fríggjadagur 1. apríl 2011síða 31
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
31
Fríggjadagur 1. apríl 2011 · Nr. 39
Sosialurin
Eystarlaga í Europa liggur
Ukraina, sum í okkara atlasi
verður
stavað
Ukreina.
Hetta
landsnavn
hevur
áður fingið drúgva umtalu.
Í stuttum er her bara í
fyrsta lagi at endurtaka,
at tað var eitt málsøguligt
mistak, at vit skuldu fara
at skriva ai-ljóðið við ei í
sambandi við, at okkara
rættskriving
fyri
góðum
hálvtannaðhundrað
árum
síðan skuldi “islandifieres”.
(Íslendskt skrivað ei gevur
jú framburð sum okkara ver
andi ey, meðan íslendinga
ai-ljóð verður skrivað við
æ (t. e. ae – eins og t.d. í Al
Quæda). Innan nevndu rætt
skrivingarkollvelting, sum
útlendingar í 1846 trongdu
inn
á
okkum,
skrivaðu
føringar (eisini tann ungi
Hammershaimb)
ai-ljóðið
við ai og ey-ljóðið við ei).
Í øðrum lagi er at siga, at
ai í Ukraina ikki er nakað
beinleiðis tvíljóð, men heldur
tveir stavir a og i eins og við
Sair og Haiti, sum ongin
kundi funnið uppá at skriva
Seir og Heiti. Í ongum atlasi,
sum eg havi sæð, verður stav
að øðrvísi en U-kra-i- na.
Ú t g áv u s e t n i n g u r i n
hevur ljóðað, at býarnøvn
í mesta mun skulu stavast
sum í heimlandinum. Men
her tykist apostrofmerkið
úr íslendskum eisini at gera
vart við seg. Øll míni ár
havi eg ikki hoyrt ella sagt
annað enn Paris um franska
høvuðsstaðin, og soleiðis
hoyrir tú tað eisini í práti við
tilkomið fólk í loftmiðlunum.
Hetta
hevur
onki
við
danskan framburð at gera,
men er altjóða staving. Men
fjølmiðlafólk, sum nú hava
okkara snøgga atlas at halda
seg til, eru farin at siga og
skriva París. Hví tað? Langt
i er ikki óføroyskt – vit hava
tað í so mongum orðum
t.d. dis, gnis, flysa, risi o.o fl.
Skuldu vit kanska eisini fylgt
íslendingum og skrivað og
sagt t.d. Madríd, Vín (Wien),
Kíl, Ríga o. s. fr.? Hetta, at
í skal vera føriskari enn i
hevur eisini rinið við hjá
“Vikutúr”, sum hevur boðið
til “Spennandi cruisferð á
Nílánni”.
Og hvussu við høvuðs
staðnum í Italia? Á føriska
kortinum
stendur
Róm
eins og á tí íslendska, men
í navnayvirlitinum aftast
stendur “Róm, sí Roma”. Roma
man vera upprunaheitið og
soleiðis skriva norðmenn,
samar, finnar og nú eisini
danir. Tú sært eisini Roma í
føriskum bókmentum, so tað
man vera besta boðið, um vit
ikki framhaldandi skulu siga
og skriva Rom – kanska við
Roma í parantes eins og á
svenskum.
Sikiloy (ísl. Sikiley) er fitt
orð og í lagi, um tað fæst
í umferð á føriskum fyri
oynna Sicilia.
Vit eru nú stødd við Miðal
havið, sum eftir íslendsk
um
hevur
fingið
heitið
Miðjarðarhav
sambært
latínska upprunanavninum
Mare Mediterraneum, t.e.
havið mitt í jørðini, sum rom
verjar í fornøld mettu tað at
liggja.
Ivaleyst er Miðalhavið ein
germanisma eftir tí týska
Mittelmeer; men at beint fyri
øllum slíkum úr okkara málið
hevði neyvan gjørt tað ríkari.
Á norskum og donskum
er navnið Middelhavet, á
svenskum Medelhavet, og
munnu føringar fáast til at
siga annað enn Miðalhavið,
sum jú liggur lagaligari á
tunguni enn Miðjarðarhav?
Her skal tó skoytast uppí,
at mær nú er komið fyri oyra,
at
skúlabókagrunnurim
hevur havt heitið Miðhavið
í huga, og tað haldi eg vera
besta nýyrðishugskotið.
Her er eisini at viðmerkja,
at okkara atlas eins og tað
íslendska hevur at kalla øll
nøvnini í óbundnum formi
– undantak er tó t.d. Hvarvið
í Grønlandi, sum íslendingar
nevna Hvarf. Landafrøðilig
heitir í óbundnum formi er
eitt norrønt eyðkenni, og er
eisini eitt málsligt sermerki
hjá okkum – t.d. Tindhólmur
og ikki Tindhólmurin, Koll
farðadalur og ikki Kollfarða
dalurin o.s.fr. Hetta er tó ikki
so knívskorið í okkara máli.
Eystringar ilskaðust so um,
at Hellurnar skuldu skerjast
til bara at eita Hellur, at teir
málkønu máttu dvína aftur
til tað, sum fólk siga.
Ivaleyst kemst tað av
ávirkan uttanífrá, at føringar
eitt nú um høv, oyggjaflokkar
og
fjallarøðir
ikki
siga
t.d.
Kyrrahav,
Hebridur,
Falklandsoyggjar,
Alpur
og Ardennur, men heldur
Kyrrahavið (í heim,asjógvi
hava vit jú Norðhavið og
ikki Norðhav ), Hebridurnar,
Falklandsoyggjarnar, Alpur
nar og Ardennurnar eins og
onglendingar, týskarar og
fraklendingar, ið aloftast hava
bundna kenniorðið framma
fyri, og skandinavar, ið iva
leyst eru okkara fyrimynd til
at brúka bundna formin.
