Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-06-10, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 10. juni 2000síða 15

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

29 tíðindablaðið sosialurin Nr. 110 - 10. juni 2000 28 tíðindablaðið sosialurin Nr. 110 - 10. juni 2000 vinnarar av Niels L. Arge steypinum, smágentur: B36 Vinnarar av Cadburysteypinum, smadreingir: HB Steypavinnarar Grundlógardagin vórðu tvær steypafinalur leiktar í yngru deildunum, og í báðum førum var talan um grannauppgerð millum havnarfeløgini bæði, HB og B36 JÁKUP MØRK Tað er ikki bara hjá vaksnu deildunum, at steypakapp- ing verður skipað. Eisini yngru deildirnar hava sítt at hugsa um í so máta, og grundlógardagin vórðu so tveir finaludystir á skránni. Vanlig leiktíð ikki nóg mikið Sum nevnt omanfyri, so var talan í báðum førum um dystir millum HB og B36, men hetta var ikki tað ein- asta, sum finalurnar høvdu til felags. Mótstøðuliðini vóru nevnliga somikið jøvn, at tað í báðum førum varð neyðugt at fara út um van- ligu leiktíðina, fyri at finna eina avgerð. Fyrst leiktu smágentulið- ini hjá báðum pørtum. Van- liga leiktíðin gav einki mál av sær, og tá umdysturin eisini endaði málleysur, varð neyðugt við brots- sparkskapping, fyri at finna endaliga vinnaran. Her gjørdist tað B36, sum dróg longra stráðið, og gjør- dust tær sostatt steypavinn- arar 2000. Í evstu løtu Hjá smádreingjunum gjør- dist eisini neyðugt við long- dari leiktíð, áðrenn ein vinn- ari varð funnin. Leingi var annars líkt til, at B36 skuldi vinna rættin til steypið í eitt ár, tí fram til endan á dystinum vóru teir á odda 1-0. Tað eyd- naðist tó HB leikarunum at javna í evstu løtu, og harvið máttu troyttu leikararnir út aftur á vøllin at spæla long- da leiktíð. Her vísti HB seg at vera stinnara liðið, og stutt fyri leiklok eydnaðist tað teimum at skora til endaliga úrslitið 2-1. Við sigrinum tryggjaði HB sær ikki bara steypið í varveitslu komandi árið, men vunnu tað samstundis til ognar, ti HB nú hevur vunnið kappingina trý ár á rað Verður bygd í Hoyvík - Ætlanin er framvegis at byggja eina ítróttahøll í Hoyvík, men tað verður ikki fyri handan prísin, sig- ur Kaj Leo Johannesen JÁKUP MØRK Ætlanina um at byggja eina ítróttahøll við skúlan í Hoyvík fingu eitt álvar- sligt skot fyri bógvin, tá tilboðini upp á arbeiðið vórðu latin upp her fyri. Nærum tvífaldað Framman undan hevði býráðið gjørt av, at seta 10,5 mió.kr. av til ætlan- ina, men tað tykist nú greitt, at hetta so langt ífrá verður nóg mikið. Lægsta tilboðið var upp á góðar 18 mió.kr., og skal høllin byggjast fyri hesar pengar, er talan so- statt um nærum tvífald- aðan kostna. Kaj Leo Johannesen, sum er formaður í ment- amálanevndini hjá býráð- num sigur við Sosialin, tað kemur ikki upp á tal at byggja eina høll fyri hasara pengarnar. - Tað eru settar 10,5 mió.kr. av til at gera ar- beiðið, og endaliga loys- nin skal finnast innan fyri hesar karmar, sigur Kaj Leo Johannesen. - Talan er nú um eina nýggja støðu, og vit mugu tí finna útav, hvussu vit á besta hátt kunnu loysa hesa, sigur formaðurin í mentamálanevndini. Gundalur er klárur Tá ætlanin um ítróttahøll í Hoyvík varð samtykt av býráðnum, var ført fram, at ein onnur loysn kundi verið at broytt Gunda- dalshøllina til eina du- pulthøll. Nevnt varð tá, at Gun- dadalshøllin av fyrstan tíð varð roknað sum fyrsta byggistig í eini ætlan, sum í lidnum líki umfat- aði tvær hallir, og at alt jørðarbeiði v.m. varð gjørt soleiðis, at fyrireik- ingarnar til næsta byggi- stig at kalla eru lidnar. Vagnur Michelsen, sum er formaður í nevndini fyri Gundadalshøllina, sigur við Sosialin, at teir framhaldandi meta, at besta loysnin er at byggja upp í Gundadalshøllina. - Tilboð okkara til Bý- ráðið stendur framvegis við, og vit eru sannførdir um, at hetta er skilabesta loysnin, Vagnur Michel- sen. Hann leggur afturat, at ein høll í Hoyvík neyv- an kann gerast bíligari enn tær 8-10 mió.kr., sum ein útbygging av Gunda- dalshøllini er mett at kosta. - Her er alt