Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-01-20, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. januar 2004síða 22

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 12 - 20. januar 2004 43 mentan, list og tónleikur als ikki vórðu nevnd. Høgni Hoydal nevndi spælistøð til tónleikarar sum part av økismenningini, men ongin tosaði um møguleikarnar fyri at gera tónleik til føroyskan ídnað burturav. Mentan átti at verið eitt kjakevni burturav hetta kvøld, ikki minst tá hugsað verður um hvussu nógv hevur verið gjørt burtur júst hesum øki, sum kastibløka, valagn og -lyfti seinastu dagarnar. Summir vilja stuðla, meðan aðrir vilja skerja, men alíkavæl eru øll nokkso samd um, at vit eru stolt tá onkur, sum hevur føroyskar anir, ger eitt avrik, sum onnur viður- kenna. ó. endi (liga) Okkara endarøða: vit mugu (vit endurtaka: vit mugu) hava álit á okkum sjálvum og hvør øðrum; sum einstaklingar, sum samfelag og sum tjóð. Vit leggja onki í tey, sum beinanvegin koma til okkum og siga: "jamen vit eru ein tjóð, vit eru eitt fólk, vit eru føroyingar", tað er ikki tað, tað snýr seg um. Spyr teg sjálvan við hondini á hjartanum hesar báðar spurningar: eru vit veruliga (og vit meina veruliga) á jøvnum føti við danir í ríkisfelagsskapinum - og - er tað (sum ein borgari í einum samfelag) í lagi at tú, í staðin fyri at niðurgjalda tína skuld, soleiðis at tú kanst standa heima hjá tær sjálvum og siga, at hetta hevur tú arbeitt fyri og goldið, heldur vilt leggja afturat skuldini, soleiðis at tú kanst hava eitt sindur av grønakeks (við ella uttan c vitaminum), pannukøkum, parabolantennum og mer- cedes bilum (sum tykist vera farið at merkja vælferð). Sum tónleikarar og yrkj- arar hava vit ikki skil fyri fiskivinnu, búskapi og øðrum, men vit hava álit á teimum, sum virka skilvíst á hesum økjum. Vit vilja á sama hátt hava álit á teimum, sum stýra okkara landi, at teir gera tað, sum hevur verið ein floskil alt valstríðið; eitt Føroyar fyri øll. Verður ráðandi hugsanin í Føroyum misálit, neilig spjaðing og væntandi trúgv á egnan mátt, so fer hetta at ávirka allar tættir í okkara samfelagi, og hevur hetta álvarsamar avleiðingar, ikki bert fíggjarliga, men á øllum økjum, á allan hátt. Tí bara við áliti kemur trúgvin á egnan mátt. Tú kanst ikki siga, at tú trýrt uppá nakað, hevur tú ikki álit á, at tað er rætt. Gott val (væl) 43 42 Nr. 12 - 20. januar 2004 Umm(v)æli av val(ferÐar)fundinum í NorÐurlanda- úsinum Petur Pólsson Jensen, Knút Háberg Eysturstein a. gegnið Lat okkum bara staðfesta beinanvegin, at hetta um- mælið ikki er heilt ógegn- igt. Vit hava nøkur ávís hjartamál (vit eru báðir tón- leikarar, yrkjarar og loys- ingarmenn), sum liggja huga okkara frammalaga, og tað vil sjálvsagt merkja, hvat vit halda um fundin, sum varð hildin í Norður- landahúsinum sunnukvøld- ið. b. tað er so umráð- andi, hetta her, at síggja gott út Tað fyrsta, ein legði til merkis var, at føroyingar eru farnir at líkjast øðrum tjóvum sera nógv. Áður var tað bert dønum, men nú hevur føroysk fjølmiðla- greðing av øllum tikið ræðið, eins og amerikanska og bretska undirhaldsment- anin hevur tikið kvørkratak á ALT sjónvarps"undir- hald". Soleiðis varð val- fundurin í Norðurlanda- húsinum eisini heldur eitt valshow enn ein politiskur fundur, har menn (og