fríggjadagur 8. apríl 2011síða 6
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 8. apríl 2011 · Nr. 42
6
Sosialurin
Eirikur Lindenskov
Á framsýningini verða al
skyns grafikkur, málningar
og installatiónir at síggja.
Listasavnið gevur samstund
is út bók um listakvinnuna,
sum listfrøðingurin Eva Fur
seth hevur skrivað. Bókin er
á føroyskum, norskum og
enskum.
Jóna Rasmussen (f. 1946)
er ein fjølbroytt listakvinna.
Hon málar og granskar al
skyns grafiska tøkni. At tað,
ið Jóna Rasmussen letur úr
hondum, er latið í nógvar
ólíkar listabúnar, ber boð um
eina listakvinnu, sum ikki
hevur hug altíð at standa í
sama staði, men verður nú
sum fyrr drivin av forvitni
og ævintýrhugi. Verkini
eru mangan arbeidd sum
røðir av slíkum myndum,
har broytingar sipa til ring
rørslur, og reikandi formar
teirra menna seg alsamt.
Komnir aftur til upprunan
eru teir vorðnir øðrvísi.
Eins og menniskjað í sam
felagnum broytist gjøgn
um upplivingar, samstund
is sum at lívið endurtekur
seg í dagar, ár, ættarlið og
tíðarskeið. Tað ekspressiva
í verkunum rennur saman
við ein fínligan sans fyri
tí
einfalda
og
nærum
minimalistiska. Myndevn
ini verða skorin inn á bein,
samstundis sum hon varðar
um tað sansaliga og ábend
andi. Júst samspælið mill
um teir ætlandi pólarnar
gevur eina huglagsmettaða
uppliving. Jóna Rasmussen
hevur frá fyrstantíð havt
eina serstaka myndsøgn og
verið eitt av listafólkunum,
sum settu fyridømi í før
oyskari list.
Martin Næs, stýrisfor
maður Listasavns Føroya,
letur framsýningina upp.
Sigrið Rasmussen luttekur
við sangi.
Hósdagin 14 apríl kl 14
letur Hildigunn Tausen
upp listaframsýning í
Smiðjuni í Lítluvík.
Hildigunn Tausen;
sum er ættað úr Hovi,
hevur altíð verið áhug
að í lit- og ljósspælinum
í nattúruni, men ikki
fyrr enn hon fór í
gongd við eina fýra ára
útbúgving sum psyko
terapeut, har listamál
ing var eitt av útbúgv
ingargreinunum, varð
áhugin fyri at mála
vaktur.
Eftir lokna útbúgv
ing í 2010 hevur Hildi
gunn Tausen nýtt so
gott sum alla sína frí
tíð til listina, og hevur
hon málað nógvar fjøl
broyttar málningar.
Hettar síðsta árið hev
ur Hildigunn gingið til
listamáling hjá kenda
fynska listamanninum
Preben Beck og har
lært ein hóp.
Málningarnir eru
sprotnir úr gerandis
degnum, hugflog og
kenslum her og nú.
Hettar er aðru ferð,
at Hildigunn Tausen
hevur listaframsýning.
Hon hevur áður havt
listaframsýning
í
læknahúsinum í Gel
sted á Fyn.
Framsýningin held
ur fram til 20. apríl og
er opin allar dagar frá
10-18.
Eirikur Lindenskov
– Tíðin gongur við rúkandi
ferð, og nú eru longu 10 ár
gingin,
síðani
føroyingar
fyrstu ferð kundu keypa
telefoni og aðrar samskift
istænastur
frá
Vodafone,
tá undir navninum Kall.
Soleiðis skrivar Vodafone,
sum heldur 10 ára føðing
ardagin, sum er í morgin 9.
apríl, við einum stórum og
landsfevnandi rørslutiltaki
fyri føroysku familjuni.
–
Á
føðingardegnum
kunnu
allir
føroyingar
svimja, bowla ella renna á
skoytum – púra ókeypis.
Fólk kunnu svimja ókeypis
í Sørvági, Leirvík, Vági, Tvør
oyri, Fuglafirði, Toftum og í
Klaksvík, sigur Vodafone.
Tað er bara at minnast til
svimjiklæðir, handklæðir og
svimjiringar o.a. til børnini.
Upplatingartíðirnar eru tær,
sum eru alment galdandi
hjá nevndu svimjihylum.
