fríggjadagur 1. apríl 2011síða 32
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 1. apríl 2011 · Nr. 39
32
Sosialurin
Vestanvert
býráðssalin
í
Havn bíðaðu tey eftir Godot
nú í nakrar vikur – tað var
bæði hugkveikjandi og hugn
aligt at uppliva. Eystanvert
býráðssalin bíða tey eftir
Godot, sum vanligt – tað er
drepandi.
Alt ov leingi hava vit nú
bíðað eftir ambitiøsu bú
staðarpolitisku ætlanini hjá
landsmyndugleikunum. Vit
hava bíðað í fleiri ár. Málið
skuldi vera at skapa fjøl
broyttari bústaðarmøguleik
ar, har úrvalið og umbýtið av
bústøðum gerst størri, bæði
millum ung og gomul, støk
og familjur og annars fólk
við ymiskari fíggjarorku.
Vit bíða framvegis. Hes
in
góði
bústaðarpakki
skuldi vera fortreyt fyri
fólkavøkstri og búskapar
vøkstri í Føroyum. Hesum
verður eftir øllum at døma
einki av enn á sinni. Stóra
útboðið av bústøðum í Havn
hevur til dømis ikki fingið
húsaprísirnar niður, og láni
møguleikarnir eru ofta vón
leysir.
Men vit bíða framvegis.
Og hvat bleiv av vakstrar
pakkanum hjá landsstýri
num, sum skuldi seta fer á
vinnulívið, búskaparvøkst
urin,
vitanarsamfelagið?
Hvar eru vakstrarátøkini at
síggja?
Og ímeðan sjonglera mál
ini millum serfrøðingar, ráð
og stovnar. Ting- og lands
stýrisfólk klandrast regluliga
innanhýsis og fyri opnari
mikrofon. Einstaklingar og
landspartar verða sett upp
ímóti hvørjum øðrum. Og
einki hendir.
Vanta ásetingar
um rættindi
Vit hava lógir um ansing av
børnum, men okkum vantar
ásetingar um rættindi hjá
teimum við serligum tørvi.
Galdandi forsorgarlóg er ætl
að einum fornum donskum
samfelag, sum ikki longur
er til. Vit hava heldur onga
eldralóg.
Okkum
vantar
ásetingar um einlig og støk,
so pláss eisini er fyri teimum
og teirra førleikum. Ein
hópur av okkara borgarum
hevur ongi ásett rættindi. Ein
hópur av málum, sum áttu at
verið vanlig avgreiðslumál,
rekast millum embætisfólk,
stýri, landsstýri og løgting –
og enda í skuffuni ella detta
burturímillum, og fólkini,
sum ikki tíma hetta meira,
flyta til síðst av landinum.
Vit bíða eftir tilbúgving
arlógini og landsbyggireglu
gerðini. Vit bíða eisini eftir
einum altjóða universiteti
og gransking við kraft í. Vit
mangla ein fólkaskúla, ið tor
ir at seta sær sjálvum krøv.
Pensjónsnýskipan, klagulóg,
makrelkvotur og onnur mál
dansa fyri eygunum á okkum
í fjølmiðlunum, meðan 2.100
fólk í besta aldri ganga ar
beiðsleys.
Mistreystið er stórt og
líkasælan er lemjandi. Og
løgtingið vísir bert ráða- og
maktaloysi, har meinings
leysir
fyrispurningar
og
skuggaboksing er dagsins
undirhald – hvønn dag.
Mugu koma víðari
Her má vend koma í, so at
autoritetur og virðing aftur
verða lyklaorð í mun til poli
tisku skipanina. Vit mugu
aftur finna eina góða kós og
halda hana. Í dag verður bara
siglt í ring. Tí er einki veiggj í,
og einki ”drive”.
Løgtingið átti at brúkt
alla sína orku til at smíða
lógirnar okkum væntar. Men
ístaðin kunnu vit staðfesta,
at meginparturin av orkuni
fer við IKKI at loysa málini,
sum tí reka fyri vág og vind,
og til at markera seg við fyr
spurningum, ið bert binda
fyrisitingarliga orku til onga
nyttu.
Í meðan doyr samfelagið
spakuliga. Her vantar slag
kraft, her vantar dirvi og her
vantar handling. Løgtingið
hevur ongantíð verið meira
lokalt og visjónsleyst enn tað
sama. Eg eri samdur við fleiri
sum halda, at við verandi
gongd fer øll politiska og
parlamentariska skipanin í
upploysn, og politiska letið
millum fólk bara veksur.
Eg tori at pástanda, at um
landið varð rikið eins væl
og Tórshavnar kommuna,
so stóð betur til samanlagt.
Lat tí løgtingið smíða lógir
og legg øll praktisk mál út til
stórar kommunalar eindir at
umsita. Tí vit mugu staðfesta,
at
landsmyndugleikarnir
megna tað ikki.
Umsótu
kommunurnar
málini, sluppu vit undan
lokalpolitiska keglinum í løg
tinginum.
Vald fyri allar
føroyingar
Okkum vantar fólk, sum
hugsa stórt. Ting- og lands
stýrisfólk eru vald fyri allar
føroyingar og ikki lokalum
boð í landsins stjórn. Og tey
eiga at gevast við at sita í
almennum fjølmiðlum og
brúka tíðina uppá togarí um
lokalar staklutir og at verja
sínar smáu dunnugarðar.
Løgtingið eigur at fremja
lógarsmíð og ikki sum nú
drukna í lokalpolitiskum
møsni, sum bara fremur sund
urlyndi og skapar nýggjar
ósemjur. Men fram um alt
vantar
verulig
framtøk,
virkismáttur, átakshugur og
góður gamaldags ”futtur í”.
So ótrúligt tað ljóðar, so
loyva
somu
politikkarar
sær enntá at undrast yvir,
at familjur og vælútbúnir
ungdómar uttanlands ikki
tíma at flyta heimaftur. Hvør
skal siga, at tað er ikki okk
um, tað er galið við.
Tendra ein loftmiðil. Les
eitt blað. Bara grenj, eingin
handling. Vita, um tú finnur
nakað, ið kann eggja einum
virkisfúsum
unglinga
at
flyta úr tryggum starvs-
og
bústaðarviðurskiftum
uttanlands og heimaftur til
Føroya?
Vit bíða framvegis. - Men
vit vilja ikki bíða meira. Eitt
samt Tórshavnar býráð hev
ur hugsað stórt og hevur sett
sær mál fyri býin og sam
felagið alt – mál um Føroyar
sum vakstrardepil í Norður
atlantshavi.
Vit ætla ikki at lata sam
felagið doyggja spakuliga, vit
hava skyldu til nakað annað
fyri komandi ættarliðunum.
Men eisini vit í býráðnum
verða á alt ov nógvum økj
um hildin føst í at bíða, bíða
eftir grundleggjandi lóggávu
og skipanum, sum land
ið skal koma við. So at siga
allir landspolitikarar dyrka
í
løtuni
sundurlyndi
og
ósemjur, og vilja ikki síggja,
at vit føroyingar skulu kapp
ast við útheimin, og ikki við
okkum sjálvi. Samstundis
leggja
allar
evropeiskar
stjórnir alla megi í at skapa
neyðugu fortreytirnar fyri
menning, vøkstri og vælferð
– har er nevniliga veiggj í.
Tað skal tað eisini vera
her !
Her skal meira veiggj í!
Kjak
Heðin Mortensen
borgarstjóri