki frá, at nú eru funnin
“nýggj prógv,” sum skulu rætt
vísgera hansara framferð móti
skrivstovumanninum.
Hetta skuldu vera “prógv”
um eina ráðagerð millum fyrr
verandi formannin og skriv
stovumannin
móti
sitandi
formanni.
Hesi “prógv” verða løgd
fram á almennum fiskimanna
felagsfundi í Runavík, meðan
skrivstovumaðurin
lá
og
stríddist, og átta dagar áðrenn
hann andaðist.
Eg hevði í hesum sambandi
teldusamskifti við nevndarlim í
FF. Hann boðaði mær frá dagin
eftir umrødda fund:
hetta er S.P,harmiligt at
tú ikki var vi til fundin í gjár,
har limirnir fyngu svar ,og
prógv vóru løgd fram.v.h S.P
(Orðarætt endurgivið).
Hesin nevndarlimur gav
mær í eini telefonsamrøðu
aftaná tilsøgn um at síggja hesi
“prógv” á skrivstovu felagsins.
Tá tað ikki lá fyri hjá mær
sjálvum, fór systir mín oman á
skrivstovu FFs, har hon bað um
at sleppa at síggja hesi “prógv”.
Men tað slapp hon als ikki,
hóast tey longu tá vóru send í
hvussu er einum samsintum
sóknarformanni hjá FF! Eg veit
eisini um púra óviðkomandi
fólk, sum hava fingið somu
“kunning.”
Formaðurin las bert brot úr
samskiftinum. Systir mín fekk
tískil bert onkrar ábendingar
um
innihaldið
í
hesum
“prógvum.”
Við
hesum
ábendingum
hevur fyrrverandi formaðurin
funnið hesi “prógv” fram á síni
egnu teldu. Tað snýr seg um
tvey teldubrøv frá 2007:
1. Teldubræv, har fyrr
verandi formaðurin sóknast
eftir ladara til teldu sína.
Skrivstovumaðurin
finnur
ikki ladaran og biður undan
farna formann sjálvan koma
at leita.
2. Teldubræv, har fyrr
verandi formaðurin vil hava
okkurt ávíst FF-blað, sum
skrivstovumaðurin bað hann
koma at leita eftir, tí hann fann
tey ikki sjálvur.
Hetta eru “prógvini” fyri
hesi ráðagerð! Meira meina
leyst kundi tað ikki vera. Hevði
málið ikki verið so óhugnaligt,
hevði tað verið beinleiðis
láturligt.
Tað sigur heldur ikki heilt
lítið,
at
einastu
ítøkiligu
“prógv” í málinum skal leitast
heilt aftur til 2007 at finna. Og
so eru tey eisini heilaspuni.
Systir mín varð eisini á
skrivstovuni hjá FF løgd undir
at “vita ov nógv”. Formaðurin
hótti við at melda hana, tí “tað
nokk var HON, sum hevði
brotið inn á teldu hansara fyri
tveimum vikum síðani,” sum
formaðurin
sjálvur
málbar
seg. Nakað tað sama upplivdi
Frank Davidsen. Hetta er greið
ábending um, at formaðurin
líður av eini sjúkligari kenslu
fyri forfylging. Tað sama váttar
eisini
umrødda
Watergate-
søgan.
Tann seinasta “heilsanin”
til tey avvarðandi kom sjálv
an 1. desember, sama dag, sum
skrivstovumaðurin
doyði!
Tá visti teir á FF í hvussu er
hvussu
ógvuliga
álvarsom
støðan var. Hetta var teldu
postur frá einum fiskimanni
við tøttum tilknýti til nevnd
armeirilutanum í FF. Sína
niðurstøðu hevði viðkomandi
fingið á umrøddu fundi í Runa
vík. “Heilsanin” var, at skriv
stovumaðurin var sloppin alt
ov væl!
Samsek og Samtak
Tað eru fleiri, sum so ella so
eiga part í hesum máli. Fyrst
var eingin trupulleiki at fáa
nóg mikið av nevndarlimum í
FF at taka undir við hesi ógerð
móti manni, sum teir hava
kent persónliga og sitið væl
saman við í upp til 10-tals ár
uttan at hava nakað at finnast
at honum.
