mikudagur 6. apríl 2011síða 2
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 6. apríl 2011 · Nr. 41
mikudagsblaðið
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Oddagrein
– Eru tit fresh, dreingir?
Soleiðis spyr forkvinnan
í
Javnstøðunevndini
teir
ellivu menninar, sum hava
sett sær fyri at orða Nýggja
Testamenti av nýggjum – í
einum málbúni, so tey ungu
skilja betur tekstin.
Tað er nýggi grunnurin
ungNT, sum er farin und
ir hesa verkætlan, og aftan
fyri grunnin eru Fólkakirkj
an, Katólska Kirkjan, Brøðr
asamkoma, Heimamissiónin
og fleiri fríkirkjur so sum
Frelsunnarherurin, Keldan,
Oasan og Evangeliihúsið.
Hetta talar fyri breidd, má
sigast. Men forkvinnan í
Javnstøðunevnini vísir á, at
tað bara eru menn, sum eru
í hesum arbeiði. Hon vísir á,
at her er ein blindur vinkul,
sum er ómodernaður og og
óneyðugur, tí hon heldur
ongan iva vera um, at onkur
kvina í onkrari samkomu
onkustaðni man hava hesar
førleikar.
Og rætt hevur hon, her
hava menn ikki hugsað seg
nóg væl um...
Í skrivandi stund er politiska støð
an framvegis ógreið. Hóast Fólka
flokkurin fyri eini viku síðani bað
løgmann skriva út nýval, so hevur
løgmaður framvegis ikki funnið út
av, um hann hevur eina samgongu
ella ikki.
Og andstøðan veit heldur ikki,
hvat hon skal gera. Í fjør høvdu vit
somu kreppu við Fólkaflokkinum,
sum ikki vildi taka undir við fíggj
arkarminum, sum landsstýrið legði
fyri tingið. Ta ferðina fekk spenta
støðan andstøðuna at leggja fram
eitt misálitisuppskot á løgmann.
Men andstøðan, sum eftir øllum at
døma hevði vónað, at onkrir fólka
floksmenn fóru at taka undir við
uppskotinum, kláraði ikki ein gong
sjálv at manna lið, tá misálitisupp
skotið kom til viðgerðar. Sjálvur
tingformaðurin, Hergeir Nielsen og
Karsten Hansen úr Miðflokkinum
møttu ikki til arbeiðis hendan dag
in, og tí fall tað við einum braki.
Brent barn ræðist eld, og tað
kann vera tað, sum eyðkennir
Høgna Hoydal í løtuni, at hann ikki
risikerar, at eitt misálit frá honum
enn einaferð endar við eini álitis
váttan til løgmann. Men løgið tykist
tað, at tað ikki skal bera til at reisa
eitt misálit á eina samgongu, sum
í veruleikanum bara hevur 13 ting
fólk av 33.
Vit kenna væl øll tey góðu argu
mentini um, at so nógv góð mál
liggja í tinginum, sum fella burtur,
men tað skerst heldur ikki burt, at
vit hava eina samgongu, sum als
ikki er virkisfør.
Vit hava fleiri ferðir víst á, at
Fólkaflokkurin hevur so stórt vald
á hinum flokkunum. Og rætt er
tað, at hann klárar merkiliga væl
at halda Javnaðarflokkinum, Sam
bandsflokkinum og eisini Tjóðveld
inum skákmát. Men tað er kanska
øðrum at lasta, heldur enn Fólka
flokkinum, sum uttan iva bara ger
hvat hann kann fyri at halda seg til
maktina, sum politikkur í grundini
snýr seg um. Men tá vit velja ein
stjórnarleiðara, so er kravið til hann
sera einfalt: Hann skal stýra, hann
skal skera ígjøgnum, hann skal taka
avgerðir.
Tað er tí, at Føroya Løgmaður
hevur so stórt vald, at hann bæði
kann koyra og seta landsstýrisfólk,
sum tað passar honum og skriva
út løgtingsval, tá tað passar hon
um. Hetta vald skal sjálvandi brúk
ast við skili – men hann skal eisini
vísa, at tað er hann, sum ger av, hvar
skápið skal standa, hann skal ikki
lata seg kasta runt í maneguni, so
sum hann hevur gjørt seinastu
dagarnar. Og hevur hann mist sítt
parlamentariska grundarlag, so er
at taka støðu út frá tí.
Traðka í karaktera, harra løgmað
ur, tað er tín uppgáva!
