týsdagur 20. januar 2004síða 21
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
40
Nr. 12 - 20. januar 2004
Nr. 12 - 20. januar 2004
41
VALGREINAR
Latið okkum
standa saman
Vinjard Johansen
Valevni Miðfloksins í
Eysturoy
Nú er ikki nógv tíð eftir
at tosað út til fólki, men
eg farið at heita á øll
eiðisfólk um at standa
saman um Vinjard Johan-
sen valevnið Miðflokk-
sins. Føddur eiðismaður
altíð eiðismaður. Tað
hevur stóran týddning at
standa saman um mannin
og fáa mannin inn á Ting.
Eg vil virka fyri at sjó-
mansfrádrátturin verður
varðveittur, rentustuðulin
verður varðveittur, fiski-
dagaskipanin sum er ein
góð skipan verður varð-
veitt, at familjan er hjarta
í samfelagnum og eigur
at virðast høgt, eina betri
skipan við dagstovnum,
har foreldur fáa avsláttur
fyri at hava fleiri børn á
stovninum.
Eina betri barsilskipan
við møguleika fyri far-
loyvi upp í eitt ár við løn.
At vinnulívið fær bestu
umstøður.
At vit fáa framdan ein
góðan umhvørvis-poli-
tik, sum t.d. við meria
vindorka og minni dolk-
andi útlát.
At tað verður gjørdur
ein grunnur, at hjálpa at
marknaðarføra føroyskan
tónleik uttanlanda
At fólkapensiónin má
greiðast, pensionisturin
skal gjalda minni skat og
minni avgjøld
At gávur til andligt
virksemi yvir kr. 5000
kunna trekkjast frá í
skatti
At hjúnabandið verður
varðveitt sum einasti lóg-
gildaður samlívsformur
At tað skal loysa seg at
verða
í
hjúnarbandi
(samskatting
verður
framd)
At allar avgerðir eru
bygdar á kristna grund.
Takk fyri góði veljari
Skúlar og almennir
stovnar
Helena Dam á
Neystabø
valevni Javnaðarfloksins
í Suðurstreymoy
Fólkaskúlin hevur leingi
havt tað trupult. So kom
ársverkið. Heldur enn at
betra skúlan og fáa fleiri
tímar til undirvísing,
skapar ársverkið økta
miðfyrisiting Tí skal tað
endurskoðast, og lærara-
starvið skal hava hægri
virðing og størri ábyrgd
fyri innihaldi, máli og
mentan.
Okkara
nógvu
al-
mennu stovnar gera eitt
stórt og gott arbeiði til
tess at menna vælferð-
arsamfelagið og okkara
mentan.
Tað er sjálvsagt, at
eisini stovnarnir mugu
lagast til búskapin og
menningina. Men skal
skilagóð mennig fara
fram, krevst arbeiðsfrið-
ur. Nógvar útmeldingar
hava verið, sum hava ør-
kymlað starvsfólk innan
tað almenna, og sum oft-
ast hendir einki kortini.
Serliga
skúlarnir
treingja til arbeiðsfrið.
Arbeiðsfrið og betri um-
støður at liva upp til
neyðugu broytingarnar.
Tí stabilitetur og trygg-
leiki gevur styrki og dirvi
at ganga nýggjar leiðir.
Vilmund Jacobsen
valevni Tjóðveldisfloksins í
Eysturoy
Eg heiti á veljarar í Eystur-
oy um stuðul at verða við til
at fremja størsta frambrot
innan samferðslukervið í
Føroyum!
Eysturoyggin er loko-
motivið í føroyskum vinnu-
lívi. Eitt sterkt vinnulív
krevur góðar karmar, og
góð samferðsluviðurskifti
er ein treyt fyri trivnaði,
øktum virksemi og fram-
haldandi menning.
Eingin ivi er um, at tá ið
Norðoyartunnilin er bygd-
ur, eigur Eysturoyggin at
fáa
fast
samband
við
meginøkið
við
einum
undirsjóvartunli
undir
Tangafirði.
Hetta er eitt náttúrligt
framhald í útbyggingini av
samferðslukervinum
í
Føroyum, sum er nógv
meira átroðkandi og nógv
meira realistiskt, enn ein
undirsjóvartunnil í Sand-
oynna, har veldugar íløgur
eru lagdar í samferðsluna.
Tá ið hol varð sett á til
Norðoyartunnilin, hevði eg
prát við løgmann, sum av-
gjørdur segði, at Vága-
tunnilin er ein "drønandi
succes", sum hann tók til.
Eg var við á áhugaverda
fundinum á Svangaskarði,
tá ið tunnilsætlanin undir
Tangafirði varð løgd fram.