Tað
var
heldur
eingin
trupulleiki at fáa løgfrøði
til at medvirka til at skaða
skrivstovumannin
mest
møguligt í umrøddu uppsøgn.
Skrivstovumaðurin fekk enntá
frátikið sín upplagda rætt
svara ta grovu skuldsetingini
um “tænastubrot,” sum tað
annars var øll grund at ivast í.
Ein serligan leiklut hevur
samskiparin
fyri
Samtak,
sum váttaði alment fyri Degi
og Viku, at hon stuðlaði hesi
framferð.
Í Sosialinum 29. november,
so stutt sum tveir dagar
áðrenn
skrivstovumaðurin
andaðist, sigur samskiparin
seg enntá hava “fingið eina
nøktandi
frágreiðing
frá
Fiskimannafelagnum
um
málið og hevur tikið hana til
eftirtektar og hevur annars
onga meining um málið.”
Nú
skrivstovumaðurin
ikki fekk møguleika at spyrja,
kundu vit avvarðandi havt
hesar spurningar:
Hvør frágreiðing er so
nøktandi fyri samskiparan,
at hon kann rættvísgera eina
slíka viðferð av einum med
menniskja?
Teir
táverandi
heiðurligu
nevndarlimirnir
í FF fingu so avgjørt onga
nøktandi frágreiðing.
Hvussu
kann
ein
frá
greiðing, sum kundi merkja lív
og heilsu fyri ein persón, vera
nøktandi, tá ið tann ákærdi
ikki fekk møguleika at svara
fyri seg?
Hví skal samskiparin hava
eina frágreiðing um eitt mál,
sum hon onga meining hevur
um?
Og hvussu kann samskip
arin stuðla eini mannagongd,
sum hon onga meining hevur
um?
Hvussu kann hon onga
meining hava um eitt mál, tá
hon visti, tá hon seinast tosaði
við Sosialin um hetta mál, at
tað hevði oyðilagt lívið hjá
einum medmenniskja?
Hvat skal til, fyri at sam
skiparin skal hava eina mein
ing um viðferðina av einum
medmenniskja? Valdast tað
hvør tað er?
Hvussu kann samskiparin
so seint sum 29. november
enn eina ferð stuðla umrøddu
mannagongd við at siga seg
hava fingið eina “nøktandi”
frágreiðing, tá ið tað er víst
á alment, at talan er um
ósannindi?
Katrin, systir mín, bað
fleiri ferðir um at sleppa á
tal við samskiparan, so hon
í hvussu kundi fáa javnvág í
síni kunning. Men samskiparin
noktaði at hitta hana!
Tað er eingin ivi um, at
so væl løgfrøðin sum sam
skiparin høvdu, um tað var
nøkur rættvísiskensla skapt
í teimum, kunnað forðað ella
í minsta lagi í stóran mun
kunnað avmarka tann skaða,
sum gjørdur varð skrivstovu
manninum og harvið eisini
hansara avvarðandi. Men tað
var øvugt!
Her er í hvussu er skrivað
føroysk fakfelagssøga, og tað
við lít.
Mannagongdin
blástemplað av
Degi og Viku
Dagur og Vika lýsti frá byrjan
málið á ein virðiligan hátt.
Úrslitið var tað, at formaður
in á Facebook legði sjónvarpið
undir at renna ørindini fyri
starvsfólk, sum høvdu tilknýti
til skrivstovumannin!
Nú
hendir
tað
heilt
merkiliga,
at
formaðurin
fær seinasta orðið í hesum
tíðindaflutningi.
Hetta hendi í samband við,
at almennu fakfeløgini høvdu
sent eitt “dult” bræv til FF, har
tey átalaðu mannagongdina í
málinum.
Hetta førdi til upplestur av
einum telduposti til fakfeløgini,
sum talaðu at hesi høpisleyu
framferð.
Soleiðis
byrjar
brævið frá formanninum.
“Lat meg gera púra greitt,
at eingin er meir harmur um
málið enn eg og vildi eg, at tey
tiltøk i vórðu sett í verk vóru
óneyðug.”
