fríggjadagur 1. apríl 2011síða 60
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 39 · 1. apríl 2011
20
VIKUSKIFTI
Vit eiga tí í størri mun at eggja til, at mørk vera flutt, at skapt verður úr
nýggjum, og ikki bert heiðra tí gamla skúlanum. Vit eiga at stuðla teimum,
sum skapa úr samtíðini, eisini hvat viðvíkur tøkni og rúmd. Vit eiga at stuðla
teimum mentalt og við at geva teimum ein pall. Fyrr mennast vit ikki við
listini, skrivar Sissal Kristiansen í hesi grein um list í almenna rúminum
Samtíðarlist í al
List
Sissal Kristiansen
post@sosialurin.fo
Tá eg fyri øðrum skal lýsa føroyingin
og føroyska mentan, fangi eg meg
mangan í at lýsa okkum sum eitt krea
tivt fólk, eitt skapandi fólk við long
um traditiónum sum listafólk. Eg havi
hetta ikki frá ongum. Eg eri fangað í
spiralinum sum bert sær tað góða og
seti ikki spurnartekin við, hvat kundi
verið. At eg eisini lesi hetta í almennum
sjálvslýsingum av Føroyum og føroy
ingum í ferðavinnumiðlum og øðrum
miðlum sum venda sær úteftir, styrkir
eisini mína mynd av okkum sum tjóð
og fólk.
Men í veruleikanum eri eg ikki heilt
so samd við mær sjálvari og almennu
lýsingini av okkum. Í veruleikanum
haldi eg, at vit eru alt ov stirvin og
vanahugsandi. Eg haldi faktiskt ikki,
at tað er so kreativt at mála somu mo
tiv 1000 ferðir ,og altíð at brúka sama
miðilin - uttan at fara út um ramm
urnar.
Flyta mørkini
Tá samfelagið er so lítið sum okkara, er
enn meira neyðugt at vit eru opin fyri
nýhugsan. Tí dømandi røddin hoyrist
betur í lítla samfelagnum enn í stóra,
og er tað tí skjótari at køva spírandi
nýhugsanina, og harvið skapa ein bólk
av homogenum listafólkum enn aðra
staðnis, har pallurin er størri. Vit eiga
tí í størri mun at eggja til, at mørk vera
flutt, at skapt verður úr nýggjum, og
ikki bert heiðra tí gamla skúlanum. Vit
eiga at stuðla teimum, sum skapa úr
samtíðini, eisini hvat viðvíkur tøkni og
rúmd. Vit eiga at stuðla teimum men
talt og við at geva teimum ein pall. Fyrr
mennast vit ikki við listini.
Hyggja vit nærri at almenna
rúminum, so hevur standmyndin tað
partvís gott. Hóast eisini hon er um at
gerast troyttandi eins. Eg sakni at al
menna rúmið gerst meira sprelskt. Ein
uppgáva sum bæði land og kommunur
eiga at vera meira tilvitað um. Men eisi
ni størri fyritøkur eiga at síggja virði í
at stuðla nýhugsan innan list.
Standmyndir í pløgg
Vit kunnu tó skjótt og lætt seta hol
á. Eg kann ikki koma uttanum eitt av
hugskotunum hjá Katrinu í Geil tá hon
í útvarpinum varð spurd um, hvussu
hon metti at vit áttu at marknaðarført
okkum í útheiminum.
Ímillum hugskotini var eitt hugskot
til eitt PR átak, har ein hópur av bindi
konum varð settur at binda uppá ein
bygning í NY. Pragtfult! Tað hevði
skapt ans, áhuga og víst á listaligar
dygdir okkara.
Men vit kunna byrjað heima. Vit
kundu klætt mongu standmyndirnar
bundin ella vovin pløgg. Rasmus Effer
søe hevur longu lagt kropp til mangt á
Tinghúsvøllinum, so hann er vanur við
tað. Hetta hevði skapt ans, provokerað,
umframt at tað vildi endurspegla ta
samtíð vit liva í, har gamalt fær nýtt lív.
Fossur og tunnil
Eitt annað dømi er ljósspælið við fossin
í Hósvík. Talan er ikki siðbundna list.
Men her hevur onkur sæð ein møgu
leika at lívga um myrku tíðina, fanga
eitt náttúrgivið spæl og seta ljós á tað.
Seyðirnir uttanfyri
Norðurlandahúsið í Havn eru
millum mínar yndisstandmyndir í
Føroyum - stuttligir, hugvekjandi,
og sjarmerandi
Mynd: Jens Kr. Vang