fríggjadagur 1. apríl 2011síða 61
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 39 · 1. apríl 2011
21
VIKUSKIFTI
menna rúminum
Eitt annað dømi er í Norðoyar
tunnilinum har Tróndur Patursson hev
ur fingið møguleika at spæla við ljósi
og litum. Í einum stórbærum landi, har
vetrarnir eru so myrkir sum teir eru,
eru tað uttan iva mong, sum fegin vilja
seta meira lív í.
Og menningin innan tøkni, forrit og
útgerð ger tað gjørligt, tí við menningini
fylgja enthusiastarnir, tey sum spæla,
royna, læra og meistrað tøknina. Vit
kenna tað innan VJ’ing, sum tykist hava
fóta sær í Føroyum. Og fyri ein sum
fæst við VJ vildi møguleikin at sleppa
at vísa síni kynstur úti í myrkrinum
verið sum at givið einum málara eitt
nýtt lørift.
Lýsingaskelti
Tað triðja, eg havi hug at nevna, er
eisini ein nattúrligur partur av okkara
samtíð; lýsingaskelti, busslýsingar og
talgildir skermar í býarmyndini. Mong
meta hesa marknaðarføring sum ver
andi til ampa. Har eri eg ósamd, men
eg sakni, at størri æstetisk krøv verða
sett til hesa marknaðarføring, tí miðilin
er til tað.
Uttanlands síggja vit veldugar
imageplakatir fyri fyritøkur við høgum
æstetiskum sansi og krøvum. Veruliga
flotta marknaðarføring, sum fyri mær
er heilt listarlig.
Í Føroyum eru vit ikki heilt har -
enn. Men heldur enn at ynskja miðilin
har piparið grør, haldi eg at vit skulu
lofta honum, seta krøv til kreativari
nýtslu og kanska endurumhugsa, hvus
su miðilin kann brúkast.
Gevið listafólki rúm
Diesel kundi givið okkum íblástur til,
hvussu vit kundu brúkt almenna rúmið
betur.
Við átakinum “the Diesel Wall” gevur
Diesel aftur til samfelagið og er við
til at stimbra nýskapan og kreativitet
og geva ungum myndlistafólkum og
grafikarum ein pall at deila sína list í
almenna rúminum.
Við yvirskrifti “Get your art featured
in the worlds largest outdoor gallery”
hava tey kappingar, har listafólk kunna
vinna sær pláss á einum stórum veggi
á útvaldum bygningum í evropæiskum
býum, í styttri tíðarskeið.
Sum branding er hetta dýrabært fyri
Diesel, sum vísur at fyritøkan hevur
yvirskot, at hon stuðlar kreativiteti og
eini vinnugrein, sum ofta hevur trong
kor. Talan er um kreativa branding,
men hon virkar einans tí at hon loftar
einum tørvi, einum tørvi á einum palli,
har ung, nýhugsandi og djørv listafólk
kunna frambera sína list.
Bygningar sum kundu klætt at verið
prýddir hava vit nokk av í Føroyum.
Eitt nú eri eg sannførd um, at sápu
fabrikkin á Eystara Ringvegi í Havn
ikki kann vera ljótari enn tað sama, og
tær lýsingar sum hanga har, eru allar
við til at gera bygningin minni ljótan.
Kundi bygningurin, prýddur við list,
blivið meira enn “minni ljótur”? Ja sigi
eg!
Myndugleikin skal ikki altíð síggja
møguleikarnar, tað ger listafólkið -
myndugleikin skal ikki skapa listina,
men geva listafólkinum rúm, álit og
møguleikan - so skal listin nokk blomst
ra.
List í almenna rúminum
– millum Kongaminni og Kitsch
Fýra fólk fara í hesi greinarøð at hugleiða
um list í almenna rúminum. Í fyrsta
parti av fýra skrivar Sissal Kristiansen.
Greinarøðin er í sambandi við ráðstevnu
í Norðurlandahúsinum 29. apríl.
Í Keypmannahavn vann hetta listaverkið "My Mama
is so Proud" heiðurin at hanga uppi í 2007