Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-04-06, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 6. apríl 2011síða 9

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mikudagur 6. apríl 2011 · Nr. 41 Sosialurin Ein vindmylla í Føroyum gevur 1,8 ferðir so nógva orku sum ein mylla aðrastaðni Knud Simonsen, lektari í Havfrøði, staðfesti á ráð­ stevn­uni í Suðuroy, at beint sunnanfyri okkum, í Hetlandi og Skotlandi, er sjóvarfalsorka og vind­ orka í stórari menning. Og í løtuni verður arbeitt við ítøkiligum ætla­num á hesum øki, har hetlendingar ætla at út­flyta orku til megin- land­ið í Evropa ígjøgnum kaðal. Eisini aðrastaðni í heimi­num er stórar, ítøki­ lig­ar ætlanir á hesum øki. Eisini hann er sann­ førdur um, at vit hava góð­ar møguleikar í Før­ oyum. Hann ásannar, at talan er um stórar íløgur. - Men hinvegin er talan um serstakliga arbeiðs­ skap­andi íløgur, tí talan er um stórar og tungir lutir, sum mugu framleiðast á stað­num, ella í minsta lagi set­a­st upp. - Tá ið vit fara undir hetta, svarar tað til at vit bygg­ja eitt skip fyri góðar 100 milliónir um árið í Før­ oy­um segði hann fyri at vísa, hvussu nógv ar­beið­ ið, hetta kastar av sær. 200 myllur í Sandoy Kanska verður Suðuroy grøn­ast­a oyggin í Føroyum um nøkur fá ár. Í løtuni verður arbeitt við eini verkætlan um at bygg­ja varandi orkuna í Suður­oy út og tað er ein norð­ur­lendsk verkætlan, sum norðurlendska ráð­ harra­ráð­ið stuðlar. Tað er eitt danskt verk­ frøð­ing­a­felag, sum stendur fyri ætlanini í samstarvi við Jarðfeingi og tær kann­ ing­ar­nar verða lidnar sein­ ni í ár. Hetta er ein ætlan við tí, ið nevnist ”pump to storage”, sum er ein skipan, har vatn verður endurnýtt til at gera orku burtur úr. Endamálið er at brúka tey vøtnini í Suðuroy, sum lo­n­gu verða brúkt í sam­ ban­di við vatnorkuni. Talan er um vøtnini omanfyri Botn og Vatne­s­ vatn. Og pump to storage merk­i­r, at vindorka verður brúkt at pumpa vatn úr eini goymslu í láglendinum, upp í vøtnini í hæddini og so rennur tað oman aftur í turbin­ur­nar og ger streym. Gongst sum ætlað, kann Suður­oy verða fyrsta staðið í Føroyum, har hetta verður roynt. Áki Bertholdsen - Tað ljóðar vilt, men viðhvørt skulu vit hugsa vilt fyri at fáa tað at bera til. Tað helt Kári Mortensen á Jarðfeingi á ráðstevnuni á Hotel Øravík leygardagin um burðardygga menning í Suður­oy. Á ráðstevnuni varð nógv tosað um at byggja orkuna út við varandi orkukeldum fyri at gera okkum so leys av olju­ni sum gjørligt. Í hesum sambandi varð nevnt, hvussu ómetaliga góð­ir møguleikarnir eru at byggja út við vindorku, sjóvar­fal­sorku, berghita, sam­an við teirri vatnorku vit longu hava, umframt við ís­koy­ti frá sólorku og øðrum keld­um. Semja er um, at næstu árini fer tørvurin á elorku at veksa við risafetum, tí í fram­ tíðina verður tað elorka, sum skal nøkta okkara tað allar mes­ta av okkara orkutørvi, bæði til ljós, hita og bilar. Men tað er ongin neyð, tí møguleikarnir at byggja var­andi orkukeldur út í Føroyum eru so mikið góð­ir, at tað ber væl til hjá okk­um at nøkta okkara egna orku­ tørv. Og hugsa vit stórt ber enn­tá saktans til at gera so nógva grøna orku í Føroyum, at vit kunnu gerast eitt land, sum útflytir ein hóp av grøn­ ari orku, ístaðin fyri eitt land, sum innflytur ein hóp av olju til orku. - Tað eru