ein kvinna) bóru fram tað, sum tey veruliga høvdu liggj- andi í sínum hjarta. Tíðar- avmarkingin (tey høvdu ásetta tíð at tosa í) gjørdi, at onkur teirra gjørdist eitt sindur knappur og sperdur, og tað skaðaði í fleiri førum framløgurnar. Men gott út sá tað. Tað tykist, sum er før- oyskur politikkur komin inn á eina slóð, sum aldri hevur verið gingin her á landi áður. Tað snýr seg ikki longur um at seta veru- lig sambond við aðrar liv- andi verur á stovn, men snýr tað seg heldur um at taka lut í eini "Stjerne for en aften" líkari kapping um at síggja best út, meðan tú oysir nakrar flosklar, sum onkur annar hevur funnið upp á, úr tær. Tann, sum dugir best at smyrja ullar- lagdir inn í glitrandi glans- myndir, tykist at vinna. d. paradoksal parta politisk parentes viðmerking (Dentur skal vera lagdur á, at vit illgruna, at umleið 2/3 av veljarum Sambands- floksins eru í einum aldri, sum ger, at tey ikki hættaðu sær ella orkaðu at ómaka sær allan vegin í Norður- landahúsið, tí at tey helst vóru farin í song. Kanska eru fleiri teirra eisini ov blind at síggja sjónvarp og ov deyv at hoyra útvarp. Seinasti triðingurin av sambandsveljarum eru fólk, sum eru fullkomiliga líkasæl um alt, annað enn at varðveita status quo fyri ein hvønn prís, men helst í donskum krónum. Trupul- leikin er bara, at eitt hvørt virkið og livandi samfelag er í støðugari menning og flytir seg alla tíðina alsamt móti einum máli. Tað bíðar ikki eftir teimum, sum standa eftir og skrála um at halda aftur. Eitt sindur hugvekjandi at hugsa sær, at júst sambandsflokkurin hevur "framburð" sum eitt av aðalagnunum). e. tjóðveldið vinnur valið !?! Í øllum førum, um vit skulu meta út frá undirtøkuni í salinum, so verður Tjóð- veldisflokkurin vinnarin (alt annað staðfestir veru- leikan í omanfyriskrivaðu útsøgn - ppppv*). Teir megnaðu væl at bera seg, høvdu sál og hjarta, og hildu sær í ovurstóran mun frá at kasta tøð í andlitið á hinum flokkunum. Avgjørt størsti fagnaðurin hoyrdist, tá Torbjørn Jacobsen, fullur av eldfýsni, sum altíð, legði sína áskoðan um føroyskan búskap og vinnu fram. Høgni Hoydal bar seg alla sendingina siðiliga at, og legði greiðar útsagnir á borðið, bæði víðvíkjandi tí, sum framt er og tí, sum enn er langtíðarætlanir frammi í tíðini. Hann lat seg heldur ikki lynda av mjarri, sum aðrir formenn komu við. Av og á hevði hann tó trupult at halda seg innan fyri tíðar- merktu karmarnar, men hetta kemst helst av, at ríkisrættarliga støða Føroya er eitt so týðandi mál, at tað er ringt at balla tað inn í flosklar, sum tú fært fýrt av í hálvan triðja minutt. f. stuttligasta skemtisøgan sunnukvøldið Skemtiligasta innslagið var helst, tá Annfinn Kallsberg legði fólkinum dent á, at tey ongum av hinum skuldu trúgva, tí at teir bluffaðu allir samlir. c. vælferð og valagn (ella øvut) Jóanes Eidesgaard tykist at hava tikið nógvar vitaminir, tí hann, sum altíð, megnaði sera væl sína uppgávu. Hann er ein fólkaforførari sum fáur, og eisini hetta kvøldið megnaði hann at peika á, hvat er galið við farna landsstýri. Vit eiga nógvar pengar. Hetta vóru flest ydl samd um, men "neyð og elendigheit" verð- ur alíkavæl prædikað yvir føroyska fólkið (m.a. í valblaðnum, sum javnaðar- flokkurin hevur sent út í Vágoynni). Vælferðin var so sanniliga eisini teirra tjóðsangur. Vit