Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-01-20, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. januar 2004síða 23

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 12 - 20. januar 2004 45 - TÍÐINDI TIL SJÓFÓ á 45 44 Nr. 12 - 20. januar 2004 Valevni Tjóðveldisfloks- ins í Eysturoy skipa fyri endaspurti í valstríðnum í kvøld kl. 2000. Hendan grande finalan verður í Kappróðrarneystinum á Glyvrum. Valevnini fara í stutt- um at leggja floksins og síni politisku sjónarmið fram. Umframt hetta verður felagssangur, livandi tón- leikur við Jónsvein og Birgir og Kára Sverris- syni og eisini fer hin 87 ára gamli Petur Højgaard at hugleiða um flokkin og politiska stríðið fram ímóti teimum frælsu Før- oyum. Kaffi og burturluting verður. Møti fjølment. Allir hesir 4 flokkar (miðfl. slapp upp í sand- kassan seinni) hava hugna sær dúgliga við uttanlands- ferðum til USA, Ísland, Noreg og Danmark fyri at vísa andlit til útheimin. Eisini ferðaðust teir dúg- liga í fíggindalandinum Danmark, sum teir elska at ferðast til. Hvør hevur goldið? – Tú gitti rætt, – tað gjørdi tú! – Tað var tí, tú ikki hevði ráð, heldur í ár, at fara at ferðast uttanlands. Kanska kunnu tit fara næsta ár, ella næsta. Tað veldst um, hvør ferðast fyrst, politikkararnir ella tú! Hetta er tann fólka- republikkin, tit hava longst eftir og trúð uppá í samfull 6 ár! Hvat við at skifta trúgv? Vel millum Kristus, Allah, Buddha ella antikrist o.m.a. Nei, vit velja tað, sum vit kenna til! Er tað ikki Ann- finn, sum øll hava vitað um, at hann framdi lógar- brot í síni tíð, so er eftir at velja Høgna, Høgna ella Pro Vita. Tað er sum at velja ímill- um pest ella kolera. Jenis av Rana, sum er lækni grøðir fólk við medisini til dagliga og á bønarmøtum grøðir hann við honds- álegging! Mær vitandi var tað Jes- us, sum gjørddi fólk á henda hátt. Saman við Bill Justinuss- en hevur Jenis stovnað Miðfl., sum er at líkna við talibanveldi. Teir fáa enntá 1 mió. av blokkinum, til at upplýsa ein óupplýstan skúlaung- dóm um, at fosturtaka er dráp! Ein fanatiskt religiøsur maður sum Thomas J. Ask- ham er illur um, at danskir politikkarar blanda seg upp í, hvat føroyingar brúka blokkin til. – Vælsignaði maður, blokkurin er oyra- merktur til heilsu-, al- manna- sjúkrahúsmál – og ikki til Pro Vita! Hvat danir brúka pening til, og hvønn teir stuðla, rakar ikki teg – tí teir gjalda sjálvir! Tá tit fáa 1 mió. til upp- lýsing, kemur henda sama upphædd at mangla á ein- um ørðum øki. Nei, gjaldið sjálvir! Velja tit Pro Vita, vil eg vóna, at føroyskir menn kunnu gerast við barn – men alt ber til í Føroyum, so hví ikki! Vit neyðtaka allan Mið- flokkin og siga við teir, at teir skulu elska hesi børn- ini, sum helst líkjast »páp- anum«. Hetta er at nýta sunt vit og skil! Sum at verða bumbaður aftur í tíðina. Nú verður so aftur val tann 20. januar, og er hetta sum »ein gleðiboðskapur á jólum«. Tað verður torført at finna eitt valevni í Føroy- um, sum ikki er inhabilur einum ella øðrum føri. Mín bøn er tí, at tit kanna for- tíðina hjá næsta løgmanni, tí hesin skal vera reinur sum kavi. Tað nyttar einki at sópa inn undir gólvtepp- ið, tí sannleikin kemur altíð undan kavi fyrr ella seinni. Maður ella kvinna í landsins hægsta starvi skal vera fyrimynd fyri ung- dómin, ella trúgva tey bara, at alt ber til í Føroyum. Høgni er inhabilur, tí hann er uppvaksin við hatri til alt danskt, hóast lunn- arnir undir hansara virki vórðu lagdir í Danmark við útbúgving, so hann seinni kundi oyðileggja og mót- arbeiða alt samstarv mill- um Føroyar og Danmark. Gud viti, hvar hann hevur tað frá! Gott val – og veljið nú við skili. framhald av síðu 43 Grand finale á Glyvrum : Valevni Tjóðveldis- floksins í Eysturoy Áhoyrararnir á Speakers Corner í gongugøtuni í Havn leygarmorgunin stuðlaðu væl tiltakinum, sum var til frama fyri ÍSB. Fyrireikarin, Hilmar Jan Hansen, sigur, at góðar 4000 krónur komu inn til ÍSB. Nógv fólk keyptu kaffi og okkurt søtt afturvið, og fleiri lótu meira pening fyri kaffi og køkurnar, enn neyðugt var-alt fyri at stuðla vælgerðandi enda- málinum. Fyrireikarin