mikudagur 6. apríl 2011síða 8
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 6. apríl 2011 · Nr. 41
8
Sosialurin
Áki Bertholdsen
Suðuroy hevur heilt serstak
ar møguleikar í ferðavinnuni,
tí her kunnu ferðafólk upp
liva nógv, sum tey onga aðra
staðni kunnu uppliva.
Tað staðfesti Per Hansen
á ferðavinnudeildini í Uttan
ríkisráðnum, á ráðstevnuni
í morgun um burðardygga
menning í Suðuroy.
Eitt av evnunum var burð
ardygg ferðavinna. Í hesum
sambandi heldur Per Han
sen, at møguleikarnir fyri
eini ferðavinnu í Suðuroy
eru so góðir, at oyggin má
metast at vera í eini serstøðu.
- Ferðavinna kastar nógv
av sær, tí hon krevur nógva
arbeiðsorku
við
tað,
at
talan er sum oftast um eina
beinleiðis tænastu frá veit
ara til brúkara.
Sjálvur hevði Per Hansen
verið í Suðuroy og ferðast
í fýra dagar, einaferð fyri
nøkrum árum síðani, tá ið
hann og húski ferðaðust í
egnum landi.
- Tað er ein tann besta
feria, eg havi havt, staðfesti
hann.
Hann segði, at hóast tey
høvdu gist ókeypis, tí tey
gistu privat, løgdu hann
og húskið einar 2000-3000
krónur eftir seg í Suðuroy
á matstovum, í handlum av
ymsum slagi og til annað.
Út á eggina
Eitt, sum ger Suðuroy til nak
að fyri seg, er náttúran.
Náttúran í Suðuroy er
øðrvísi enn alla aðrastaðni í
landinum.
- Eitt, sum er heilt ser
merkt í Suðuroy, er, at onga
staðni eru bjørgini so lætt
atkomulig, sum her, tí nógva
staðni eru vegir heilt út á
eggina og aðrastaðni er heilt
stutt og lætt at ganga.
Vestmannabjørgini
eru
tiltikin, men hagar skalt tú
sigla eina góða løtu. Í Suður
oy ber nógva staðni til at
koyra út á eggina og síggja
tey stórfingnu bjørgini úr
erva.
Annars hava suðuroying
ar nógv, sum ongin annar
hevur, eitt nú kolanámini
í Hvalba, fyrsta føroyska
flaggið í Fámjin, grindabát
arnar og sluppina Johonnu
í Vági.
Í Suðuroy er eisini best
røkta bygd, sum er Fámjin
og Hvannhagi, norðanfyri
Tvøroyri er kosin sermerkt
asta náttúruøkið í landinum.
Og oman á alt eru so
søgurnar og sagnirnar, sum
tað er nógv av í Suðuroy.
- Ferðafólk leita í størri
og størri mun eftir óspiltari
náttúru og her kann Suðuroy
gera seg galdandi við fjøllum,
bjørgum, nógvum bygdagøt
um og so víðari.
aki@sosialurin.fo
Skal ferðavinnan í Suður
oy mennast, er tað neyð
ugt at vinnan sjálv tekur
hetta í álvara, tí tað er
hon, sum skal skapa til
boðini til ferðafólkið.
Men Per Hansen legði
afturat, at tað er dýrt at
ferðast í Føroyum og tað
er heldur ikki bíligt at
keypa vørur og tænastur.
- Av tí, at prísirnir eru
so høgir, setir ferðafólkið
eisini høg krøv, tí samsvar
skal vera ímillum prísir og
tænastu.
Av tí sama mugu tæn
astur verða á høgum støði,
segði Per Hansen,
Ein arbeiðsbólkur, sum
viðgjørdi
ferðavinnuna,
staðfesti, at í Suðuroy eru
hvørki gistingarmøguleik
arnir ella matstovumøgu
leikarnir, nóg góðir.
Serliga fýltist arbeiðs
bólkurin á, at matstovur
nar hava ov lítið opið og
at tað ikki er óvanligt, at
ferðafólk koma á stongdar
dyr, so at tað er ómøguligt
at fáa nakað at eta.
Arbeiðsbólkurin helt,
at tað átti at borið til hjá
matstovuni at samskipa
seg, at tað altíð var ein,
sum hevði opið.
Bólkurin fýltist eisi
ni á ferðaætlanina hjá
Bygdaleiðum, tí hon er so
avmarkað, at hjá ferða
fólki, sum dúva upp á
bygdaleiðir, er ómøguligt
at ferðast kring um í oyn
ni.
Men arbeiðsbólkurin
mælti eisini til, at okkurt
slag av ferðaleiðaraút
búgving varð skipað í
Suðuroy.
Má lyftast
Hevði sína bestu
feriu í Suðuroy
FERÐAMÁL Samskiparin á deildini fyri ferðavinnu í Uttanríkisráðnum,
heldur, at Suðuroy hevur heilt serligar møguleikar í ferðavinnuni
Vit
brúktu
2000-3000
upp á fýra
dagar
Onga
staðni eru
bjørgini
so lætt
atkomulig
Suðuroyggin er heilt í serflokki sum ferðamál, tí her er nógv, sum tað ikki ber til at síggja og uppliva aðrastaðni, staðfesti Per
Hansen í ferðavinnudeildini í Uttanríkisráðnum á ráðstevnu í Øravík um burðardygga menning
Í serflokki