saknaðu tó at fáa nøkur greið boð upp á, hvat vælferð er. Semja tykist vera um, at Føroyar skal vera eitt vælferðarsam- felag, men fatanirnar av, hvat eitt vælferðarsamfelag í veruleikanum er, tykjast at vera ørkymlandi ymiskar. Onkur heldur at blokkurin og ríkisfelagsskapurin eru týðandi partar av tryggjan- ini av vælferðini, meðan aðrir halda, at vit sjálv eiga at taka ábyrgdina av okkara egnu vælferð. Javnaðar- flokkurin segði seg vera einasta flokk, sum veruliga vil fremja hetta í verki. Jóanes Eidesgaard segði einaferð, at politikarar sita har, teir sita, tí at teir eiga at hava greið boð til fólkið um, hvussu tað skal skipast og stýrast, og sipaði við hesum til, at onki hevur verið gjørt við kreppuna, sum rækjuflotin, flaka- vinnan og onnur eru úti í. Sjálvur hevði Jóanes ongi greið boð av nøkrum slag, annað enn at Javnaðar- flokkurin skal fáa atkvøð- urnar. Jóanes var eisini øgiliga hálur (eitt sindur glerstoyttari enn vanligt). Tóktist sum fríggjaði hann til allar flokkar, soleiðis at hann kann fara í song við hvørjum tað skal vera týskvøldið. h. fet fyri fet í 100 ár Sjálvstýrisflokkurin erpaði sær av at hava sitið í land- sins leiðslu seinastu øldina, og fingu kanska harvið eyðmerkt, hvat ein "stig fyri stig" politikkur í veru- leikanum avrikar. Allir hinir flokkarnir í Føroyum fylgja í fótasporum sjálv- stýrisfloksins var boðskap- urin. Nógv annað var ikki á skránni. dk. merkið reytt og hvítt Sambandsflokkurin, sum stendur til at vinna valið, sambært veljarakanningum og Lisbeth, hevði merk- verdiga lítið at bjóða uppá. Lisbeth var øgiliga skjót at gera gjøldur burtur úr Høgna Hoydal , tosaði óført um, at ætlanirnar vóru nógvar, men tá hon so hevði spurt onkran, hvar hesi avrik vóru, máttu Høgnamenn viðganga, at tey enn vóru á skriviborð- inum. Tað hendi, og bert í sambandi við Lisbeth, fleiri enn eina ferð, at ongin klappaði, eftir at Lisbeth hevði tosað. Hetta hevði kanska nakað at gera við, at hon nýtti umleið 1/3 av tíð síni at lesa úr veljarakann- ingini, sum varð gjørd sama dag, og 2/3 av tíðini til at endurgeva brot úr valskrá sambandsfloksins, og hevði sostatt onki beinleiðis kon- struktivt boð upp á, hvussu nakað sum helst skuldi fremjast í praksis (men tó vóru greiðar ábendingar um, at Danmark skal mjólkast og skuld Føroya skal vaksa). Tað var eitt sindur hugstoytt, at ein forkvinna í einum flokki, sum stendur til at skula vinna stríðið um at stýra hesum landi, hevur so lítið at siga. Eftir undirtøkuni í salinum at døma, verður sambandsflokkurin stóri taparin á valinum (aftur ein ávising til omanfyriskriv- aðu viðmerking - ppppv*) g. with god on our side Miðflokkurin hevði nógv at bera fram. Teir vóru greiðir og beinleiðis í talu og høvdu fleiri konkret upp- skot um, hvussu farast skal fram á ymiskum økjum. Frammalaga stendur ein fíggjarlig uppgerð við Dan- mark um, hvat danir fáa burtur úr at NATO sleppur at virka í Føroyum. Enda- málið er at finna fram til, hvat Føroyar í veruleikan- um fáa burtur úr ríkis- felagsskapinum í mun til hvat danir í veruleikanum fáa burturúr. Hetta var eitt mál, sum bara Miðflokk- urin tosaði um, og sum ongin av hinum flokkunum viðmerkti. Aðalmál Mið- floksins; at fáa Gud inn aftur í allar skúlabøkur og familjan, vórðu sjálvandi eisini frammarlaga. l. løgin løgmaður