Hesa svadu góðtók D&V
uttan spurning ella viðmerking
sum eina nóg góða undan
førslu fyri hesi “tiltøk”, sum
ikki hava sæð sín líka fyrr her
á landi. Tískil er mannagongd
sum henda eisini blástemplað
av almennu føroysku tíðinda
tænastuni. Tað hevði verið
lætt at avdúka, hvussu lítið
grundarlag var fyri hesi frá
boðan. Men fólk, sum høvdu
fylgt við málinum, vórðu ikki
spurd.
Tað er sanniliga munur
á, tá tað eru politikarar, sum
ikki eru í krithúsinum. Teir
verða náðileyst tráspurdir um
viðurskifti, sum hava nógv
minni uppá seg enn hetta.
Sosialurin royndi at fáa
samskiparan fram í ljósið.
Men hesum slapp hon und
an við at tiga seg burtur úr tí!
Hon bakkar annars ikki fyri at
úttala seg um alt tað órættvísi,
hon av røttum finnur í sam
felagnum. Men hennara rætt
vísiskensla valdast kanska,
hvønn tað snýr seg um, og um
tað fær avleiðingar fyri hana
at tala at.
Hvat við fiskimonnum?
Áhugavert er eisini tað, sum
ein av bakmonnunum hjá
formanninum skrivar í einum
telduposti:
“Hóast Jan var ivasamur, tí
hann hevur nógvar sjómenn á
sínari síðu, sum bakka hann
upp í hesum málinum (eg veit
ikki hví), so var hann maður
fyri at bera fram eina almenna
umbering fyri nøkrum døgum
síðani.”
Til hetta er at siga, at
fiskimenn hava bert fingið
ósannindini frá formanninum,
sum enntá fór umborð á skip
við síni søgu, men ikki vildi/
tordi at stíga alment fram.
Hetta er annars eisini ein
váttan um, at tann ullinta
hálva umberingin bert var
uppá kvamsvís fyri at bjarga
egnum skinni. Hetta vistu vit
onnur frammanundan.
Skuldi verið óhugsandi
Henda søga er nógv ótespu
ligari, enn her er greitt frá.
Nógv av tí, sum er hent í
hesum máli er so háttað, at
tað ber ikki til at seta á prent, í
hvussu er í hesum umfari. Tað
atlit skal kortini takast til tey
seku í hesum máli!
Men hetta er ein viðferð
av einum medmenniskja, sum
eingin fyri hálvum ári síðani
hevði droymt um kundi henda
í Føroyum.
Øll kunnu gera okkurt
mistak í sínum arbeiði. Men
einki kann rættvísgera eina
slíkan skipaða herferð móti
einum persóni og hansara
avvarandi.
Hon
byrjaði
mikkjalsmessudag
og
stóð
uppá til seinasta dagin hjá
skrivstovumanninum
tveir
mánaðir seinni.
Men niðurstøðan er tann,
at í Føroyum kann ein slíkur
persónur sum hesin formaður
leggja støðið hjá fakfeløgum,
løgfrøði, tíðindaflutningi um
framt samkomu- og politiska
leiðslu.
Vit, sum varaðu av Olafi,
og øll, sum vóru góð við hann,
standa
spyrjandi.
Olaf
er
farin og málið hevur verið so
órímiligt og órættvíst. Við hesi
grein vóni eg at varpa ljós –
alment – á tað, sum veruliga er
farið fram. Vit hava ongantíð
verið bangin fyri at tosa
alment um tað, sum er farið
fram. Tað var Olaf heldur ikki
so leingi hann orkaði. Verri
er við lygisøgum í krókunum,
sum vit eisini skylda Olafi at
afturvísa.
Eg
spyrji
meg
sjálvan:
Hvussu kann slíkt henda í
hesum paradísinum, sum vit
halda Føroyar vera?
Vit síggja, at allir partar
hesum ræðuliga máli halda
bara áfram í sama stíli, sum
um einki er hent. Eru hetta
veruliga Føroyar?
Klaksvík
tann 14/03-2011
Kjak