Eingin setti spurnartekin
við tað tekniska og rentabla
í hesi ætlan. Við tað, at
ferðslan gjøgnum henda
tunnilin verður nógv størri
enn um Vestmannasund og
Leirvíksfjørð,
verður
bummgjaldið eisini mun-
andi lægri.
Hetta er ein stór og ógvu-
liga áhugaverd verkætlan,
sum veruliga hevði sett
Eysturoynna í fokus. Men
skal hon fremjast í verki og
ikki bíða til einaferð í
framtíðini, er neyðugt at
hava fólk á tingi, sum av
fullum huga tala fyri henni.
Í mínari sál er eingin ivi
um, at verkætlanin við
undirsjóvartunli
undir
Tangafirði er realistisk og
skilagóð.
Tí fari eg at biðja um
tykkara stuðul at verða við
til at fremja hetta størsta
frambrot innan samferðslu-
kervið í Føroyum.
Edva Jacobsen
Valevni sambandsfloksis í
Eysturoy
Í bókini stríðsáraini frá
1940-1945 lesa vit, at Dag-
blaðið skrivar um orða-
skifti á tingi, sum var
sjálvan lagnudagin, tá Før-
oyar blivu herðsettar undir
øðrum heimsbardaga.
Fólkaflokkurin, sum eis-
ini í dag er ein av full-
veldisflokkunum mælti
hendan dag á tingi føroy-
ingum staðiliga til at taka
ræðið/fullveldi í landinum.
Teir sóðu sær ein góðan
møguleika at fáa loyst frá
Danmark meðan alt landi
lá lamið, tá mátti Sam-
bandsmaðurin
Andrass
Samuelsen sáli, eisini kall-
aður " hin stóri" í politikki,
staðiliga átala teirra fram-
ferð. Soleiðis hevur sam-
bandsflokkurin altíð staði
fast við at vit skulu hava
samband við Danmark.
Besta tryggleika fyri tann
einstaka.
Fullveldisflokkarnir har
aftur ímóti nýta allar møgu-
leikar fyri at fáa loysing og
loysing í óðum verkum.
Sambandsflokkurin
er
einasti flokkur sum hevur
melda púra greitt út at vit
ynska at varveita ríkis-
felagsskapin við Danmark.
Upp undir vælið látast
summir flokkar at vera
ógvuliga sambanssinnaðir.
Men týsdagin kl. 20.00 tá
valið er av fara teir aftur í
loysingarhamin um tað skal
til fyri at kom í eina sam-
gongu.
Loysing gevur stættamun
Loysing gevur lægri
liviumstøður
Loysing gevur færri
møguleikar til fjøldina
baði vinnuligt og privat
Sambandsflokkurin hevur
sum hjaratamál at vareita
Føroyar sum eitt vælferðar-
samfelag hvar tryggleikin
og framburður verða sett í
hásæti.
Vel trygt - vel Sam-
bandsflokkin
Gott val
Annfinn Brekkstein
valevni Sambandsfloksins í
Suðurstreymoy
Tjóveldisflokkurin fortelur
nú um dagarnar Føroya
fólki um øll tey stóru
framstig, sum eru hend á
eldraøkinum, meðan teir
hava sitið við stýrisvølin.
Heimarøktin skríggjar eftir
hjálp, tí eingin peningur er
tøkur o.s.fr.
Lat okkum fyrst taka
eldraøkið, teir reypa sær av,
at 123 røktarheimspláss eru
skotin av bakkastokki og
peningur er settur av til
plássini.
Her
eru
tað
kommunurnar, sum hava
víst ábyrgd yvir fyri eldra-
økinum og eingin annar.
Samgongan hevur ikki
megnað at loyst tann ovur-
honds stóra tørvin, og teir
hava heldur ikki megnað at
lagt eldraøkið út til komm-
unurnar, sum kortini mugu
taka um stýrisvølin, tí frá-
farna samgongan hevur
ikki megnað uppgávuna.
Tað einasta, teir hava
megnað, er at keypa eini
tóm hús í Vágum, men so
er eisini alt sagt. Sam-
gongan megnaði ikki at at
taka húsini í nýtslu, tí pen-
ingur var ikki til enda-
málið.
Valdu tekniborðið fram
um loysnina
Viðvíkjandi Tekniska Skúla
í Havn, so er tað tann van-
liga undanførslan, sum teir
mala runt um, at uppskoti
hjá Sambandsflokkinum er
óbrúkiligt, tí landskassin
veðheldur. Men tað er ikki
heilt beint, tí Tekniski Skúli
í Havn hevur roynt alt fyri
at bøtt um umstøðurnar.