Sjálvt um Anfinn Kallsberg segði tað stuttligasta hetta kvøldið, so segði hann eis- ini nógv annað minni stuttligt. Hann byrjaði øgiliga væl og konstruktivt og legði upp til eitt stórt og breitt samstarv, men móti endanum tóktist hann at detta aftur grøvina, at hava so ilt í afturpartinum, at tjóðveldisflokkurin hevði skyldina av, at ongin loysn var funnin til kreppuna hjá rækjuvinnuni. Fólkaflokk- urin hevur seinastu 6 árini staðið fyri eitt nú sam- ferðslumálum, og teir hava avrikað nógv, men vit ivast hvussu væl vágafólk taka ímóti, at Annfinn gevur Bjarna Djurholm æru fyri Vágatunnilin. s. speispeispei spei við skili (spei til side) Sum áður nevnt, hevði harra Kallsberg kanska vunnið steypið fyri kvøld- sins feitasta speisemi, men Jóhan Dalsgarð úr Hinum Stuttliga Flokkinum stóð onki aftanfyri. Hann var tað, sum hann sjálvur segði; erligur og herligur. Hann dugdi ótruliga væl at myndlýsa (illustrera) sínar provokatiónir á ein slíkan hátt, at tær vóru stuttligar, uttan á nakran hátt at gerast beiskar og óreinar (nakað, sum allir hinir flokkarnir kundu lært val av). Vit hava næstan hug at siga tað soleiðis, at JíK var tann, vit vóru mest samdir við, men kanska ikki tann, sum fær okkara atkvøðu, tí at hartil eru raðfestingar okkara nakrar aðrar. Men tað besta á øllum fundinum vóru seinastu orðini frá stuttliga flokkinum. Jóhan dugdi øgiliga væl at gera gjøldur burtur úr nýmótans polit- iska hugtakinum, sum er at sita har og fýra flosklar av, og so ljóða, sum veitst tú, hvat tú heldur teg siga. Hann vísti eisini, at hann sum so hevur gjøgnum- skoðað hetta, og helt eina lítla "ordiliga politiska" mini røðu, við røttum tóna- lagi og øllum flosklunum á røttum stað. Jóhan lýsti tann føroyska politiska víg- vøllin sum eitt stórt hjól, og vit eru hamstarar, sum renna runt inni í hjólinum, sum politikarnir stýra og seta ferð á: Fólkaflokkurin vil, at hjólið skal mala við fullari ferð, og vit mugu bara royna at fylgja við. Detta vit av, so er tað bara synd. Sambandsflokkurin vil mála hjólið reytt og hvítt og biða onkran annan stýra og seta ferð á. Javnaðar- flokkurin brýggjar seg øgiligt um, at onkur ikki skal detta niður í millum, men hendir tað, kasta teir eina lasso, sum tey kunnu halda sær í, og so verða tey hálað aftaná. Jóhan helt, at sjálvstýrisflokkurin varð vorðin í ørviti av at renna inni í hjólinum. Høgni vildi gera eitt føroyskt hjól, men tað helt JíK vera í lagi. Miðflokkurin helt, at onkur heilt annar enn vit stýrir. y. samanum toka (í tøkum tíma) Sum so var hugtakið (kon- septið) við fundinum fínt og væl skipað. Fyrst var ein formansrunda, síðani vóru 5 evni borin fram av ymiskum umboðum hjá flokkunum, og síðan kjak- aðust formennirnir um hesi evni. Hetta var í lagi, men gjørdist eitt sindur linligt og langligt og strævið, tí at alt endaði við útvatnaðum flosklum og lítlum tvør- leikum, uttan at nakað konstruktivt varð borið fram. Onkuntíð sat ein og takkaði Gudi fyri K, tí at tað lætnaði eitt sindur um tað heila, hvørja ferð JíK tók orðið. m. mjarr Okkara mjarr (um sæð verður burtur frá tí mesta av omanfyriskrivaða - ppppv tó undantikið) er, at VIÐMERKINGAR At egna mátt fyri egnan mátt Knút Háberg Eysturstein Petur Pólsson Jensen C M Y K 42 Katrin Gulklett Spennandi er tað, at Øssur gevur út bók sum setur