takkar øllum stuðulinum og teimum, sum tóku undir við tiltak- inum. Mannbjørn Jacobsen Sjálvstýrisoyggj Mangt broytist á mansins ævi, sigur Gøtu Tróndur í Føroyingasøgu. Allar broytingar eru ikki góðar. Fyri søguliga kunnug er ein syrgilig broyting við at henda í atkvøðumynstrin- um í Vágum, triðju størstu oyggj í Føroyum, um ikki ikki samsvarandi lut í fólkatalinum í Føroyum. Vágoyggin er týdningar- mikil oyggj í Føroyum. Ongin menning búskapar- liga og tjóðskaparliga polit- iskt kemur um oynna, um- enn oyggin ikki er nevnd í Føroyingasøgu, einasta av teimum størru, møguliga er tað tí, at ekta vesturnorskt niðursetufólk búði her, við rótfestum siviliseraðum siðum, føroyingasøga er eftir hesi mynd keltiskar klanir í Føroyum á lægri menningarstigi, ættarsam- feløg, blóðhevn. Tá vandamál hava verið frammi hevur oyggin verið í miðdeplinum. Løgið nokk annars. Fólkið er ikki ser- liga lokalpatriotiskt av nátt- úri, siðiligt, skinsamt, ein freistast at siga lítiðlátið, men er tað missvísandi. Onki lítilátni í álvara. Seyðabrævið gevur full- an sjálvrætt, at seta hunda- tal, aðri pláss verður rátt fyri, aftur aðri verða sig- andi vitnisburðir sagdir um fólkið, har býr. Hetta kundi bent á, at fólkið verður hildið vera álitandi. Onkur vildi hildið, at tað var tí løgmansgarðurin var har, ikki neyðugt tað. Bátsbandið var brotið í Vágum, í Sørvági, av til- tikna gamla Dávur, sum tó ikki var vágamaður, men niðursetumaður frá Kvívík, í stóru uppgongdini í út- róðrinum har í 19 andu øld. Føroyska málið var latid lív laga av Hammarsheim frá Vágum, við gott nokk donskum foreldrum, løg- maninum tá. Men hann er føddur í og hevur búð nøk- ur ár í Sandavági, kendi seg sum føroying, tosaði málið natúrliga. Hansara mál, lært frá vøggu á løgmans- garðinum, er føroyska loyvda skriftmálið í dag, øvunda av fólki aðrastaðir úr Føroyum. Stóra tjóð og náttúru- skald føroyinga er Mikkjal á Ryggi, føddur í Midvági. Sangir hansara um lív og leik og dagligdag føroyinga fara altíð at fløða hjørtum føroyinga, fáa teir at rætta pannuna, umenn hann stór- an part av lívi sínum, hevði eina lívsnoktandi lagnu. Fólk úr Vágum hevur altíð verið at sæð frammaliga í búskaparligu og politisku menning okkara, um enn búskaparliga hevur róður verið tyngri, síðan kríggið serliga, nú arbeiðspláss verið politiskt sett, uttan atlit til annað, og búskap- urin hevur verið stýrdur og goldin í stóran mun frá Danmark yvir sambands- flokkarnar. Í 1946 var ungi vágating- maðurin, Jákup í Jákup- stovu frá Sørvági, eina maður millum amtstøðuna og loysingarmøguleikan. Uttan hansara støðutakan var helst onki loysingarmál. Síðan kríggið, serliga frá 1960 og út, hevur støðugt afturgongd verið í sjálv- stýrishuginum, tí danskir skúlar koma, nógv goldnir av dønum, sum spæla uppa siðiliga lagið í fólkinum, so tey óavvarandi geva vald yvir til persónar, sum aðri søgdu nei takk til. Einstakl- ingalyndið í týdninginum, sundurlyndið, orsakað av hjálandastøðuni, hevur møguleika í annars fram- fýsnum fólki. Hetta eigur nú at verða tikið upp og steðga, nú orsøk ikki er til tað longur so nógv. At framhalda í ein undir- gongsdal við aðru og triðju, um ikki fjórðu skiljing í fólkinum, framd á staðn- um, av ótta fyri dagligdegn- um, álokkað, óumhugsari sjálvgóðsku, eigur ikki at halda fram. Hetta hevur longu, og fer í størri mun at seta fremstu oyggj í Føroy- um, til aftastu oyggj, drumbaoyggin, at saman- bera við, at verða settur eftir í skúlaflokkin, við uppflyting. Tað merkist á vánaligu ídráttarúrslitun- um, í syrgiligari samanber- ing, við teimum aftaná kríggið. Ein virkningur er upp- geving av lívgevandi van- ligu arbeiðsplássunum, til frama fyri heitar rullisessir. Her kundi vend komið í. Besti máti, at rætta støð- uni, er at rættað høvdið og styrkja sjálvstýrissíðuna nú 20. unda, tryggast at velja ein størri tjóðveldisflokk. Áheitan á vágafólk VIÐMERKINGAR 4000 krónur til ÍSB C M Y K 44 GSM telefonir Tráðleysar Til skip og bátar Nokia - Siemens - Motorola Ericsson - Panasonic Siemens Dect. Kunnu ikki avlurtast NMT 450 - VHF telefonir v.m. SØLA & TÆNASTA www.sosialurin.fo