Fólk kunnu eisini bíleggja
sær ein bowlingbana í ein
tíma annaðhvørt í Tórshavn
ella í Leirvík. Tími og bani
eru
ókeypis
leygardagin.
Og so er eisini kjansur at
renna á skoytum á Tórshavn
ar Skoytibreyt kl. 9.00 - 15
leygardagin.
Hetta
er
samstundis
síðsta útkall at royna skoyti
breytina, áðrenn hon verður
tikin niður fyri hesu ferð.
Gloym ikki, at Vodafone hevur
almenna móttøku í Skálanum
í Norðurlandahúsinum nú
fríggjadagin 8. apríl kl. 15 - 17.
Vælkomin í føðingardag hjá
Vodafone!
Føðingardagur við
upplivingum til øll
Stórur amboðsdagur í Hoyvík
Hildi
gunn í
Smiðj
uni
samskifti Allir føroyingar eru
bodnir í 10 ára føðingardagin
hjá Vodafone leygardagin, har
svimjihallir, bowlinghallir og
skoytubreytin í Havn taka ímóti
framsýning Mikudagin verður stórur demodagur
í Handverkarabúðini hjá Bygma Balslev
Løgreglan í Havn sóknast nú
eftir vitnum, sum kunnu hjálpa
teimum at loysa eitt mál um
grovan harðskap.
Tað var um tvey tíðina sunnu
náttina, at ein ungur maður
brádliga,
og
uttan
ávaring,
varð álopin av fleiri monnum í
Klubbagarðinum.
Hann fekk fleiri sløg í andlitið
og small í asfaltið, men eftir tað
fekk hann eisini eitt spark í
høvdið, meðan hann lá.
Hann misti vitið og tað fyrsta,
hann visti aftur til sín, sat hann
inni í klubbanum, har onkur helst
hevur hjálpt honum inn.
Álopið kom so óvæntað, at
hann hevur ikki ánilsi av, hvørjir
álopsmenninir eru, og løgreglan
stendur tí fullkomiliga á berum.
Hann veit seg heldur ikki hava
nakrar óvinir, og tískil hevur
hann onga hóming av, hví hann
skuldi verða álopin.
So hevur nakar sæð tilburðin
frættir løgreglan fegin.
Maðurin fekk nakað av skaða.
Ringast varð tað fyri hondina, og
hann mátti leggjast undir skurð
og fær tískil onki gjørt næstu
tíðina.
Leita eftir vitnum til grovan harðskap
Magnus Gunarsson
Demodagur verður í Hand
verkarabúðini hjá Bygma
Balslev mikudagin 13. apríl.
Talan verður um eina sølu
framsýning við amboðum,
har høvi verður at hitta
nakrar av leverandørunum,
sum sýna fram sínar vørur.
Á framsýningini hevur
“Bacho” eitt breitt úrval av
hondamboðum og sýnir
fram amboð til bilbransjuna
sum t.d. luftamboð og hy
draulisk amboð. “Fein” kem
ur við einum demobussi,
har teir sýna fram sítt stóra
úrval av el-amboðum til
nógv ymisk endamál. “Las
er-Prof” hevur eisini nakr
ar nýggjheitir, sum t.d. rota
tiónslasarar við grønum
laserstrikum og fugtmátar
ar, sum gera tað lættari at
finna svamp og hýggj. “Led
Lenser” sýnir eisini fram
teirra lummalyktir, sum
eru kendar fyri kvalitet og
ljósstyrki.
Konsulentur frá “Protox”
sýnir fram teirra produktir
og ráðgevur í sambandi
við hýggj, svamp, insektir
og tann ótýdliga luktin
hesi geva frá sær sum t.d.
Protox Hysan, sum er eitt
nýtt slóðbrótandi danskt
evni ímóti blámusoppi, ið
ikki leggur eftir sær vand
amikil evnafrøðilig evnir.
Tískil hóskar tað væl til
innanduranýtslu. Eisini eru
onnur Protox produkt sum
t.d. Protox Skimmel, sum
er eitt væl dámt og mun
agott evni til fyribyrgjan av
soppaálopi. Protox Insekt er
munagott evni til at beina
fyri og fyribyrgja skor
dýrum, í gomlum og nýggj
um viði og Protox Svamp,
sum er góðkent munagott
evni til viðgerð av soppaál
opi í viði. Sølutorgið verður
mikudagin 13. apríl frá kl.
13-17.