trú- virðið hjá Anfinni úr gildi. Fólk eru uppøst. Er hetta satt, at okkara løgmaður hevur framt lógarbrot í sín- um ungu døgum. – Vit umbera, hann var so ungur, visti helst ikki, hvat hann gjørdi. Hann er so fittur, bollutur og álítandi. Og so siga føroyingar, at teir ikki liva í eini banan- republikk! Tað er bara í Føroyum og øðrum líknandi londum, har lógarloysi ræður, at fólkið velur ein mann, sum hevur framt so álvarslig lógarbrot, at tann vanligi borgarin hevði komið í geglið fyri enn minni upp- hædd! Øssur gevur út bók júst nú, hvar tað er meira enn torført at fáa fíggjarlógina til at hanga saman – enn verri at gera ábøtur í nakað sum helst – tí alt er slitið niður í bakka, bæði skúlar, postverk, sjúkrahús v.m. Hvar var Øssur, tá tosað varð um, hvør skuldi siga ella hava talufrælsi í sjón- varpi, fjølmiðlum v.m.? Mær kemur fyri, at hann situr djúpt í lummanum hjá sínum frelsara. Hvør tað so er, kann eg bert gikla um, men Øssur trýr upp á tjóðveldið, sum onnur trúgva upp á Kristus. Eg tími ikki at spyrja hendan nýggja mikrofon- haldaran, hvønn hann velur til næsta val, ella hvat hann fær í løn aftur fyri »bók- ina«. Síðsti mikrofonhaldarin í bankagøluni gjørdist fólka- hetja í Føroyum og varaløg- maður, so onkur avtala um heitan sess á tingi er helst orðað millum hesar makt- sjúku »garpar«. Fólkaflokkurin, sjálv- stýrisfl. og tjóðveldisflokk- urin hava spælt í sama sandkassa í samfull 6 ár, og teir hava nýtt tíðina til at blaka runubløk á andstøð- una, sum hava framt ágang á sandkassan, við at teir spyrja býtt, so sum: »hvør skal gjalda?« Aftursvarið kom so síðsta ár, tá hesir flokkar blakaðu 365 mill. kr. aftur í høvdið á dønum við orðunum: »Vit vilja klára okkum sjálvi«! Ein lítil høvuðsrokning sigur, at blokkurin bleiv skerdur við 1 mió. um dagin! Magnus Gaard veljari Londini í tí, sum vit plaga at kalla vesturheimurin eru fyri tað mesta lond við fólkaræði. Ikki einans eru vit lond við fólkaræði, men vit hevja okkum eisini upp til at vera fyrimynd hjá øðrum londum, og meta harvið fólkaræði at vera eini mannarættindi, ið vit meina eigur at galda øll heimsins lond. Við hvørj- um rætti gera vit í grundini hetta? Og hvørjir eginleikar við júst fólkaræðinum gera, at vit meina, at tað eigur at galda fyri øll? Og ikki minst, hví er tað júst í vest- urheiminum fólkaræði fyrst og fremst hevur vunnið frama. Heilt givið er tað, at vit ikki kunnu hevja, at onnur lond skulu liva upp til okk- ara fólkaræðis fyrimyndir bert tí at hetta er okkara skipan og vit meina at tað er best fyri tey. Hetta vildi einans verið prógv um egið snævurskygni og tápuligt. Hinvegin meina tey flestu av okkum framvegis at fólkaræði átti at verið ein mannarættur fyri øll. Vit sleppa sostatt ikki undan við viti og skili at grund- geva okkum fram til algild- ið hjá fólkaræðinum. Tá ið nakað skal vera algildugt galdandi fyri øll nyttar ikki at grundgeva útfrá søgulig- um viðurskiftum og sið- venju. Hetta vildi jú bein- anvegin gjørt fólkaræði til okkara siðvenju og sostatt ikki algildugt, og vit vildu harvið ikki kunna grund- givið fyri, at onnur lond við aðrari søgu og øðrum sið- um eisini skulu útinna hesi idealir í verki. Nei! vit mugu grundgeva fyri al- gildinum hjá fólkaræðinum við skilvísi. Í grundgeving- ini má tí viðurkennast, at tað er munur