jørðarbeiði gjørt, og grundøkið er planerað, so arbeiði kann eins væl byrja í morgin sum ein annan dag, sigur Vagnur. Harumframt leggur hann dent á, at allur ítrótt- urin í høvuðsstaðnum frammanundan er savn- aður í Gundadali, og at hetta tí eisini gevur aðrar fyrimunir. - Eitt nú eru nógv, sum kanska fara beint av fót- bóltsvøllinum at venja hondbólt, og harumframt vildi ein dupulthøll givið øktar møguleikar hjá skúlum, betri fortreyir fyri hondbótlsskúlum o.s.fr., sigur Vagnur. Politiskur vilji Spurdur um hetta svara Kaj Leo Johannesen, at tað er politiskur vilji fyri at leggja høllina í Hoyvík, og at talan tí helst verður um eina høll við skúlan, hóast ætlanin kanska verður onkursvegna skerd. - Havnin og serliga Hoyvíkin veksa í dag við fullari ferð, og tí er eftir býráðsins fatan sera á- trokandi at gera eina høll í Hoyvík. Eg eri tó ful- lvísur í, at tað innan heilt stutt áramál eisini verður neyðugt at útbyggja Gun- dadalshøllina, tí sum støðan er í dag, hava vet- rarítróttinar alt ov fáar hallartímar. Trupulleikin er, at Havnin so at siga veksur skjótari, enn vit kunnu út- byggja hana, og tí er alla tíðina neyðugt at raðfesta íløgur okkara, sigur Kaj Leo Johannesen, sum væntar, at Gundadalshøll- in innan eini 5-10 ár er útbygd, soleiðis at talan tá er um eina sonevnda dupulthøll. Politiski viljin er at byggja eina høll í Hoyvík, men tað verður ikki fyri hasar pengarnar, sigur Kaj Leo Johannesen CARNIVAL 2.9 Dohc Turbo-Diesel 16 V, 126 HK, 5 hurðar 3 ára garanti/100.000 km. garanti Dupult airbag, ABS, servostýring, sentrallás, startsperra, elrútar í fram- hurðunum, el-hitað og -stýrd síðuspegl, miðsetur, sum kunnu vendast og flytast aftur og fram við borðum, koyrisetrið kann setast í 8 ymiskar støður, rattið kann flytast upp og niður, nakkastuðlar, sum kunnu stillast og takast burtur, lesiljós framman, kúfangarar í sama liti sum bilurin, skinnarar á takinum v.m. Rætti bilurin til mong endamál. –Pláss fyri 7 fólkum og hópin av viðføri. Fæst eisini við aut. gearum. J. Broncksgøta 15 • FO-110 Tórshavn Tlf. 310600 Sosialurin - 311820 Multibilurin til einhvørja loysn ROYN HENDAN SERA VÆLUMTØKTA BILIN Størstur í síni stødd – við størsta dieselmotori – til besta prísin Størstur í síni stødd – við størsta dieselmotori – til besta prísin Familju - camping - firmabilur- og "mini- bussur" EINANS 235.800,- Fæst eisini sum vøruvognur 197.800,- EINANS S A N S I R · T E L 3 5 5 3 5 5 Tel 30 30 30 · Fax 30 30 31 · www.tele.fo Føroya Tele er skrásett hjánavn hjá P/F Telefonverkið · Reg. no. 2697 Søkt verður eftir Lærarum til Eiðis Skúla skúlaárið 2000/2001 Talan er um tvey fulltíðarstørv og eitt við uml. 10 tímum. Starvið er lønt sambært avtalu millum Før- oya Lærarafelag og Fíggjarmálastýrið í løn- arflokki 18.1 til 27.4. Meira kann fáast at vita um størvini við at venda sær til fyrstalæraran á tel. 42 35 79 ella 44 33 31. Eiðis skúli hevur undirvísing 1.–7. árgangi. Komandi skúlaár verða 9 lærarar og 98 næmingar í Eiðis skúla. Umsóknir við møguligum prógvum og við- mælum skulu vera Eiðis skúlanevnd í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 23. juni 2000. Eiðis skúlanevnd v/ Dortheu K. Sørensen 470 Eiði Eydnuhjól Haldórsvíkar Avhaldsfelag hevur eydnuhjól v/ matsølu og fiskibrunni 2. hvítusunnudag kl. 16.00. Nógv gott verður at vinna, m.a. Lomb – Dúkar – Dukkur – Bilar – Fjallstavar – Keyp- mansdiskar – Pyntihandklæði v/ hillum og mangt annað. Vælkomin til eydnuhjól! –––––––––––––––––––––––––––––––––––––– Nevndin Summarfrí Stongt verður vegna summarfrí frá 30.6. til 24.7. –––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––– Hjá Unn Tlf. 421537 416 Signabøur Høvu›sskrivstovan og vinnulívsdeildin eru flutt í n‡ggja bygning okkara Yviri vi› Strond 2. N‡tt tlf. nr. 348 000 Almenn móttøka ver›ur hósdagin, tann 24. august 2000 Høvu›sskrivstovan og vinnulívsdeildin eru flutt í n‡ggja bygning okkara Yviri vi› Strond 2. N‡tt tlf. nr. 348 000 Almenn móttøka ver›ur hósdagin, tann 24. august 2000 STEPHANSSONS HÚS