Uppskotið
bant
ikki
landskassan meiri enn so,
at landið skuldi rinda sín
part yvir eitt ávíst áramál, tí
ætlanin var at gera Tekniska
Skúla um til sjálvsognar-
stovn. Hetta hevði loyst upp
fyri støðuni á skúlanum.
Men havnarmenninir í
Tjóveldisflokkinum forð-
aðu fyri hesum. Teir valdu
at halda seg til tekniborðið í
staðin, og tískil er akkurát
einki hent við málinum.
Undirsjóvartunnil til meginøkið
Ríkisfelagsskapur – Fullveldi
Tjóveldisflokkurin, tóm hús, tóm avrik
og tekniborð
Malan Johansen
valevni Sjálvstýrisfloksins í
Suðurstreymoy
Tveir
høvuðsboðskapir:
Tað er neyðugt at ratio-
nalisera
tað
almenna,
soleiðis at landskassin kann
klára seg við minni inn-
tøkum, men kortini varð-
veita tænastustøðið. Og
vinnan skal hava teir bestu
karmar at arbeiða undir,
men hon skal ikki hava
studning.
Vit eiga at hugsa um
rationaliseringar
sum
nakað positivt. At tað gevur
borgarunum, tvs. okkum
øllum, eina betri tænastu
frá tí almenna. At vit øll fáa
meira
burturúr
okkara
skattapeningi.
Gongda leiðin at fremja
rationaliseringar
er,
at
minni verður tikið inn til
landskassan.
Tá vera politikararnir
noyddir at hugsa seg betur
um, hvussu teir brúka
pengarnar og borgarin fær
samstundis
meira
fyri
skattakrónuna.
Vinnan skal hava teir
bestur karmarnar at arbeiða
undir.
Tvey dømi. Ì alivinnuni
skal tað ikki vera ein
trupulleiki at leita sær
fígging har tað er neyðugt.
Og í fiskivinnuni eigur
ein brúksskylda at fylgja
við fiskiloyvunum, so tað
ikki verður spekulerað við
teimum.
Tað alt avgerandi er tó, at
vit ikki veita vinnuni studn-
ing. Tað er ein koddi. Vinn-
an skal sleppa at tillaga seg
umstøðunum. Tað almenna
skal ikki inn at raðfesta fyri
vinnuna, tað klárar hon
nógv best sjálv. Tað kann
vera hart, men tað má og
skal vera so, tí tað er al-
neyðugt, skal vinnan varð-
veita kappingarførið.
Á henda hátt fáa vit sum
mest av inntøkum til sam-
felagið. Og tað eru hesar
inntøkur, sum skulu fíggja
tað vælferðarsamfelagið,
vit øll ynskja at búgva í.
Sjálvstýrisflokkurin - Eitt
gott val
Helena Dam á
Neystabø
valevni Javnaðarfloksins í
Suðurstreymoy
Hesi bæði seinastu val-
skeiðini eru almennu út-
reiðslurnar vaksnar við
umleið 1.1 milliard. Tað
eru stór tøl. Men rumbul
kom í, tá ið ætlanin var at
hækka fólkapensjónina so
mikið, at tann, sum bara
hevur fólkapensjónina at
líta á, kundi koma upp um
hungursmarkið. Talan var
um nakrar og tjúgu milli-
ónir - ikki nógv saman-
borið við omanfyrinevndu
1.1 milliard.
Roynt varð at halda fast,
og saman fluttu vit okkum
nøkur fet fram á røttu
kósina, men ikki nóg langt.
Í penjónsspurninginum
ætli eg at halda fram, har eg
slepti. So má bera ella
bresta. Heldur frákoyrd,
enn svikin lyfti.
VALGREINAR
Her má vend koma í
orð:
Kristian Magnussen,
Løgtingsmaður
Eftir ein hóp av áheitanum um at fáa rapp-sangin
í bløðini, verður tað hervið gjørt. Lagið kann
hoyrast á heimasíðuni hjá Javnaðarflokkinum,
www.javnadarflokkurin.fo . Fløgan verður eisini
útflýggjað av skrivstovuni hjá flokkinum, tlf. 312
493.