á givnum lóg- um og umsiting eitt ávíst tíðarskeið í søguni og hvussu lógir og umsiting eiga at vera framyvir. Ongin hevur ein størri rætt enn nakar annar til at áseta hvussu samfelagið skal vera útfrá hvussu samfelag- ið er. Hetta førir sjálvandi beinanvegin fram til, at ongin hevur størri rætt enn nakar annar at avgera hvussu lógir og umsiting eiga at vera í einum landi. Tað er útiloka at nakar skal hava ein serligan heilagan ella hugsjónaligan rætt til at lóggeva vegna fólki. Hetta hevur sjálvandi eisini við sær, at trúarfrælsi og talu- frælsi mugu vera galdandi. Ongin kann nú hava nakran rætt til at avgera hvat onnur skulu hugsa og siga. Rætti- liga einfalt má sigast. Men tó, ongin rættindir uttan skyldir, heldur ikki skil- vísin grundgivin rættindi kunnu vera galdandi uttan skyldir. Tí hvat eru rætt- indi? Og hvat hava vit rætt til? Hava vit ikki skyldir áðrenn vit hava rættindi? Fyri yvirhøvur at kunna tosa um fólkaræði sum mannarættindi, hava vit skyldu til at verja hesi mannarættindi við at virða øll sjónarmið hjá øðrum, uttan tey sum undirgrava fólkaræði sjálvt, og vera reiðilig ella sonn tá vit bera okkara egnu sjónarmið fram. Vit mugu siga okkara hjartans meining og ikki vera følsk fyri at tekkjast veljarum. Men veruleikin fyrigong- ur í tíðini og á einum ávís- um stað! Abstraktar fyri- myndir hoyra ikki veruleik- anum til! Kann onkur so siga. Men eg sigi at veru- leikin er, at vit júst praktis- era nakað sum í hvussu so er, er ógvuliga nær við tær abstraktu fyrimyndir sum vit kunnu grundgeva fyri við skili, og ikki einans sum okkara serliga sið- venja. Tann søguligi spurn- ingurin er tí heldur, hví tað er júst her at strembanin eftir at náa hesum málið er rokkin so langt? Vit kundu t.d. hevja at vit eru nógv klókari enn øll hini, og tí hava vit fólkaræði. Men tað er jú ongin orsøk til at halda at so er. Fyri at svara hesum spurningi er hinveg- in neyðugt at seta seg inní hvørjar tankar og virðir vóru eyðkend fyri fólk í teimum londum sum fyrst fótaðu sær á fólkaræðis- ligari grund. Og her slepst ikki undan, at tað var í protestantiska kristna heiminum, at fólkaræði fyrst hevjaði seg í einari tíð har átrúnaður hevði nógv størri týdning enn í dag. Hvat er tað so við protest- antiskum kristindómi, sum ger, at tað júst var í hesum partinum av heiminum at arvurin úr Grikkalandi og upplýsingar heimspeki frá 17-talinum fekk eitt ítøkil- igt andlit. Hvussu ber tað til, at tann upplýsti tankin bleiv hálshøgdur áðrenn trúbótina og ikki aftaná. Tá reformatorurin Martin Lut- her trínur fram í dómkirkj- uni worms í 1521 við yvir- lýsingini, at »hann í trúar- spurningum einans ætlar sær at fylgja síni egnu samvitsku« setir Luther tann spurningin sum vest- urlendsk heimspeki hevur roynt at greiða líka síðani. Tá ið vit ikki longur hava nakran átrúnaðarligan myndugleika, at tryggja sannleika virðið av tí sum vit trúgva, hvussu skulu vit so grundgeva fyri at tað er rætt? Vit kunnu siga at hann við hesum loysir tað vísindaliga forvitnið úr hafti, og tað framkomna samfelagið vit liva í nú, er uppá allar mátar treytað av at hetta hendi. Ofta verður vísind og átrúnaður sett upp ímóti hvør øðrum, sum tvær mótsigandi heims lýs- ingar; men aftaná trúbótina hava protestantiskur krist- indómur og vísind heldur liva í einum samværi