Fólk troyttast av leiðarum,
sum ikki taka avgerðir
– Vit hava ikki dugað at selt
okkara boðskap. Hetta hev
ur Jóannes Eidesgaard, fyrr
verandi formaður Javnað
arfloksins sagt, hvørja ferð
hann er spurdur um vána
ligu úrslitini, sum Javnað
arflokkurin hevur fingið í
veljarakanningum.
Og rætt er tað, at flokk
urin hevur ikki fingið nógv
burturúr, um so er, at rikni
politikkurin er tann rætti.
Hinvegin hevur gingist bet
ur hjá Sambandsflokkinum
at fáa veljararnar at trúgva,
at flokkurin hevur gjørt
júst tað rætta.
Fólkaflokkurin
klárar
seg eisini illa í veljarakann
ingum.
– Men tað gera vit altíð,
siga tey í Fólkaflokkinum.
Og rætt er tað, tey hava dug
að væl at fingið eitt væl bet
ur úrslit, enn veljarakann
ingar hava spátt.
Men Sambandsflokkurin
hevur eisini víst, at hansara
veljarakanningar hava ver
ið alt ov góðar. Tað vóru
tær millum annað í 2004, tá
flokkurin – í mun til bjørtu
veljarakanningarnar – fekk
eitt katastrofuval. Tá legði
Lisbeth Petersen frá sær
sum forkvinna beint eftir
valið.
Vit kunnu bara gita um,
hvussu støðan verður hesa
ferð, um val verður úrslitið
av margháttliga valdsstríð
num í samgonguni. Hóast
tað hevur gingið væl hjá
løgmanni, sambært veljar
akanningunum, so tykist
Sambandsflokkurin
ikki
sørt forvirraður, nú Fólka
flokkurin biðjur um nýval.
Andstøðan vil eftir øllum
at døma heldur ikki hava
val, og tá so løgmaður ikki
vil sleppa Fólkaflokkinum
úr samgonguni, so kann
tað enda við, at Fólkaflokk
urin stendur eftir sum tann
flongdi hundurin og má
taka seg úr samgonguni og
harvið frásiga sær alla polit
iska ávirkan. Tað líkist ikki
Fólkaflokkinum.
At veljarin er ørkumlaður
er eyðsæð. Eitt ørkymlað
stýrið við einum ørkymlað
um løgmanni ger politisku
støðuna komiska.
Veljarin skilir ikki
flokkin – ella øvugt?
sig hvar skápið skal standa
Tað var Sjúrður Skaale, ting
maður fyri Tjóðveldi, sum
herfyri reisti spurningin um,
at tað var skilabest, at flokk
ar tóku seg saman í blokkar,
sum framman undan einum
vali boðaðu frá, at teir vildu í
samgongu saman. Eins og vit
kenna tað úr ørðum londum,
til dømis úr Danmark.
Men hvussu skuldi ein
slíkur blokkur verið í Føroy
um? Onkur heldur, at Javn
aðarflokkurin og Tjóðveldi
var ein upplagdur blokkur.
Fólk á vinstraveinginum eru
í Tjóðveldi, men har eru eisini
borgarlig fólk. Sambandsfólk
eru í Javnaðarflokkinum, og
nógvir ljósareyðir borgarligir
sosialdemokratar eru í Sam
bandsflokkinum.
Javnaðarflokkurin fekk
fólkapensjónina
ígjøgnum
saman við Sambandsflokki
num í 1959. Hann fekk bæði
Samhaldsfasta og Arbeiðs
loysisskipanina saman við
Fólkaflokkinum í 1991.
Nýggi formaður Javnaðar
floksins hevur proklamerað,
at flokkurin er ein »samrík
isflokkur«, og tá stórir sigrar
hjá Javnaðarflokkinum eru
hálaðir heim saman við Sam
bandsflokkinum og Fólka
flokkinum, so mugu vit stað
festa, at Javnaðarflokkurin
trívst væl í borgarligum sel
skapi – og ja, føroyskur poli
tikkur er forvirraður.
Vit mugu nokk viðganga,
at tá man brúkar mestu kreft
ir í meira enn hundrað ár upp
á at stríðast um bondini til
Danmarkar – so verður talan
um eina politiskt forvirraða
tjóð...
Blokkar ella forvirring
Nýggja Testamenti til menn
Eru
tit fresh
dreingir
Kristianna W. Poulsen
kjak á síðu 12
Nei til
brand
skatting
Kitty May Ellefsen
kjak á síðu 29
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Viðmerking: Blaðið fór til prentingar klokkan 10:10 – áðrenn tíðindafundin hjá løgmanni