óavmarkaðir møgu­leikar at framleiða orku úr vindi og sjóvarfalli, varð staðfest á ráðstevnuni. Nevnt varð, at kanningar vísa, at tað er so nógvur vind­ ur í Føroyum, at her á landi gevur ein vindmylla næstan ferð­ir so nógva orku sum ein til­svara­ndi mylla gevur niðri á meginlandinum í Evropa. Samstundis eru avbera góð­ir møguleikar fyri sjóvar­ fals­orku. - Vit hava tann fyrimun, at tað er so ymiskt, hvussu tað rekur ymsastaðni í Før­o­ yum. Tá ið kyrrindi eru eina­ staðni, er broddur eina aðra­ staðni og tí verður orka altíð framleidd. Ein milliard Kári Mortensen á jarð­ feingi segði, at tað ber væl til at byggja so nógv út við vindmyllum og sjóv­ar­fal­s­ orku, at vit kunnu útflyta eini 3000 gigawatt tímar av grøn­ari orku til meginlandið í Evropa Útflyta vit tað fyri 30 oyru fyri hvønn Kilowatt tíma, fer tað at geva okkum eitt útflutningsvirðið upp á eina milliard um árið. Kári Mortensen staðfestir, at hetta ljóðar vilt. Men hetta er ein dýr útbygging og tí er neyðugt at hugsa vilt fyri at fáa tað at bera til. Hann skeyt upp á, at ein slík útbygging fer at kosta ein­ar 10-15 milliardir. Hetta eru øgiliga leyðsligt tøl, men als ikki veruleikafjar, held­ur Kári Mortensen. - Í Føroyum hava vit ó­av­ mark­að av grønari orku og tøkn­in til at fáa fatur á henni er tøk - Og niðri í Evropa hava vit eitt meginland, sum skríggj­ ar eftir grønari orku, so hetta er als ikki heilaspuni, legði hann afturat. Hinvegin helt hann eisi­ ni, at føroyingar sleppa ikki undan at taka støðu í spurn­ ing­inum om okkara orku­ veit­ing­ar. Støðan, sum er nú, kann ikki halda fram, tí oljan er ov dýr og trygdin og óviss og tí skal støða takast til, hvønn veg vit skulu, sigur hann. Fyrst í Suðuroy Útflyta grøna orku fyri eina milliard um árið NÝGGJUR ÚTFLUTNINGUR Tað er so nógv varandi orka í Føroyum, at tað ber væl til at útflyta hana niður á meginlandið Skal orkan útbyggjast so skynsamt sum gjørligt, er tað best at seta eina stóra vindmyllulund upp á einum staði. Kári Mortensen nevn­ ir, at Sandoy kundi verið eitt gott upp upp á eitt pláss, ið kundi hýst eini slík­ari orkulund. Hann sigur, at einar 200 vindmyllur á Sandoy, saman­tvinnað við sjóvar­ fals­orku, kunnu tilsamans geva okkum eina orku upp á 3000 gigawatttímar. Hann sigur, at hann tos­ar um eitt tíðarskeið upp á eini 10 ár. - Men tað eru stórar myll­ur, sum verða sjón­lig­ ar í náttúruni, tí tær eru einar 150 metrar høgar. Ein annar møguleiki er at brúka syðra part í Sandoy, syðra part í Streym­oy og ein part í Sand­oy, men tað er dýrari at spjaða myllurnar. Tey, sum vilja vita meiri um vindorku, kunnu fara á: http://www. viking­energy.co.uk/ Har verður greitt frá het­lendsku ætlanini, sum er áleið tað sama, sum hugsað verður um í Føroyum. Ætlanin í Het­ landi er um at verða veru­ leiki. 100 milliónir Hugsa vilt Viðhvørt skulu vit hugsa vilt og stórt og tað er als ikki veruleikafjart, at um fá ár kunnu Føroyar verða eitt land, sum útflytir grøna orku niður á meginlandið í Evropa. Tað fingu áhugaðir áhoyrarar at vita á ráðstevnu í Øravík leygardagin. Frá vinstru er tað Jens Johannesen, býráðslimur á Tvøroyri, Heidi Kilgour á kunningarstovuni í Vági, Eileen Sandá, ferðavinnusamskipari í Suðuroy, Tórfinn Smith, formaður í Suðuroyar Ferðavinnufelag, Rúni Thomsen og Herdis Jensen, bygdaráðslimir í Hvalba