har einasta treytin hevur verið ikki at blanda seg uppí hjá hvør øðrum. Vit kunnu eis- ini kallað hetta at geva keis- aranum sítt og várharra sítt. Tá ið markið ímillum tað verðsliga og tað andaliga er sett, sigur tað seg sjálvt at fyrimyndin frá upplýsing- artíðini um tríbýtið av valdinum í lóggeving, út- inning og døming ikki kemur í andsøgn við átrún- aðin, tí tað er jú reint verðs- ligt og óviðkomandi fyri átrúnaðin. Hvussu skuldi man eisini kunna havt ein dómstól, ið bygdi á boð Jesusar um, at tú mást ikki døma, og hvussu skuldi ein ákæri ført eina sak um endurgjald upp á boðini um at venda hin kjálkan til. Veruleikin er, at boð jesus- ar eru alt ov víðgongd til at kunna vera annað enn boð til hitt einstaka subjektiva menniskja – syndaran – og hansara samvitsku. Í einum samfelag sum okkara hava vit trúarfrælsi, men vit hava ikki trúar- javna. Fólkakirkjan er í donsku grundlógini stuðla av statinum, og hetta av tí einføldu orsøk, at tá ið danska grundlógin bleiv skjalfest vóru 99% av danska fólkinum protest- antar. Presturin er sostatt ein borgarliga starvsettur persónur, ið hevur sum starv at prædika Luthersk- an kristindóm, doypa, kon- firmera, víða og jarða og veita sálarbót fyri tey, ið hava brúk fyri tí. Hann er ikki ein átrúnaðar myndug- leiki, sum í tíð og ótíð skal sannføra fólk um hvussu tey skulu liva sítt kristna lív. Hetta kann hann sjálv- andi gera fyri egna persón- liga rokning; men ikki sum ein átrúnaðar myndugleiki. Í átrúnaðarligum spurning- um eru øll líka fyri vár- harra, og í verðsligum spur- ningum skuldu øll gjarna verið líka fyri lógini, og lógin er vunnin í einum hørðum kampi fyri fólka- ræði, ið byggir á fyrimyndir úr upplýsingartíðini ikki kristindómi. Protestantisk- ur kristindómur er soleiðis tann søguliga fyritreytin fyri fólkaræðinum, men fólkaræði sjálvt byggir á arvin úr Grikkalandi og fyrimyndir úr upplýsingar- tíðini. Hvat er so við hesum kristna siðaarvinum, sum allir føroyskir politikarar nú kappast um, at gera til sína partapolitisku skrá. Hvussu stóran leiklut skal kristni siðaarvurin hava í føroyska fólkaræðinum? Ja eg kann ikki siga annað enn, at eg øtist, og eg ivist stórliga í, um politikararnir eru serliga tilvitandi um tað søguligu og fólkaræðis grund teir sjálvir standa á. Tann kristni siðaarvurin er júst, at lata vera við at gera kristindóm til eina verðsliga politiska skrá! Og at tosa um beinleiðis at lóg- geva eftir kristiligari fyri- mynd er jú tann reini gal- skapur. Tað er heilt einfalt at saga ta greinina av, sum vit, fólkaræðis elskandi menniskju sita á, tí teir elstu partarnir av greinini eru protestantiskir og halda greinini uppi. Fólkaræði, sum er eitt reint verðsligt fyribrigdi, sleppur bara at sita á greinini í frið so leingi vit skilja at í trúar- spurningum skal samvitsk- an ráða, og við verðsligari lóg skal landið byggjast. Fari tí á val og latið vera við at atkvøða fyri flokkum og valevnum, ið ikki hava tora at tikið frástøðu frá hesum ørvitis tosinum og tí skammleysu samanbland- ing av átrúnaði og politikki, ið er farin fram í hesum valstríðnum. Tað er í sjálv- um sær í stríð við kristi- ligan siðaarv í Føroyum at blandað politikk og átrúnað saman. Vit og skil og átrúnaður í politikki VIÐMERKINGAR Tú fekk eitt bomm, gev mær eitt bomm framhald á síðu 44