Eg møtti einum havnarmanni sum hevði tað shit
hann hevði stríðst fyri seg - fyri at siga tað milt
hann hevði slitið seg upp - uttan mukk og sukk
men so var hann komin undir ein truck
Hann hevði væntað at koma undir læknahond
menn fekk at vita at tað er dýrt at fara til onnur lond
Teir søgdu kassin var tómur og hann fekk greið
beskeð
kom aftur seinni - trúgv uppá mje
Ja hetta er lønin tá onki stendur til
teir gera onki annað enn draga gomul vil
Teir skuldu allir samlir verðið lagdir undir lupp
tað teir borðreiða við - tað er tað reina fupp
niðurlag:
Her má henda okkurt
Her má gerast okkurt
Her má vend koma í
Hetta ber ikki til
Hetta gongur ikki longur
Her má vend koma í
Teir komu til jú til skorin klæðir og til búgvið borð
men teir hildu ikki orð - teir hildu ikki orð
tað var so trygt - vit skuldu øll takast við uppá ráð
tað søgdu teir allir tá - vit skuldu orðið fá
Teir høvdu granskað í Danmark og lisið uppá
teir vistu hvussu teir teg skuldu draga upp á tráð
Tað skuldi blíva so gott í semju og sátt
eftir skipaðum leisti í heita song hvørja nátt
Men gakk - ketan reyk - tað bleiv tað reina popp
teir blivu avdúkaðir sum tað reina flopp
Teir fóru uttanlands tað bleiv eitt ræðuligt svans
teir mundu ongantíð funnið heimaftur til lands
Teir vóru groggy staklarnir - fingu ein uppercut
ja soleiðis er - eg sigi góða nátt
Teir lovað hava tær og mær ost uppá breyð
tú - tað endar helst við tí reinu við neyð
Teir vóru so malskir tá teir fóru uppfrá
men tað eru bara tú og eg sum liggja eftirá
niðurlag
Nú standa teir Guð hjálpi mær nú aftur har
teir síggja út sum eitt ússaligt lasafarð
hvat vilja teir - teir hava onkið mið og mál
væntað teir sær aftur mina píndu sál
tað skal nú hesuferð so koma an uppá
eg gevi teimum ein ordans frammaná
Teir svorðið hava allir at ganga somu leið
og vit skulu tryggja teimum enn eitt skeið
Eg gloymi teimum ikki at tá pínan illa sveið
eg kundi jú hjálpast - men teir søgdu kortanei
men lat teir ikki taka teg - teir fáa ikki meg
eg kenni nakrir sum eru nakað fyri C, T og meg
niðurlag
Fá vend í við okkum, vel Javnaðarflokkin!
Jóannes Eidesgaard
formaður Javnaðarfloksins
Nú er dagurin komin, har tú
einsamallur eigur avgerð-
ina.
Í
Javnaðarflokkinum
vóna vit, at valdagurin
verður dagurin, har polit-
iska ættin skiftir – hann
støkkur vesturum. Vit vóna,
at vit kunnu siga farvæl við
fullveldissamgonguni, og
vit vóna, at vit kunnu
ynskja
einari
nýggjari
samgongu vælkomnari.
Og Javnaðarflokkurin er
til reiðar at mynstra við í
einari nýggjari samgongu.
Javnaðarflokkurin, sum
sameinir fólkaræði, sosiala
ábyrgd og góðar møgu-
leikar fyri privatum fyri-
takssemi, byggir samfeløg,
har tey ágrýtnu og virkis-
fúsu sleppa at royna seg
uttan at hin veiki, fátæki
ella illa menti verður við
skerdan lut. Tað er ein
sjálvfylgja, at henda stevna
eisini leggur dent á manna-
rættindir, hjálp til triðja
heimin, umhvørvi og vist-
frøðiliga ábyrgd og røkt.
Vit liva í einari sunnari
broytingartíð.
Javnaðarflokkurin stóð
einsamallur í mong ár í
stríðnum fyri vælferð fyri
allar føroyingar, men í dag
er vælferðin týðandi partur
av virkisskráunum hjá øll-
um flokkum.
Javnaðarflokkurin stóð
einsamallur í mong ár um
eina hóvliga sjálvstýris-
tilgongd í verandi skipan,
men í dag kann breiða
semjan lynnast eftir okkara
leisti.
So her gevast møguleik-
ar, her finnast loysnir. Ikki
loysnir fyri tey fáu, men
fyri fjøldina. Og minnist til,
bert politiskar loysnir við
kjølfesti í fólkinum bera
boð í bý - alt annað
hvørvur.
Javnaðarflokkurin
er
lykilin til loysnirnar í væl-
ferðini - Javnaðarflokkurin
er lykilin til loysnina í
ríkisrættarliga málinum -
Javnaðarflokkurin
er
lykilin til eina nýggja tíð í
Føroyum.
Tí fari eg floksins vegna
at heita á teg sum veljara
um at skunda undir eitt
politiskt
veðurlagsskifti.
Hetta gert tú við at velja
Javnaðarflokkin.
Gott val fyri land og fólk.
Áheitan á veljaran
Vinna og búskapur
Pensjónirnar
Trygg ellisár
Kristian
Magnussen,
valevni
Javnaðarfloksins í
Suðurstreymi
C
M
Y
K
41
40