Eystast í hesum havi
liggur oyggin Kýpros. Men
hevur nakar føringur hesa
oyggj soleiðis á munni? Mítt
tilmæli er, at vit skriva Kypros
og lata y ljóða av y eins og í
flestøllum øðrum málum. (At
royna at klára okkum við ý (t.
d. mýta) og ú (t. d. rútmiskt)
í innlæntum orðum dugir
ikki. Heldur eiga vit í einari
alneyðugari endurskoðan av
okkara stavingarlag at sleppa
okkum burtur úr hesum
trupulleika
við
tveimum
ymsum stavum fyri i-ljóð
og heldur hava y tøkt til inn
lænt orð við altjóða y-ljóði.
Til
samanberingar
kann
nevnast, at hóast týskarar
hava y-ljóð skrivað ü í sínum
heimamáli, stava teir altíð
við y í innlæntum orðum og
útlendskum nøvnum.)
Fara vit nú vestureftir
aftur koma vit m.a. til
sponsku oynna Mallorca,
sum okkara atlas við sínari
stavseting fær føringar til
tann
lorkuta
framburðin
Malorka.
Samar,
finnar,
sviar,
norðmenn,
danir,
øll týskttalandi og eisini
íslendingar skriva eins og
spaniólar Mallorca, men vita,
at framburðurin er Majorka,
tí ll á sponskum ber j-ljóð í
sær. Talan er nevniliga um
tvær oyggjar, har onnur er
størri, t.e. major, og hin minni,
t.e. minor ( eitur tí Menorca).
Onglendingar stava Majorca,
fraklendingar Majorque –
skilagott hjá okkum man
vera at skriva Majorka.
Framhald
Ólavur Hátún
Nýtt heimsatlas undir landi (2)
Kjak
Bjørt Samuelsen
tingkvinna
Tað er als ikki nakar huga
ligur tanki, at tað ikki skal
bera til at fáa sær eitt kók
av lunda. Men, tá støðan er
so álvarsom sum hon er, ber
ikki til at raðfesta nakrar
pottar
av
vælsmakkandi
lunda framum tørvin at
gera tað, sum gerast kann,
so stovnurin fær kjansin at
koma fyri seg aftur. Til ber
illa at áseta kvotu, tá so gott
sum einki er at býta.
Tí er tað er gleðiligt í
miðlunum nú at frætta, at
landsstýrismaðurin í veiðu
málum av álvara umhugsar
at friða lundan í eitt neyðugt
tíðarskeið.
Lundin á tingi
Álvarsama støðan hjá lunda
num varð umrødd á løgtings
fundi 9. mars har undirritaða
spurdi landsstýriskvinnuna
í
náttúruverndarmálum
um hvørji tiltøk landsstýrið
hevði ella fór at seta í verk, til
tess at verja lundastovnin.
Orsøkin til spurningarnar
var ein frágreiðing, sum Inn
lendismálaráðið fekk í januar,
men sum einki alment hevði
verið at frætt um. Frágreið
ingin við veiðuhagtølum,
sum Bergur Olsen og Jens-
Kjeld Jensen hava savnað og
latið myndugleikanum, lótu
ongan iva standa: Støðan hjá
lundanum er so hættislig,
sum ongantíð áður.
Støðan hevur staðið við
og versnað í áravís, og var
2010 ringasta fleygingarár,
sum fólk yvirhøvur vita um
í Føroyum, tá einans 339
lundar vórðu veiddir.
Til viðgerðina í tinginum
vóru fleiri røddir ímóti at
friða lundan, hóast støðan er
so hættislig. Ávísir tingmenn
vístu á, at tað ikki er lunda
veiðan, men føðitrot, sum
oyðir stovnin, og at búfuglur
ikki
verður
fleygaður
nevnivert. Tað fyrra er í
samsvari við frágreðingina
frá serfrøðingunum, men teir
skriva eisini: “Tað verður ofta
sagt, at fleygingastongin bert
tekur ungfugl, og at sildberar
ikki verða tiknir. Hetta er
partvís rætt, men ein onnur
kanning hjá okkum vísir, at
sjálvt tey góðu árini um ár
2000 var helvtin av teimum
fleygaðu lundunum gamal
fuglur (eldri enn 3 ár), og tey
ringu árini var næstan alt
gamal fuglur.
So sjálvt um sildberar ikki
verða tiknir, so verða kortini
nógvir búfuglar tiknir við
stong, og tá fáar pisur koma
undan fleiri ár á rað, sum
tað er hent hesi seinastu
árini, so verður alt gamal
fuglur, sum verður fleygaður
fyrstu tíðina. Tað verður tí
alneyðugt við eini avmarking
ella friðing, til stovnurin er
komin fyri seg aftur.”
Rósur til JV
Jacob Vestergaard, sum um
situr veiðulógina, tykist nú
at hava valt at lurta eftir
fuglafrøðingunum.
Tað
eigur hann stórt rós uppi
borið fyri, tí at áseta veiðu
bann, smakkar ikki øllum
væl. Hann fær mín fulla
stuðul at koma við einum
friðingaruppskoti.
Ongum nýtist at óttast
fyri, at veiðubannið ikki
verður tikið av aftur, so skjótt
sum tað yvirhøvur er ráðiligt.
Tí heldur ikki tingfólk vilja
vera eitt lundakók fyriuttan.
Lundin í Løgtingið